Heini O. Heinesen

Føddur 6. august 1938 í Kunoy.
Foreldur: Jensa Maria (f. Ennistein) og Jens Richard Heinesen, Kunoy.
Heimstaður: 780 Kunoy.

Útbúgving:
Húsasmiður (byggimeistari).

Yrki:
Sjómaður 1954-55. Í læru til húsasmið í Klaksvík 1956-59, arbeiðstakari (byggimeistari) 1967-77, vegformaður hjá landsverkfrøðinginum 1978-88.
Bygdaráðslimur 1962-70, bygdaráðsformaður síðan 1977, limur av starvsnevndini í Føroya Kommunufelag 1981-85, formaður 1983-85. Nevndarlimur í Norðoya Tjóðveldisfelag 1978-81, formaður 1981-84, í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins 1981-84. Limur í lokalnevndini 1990 - 1994.
Formaður í ídnaðarnevndini 1985-89 og 1993-94, formaður í samferðslunevndini 1985-86, formaður í fiskivinnunevndini 1993-94. Formaður í vinnunvendini frá 1998. Formaður fyri Tjóðveldisflokkin á tingi síðan ólavsøku 1994.
Løgtingsmaður síðan 1984. Norðoyar valdømi.