Eg havi júst gjørt nýggja heimasíðu

Ætlar tú at halda feriu í Skarrild (15 min frá Herning) - so er hetta eitt gott tilboð til tín.

Les meira her



Blu-ray

Nú tá Hollywood-mafian vildi at Blu-Ray skuldi vinna HD-format'ið, so kann man nú fáa forrit ið ger tað møguligt at kopiera Blu-Ray filmarnar

Les meira her




Grein úr Dimmalætting

Liva framvegis við Shell-køsti eftir 9 mánaðir


Óruddið av niðurbrenda Shell-bygninginum liggur framvegis og sløgist í Trongisvági

Fríggjakvøldið 5. januar brann bygningurin hjá Føroya Shell í Trongisvági í grund. Vit skriva nú 19. oktober, men Shell hevur framvegis ikki ruddað upp. Hesin veruleikin er ikki ein, sum grannarnir í økinum brýggja seg um. Økið er sera ljótt á at líta og restir av niðurbrenda bygninginum hava longu verið til ampa fyri grannalagið. Glasull og annað hevur fokið fyri vág og vind, tá ið vindurin hevur gjørt um seg.
- Nógv av tilfarinum er fokið um alt grannalagið eftir at bygningurin brendi. Í august feyk ein rúgva av bjálvingartilfari um grannalagið, tá ið stormur var, sigur Fróði Mortensen, granni.
Tað er heldur ikki til at taka feil av, hvat grannarnir halda um skilið.
- Hatta sær ræðuligt út, og tað er til stóra irritatión fyri alt grannalagið. Man kann ikki bjóða fólki slíkt, heldur Fróði Mortensen.

Vánaligt av Shell
Fleiri fólk í grannalagnum hava givið sína ónøgd til kennar fyri Shell, men enn er millum lítið og onki komið burturúr.
- Eg veit, at fleiri av grannunum hava spurt seg fyri hjá Shell um hví teir ikki rudda upp. Tað skal so sigast, at teir eru byrjaðir, men tað gongur alt, alt í verðini for seint. Og nú hevur tað ligið stilt í fleiri mánaðir, sigur Fróði Mortensen.
- Fólk í grannalagnum eru bangin fyri, at tilfar, sum liggur har, kann gera skaða á grannalagið.
Eftir hansara tykki er henda dálkingin ikki nakað, sum Shell eigur at kunna liva við. Tað er ein stór fyritøka, ið eigur at kenna ábyrgd mótvegis slíkum.
- Tað verður tosað nógv um dálking og umhvørvi í hesum døgum. Tí haldi eg ikki, at ein fyritøka sum Shell eigur at fara frá einum øki á ein slíkan hátt. Hatta er ein køstur, sigur hann og vísir eisini á, at øll, sum koma til Suðuroy síggja hendan køstin.
- Hevði tað verið ein minni privat fyritøka, so kanska man hevði skilt at hon møguliga ikki hevði ráð at rudda upp. Men hetta er altso Shell. Tey eiga avgjørt at hava ráð at taka upp eftir sær.

Verður ruddað
Nýggi stjórin hjá Shell tykist ikki júst vera errin av støðuni í Trongisvági. Hendrik Egholm frætti um støðuna umvegis ein granna, sum ringdi til hansara og kærdi sína neyð. Hann viðurkennir eisini, at Shell ikki hevur røkt sínar uppgávur til lítar í hesum máli.
- Hatta skuldi verið tikið niður fyri langari tíð síðani. Ongin ivi um tað. Hatta er ov vánaligt av okkum, sigur Hendrik Egholm, sum lovar at uppruddingin er liðug áðrenn veturin av álvara byrjar at gera um seg

Les meira her




Grein frá Suðurrás

Gamli vegurin

1943 varð byrjað uppá vegasambandið millum Øravík og Hov.

Norðaramegin varð bert arbeitt í smáum, og í 1953 stegðar arbeiðið. Tá var vegurin komin út til Trøllavíkar, har sum IRF heldur til í dag. Tað varð eisini byrjað uppá vegin sunnanfyri, og eisini her gevast menn at arbeiða í 1953. Tá var vegurin komin nakað niðan frá Hov.

Arbeiðið liggur nú stilt í nøkur ár, og í 1956 verður av álvara ferð sett á arbeiðið aftur. Frá Landsverki í Øravík siga teir, at tá arbeiddu einir 60 mans norðanfyri og einir 70 mans sunnanfyri uppá vegin.

Longu 2 ár seinni, tann 01. oktober 1958, varð vegurin tikin í nýtslu. Hetta vóru stór framstig at koyrast kundi ímillum bygdirnar, og fólk, ið Suðuroyarportalurin hevur tosað við minnast væl, tá ið bilar úr Vági komu biltúr norður á Tvøroyri.

Det var dengang....

Les meira her




Grein frá Suðurrás

Tunnils-bowling og matur

í Bowlinghøllini í Vági leygardagin

Í samband við at Hovstunnilin letur upp leygardagin 20. okt., verður tunnils-bowling í Bowlinghøllini í Vági leygarkvøldið.

Frá kl. 17.00 - 21.00Enskur búffur / Broadway búffur einans 125,- kr.
Ein bowlingtími einans 125,- kr.

Reyð-keyla kl. 21.00 - 0.00
Reyð-keyla verður alt leygarkvøldið frá kl. 21.00 til midnátt.

Legg leiðina framvið, nú koyrandi er gjøgnum Hovstunnilin...!

Bíleggingar á tlf. 374999.

Les meira her




Grein frá Suðurrás

Tunnilsdansur

Tunnilsdansurin leygarkvøldið er fluttur í Tvøroyrar Klubba.

Fyrireikingarnir siga, at teir hava avgjørt at flyta dansin, ið var fráboðaður at verða
í ítróttarhøllini í Trongisvági, í Tvøroyrar Klubba

Les meira her




Skal man hava 24 Mbit/s download internet

í staðin fyri 2 lorta Mbit/s frá FT Les meira her




SKYPE Á FØROYSKUM

Les meira her




Dámar tær SKYPE, so er hetta betur

Les meira her



Google gevur Gullkorn frá sær!

Filmur sæst her








Fá Windows at koyra betur

Les meira á vg.no her






Mozilla FireFox 2.0

Downloada Mozilla Firefox her






Internet Explorer 7 er útkomið

Internet Explorer 7 er útkomin. Downloada her






Windows Vista

Windows Vista er útkomið. Er tað so gott, sum teir vilja hava tað at vera?
Les meira um Windows Vista her




http://newz.dk/