Sjá, tú blánar
Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur,brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotiðskært.
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.