|
14.06.2009
Nú verða aftur tíðindi at frætta um KÍ-kvinnurnar. Og vit byrja við dystinum á fjarðastevnu, har Skála tók ímóti KÍ. Seinast liðini møttust vann KÍ heili 13-1, so Skála skuldi vísa, at tær tann dagin bert høvdu ein ringan dag. Tað vísti seg eisini beinanvegin, at Skála vildi meira í hesum dystinum, tí tær kempaðu sera væl, og góvu KÍ-kvinnunum ikki frið at spæla.

Paula og Ragna hildu skil á verjuni
KÍ-kvinnurnar høvdu trupuleikar at fáa spælið at koyra, og mist bóltin sera lætt til Skála, men tað gingu ikki meira enn 13. min. til KÍ-kvinnurnar fingu fyrsta málið, tá Sofía slapp í gjøgnum í høgru síðu, og legði innfyri til Rannvá, sum smekkaði bóltin í málið.
Hóast KÍ-kvinnurnar høvdu kjansir til at fáa fleiri mál, so eydnaðist tað ikki at gera fleiri mál í fyrra hálvleiki. Skála kempaði sera væl, men tær skaptu ikki so nógvar kjansir, men komu tó til okkurt skot, sum Randi lættliga tók sær av.
Dómarin hevði ikki meira enn bríksla fyri seinna hálvleiki, tá bólturin lá í Skála málinum. Paula Mikkelsen sendir ein bólt fram til Ásu, sum gerst leys, og hon lyftur bóltin hegnisliga uppum Olgu og i mál til 2-0.

Her skorðar unga Una Joensen sítt fyrsta mál á 1. deild.
Leikgongdin í seinna hálvleiki var tann sama. KÍ-kvinnurnar høvdu bóltin meira, men Skála kvinnurnar kempaðu væl, og forstýraðu uppspæli hjá KÍ-kvinnunum sera nógv. KÍ-kvinnurnar fingu tó eitt mál afturat, og var tað unga Una Joensen, sum sparkaði bóltin í málið, beint eftir at hon var blivin innskift. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, sum eisini var fult uppiborið.
Næsti dystuirn hjá KÍ-kvinnunum verður mikukvøldið kl. 18 í Gøtu, tá seinna hálvfinalan er á skránni. KÍ-kvinnurnar vunnu fyrru hálvfinaluna 2-0.

Una spældi sín triðja dyst á 1. deild.
Skála - KÍ 0 - 3 (0 - 1)
0 - 1 Rannvá Andreasen, 13. min.
0 - 2 Ása K. Thomsen, 46'
0 - 3 Una Joensen, 85'
Skála
Olga F. Olsen - Maria í Króki (Solveig Frederiksberg, 68'), Evi Mikkelsen, Hallgerð Hansen, Fríðrún Danielsen, Kirstinbjørg Frederiksberg, Marin Gregersen, Ninna K. Johansen, Birita Poulsen, Sólfríð Christiansen (Birna T. Johannensen, 76'), Jónleyg J. Poulsen (Mirjam H. Johansen, 38')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Jóhanna S. Poulsen, Ásgerð Káradóttir
Venjari: Ingun Hansen
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen, Ragna Patawary, Paula Sjóstein, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús, Tove Sólheyg (Una Joensen, 83'), Elsa Maria Simonsen (Eina Kalsø, 61'), Rannvá B. Andreasen - Sigrid Jacobsen (Jenny Lydersen, 83'), Ása K. Thomsen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Mariann Maslyk, Adelheid Olsen
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar: Sigtór Dam, Dania Joensen

Eftir dystin fingu KÍ-kvinnurnar steyp. Vónandi ikki tað fyrsta og síðsta í ár
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
| |
|
KÍ-kvinnur
Online |
|
|
|