KÍ - Kvinnur - Online

10 ferð á rað

 

 

 

 

 

Heim

Tíðindi

Leikarnir

Støðan

Uefa Cup

Landsliðið

Myndir

Slóðir

 

 

 

 

 
 

 

 



 




 
 
 
 
 
 

10.07.09
KÍ-kvinnurnar hava frí frá venjing í eina viku, og týsdagin 14. juli leggja tær til brots aftur. Tá byrja fyrireikingarnar til Champions League. Tær fara úr Føroyum tann 27. juli, og víðari til Makedonia 28. juli. Ferðalagið verður aftur í Føroyum 5. august.

24.06.09


Lutakast hevur í dag verið í Uefa Women's Champions League og endaði tað við, at KÍ-kvinnurnar skulu ein túr til Makedonia.
KÍ-kvinnurnar endaðu í bólki 2 saman við Montpellier Hérault SC úr Fraklandi, FC NSA Sofia úr Bulgaria og ZFK Tikvesanka úr Makedonia, sum verður vertur fyri kappingina.
Hetta er aðruferð KÍ-kvinnurnar skulu til Makedonia. Tær vóru eisini har í 2005.
Kappingini er skipa sum minikappingar, har fýra lið eru í hvørjum bólki. Vinnarin fer víðari í 1/16-finalurnar.
Dystirnir verða leiktir 30. juli, 1. aug. og 4. aug.


17.06.09
KÍ-kvinnurnar skulu aftur ár leika steypafinalu. Hetta gjørdist greitt eftir at KÍ-kvinnurnar vunnu 2-0 í seinnu hálvfinaluni í Gøtu í kvøld. KÍ-kvinnurnar vunnu eisini ta fyrru hálvfinaluna 2-0.
Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki har spæli fyri tað mesta gekk fyri seg á miðum vølli. Hvørki av liðunum megnaði at leika seg fram til nakrar serligar kjansir, so tað var í lagið at hálvleiksstøðan var 0-0
Í seinna hálvleiki kom meira lív í dystin og spælið gjørdist eisini betur. Tað var KÍ sum kom til tann fyrsta stóra kjansin, tá Rannvá smekkaði til úti frá, men málverjin fekk bjarga til hornaspark.
Tað eydnaðist tó KÍ at leggja seg á odda í 59. minutti, tá Eina setti høvdið á bóltin og stúðaði hann í netið, eftir eitt hornaspark frá Rannvá úr høgru síðu.
Víkingur hevði onkran kjansin at javna, og tær vóru sera nær við, tá Heidi Sevdal slapp leys, men skotið hjá henni brast í stongina.
KÍ-kvinnurnar fingu eitt mál afturat, tá Sigrid vann eitt útspark frá málverjanum og smekkaði bóltin í ein boða og í málið til endaligu støðuna 2-0.
KÍ-kvinnurnar eru sostatt í steypafinaluni efitr ein samanlagdan sigur uppá 4-0, og har skulu tær leika ímóti AB, sum vann samanlagt 9-1 á 07vestur/MB.
Finalan verður leikt 4. juli.

Víkingur - KÍ 0 - 2 (0 - 0)
0 - 1 Eina S. Kalsø, 59'
0 - 2 Sigrid Jacobsen, 87'

Víkingur
Anna Kristina Joensen - Gunvá Pálsson, Rósa Magnussen, Heidi Heinesen, Lis Justinussen - Anna Malena Højgaard (Nelly Poulsen, 74'), Kristinbjørg Isaksen, Jacoba Langgaard, Sanna Jacobsen (Jeanett Holm, 54'), Heidi Sevdal (Mary-Ann Isaksen, 74') - Maibritt Olsen
Venjari: Magni Jarnskor


Randi S. Wardum - Ann Olsen, Paula Sjóstein, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús (Adelheid Olsen, 74'), Tove Sólheyg, Rannvá Andresen, Eina Kalsø (Mariann Maslyk, 74') - Sigrid Jacobsen, Ása K. Thomsen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Elsa Maria Simonsen, Malena Josephsen
Gult kort: Ása K. Thomsen
Venjarar: Rasmus Jacobsen, Birgit Ryan og Erik Nielsen

Dómari: Jákup Martin Kjeld
Hjálpardómarar: Jan Andersen, Werner Hentze


16.06.2009
Mikukvøldið kl. 19 verður seinna hálvfinalan í steypakappingini á skránni. KÍ-kvinnurnar skulu til Gøtu, har tær skulu leika ímóti Víkingi. Tann fyrri dysturin teirra millum endaði við 2-0 sigri til KÍ-kvinnurnar, og hendan munin skulu tær royna at halda.
KÍ-kvinnurnar hava nakrar skaðar at dragast við í løtuni, men tær fara at gera alt fyri, at vinna dystin í Gøtu, so tær kunnu luttakað í 11. steypafinaluni á rað.
Dysturin verður sum sagt í Gøtu og byrjar kl. 19.


