|
24.05.09
Tað var talan um ein toppdyst tá AB tók ímóti KÍ-kvinnunum á Argjum. Líkindini til at spæla fótbólt vóru ikki av teimum bestu, tí sera nógvur vindur var, sum gjørdi tað trupult at fáa tað góða fótbóltsspælið fram.
KÍ-kvinnurnar høvdu spældu undanvindum fyrst, og hetta gjørdi at tær høvdu bóltin meira, men høvdu trupult við, at leika seg fram til teir heilt stóru kjansirnar. Men tá umleið hálvur tími var leiktur skoraði Rannvá fyri KÍ eftir eitt innlegg úr høgru, sum Ása fekk snitta víðari til Rannvá, sum fekk prika bóltin í netið frá stuttari fjarstøðu.
Eftir málið helt KÍ fram við at trýsta AB, men tær megnaðu ikki at fáa fleiri mál áðrenn hálvleik.
Í seinna hálvleiki leikti nøkulunda javnt á. AB hevði nú vindin undan, og hetta gjørdi, at KÍ-kvinnurnar løgdu seg eitt sindur longur aftur á vøllin. AB-kvinnurnar vóru vandamiklar í teirra deyðbóltsstøðum, og tað var eisini aftaná ein slíkan, at tær fingu teirra mál. Elin Kathrina var hægst eftir eitt innlegg, og frá spískum vinkli fekk hon skalla bóltin í málið.
Tað var nokk í lagið at dysturin endaði við javnleiki, tí umstøðurnar vóru ikki til at fáa ein góðan fótbóltsdyst. Eftir javnleikin liggur AB framvegis trý stig frammanfyri KÍ, men liðini skulu møtast tvær ferðir afturat í ár.
Fjølmiðlarnir boykottaðir
Áðrenn dystin høvdu KÍ-kvinnurnar gjørt av, at boykotta fjølmiðlarnar. Tær góvu onga viðmerking til Rás 2 og ei heldur til sjónvarpið. Tær meta, at fjølmiðlarnir gera ov lítið burturúr kvinnufótbóltinum, og tað er óheppi fyri føroyskan kvinnufótbólt, at tað bara eru toppliðini, sum verða umrødd. Hini liðini venja og spæla líka nógv, sum toppliðini, og hava tí eisini rætt, til at fáa sítt í fjølmiðlunum. Dystir verða leiktir hvørt vikuskiftið, og ikki bert tá AB og KÍ møtast, ella sum fyrr, tá B36 og KÍ møtast.
Um fjølmiðlarnir aftur vera við vøllin komandi vikuskiftið, tá hálvfinalunar verða leiktar, so eru teir vælkomnir til at fáa eina viðmerking.
AB - KÍ 1 - 1 (0 - 1)
0 - 1 Rannvá Andresen, 30'
1 - 1 Elin Katharina Thomsen, 71'
AB
Simona Heinesen - Rudi Rasmussen, Asta Magnussen, Hellan Haraldsen, Rakul Jógvansdóttir (Rannvá Jarnskor, 22') - Bjørg Syderbø, Steintóra Joensen, Olga Kristina Hansen, Elin Katharina Thomsen, Ásleyg Súnadóttir (Lisa í Liða, 69') - Mona Breckmann (Valgerð Andreasen, 90')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Barbara Danilsen, Barbara á Dunga
Venjari: Lennard Pedersen
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen, Ragna Patawary, Eina Kalsø, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús, Malena Josephsen, Tove Sólheyg, Rannvá Andreasen - Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Sølvá Andreasen, Jenny Lydersen, Petra Sjóstein, Paula Sjóstein, Adelheid Olsen
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Dómari: Búi F. Clementsen
Hjálpardómarar: Rúni Klementsen og Jón K. Petersen
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
| |
|
KÍ-kvinnur
Online |
|
|
|