KÍ - Kvinnur - Online

9 ferð á rað

 

 

 

 

 

Heim

Tíðindi

Leikarnir

Støðan

Uefa Cup

Landsliðið

Myndir

Slóðir

 

 

 

 

 
 

 

 



 




 
 
 
 
 
 

21.06.2009
Eftir at KÍ-kvinnurnar vunnu 2-0 í Gøtu mikukvøldið í seinnu hálvfinaluni, skuldu tær nú royna at fáa øll trý stigini heimaftur við sær til Klaksvíkar í landskappingardysti, men tað eydnaðist ikki.
KÍ-kvinnurnar byrjaðu dystin væl, og tær komu eisini á odda tíðliga í dystinum, tá Ragna skoraði eftir eitt hornaspark. Eftir málið dovnaði spæli hjá KÍ-kvinnunum nakað, og Víkingur byrjaði at koma inní dystin, uttan tó at blíva farligar. Men tað einu ferðina slapp Maibritt Olsen leys av verjuni, men Paula Sjóstein innheintaði hana, og Maibritt fer um koll í brotsteiginum og dómarin floytar fyri brotsparki. Hetta vóru KÍ-kvinnurnar alt annað enn samdar við, men dømt var, og Jacoba Langgaard smekkar bóltin í netið, uttan møguleika hjá Randi at bjarga.
KÍ-kvinnurnar komu ongantíð veruliga fyri seg eftir málið, og nú byrjaði dysturin eisini at blíva heldur harðligur, og dómarin hevði sera ilt við at hava tamarhald á.
Tað er ikki nógv at skriva heim um í seinna hálvleiki. KÍ-kvinnurnar royndu alt fyri at koma á odda aftur, men tað var sera lítið skil á, og dysturin var meira ein bardagi heldur enn fótbóltur. Hóast tað, so høvdu KÍ-kvinnurnar kjansirnar til at avgerða dystin, men vóru óhepnar, at ikki at fáa okkurt mál afturat.
KÍ-kvinnurnar hava nú eitt at gera, og tað er at vinna dystin ímóti AB komandi sunnudag, tá AB kemur á vitjan.

Víkingur - KÍ 1 - 1 (1 - 1)
0 - 1 Ragna Patawary, 5. min.
1 - 1 Jacoba Langgaard, 41' brsk.

Víkingur
Anna Kristina Joensen - Lis Justinussen, Heidi Heinesen, Rósa Magnussen, Gunvá Pállson (Nelly Poulsen, 38') - Sanna D. Jacobsen (Jeanett Holm, 64'), Jacoba Langgaard, Anna Malena Højgaard, Kristbjørg Isaksen, Heidi Sevdal - Maibritt Olsen
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Mary-Ann Isaksen
Gult kort: Jacoba Langgaard, 80' og Heidi Sevdal, 90'
Venjari: Magni Jarnskor


Randi S. Wardum - Ann Olsen, Paula Sjóstein, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús, Tove Sólheyg (Elsa Maria Simonsen, 58'), Rannvá Andreasen, Eina Kalsø (Mariann Maslyk, 45') - Sigrid Jacobsen, Ása K. Thomsen (Malene Josephsen, 82')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Una Joensen, Vár Jenny Lydersen
Gult kort: Ragna Patawary, 70'
Venjarar: Rasmus Jacobsen, Birgit Ryan

Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar: Dania Jensen, Werner Hentze

 

 

 

KÍ - Heimasíðan


.

 

Høvðusstuðul

 

KÍ-kvinnur Online

 

ZIP Stat
Flere...

 

 

 

 

 

Copyright Malena Josephsen 2005. All Rights Reserved.