VILMUNDS KVÆÐI


 

1. Lurtið eftir kvæðinum,

ið vakurt er at hoyra

meðan eg kvøði um bardagar,

svørðið syngur í droyra.

 

Gár í dans frúva

sprund fagurt eg kjós'

at dansa við med hand(a),

so fagurliga, sum eg kann (tú kanst)

gár í dans frúva.

 

2. Jarmundur var at navni nevndur

kongur í Garðaríki,

Jørmundur at hans menskur son

fáur finst hans líki.

 

3. Jørmundur æt tann kongsins son,

reystur í øllum verki,

nevndur er hansara stallbróðir,

tey kalla hann Vilmund sterki.

 

4. Tað var siður í Garðaríki

burtur í skóg at ganga,

gekk so hvør í sína ætt

tey reinadjór at fanga.

 

5. Tað var Jørmundur kongsins son

burtur á skógin fór,

Vilmundur fylgdi aftaná,

báðir at fanga djór.

 

6. Dimmur mjørki og toka tjúkk

niður á landið dró,

Vilmundur og kongssonur,

teir viltust burtur á skóg.

 

7. Gingu teir í tjúkkari toku,

tað so drúgva leið

reikaðu vítt um villan skóg,

alt bar burtur av leið.

 

8. Jørmundur leingi villur fór,

áðrenn hann vegin fann,

hitti so á gøtuna

og aftur at húsum rann.

 

9. Hoyrir tos og mannaskrál,

vert er eftir at slota,

kongsins menn á borgum standa,

sóu ein skipaflota.

 

10. Sóu skip við svørtum seglum

eftir havi líða,

hildu tað eftir fornum vana

ófrið hava at tíða.

 

11. Sóu stóran skipaflota,

seglini svørt sum ravn.

Nú er at verða orrusta,

teir hildu inn í havn.

 

12. Sigldi í hav ein skipafloti,

legði inn til stein,

blámenn sprungu upp á land,

ikki var eftir ein.

 

13. Teir slógu sínar herbúðir

skamt frá sjóvarstrond,

allir vóru blámenn grummir

komnir upp á land.

 

14. Búgvast teir til bardagar

alt fyri uttan sorg,

tólv av svørtum blámonnum

teir sendu heim í borg.

 

15. Ríða snart og skundiliga

at flyta harra orð,

komu so í høllina inn,

tá ið kongurin sat við borð.

 

16. Svaraði ein av blámonnunum:

"Tit haldið upp mat at skera,

steðgið, meðan eg ørindini

frá mínum harra man bera.

 

17. Skjøldur skalt tú nevna meg,

væl kann stýra brandi,

eg eri sendur frá Búris kongi,

ið ræður fyri blá-landi..

 

18. Hann hevur hoyrt á skamri stund,

at tú eigur dóttur væna,

eingin finnur á nøkrum landi

frægari moy enn hana."

 

19. "Hann torir ikki Búris kongur

koma um hana at biðja

 heldurvil eg skipari vera

og gera, sum vit siga."

 

20. "Vilt tú ikki tína dóttur

 senda okkum í hond,

skulu vit hana av borgum taka

og føra niður til strond.

 

21. Hoyr tú Jarmundur kongur,

stikk honum eingi skørð,

hann setur eld á tína borg

og høggur teg við sínum svørð'.

 

22. Tí tú hevur ikki reystleika

móti honum at standa,

lívið títt er í hansara náðum

og bæði gull og landa.

 

23. Tað man vera eitt deyðaverk

at standa honum ímóti,

tað bítur ei knívur á hansara húð,

enn tað bítur knívur á gróti.

 

24. Tú hevur ikki í øllum heim

nakran menskan mann,

sum í einum einvígi

torir at berjast við hann.

 

25. Tað drívur blóð á heimakongi

tekur hart at njósa:

"Óvist er at gabba av,

hvør sigur hevur at rósa.

 

26. Jørmundur er mín menskur sonur,

hann ræður fyri systur góð,

eg gevi einki svar í dag,

hann er burtur á skóg.

 

27. Sonur mín er á skóginum burt!

fremur leik at sær,

tá ið hann kemur til hallar heim,

skal hann fáa svar."

