|
Heini O. Heinesen: At seta Norðuratlandshav í miðdepilin Føroyar eru eitt lítið land við stóru havumráði
í Norðuratlandshavi. Bara økið innanfyri 200 fjóringa
fiskimarki er 290.000 kvatratkilometur, tað vil siga 3 ferir so stórt
Danmørkin við sínum havuráði. - Tað ovurstóra livandi tilfeingi í Norðurhøvum
og tær ríku ráevniskeldurnar Føroyar skulu taka altjóða ábyrgd hava og ganga á odda í tilfeingisrøkt, so at vit kunnu lata børnum okkara eitt ríkt og livandi umhvørvi. Øll fólk í heiminum kenna nú avleiðingarnar
av ovurnýtslu, dálking og ótamdum útláti
í náttúruna. Fyri okkum sum tjóð í
Norðuratlantshavi er eitt ríkt umhvørvi og ein skynsom
tilfeingisrøkt ikki eitt val, men ein spurningur um at yvirliva.
Tí eiga vit saman við øllum tjóðum kring
allan heim at ganga á odda við egnum og altjóða
tiltøkum at steðga ovurnýtslu, tálma útláti
av veðurlagsgassi og verða fremst í tilfeingisrøkt.
|
|