16.06.2008

Her bjargar Randi meistarliga fyri Val
Tað gongst væl hjá Randi í Íslandi.
Hon er fyrsti málmaður, og hevur staði allar dystirnar
síðani hon kom yvir.
Valur er besta liðið í Íslandi, og liggur eisini
á odda í kappingini. Tær vunnu herfyri 2-1 á
KR, sum er argasti kappingarneytin, og her fekk Randi ein avgerandi
leiklut, tá hon bjargaði í síðstu minuttunum,
so Valur vann dystin.
Í gjár leiktu tær so ímóti Breiðablik,
og vunnu aftur 2-1 og eisini í hesum dystinum hevði Randi
onkra góða bjarging.
Nú er ein lítil steðgur í kappingini í
Íslandi, tí Íslendska kvinnulandsliðið
skal leika landsdyst leygardagin.
28.04.2008
Hóast Randi bert hevur verið í Íslandi, so
hevur hon longu vunnið sítt fyrsta steyp. Hon stóð
í mál hjá Vali í allar 90 minuttirnar,
tá Valur leikti Stórsteypadyst ímóti KR.
Valur vann dystin 2-1.
24.04.2008
Randi S. Wardum hevur gjørt sáttmála við
íslendska meistaraliðið Valur. Sáttmálin
er galdandi fyri hetta kappingarárið.
Valur hevur havt eitt ynski um at fáa Randi í teirra
hóp síðan í summar, tá Valur var í
Føroyum og leikti UEFA-Cup ímóti KÍ. Randi
var í Íslandi og royndarvandi í oktober mánað,
og eftir tað vildi tey í Vali gera sáttmála
við Randi, men hon takkaði nei takk.
Valur hevur nú aftur vent sær til Randi fyri, at fáa
hana at koma yvir til Íslands, tí tey manglaðu ein
málverja, av tí at teirra málverji var so óheppin
at slíta hálsinuna.
Randi leikti seinasta dyst fyri KÍ, á hesum sinni, í
Gøtu ímóti Víkingi, og í morgin
fríggjadagin stendur hon væntandi í dysti fyri
Val.
KÍ-kvinnurnar vilja takka Randi fyri tíðina í
KÍ og ynskja henni alt tað besta í Vali.
18.04.2008
Eftir ætlan skuldi KÍ-kvinnurnar leika fjórðingsfinalu
ímóti VB/Sumba dýra biðidag, men VB/Sumba
hevur boða frá, at tær koma ikki norður tí
tær ikki fáa mannað lið. KÍ fer tískil
víðari í hálvfinaluna uttan at leika.
Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at VB/Sumba hevur
leikt tveir dystir á heimavølli í ár,
men hava útsett báðar dystirnar, sum tær
áttu at havt leikt á útivølli.
KÍ-kvinnurnar eru sera harmar um hetta, tí tær
brúka nógv tí uppá fótbóltin,
og glaða seg til hvønn dyst. Hetta gevur eisini bert
negativa umtalu fyri kvinnufótbóltin, og tað harmar
KÍ-kvinnurnar sera nógv. Vónandi ger FSF okkurt
við henda trupuleikan, tí tá ein leikar í
bestu deildini, so eiga allir dystir at verða leiktir til ásettu
tíðina.
23.03.2008
Eftir ætlan skuldi landskappingin hjá kvinnum fara
í gongd 2. páskadag, og skuldi VB/Sumba koma á
vitjan hjá KÍ-kvinnum. Men nú vøllurin
er til dekkaður við kava, er gjørt av at dysturin
ímóti VB/Sumba verður útsettur til ein
annan dag.
Tískil verður fyrsti dystur hjá KÍ-kvinnum
ímóti B36 komandi sunnudag.
13.03.2008
Landskappingin er nú løgd, og hava KÍ-kvinnurnar
heimadyst í tveimum teimum fyrstu dystunum. Fyrst er VB/Sumba
á skránni, og síðani er tað B36, sum
kemur á vitjan. Landskappingin byrjar 2. páskadag
og endar 20. september.
Øll leikskráin kann síggjast her
10.03.2008
KÍ-kvinnurnar leiktu sín fyrsta venjingardyst í
kvøld. Veðrið var av tí allar besta, so tað
lá væl fyri at fáa ein góðan dyst.
Fyrsta mótstøðuliðið hjá KÍ-kvinnunum
í ár var nýggja felagið Víkingur,
og tað skal vera sagt beinanvegin at teir áskoðarnir
sum høvdu leita sær oman á vøllin fingu
nógv mál at síggja, tí dysturin endaði
8-2 til KÍ eftir hálvleiksstøðuna 5-0.
