|
19.12.08
Tíðindi frá www.fsf.fo

Føroyska kvinnulandsliðið hevur ongantíð ligið so høgt á FIFA-styrkilistanum sum nú. Tá listin varð dagførdur í morgun, 19. desember, fluttu føroysku kvinnurnar trý pláss uppeftir á 67. pláss.
Kvinnurnar hava ongan dyst tapt í ár. Tær hava luttikið í tveimum minikappingum. Í maj mánaða vóru tær í Luksemburg, har tær vunnu móti Luksemburg og Lettlandi meðan tær spældu javnt móti Kasakstan. Í oktober vóru tær til trýlanda minikapping í Litava og vunnu móti bæði Litava og Luksemburg. Tað eru hesi bæði seinastu úrslitini, ið liggja sum grund til at kvinnurnar nú fluttu seg trý pláss upp á FIFA-styrkilistanum.
Í evropeiskum høpi fluttu Føroyar eitt pláss upp, og liggja nú á 36. plássi. Føroyar yvirhálaðu júst Litava, sum fór seks pláss niðureftir á FIFA-styrkilistanum.
Næsta uppgávan hjá kvinnunum er ein minikapping í Kroatia til várs, har mótstøðuliðini verða Kroatia, Bosnia-Hersegovina og Litava. Á nýggjasta FIFA-styrkilistanum er Kroatia nummar 47 (28 í Evropa), Føroyar 67 (36), Litava 68 (37) og Bosnia-Hersegovina nummar 89 (41).
FIFA-styrkilistin fyri kvinnur verður dagførdur næstu ferð 24. mars 2009. Listin sæst her
29.10.08
Tíðindi frá www.fsf.fo

Í samband við UEFA minikappingina sum A-kvinnurnar eru til í Litava, hevur UEFA eina menningarætlan koyrandi fyri luttakandi londini. Ein av hesum táttunum er, at ein "toppvenjari" fylgir liðunum í dysti og venjing, og hevur samtalur við venjararnar. Tá kvinnurnar fyri einum ári síðan vóru í Litava, var norski landsliðsvenjarin við, og í vár var italski landsliðsvenjarin við í kappingini, sum hildin var í Luksemburg.
Hesaferð er tað venjarin hjá fleirfaldu svensku meistarunum, Umeå IK, ið fylgir við. Umeå er ikki hvør sum helst í kvinnufótbólti. Tær hava vunnið evropeisku meistarakappingina, og seinasta ár taptu tær í finaluni. Harafturat hava tær vunnið svenska meistaraheitið seks ferðir síðan 2000. Andrée Jeglertz hevur drúgvar royndir innan kvinnufótbólt og avgjørdar meiningar hvussu venjast skal.
Fríggjadagin fylgdi hann føroysku venjingini, og leygardagin sá hann Føroyar vinna 4-1 á Litava. Haraftuart hevur hann havt prát við føroysku venjararnar, Álv Hansen og Jacob Thomsen.
Sunnudagin var aftur venjing á skránni. Tá høvdu føroysku venjararnir bjóða Andrée Jeglertz at venja kvinnurnar. Hann takkaði ja, og hevði eina frálíka venjing.

Hann helt eftir venjingina, at hann kláraði ikki at gera tær til verðinsstjørnur eftir einari venjing, men at genturnar lurtaðu væl, vildu læra og tóku skjótt við læru. Hetta var eitt dreymalið at venja.
29.10.08