 

28. "Ei virðir kappin Búris kongur

at bíða honum um stund,

hann setir eld á borgina

og køvir teg sum ein hund.

 

29. Ei virðir hann at reisa til tíns

gálga av træ og strykkir,

hann tekur teg á hondunum

og brýtur teg í stykkir."

 

30. Burtur riðu sveinarnir,

sum vóru av blámannaríki.

Nú er kongssonur aftur komin,

hoyrir tíðindi slík.

 

31. "Hoyr tú, Jørmundur sonur mín,

hvat er best at ráa?

Skulum vær búgvast til bardagar

og móti teimum at sláa?"

 

32. "Vit skulum búgvast til bardagar

og ikki um annað røða."

Fyrsti táttur úti er,

men nógv er eftir at kvøða.

 

33. Táttur ein til enda er,

kvæðið verður longur,

skulum vit taka upp annan tátt

og hoyra, hvussu gongur.

 

34. Jørmundur læt sær liðið samla

saman á náttartíð,

áðrenn dagur at lýsa tók,

var hann búgvin til stríð.

 

35. Búris vaknar í sínum tjøldum,

áðrenn lýsti bjart,

kallar á sín røvarahóp,

biður teir standa upp snart.

 

36. Brutu út av tjøldum,

bitu í skjøld við tonnum,

berserkar og kolbítar

at berjast mót borgarmonnum.

 

37. Jørmundur reið fyri borgarheri,

ei vildu blámenn bíða,

møttust saman á slættari mørk

og brustu saman at stríða.

 

38. Hildu harðastu bardagar,

brutu skjøld og svørð,

hvør fall har um tvørar herðar

deyður niður á jørð.

 

39. Tað var Jørmundur kongssonur,

hann reið harðast fram,

feldi niður av blámonnum

mangan menskan mann.

 

40. Eingin toldi hansara høgg,

men allir fullu á fløtu,

reið so djúpt í herin fram

og ruddi sær breiða(r) gøtu(r).

 

41. Tað var Jørmundur kongssonur,

hann rendi á herin fram,

hann ruddi sær eina breiða gøtu

inn til merkismann.

 

42. Skjøldur var tann berserkur,

  blámanna merki hevði,

rendi hann móti Jørmundi,

spjótið til hann legði.

 

43. Hann stakk til hann við dyggum spjóti,

ilt var fyri at vera,

Jørmundur sprakk í loftið upp,

sum hann var vanur at gera.

 

44. Spjótið stóð í jørðini fast,

hann dvøldist nakað tá,

Jørmundur høgdi við báðum hondum,

tá ið hann hetta sá.

 

45. Høggið kom um tvørar herðar,

geislar skildust frá,

tá fall Skjøldur berserkur,

hann deyður á vølli lá.

 

46. Hann kleiv Skjøldur berserkin

sundur í lutir tvá,

slíkt mundi síggja Búris kongur,

sum nær var staddur hjá.

 

47. Rendi hann móti Jørmundi,

ætlar hans høvur at klúgva,

høgg so niður í gyltan hjálm,

at  stórir neistar flúgva.

 

48. Neistar flugu sum smiðjueldar,

mikið var sús og skrál,

login festi í næsta skóg,

tá birtist bjarta bál.

 

49. Tað mundi hoyrast langan veg

vápnabrak og skrál,

Jørmundur kongssonur finnur tá,

at ei bítur á honum stál.

 

50. Jørmundur kongssonur svørðið brá,

hann brúkar styrki alla,

høggið kom á Búris kong

niður á beran skalla.

 

51. Høggið kom á beran skalla,

gleið sum eftir lunni,

loysti nøs og kjálkabein,

so tenninar stukku úr munni.

 

52. Kongssonur var tá móður og stirdur

av sárum, hann hevði fingið,

signaði niður á grønan vøll,

og lá í óviti leingi.

 

53. Nú kom fall á borgarher,

blámenn hildu skrál,

troðkaðu fram við bitrum brandum

og bóru at borgum bál.

