AT TELJA JÓLINI

 

Santa Mortan

 

Mær gav Santa Mortan tjúgunda kvøldið jóla

 

20 stútir, nú eru jólini úti,

19 kvígur, nú munnu jólini líða,

18 stakkar, nú munnu jólini lækka,

17 kjólar, gav hon teim til jóla,

16 hindir, allar vóru blindar,

15 svanir, allir vóru trænir,

14 ostar, fullu so væl í tostar,

13 húðir, strekkja við sínar búðir,

12 dreingir, bæði við reip og streingir,

11 bukkar, fullu so væl í tokkar,

10 tunnur bjór, tað var teirra dreingja kór,

9 langskip við rá,

8 gangarar grá,

7 silvurskálir,

6 dúvur blá, sótu mær íhjá,

5 fæ,

4 fár,

3 flikki,

2 gæs,

1 fjøður av teim fugl’,

   ið væl kundi at flúva.

 

 

Santa Simeon

 

Stat op Santa Simeon, Simeon var den tolvte - en

 

12 var Apostlene,

11 var Disciplerne,

10 er de ti Guds bud,

9 er vor Englekor,

8 er vor Salighed,

7 er vor Skabelse,

6 var de Stenkar, som var sat i Kana i Galilea,

5 Mosebøger,

4 Evangelister,

3 Patriarker, Abraham, Isak og Jakob,

2 Lovens Tavler,

Den ene var den Herre Gud, som regerer alle ting.

 

Verður kvøðið fastalávints mánakvøld um midnátt. So er føsta og tí eingin dansur ella annar stuttleiki.