Tær fyrstu 11 ímóti Litava
Kvinnulandsliðið fekk sera gott úrslit í vinar mini kappingini, sum er fyriskipa av Uefa, í Litava. Tær leiktu tveir dystir og vunnu teir báðar og vunnu tískil eisini bólkin. Luxembourg bleiv nr. 2 og Litava nr. 3.
Undan fráferðini høvdu føroysku kvinnurnar ikki tapt í fimm dystir. Seinast tær taptu, var fyri einum árið síðani, tá tær taptu ímóti Litava 3-0, so tað var júst í móti Litava, at kvinnurnar vóru serliga uppsettar fyri at vinna.
Tað var eisini eitt sera væl uppsett lið, sum fór á vøllin í móti Litava. Tað gekk ikki nógvir minuttir áðrenn Rannvá Andreasen legði Føroyar á odda. Men hóast Føroyar hevði fult tamarhald á spælinum og hevði fleiri møguleikar til at gera fleiri mál, so var tað Litava sum fekk mál og javnaði til 1-1. Føroysku kvinnurnar fullu ikki í fátt og hildu áfram at stríðast, og hetta gav úrslit nærum beinanvegin, tí tá 21. minuttir vóru leiktir legði Heidi Sevdal føroyar á odda 2-1. Bara 4. minuttir seinni økti Olga Kristina Hansen um munin til 3-1. Hóast føroysku kvinnurnar høvdu møguleikar til enn fleiri mál, so fingu tær ikki fleiri enn tey trý.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, tað vóru tær føroysku fótbóltskvinnurnar, sum vóru tær farligaru og tær vístu eisini í fleiri førum gott fótbóltspæl. Men tær blivu kanska ov grammar eftir at fáa fleiri mál, at tær fleiri ferðir runnu seg í rangstøðufelluna hjá Litava. Tær fingu tó eitt mál afturat, og aftur var tað Olga Kristina Hansen sum skoraði. Dysturin endaði sostatt 4-1 til Litava.
Føroysku kvinnurnar vóru sera glaðar eftir dystin, tí tær nú høvdu klára hevnd tapið fyri einum ári síðani, og fingu eisini staðfest, at Litava er ikki betur enn tær.
Í seinna dystinum var leikt í móti Luxembourg. Hesum liðnum møttu føroysku kvinnurnar í mai mánað, tá tær vóru í Luxembourg og leiktu tríggjar dystir. Ta ferðina vunnu føroysku kvinnurnar 4-2, so tað var eitt krav at tær vunnu aftur hesuferð. Føroysku kvinnurnar fingu eina flúgvandi byrjan uppá dystin tá tær longu í 3. minutti løgdu seg á odda 1-0 við málið, sum Heidi Sevdal skoraði. Bert tríggjar minuttir seinni økti Mona Breckmann til 2-0. Tó fekk Luxembourg minka um munin í 20. minutti, men beint fyri hálvleik legði Heidi Sevdal Føroyar frammum 3-1.
Í seinna hálvleik var leikgongdin tann sama, tað vóru føroysku kvinnurnar sum høvdu bóltin fyri tað mesta, men tað var eitt sindur trupult at fáa spæli at ganga heilt, tí Luxembourg vóru ikki so væl skipaðar á vøllinum, tað bleiv øgiliga nógvar tilfeldingheitir. Tó fingu føroysku kvinnurnar 3 mál afturat, har unga Mona Breckmann hevði sans fyri at vera á rætta staðnum røttu tíðina, tá hon við tveimum málum fekk økt til 5-1. Luxembourg fekk aftur minka um munin við einum langskoti. Men føroysku kvinnurnar fingu sligið sigurin fastan við einum brotssparki, sum Malena Josephsen umsetti til mál.
Úrslitið má sigast at vera framúrskarandi, tí hetta er nokk fyrstu ferð at nakað føroyskt lið hevur vunnið seks dystir og spælt ein javnan útav sjey dystum, og serliga tá talan er um altjóðadystir, tvs. dystir sum Uefa skipar fyri. Føroysku kvinnurnar eru nr. 70 á altjóða styrkislistanum hjá Uefa, og tað er nokk eisini tað fremsta nakað føroyskt lið nakrantíð hevur verið. Hesin listin verður almanna kunngjørdur aftur í desember, og tá verður spennandi at síggja um føroyska liðið hevur megna, at leikt seg enn longur uppá á listanum.
Næsta uppgávan hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður væntandi komandi vár, tá fjórða og seinasta vinarkappingin er á skránni.
16.10.08