 

54. Vilmundur var í skóginum vilstur,

nú er hann komin at høllum,

frættir nú frá blámonnum

og teirra verki øllum.

 

55. Vilmundur nú at frætta fekk,

at stríðið stóð fyri borg,

at kongssonur var niður feldur,

og fólkið flýtt av sorg.

 

56. Tá ið hann fekk tey tíðindi,

tá ornaði hansara blóð,

skundar hann sær við miklari vreiði

og klæðist í herklæði góð.

 

57. Vilmundur tók ein tjukkan hjálm

og setti sær á skalla,

fýra falda ringbrynju,

slíkt munnu kempur kallast.

 

58. Tað var Vilmundur, kempan reyst,

heitt var hansara blóð,

skundar hann sær til bardagar,

har sum stríðið stóð.

 

59. Herviliga hann troðkaði fram

bæði við svørð og spjóti,

eggjaði teir, sum undan flýddu,

at venda aftur ímóti.

 

60. Vilmundur rendi á herin fram,

hann hjó so brynjur stukku,

rendi móti blámonum,

teir undan honum rukku.

 

61. Ikki kundi hjálmur halda,

tá ið Vilmundur hjó,

klovnaði bæði bringa og búkur,

oddur í vølli stóð.

 

62. Vilmundur rendi í herin fram,

tað mundi Búris síggja,

blámenn fullu fyri fót

sum grasið fyri líggja.

 

63. Rendi hann tá móti Vilmundi,

hann rendi aftur ímóti,

sipaði hvør til annan hart

bæði við svørð og spjóti.

 

64. Høgga títt og líva lítt,

av dreiv barnagaman,

eldur reyk frá svørðunum,

tá ið eggjar bóru saman.

 

65. Búris kongur svørðið brá,

móti Vilmundi sló,

høggið kom í andlitið,

so út dreiv mikið blóð.

 

66. Tá ið Vilmundur sviðan fekk,

brá hann við so hart,

trívur eftir Búris kongi

við so miklari fart.

 

67. Trívur eftir Búris kongi

við so miklari skund,

svørðið stakk úr hondini,

tað fleyg so langt í lund.

 

68. Svørðið fleyg ein langan veg,

tað stakk av hondum leyst,

trívur hann tá um øksina,

hann hevði við síðu fest.

 

69. Vilmundur reiggjar øksini

tað av góðum treysti,

so sló hann til Búris kong,

at stálið stakk frá brósti.

 

70. Ikki beint á bringubeinið,

tó tað merkti skinnið,

kongurin gav so stórt eitt skrál,

tað hoyrdist úti og inni.

 

71. Búris kongur sviðan fekk,

gav so stórt eitt skrál,

Vilmundur hjá við báðum hondum,

tá helt ikki stál.

 

72. Tungt var høgg av øksarhamri,

ei mundi megi feila,

hjálmurin sprakk av Búris kongi,

hamarin stóð í heila,

 

73. Tá ið Vilmundur hevði felt

Búris kong til vallar,

vendi hann tá mót blámonnum

og rak teir burtur allar.

 

74. Teir tóku góðs og herklæði,

vítt um vøllin lá,

tóku gull og gersemi,

ikki fekst tølur á.

 

75. Tóku gull og gersemi,

ikki fekst tølur á,

komu fram at Jørmundi,

sóu hvar hann lá.

 

76. Tá ið teir lívsmakt í honum kendu,

lætnaði hjartasorg,

breiddu undir hann breiða silki,

og bóru hann inn í borg.

 

77. Bóru hann til hallar heim

 og løgdu hann niður í song:

"Tak við, sæla systir góð,

og grøð tann sjúka drong."

 

78. Hon grøddi hann í dagar

og grøddi hann í tvá,

sætta dag í sjeyndu viku

fór hann í brynju blá.

 

79. Sætta dag í sjeyndu viku

fór hann í brynju blá,

leiddi hon hann í høllina inn,

so vænur var garpur at sjá.

 

80. Sætta dag í sjeyndu viku

fór hann í brynju nýggja,

leiddi hon hann í høllina inn,

so vænur var garpur at síggja.

 

Stígum fast.  Uppskrift hjá Marius Jóanesarson .