|
21.12.07
Føroyska A-kvinnulandsliðið er fari eitt pláss
niður á styrkislistanum síðan seinast. Orsøkin
til hetta er, at Azerbaijan er farin 9 pláss fram síðan
seinast. Føroyar eru nú nr. 79 av 150 londum í
verðini og nr. 37 av 47 londum í Europa. Allur listin
kann síggjast her
11.11.07

KÍ-kvinnurnar á landsliðnum
A-kvinnulandsliðið er nú komi heimaftur
úr Litavia, eftir at tær hava luttikið í
eini Uefa vinarkapping. Leikt var í móti Litavia,
Estlandi og Letlandi, og sigast má at úrslitið
var heilt okey. Liðið vann 2 dystir og tapti ein.
Fyrsti dysturin var í móti Litavia, og her tapti føroyska
liðið 3-0, sum kanska var í meira lagi, tí
munurin var ikki so stórur. Hetta var fyrsti dysturin, og
tískil vistu leikarnir ikki nakað um litavska liðið,
og ei heldur um umstøðurnar á vøllinum
og uttanfyri. Teir litavsku leikarnir vóru sera arbeiðssamar
og tær góvu ikki føroysku leikarnum frið
eina løtu, og hetta gav eisini úrslit, tí tær
útnyttaðu feilirnar sum føroysku leikarnir gjørdu.

Brotssteigurin, ikki lætt at takað eitt brotsspark
Í dystinum í móti Estlandi kendu føroysku
leikarnir umstøðurnar, og nú bleiv lagt upptil,
at trýsta Estlendska liðið langt uppi á vøllinum
og spæla við longum bóltum, og hetta vísti
seg at geva úrslit beinanvegin, tí longu í
fjórða minutti legði Jacoba Langgaard Føroyar
á odda 1-0 við einum frísparki, sum slapp at ferðast
í gjøgnum vinir og fíggindar. Estland fekk
javna aftur løtu seinni, tá ein bólturin sum
var á veg inn til Randi steðgaði í allar rununi,
og ein estlendsk var fyrst á og fekk sparka bóltin
til eina aðra sum skoraði.
Løtu seinni fekk Estland brotsspark, men tað var sera
trupult at skjota, snøgt sagt so var eingin brotssparksplettur,
men bert runudíki. Tað gingu nøkur sekund áðrenn
estlendska gentan var klár at skjóta, men skeyt beint
á Randi.
Føroysku leikarnir svaraðu aftur næstan beinanvegin
tá Heidi Sevdal slapp í gjøgnum í høgru
síðu, og sendi bóltin innfyri, og har gjørdi
ein estlendsk ikki mætari, enn at smekka bóltin í
egið mál.
Hóast fleiri møguleikar, so komu ikki fleiri mál
í dystinum, og Føroyar høvdu vunnið sín
fyrsta dyst á ferðini.
Seinasti dysturin var í móti Letland. Dysturin bleiv
spældur á einum øðrum vølli, sum
var nógv betur, og nú bar til at leika fótbólt.
Og tað gjørdu føroysku leikarnir eisini, og vóru
snøgt sagt nógv betur enn tær estlendsku. Tað
gingu uml. 10. min. tá fyrsta málið kom, eftir
at Rannvá og Malena spældu sína millum í
brotssteiginum og endin var at Rannvá kundi gera tað
til 1-0.
Løtu seinni slapp Olga Kristina leys í høgru
síðu, og einsamøll við málverjanum
spældi hon til Malenu, sum bert skuldi seta fótin á,
og støðan gjørdist 2-0.
Í seinna hálvleiki fingu Føroyar eitt mál
afturat, og hetta gjørdi Vivian Bjartalíð, tá
hon lyfti bóltin uppum málverjan, sum kom út
í móti, og Føroyar vunnu dystin 3-0
Endaliga støðan gjørdist
Litava 7 stig
Føroyar 6 stig
Estland 4 stig
Letland 0 stig
Føroyar endaðu sum nummar tvey í bólkinum,
eitt stig aftanfyri Litavia.
Til várs komandi ár skulu føroysku kvinnurnar
til Luxemburg at leika í móti Letlandi, Makedonia
og Luxemburg.
30.10.07

Hópurin, ið luttók í
Makedonia í fjør
Nú nærkast til kvinnulandsliðið skal avstað
til Litavia. Farið verður úr Føroyum mikudagin
og fyrsti dysturin verður fríggjadagin 2. nov. Hópurin
hevur verið savnaður nakrar ferðir síðani
landskappingin endaði í september, og er væl fyri,
so útlitini fyri góðum úrsliti eru til
staðar. Fyrsti dysturin er í móti vertstjóðini
Litavia, og verður hesin dysturin mettur til at vera tann truplasti,
so tað ræður um at koma væl frá byrjan.
Sunnudagin verður leikt í móti Estland, sum verður
mett at vera tað veikasta liðið og mikudagin verður
so seinasti dysturin á hesum sinni, har leikt verður
ímóti Letlandi, sum eisini verður mett til at
vera eitt av teim veikaru liðunum í kappingini.
Men skal kappingin vinnast, so skulu føroysku leikarnir geva
alt sum tær eiga, og kanska eitt sindur afturat.
Hópurin verður aftur í Føroyum hósdagin
8. nov.
22.10.07
A-kvinnulandsliðið skal í døgnunm 2. - 7.
nov. luttakað í einari vinarkapping í býnum
Siauliai í Litavia, sum Uefa skipar fyri. Fyrsti dysturin
er ímóti Litavia 2. nov., næsti dysturin er
ímóti Estlandi tann 4. nov. og seinasti dysturin verður
7. nov. ímóti Letlandi.
KÍ er ikki óvænta best umboða við 8
leikarum, sum eru Malena Josephsen, Ragna Patawary, Randi S. Wardum,
Bára S. Klakstein, Vivian Bjartalíð, Rannvá
Andreasen, Doris í Garði og Olga Kristina Hansen. Umframt
tær er eisini Annelisa Justesen úttikin, sum í
løtuni leikar við ÍF-Føroyum í Danmark.
Hinar eru: Bjørg B. Syderbø AB, Heidi Sevdal, Rúna
Højgaard B36, Rósa Magnussen, Jacoba Langgaard, Mary
Ann Isaksen GÍ.
Venjari hjá liðnum er Álvur Hansen og hjálparvenjari
er Jacob Thomsen.
06.10.07

Kvinnulandsliðið er fari eitt pláss fram á
styrkislistanum hjá Fifa. Orsøkin til hetta er at
Norður Írland hevur ikki havt so góð úrslit,
og tískil eru farin niður um Føroyar á
listanum.
Føroyar eru nr 78 av 147 londum í verðini og nr.
37 av 47 londum í Europa.
Føroysku kvinnurnar hava ikki havt stórvegis ávirkan
sjálvar listan, tí tær hava ikki spælt
nakran landsdyst í næstan eitt ár, men fyrst
í november sleppa tær so at royna seg aftur, og tá
kunnu tær so sjálvar vinna seg nøkur pláss
fram á listanum.
Allur listin kann síggjast her
16.03.07

Føroysku fótbóltskvinnurnar eru farnar eitt
pláss aftur á styrkislistanum, og eru nú nr.
78. Landsliðið hevur ikki leikt nakran dyst síðan
seinast, og tískil hava tær ikki havt nakra ávirkan.
Allur listin kann síggjast her
Landsliðstíðindi frá 2006
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
|