14.06.2009
Nú verða aftur tíðindi at frætta um KÍ-kvinnurnar. Og vit byrja við dystinum á fjarðastevnu, har Skála tók ímóti KÍ. Seinast liðini møttust vann KÍ heili 13-1, so Skála skuldi vísa, at tær tann dagin bert høvdu ein ringan dag. Tað vísti seg eisini beinanvegin, at Skála vildi meira í hesum dystinum, tí tær kempaðu sera væl, og góvu KÍ-kvinnunum ikki frið at spæla.


Paula og Ragna hildu skil á verjuni

KÍ-kvinnurnar høvdu trupuleikar at fáa spælið at koyra, og mist bóltin sera lætt til Skála, men tað gingu ikki meira enn 13. min. til KÍ-kvinnurnar fingu fyrsta málið, tá Sofía slapp í gjøgnum í høgru síðu, og legði innfyri til Rannvá, sum smekkaði bóltin í málið.
Hóast KÍ-kvinnurnar høvdu kjansir til at fáa fleiri mál, so eydnaðist tað ikki at gera fleiri mál í fyrra hálvleiki. Skála kempaði sera væl, men tær skaptu ikki so nógvar kjansir, men komu tó til okkurt skot, sum Randi lættliga tók sær av.
Dómarin hevði ikki meira enn bríksla fyri seinna hálvleiki, tá bólturin lá í Skála málinum. Paula Mikkelsen sendir ein bólt fram til Ásu, sum gerst leys, og hon lyftur bóltin hegnisliga uppum Olgu og i mál til 2-0.


Her skorðar unga Una Joensen sítt fyrsta mál á 1. deiild.


Leikgongdin í seinna hálvleiki var tann sama. KÍ-kvinnurnar høvdu bóltin meira, men Skála kvinnurnar kempaðu væl, og forstýraðu uppspæli hjá KÍ-kvinnunum sera nógv. KÍ-kvinnurnar fingu tó eitt mál afturat, og var tað unga Una Joensen, sum sparkaði bóltin í málið, beint eftir at hon var blivin innskift. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, sum eisini var fult uppiborið.
Næsti dystuirn hjá KÍ-kvinnunum verður mikukvøldið kl. 18 í Gøtu, tá seinna hálvfinalan er á skránni. KÍ-kvinnurnar vunnu fyrru hálvfinaluna 2-0.


Una spældi sín triðja dyst á 1. deild.

Skála - KÍ 0 - 3 (0 - 1)
0 - 1 Rannvá Andreasen, 13. min.
0 - 2 Ása K. Thomsen, 46'
0 - 3 Una Joensen, 85'

Skála
Olga F. Olsen - Maria í Króki (Solveig Frederiksberg, 68'), Evi Mikkelsen, Hallgerð Hansen, Fríðrún Danielsen, Kirstinbjørg Frederiksberg, Marin Gregersen, Ninna K. Johansen, Birita Poulsen, Sólfríð Christiansen (Birna T. Johannensen, 76'), Jónleyg J. Poulsen (Mirjam H. Johansen, 38')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Jóhanna S. Poulsen, Ásgerð Káradóttir
Venjari: Ingun Hansen


Randi S. Wardum - Ann Olsen, Ragna Patawary, Paula Sjóstein, Paula Mikkelsen - Sofía Purkhús, Tove Sólheyg (Una Joensen, 83'), Elsa Maria Simonsen (Eina Kalsø, 61'), Rannvá B. Andreasen - Sigrid Jacobsen (Jenny Lydersen, 83'), Ása K. Thomsen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Mariann Maslyk, Adelheid Olsen
Venjari: Aleksandar Djordjevic

Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar: Sigtór Dam, Dania Joensen



Eftir dystin fingu KÍ-kvinnurnar steyp. Vónandi ikki tað fyrsta og síðsta í ár


Úrslit og støðan kann síggjast her







 

 

KÍ - Heimasíðan


.

 

Høvðusstuðul

 

KÍ-kvinnur Online

 

ZIP Stat
Flere...

 

 

 

 

 

Copyright Malena Josephsen 2005. All Rights Reserved.