|
KÍ-kvinnurnar vunnu 0-6 ímóti Skála á Skála og liggja sostatt framvegis nummar eitt í kappingini. KÍ-kvinnurnar gjørdu skjótt av í dystinum á Skála. Í longu teirra fyrsta álopið fingu tær mál, tá Sigrid gjørdist leys og smekkaði bóltin í málið. Eftir hetta málið gekk tað skjótt, og tá komi var til hálvleik var støðan 6-0. Paula Mikkelsen, Rannvá Andreasen, Sofía Purkhús, Tove Sólheyg og Ása Thomsen gjørdu málini.
Í seinna hálvleiki var ikki so gott fótbóltspæl at síggja, og sá tað líka sum út til, at liðini og dómarin vildu at hava dystin lidnan.
KÍ-kvinnurnar eru framvegis fremstar í kappingini, men eru tær í harðari kapping við AB, og eru tað einast 26 mál sum skilja liðini.
Næsti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður komandi sunnudag ímóti B68/NSÍ.
Skála - KÍ 0 - 6 (0 - 6)
0 - 1 Sigrid Jacobsen, 4'
0 - 2 Paula Mikkelsen, 9'
0 - 3 Sofía Purkhús, 15'
0 - 4 Rannv B. Andreasen, 17'
0 - 5 Ása K. Thomsen, 40'
0 - 6 Tove Sólheyg, 44'
Skála
Ninna K. Johansen - Maria í Króki, Fríðrún Danielsen, Kirstinbjørg Frederiksberg (Reidunn Rasmussen, 70'), Hallgerð Hansen (Linda Magnusson 70'), Marta Anthoniussen (Hildigunn Ellingsgaard, 88'), Ásgerð Káradóttir, Mirjam H. Johansen, Sólfríð Christiansen, Evi Mikkelsen, Birna Johannensen
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Johanna S. Poulsen, Jónleyg J. Poulsen
Venjari: Ingun Hansen
KÍ
Randi S. Wardum - Ann Olsen (Eina Kalsø, 72'), Paula Mikkelsen (Vár Jenny Lydersen, 46'), Ragna Patawary, Rannvá B. Andreasen - Ása K. Thomsen, Elsa Maria Simonsen (Una Joensen, 46'), Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen - Tove Sólheyg, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Sølvá Andreasen
Gult kort: Malena Josephsen, 89'
Venjari: Aleksandar Djordjevic
Dómari: Werner Hentze
Hjálpardómarar: Dania Johansen, Jákup Petur Simonsen
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
| |
|
KÍ-kvinnur
Online |
|
|
|