fløgan
fakta tónleikarar tekstir mp3 keyp
| fløgan
Nú er hon so her. Fyrsta
fløgan við Maluni Thomsen, ið rætt og slætt hevur fingið heitið Malan
Thomsen. Ein poppfløga við føroyskum tekstum. Hóast hetta er hennara
fyrsta útgáva, so er rødd hennara at kalla føroysk fólkaogn. Tað er kanska serliga
innan barnaútgávur, at røddin hjá Maluni hevur ljóðað seinastu árini. Eitt nú á vældámdum løgum so sum
Regnar, Klútadukkan, Eg vil telja stjørnurnar og
Mumi. Eg veit ikki rættiliga.
Eg havi altíð ætlað mær í holt við eina slíka útgávu. Tó havi eg ikki følt, at
eg havi verið til reiðar fyrr enn nú, sigur Malan, sum í fjør summar rættiliga
legði sítt lív um. Hon segði upp sum pedagokur og fór á sangskeið alt ein
liður í fyrireikingini til at geva út sína fyrstu fløgu. Haraftrat byrjaði hon at
undirvísa í sangi á kvøldskúlanum. Syngur á føroyskum - Í roynd og veru havi
eg brúkt meira enn eitt ár upp á at fyrireika meg at syngja inn hesa fløguna. Malan
tók hetta stig, tí hon sigur, at hóast hon hevur verið at hoyrt á ymsum útgávum, so
hevur hon ikki verið so nógv við í tí virkna føroyska tónleikalívinum. Hon hevur
at kalla bert sungið inn í studio, tá boð hava verið eftir henni. Sostatt leitaði Malan
sær til Danmarkar at fáa sangundirvísing frá danska konservatoriulæraranum Anders
Ørsager, sum síðani eisini hevur sungið kór við á fløguni. Tað er maðurin hjá
Maluni - Finnur Hansen - ið hevur
staðið fyri framleiðsluni á fyrstu fløguni. Hon og Finnur vóru frá byrjan av samd
um, at talan skuldi vera um eina føroyska fløgu. - Ja, okkara ætlan var
at leggja okkum eftir at gera eina lætta popp útgávu. Tú kanst siga popp fyri vaksin
fólk. Og so skuldu tekstirnir eisini vera á føroyskum. Eg haldi, tað hevur ógvuliga
stóran týdning. Verður sungið øðrum
máli, so trúgvi eg, tað er torført at røkka hjørtuni hjá teimum sum lurta og eisini
hjá tí, ið syngur, sigur Malan, ið tó leggur dent á, at henn dámar serstakliga væl
at syngja á enskum. Nú Malan Thomsen er at fáa til keyps í handlunum, so ásannar Malan, at hóast drúgvan og ikki sørt tungan burð, so hevur hon rættiliga fingið blóð á tonnina. |