Barnið

Tú bar mær tað sól

sum í skýggjum var goymd

tú bar mær boð um sjálvt lívið

tú rætti mær stjørnur og mána í hond

tú bar meg heim gjøgnum dreymanna lond

tú vakti mítt hjarta til lívið.

 

Eg syngi tær alt sum eg syngja tær kann

eg syngi tær um sjálvt lívið

eg syngi tær stjørnur og mána í hond

eg syngi teg inn í dreymanna lond

eg syngi ein sang um sjálvt lívið.

 

Tú bar mær tað

sól sum í skýggjum var goymd

eg syngi tær um sjálvt lívið

tú rætti mær stjørnur og mána í hond

eg syngi teg inn í dreymanna lond

tú vakti mítt hjarta til lívið.