Landsliðið í Luxembourg i mei.
Kvinnulandsliðið skal í døgnum 23. til 28. oktober luttakað í einari Uefa vinar mini kapping í Litava, har spælt verður ímóti Litava og Luxembourg. Álvur Hansen hevur tikið 18 leikarar út til kappingina og hevur valt at takað Rannvá, Ragnu, Ann, Olgu Kristinu, Olgu Friðunn og Malenu við frá KÍ. Eisini eru Randi, sum nú spældir í Íslandi og Annelisa, sum spælir í Danmark við.
Føroyska kvinnulandsliðið hevur havt góð úrslit í seinastuni, tær hava ikki tapt teir seinastu fimm dystirnar, og liggja sum nr. 70 á Fifa styrkislistanum, sum bleiv almannakunngjørdur í september.
Í Litava verða tveir dystir spældir og verður tann fyrri spældur 25. okt. ímóti Litava. Tann seinni verður spældur 27. okt. ímóti Luxembourg. Føroysku kvinnurnar hava spælt ímóti báðum liðnum fyrr. Tær taptu 3-0 fyri Litava fyri einum árið síðani, men vunnu Luxembourg 4-2 fyrr í ár.
Hópurin sær soleiðis út:
Bjørg Syderbø, AB, 4 A-landsdystir
Mona Breckmann, AB, Ongan A-landsdyst
Hellen Haraldsen, AB, 3 A-landsdystir
Elin Katrina Haraldsen, AB, 7 A-landdystir, 2 mál
Heidi Sevdal, B36, 9 A-landsdystir, 1 mál
Barbara á Dunga, HB, ongan A-landsdyst
Ragna Patawary, KÍ, 10 A-landsdystir
Malene Josephsen, KÍ, 12 A-landsdystir, 5 mál
Rannvá B.. Andreasen, KÍ, 12 A-landsdystir, 12 mál
Olga Kristina Hansen, KÍ, 9 A-landsdystir
Olga F. Olsen, KÍ, ongan A-landsdyst
Ann Olsen, KÍ, 2 A-landsdystir
Fríðrún Danilsen, Skála, 3 A-landsdystir
Monika Samusen, VB/Sumba, ongan A-landsdyst
Rósa Magnussen, Víkingur, 2 A-landsdystir
Annelisa Justesen, BK Skjold (DK), 8 A-landsdystir
Marjun Herup Olsen, BK Skjold (DK), ongan A-landsdyst
Randi Wardum, Valur (IS), 12 A-landsdystir
Leiðarar:
Niklas á Líðarenda, ferðaleiðari
Álvur Hansen, venjari
Jacob Thomsen, hjálparvenjari
Sonja á Líðarenda, liðleiðari
Sólfríð A. Skoradal, Fysioterapeutur
17.05.2008
Glaðar gentir, aftaná eina fína kapping í
Luxembourg
Føroysku fótbóltskvinnurnar eru komnar aftur
úr Luxembourg við einum góðum úrslitið.
Tær vunnu tveir dystir og ein endaði við javnleiki.
Hetta gjørdi so tað, at tær endaðu einum øðrum
plássi í kappingini, við verri málúrtøku
enn Kazakhstan. Men hendan kappingini hevur í grundini einki
at siga, tí talan er bert um tríggjar vinardystir
í millum londini, og telja tí bert á styrkislistanum
hjá Fifa.
Í fyrsta dystinum møttui føroysku kvinnurnar
Kazakhstan, sum tær taptu 1-0 í móti fyri 1½
ári síðani, men hesuferð megnaðu tær
ein málleysan javnleik. Tað var eitt sindur við blandaðum
kenslum, at føroysku kvinnurnar vóru nøgdar
við dystin, tí bæði liðini høvdu
havt kjansir at gera mál, men kanska hevði Kazakhstan
munin.
Í næsta dystin var eingin ivi um úrslitið,
tí her vann Føroyar 4-2 á Letlandi, sum eisini
var fult uppiborið. Hóast føroysku kvinnurnar
komu afturum 1-0, so fóru tær ongantíð niður
við høvdinum, men heldur setu ferðina upp, og svaraðu
aftur næstan beinanvegin við tveimum málum, sum
Rannvá gjørdi.
Í seinna hálvleiki spældu føroysku kvinnurnar
við einum leikara meira, tí letlendski málverjin
fekk beinleiðis reytt kort fyri at fella Heidi Sevdal. Hóast
tað, so sá ein ikki veruliga mun á liðinum
fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, men sum dysturin
leið, so gekk orkan undan hjá teimum letlendsku. Elin
Katrina gjørdi tað til 3-1, tá hon fekk kempa
seg í gjøgnum verjuna hjá Letlandi, men letland
minkaði næstan beinanvegin um munin til 3-2, við einum
langskotið. Í seinastu minuttunum økti Elin Katrina
til 4-2 tá hon setti høvdið á eitt hornaspark.
Í seinasta dystinum vunnu føroysku kvinnurnar eisini
4-2 á Luxembourg. Føroysku kvinnurnar vóru
fleiri klassar betur enn Luxembourg, og tær kundu havt vunnu
nógv meira, men tær vóru ikki nógv neyvar
frammanfyri málið.
Rannvá Andreasen gjørdi aftur tvey mál í
dystinum meðan Malene og Heidi Sevdal gjørdi hvørsítt.
Tað er ikki ov nógv at siga, at tað vóru tær
føroysku kvinnurnar sum vístu tað besta fótbóltspælið,
og tær skulu vera stoltar av teirra avrikið, tí
tað er ikki á hvørjum degi, at eitt lið kemur
heimaftur frá einari Uefa kapping, uttan tap.
05.05.2008
 
Í døgnum 10. til 15. mai skal A-kvinnulandsliðið
leika við í eini vinarkapping, sum Uefa skipar fyri.
Kappingin verður í Luxembourg, og eru tríggir
dystir á skránni.
10.05.08 kl. 14.30 Føroyar - Kazakhstan
12.05,08 kl. 16:30 Føroyar - Letland
15.05.08 kl. 19:00 Føroyar - Luxembourg
Ferðalagið verður aftur í Føroyum 16.
mai.
29.04.2008
Í døgunum 10 - 15 mai skal A-kvinnulandsliðið
luttaka í einari fýra landa vinarkapping, sum Uefa
skipar fyri. Føroyar skulu leika ímóti Kazaksthan,
Letlandi og Luxembourg. Møguleikin fyri at vinna allar dystirnar
eru til staðar, tí liðini eru ikki heilt ókent
fyri føroysku kvinnunum. Í Makedonia í 2006
taptu føroysku kvinnurnar 1-0 ímóti Kazaksthan,
men høvdu fleiri kjansir til at vinna dystin, og tí
hava tær nakað at hevna nú. Letland vunnu kvinnurnar
ein lættan 3-0 sigur í fjør, og tí er
tað eitt krav at tær vinna tann dystin. Luxembourg hava
føroysku kvinnurnar ikki leikt ímóti fyrr,
so tað er ikki lætt at spáa um tað úrslitið.
Álvur Hansen hevur tikið endaliga hópin út,
og eru KÍ-kvinnurnar best mannaðar í hópinum.
Rannvá, Ragna, Elsa Maria, Doris, Olga Kristina og Malena.
Harumframt eru Randi, sum júst er farin til Íslands
og Annelisa, sum er búsitandi í Danmark í løtuni.
Hinar í hópinum eru: Asta Magnussen og Elin Katrina
Haraldsen AB, Heidi Sevdal, Rakul Magnussen og Rúna Højgaard
B36, Fríðrún Danielsen, Skála, Rósa
Magnussen, Anna Kristina Joensen, Hanna Isaksen Víkingur,
Steintóra Joensen B52 (DK)
Ferðalagið fer úr Føroyum 8. mai og verður
aftur 16. mai.
21.03.2008
Føroyska kvinnulandsliðið er framvegis nummar 76
á FIFA styrkislistanum. Hetta plássið høvdu
tær eisini í desember, men í mai mánað
hava tær kjansin at vinna sær nøkur stig, so
tær kunnu klatra nøkur pláss, tá tær
skulu leika tríggjar landsdystir í Luxembourg. Allur
listin kann síggjast her
22.02.2008

Hesar byrjaðu dystin í móti
Estlandi seinasta heyst (savnsmynd)
Kvinnulandsliðið fer nú undir fyrireikingarnar
til komandi uppgávu, sum verður ein Uefa vinarkapping
í Luxemburg í mai mánað, har leikt verður
í móti Luxemburg, Makedonia og Letlandi, og eina vinarkapping
í heyst, men enn er ógreitt hvørji mótstøðuliðini
vera í tí kappingini.
Í hesum sambandi hevur Álvur Hansen, venjari og Jacob
Thomsen hjálparvenjari, í samráð við
venjarnar úti í feløgunum, tikið 23 leikarar
út til úttøkuvenjing, sum verður á
Argjum 23. febr. kl. 13.
Leikarnir eru: Hellen Haraldsen AB, Asta Magnussen AB, Elin K. Haraldsen
AB, Rannvá Poulsen AB, Simona Heinesen AB, Rúna Højgaard
B36, Heidi Sevdal B36, Unnur Danielsen B36, Rakul Magnussen, B36,
Randi Wardum KÍ, Rannvá B. Andreasen KÍ, Ragna
Patawary KÍ, Malena Josephsen KÍ, Doris í Garði
Joensen KÍ, Olga Kristina Hansen KÍ, Paula Mikkelsen
KÍ, Oddrún Danielsen Skála, Fríðrún
Danielsen Skála, Jakoba Langgaard Víkingur, Rósa
Magnussen Víkingur, Hanna Isaksen Víkingur, Anna Kristina
Joensen Víkingur og Monika Samuelsen VB/Sumba.
Landsliðstíðindi
frá 2007
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
|