Bæði liðini hava mist nakað av fólki, og
hevur hetta serliga merkt Víking nógv. Liðið
er ungt, og skulu fleiri leikarar spælast inná liðið.
KÍ-kvinnurnar hava eisini mist eitt sindur av fólk
í mun til í fjør. Leikarar sum Vivian, Paula
Sjóstein, Jensa Sirdal og Mariann Joensen eru ikki við
í ár, og sjálvandi kemur hetta at merkjast
á liðnum, men KÍ hevur eina góða ungdómsdeild
á gentu síðuni, so tað eru fleiri ungar sum
eru komnar upp. KÍ-kvinnurnar hava eisini fingið tveir
leikarar av Eiði. 21 ára gamla Marjun Joensen úr
Leirvík og 27 ára gamla Svanna Nielsen av Eiði,
hava í ár valt at leika við KÍ, og kemur
hetta bara væl við.
Sum sagt so vann KÍ dystin 8-2 og serliga vóru tað
tær ungu sum gjørdu vart við seg í dag.
Marjun gjørdi fyrsta málið í dystinum,
og var hetta samstundis henara fyrsta mál fyri KÍ.
Elsa Maria gjørdi tað næsta, eftir at Ása
K. Thomsen fór ígjøgnum í høgru
síðu, og legði út frá til Elsu Mariu.
Sigrid, sum kempaði væl frammi, gjørdi tað
til 3-0. Málið til 4-0 gjørdi Ása og Sigrid
gjørdi tað til 5-0
Tað skal nevnast at í verjuni spældi Vár
Jenny Lydersen sín fyrsta dyst fyri KÍ, og kláraði
hon tað sera væl, og í hálvleikinum bleiv
hon so skift út við Sølvá Andreasen, sum
eisini spældi sín fyrsta dyst, og kláraði
hon eisini seg væl, og vit koma uttan iva at síggja
nógv meira til tær báðar í ár.
Eisini kom Sofía Purkhús í á høgru
síðu í hálvleikinum, og er hon eisini ein
framtíðar spælari, hon er sterk og lang, so hon
kemur uttan iva, at mannað miðvøllin hjá KÍ-kvinnunum
í framtíðini.
Seinni hálvleikur var ikki eins væl spældur sum
tann fyrri, men tað var framvegis KÍ, sum stýrdi
spælinum, og høvdu nógvar kjansir. Tær
fingu eisini trý mál afturat, sum Ragna, Ása
og Marjun gjørdi. Víkingur fekk tó pynta um
úrslitið við tveimum málum, og var annað
eftir eitt fríspark, har Hanna var fyrst á bóltinum
og skallaði hann í málið og hitt var ein miskiljing
í verjuni, og ein Víkingur kundi sparka í tómt
mál.
KÍ - Víkingur 8 - 2 (5 - 0)
1 - 0 Marjun Joensen
2 - 0 Elsa Maria Simonsen
3 - 0 Sigrid Jacobsen
4 - 0 Ása K. Thomsen
5 - 0 Sigrid Jacobsen
6 - 0 Ragna Patawary
6 - 1 Hanna Isaksen
7 - 1 Ása K. Thomsen
8 - 1 Marjun Joensen
8 - 2 ??? Víkingur
Liðið í dag: Olga F.
Olsen (Randi S. Wardum, 46.) - Ann Olsen, Ragna Patawary, Vár
Jenny Lydersen (Sølvá Andreasen, 46.), Paula Mikkelsen
- Ása K. Thomsen, Malena Josephsen (Tove Sólheyg,
46.), Rannvá Andreasen (Sofía Purkhús, 46.),
Marjun Joensen - Elsa Maria Simonsen, Sigrid Jacobsen.
Olga Kristina Hansen, Doris í Garði og Svanna
Nielsen manglaðu í dag
03.03.2008
Lutakast hevur verið um hvussu leikast skal í steypakappingini
hjá kvinnum. Lutakastið var hildi beinleiðis í
sjónvarpsendingini 3-2. Fyrst var kasta lut um, hvussu leikast
skuldi í innleiðandi umfarðinum. Og aftaná
tað, var fjórðingsfinalan á skránni.
KÍ-kvinnurnar fingu heimavøll og skulu tær møta
vinnarnum av VB/Sumba og EB/Streymi, hesi bæði liðini
spæla í 2. deild.
Fjórðingsfinalan verður leikt 18. apríl.
27.01.2008
KÍ-kvinnurnar hava í fleiri ár havt sína
egnu heimasíðu, men nú hava tær eisini fingið
sær eina myspace síðu.
Síðan kann síggjast við at trýst á
hesa leinkjuna www.myspace.com/kikvinnur.
So tey sum hava ein myspace profil, og ynskja at verða vinur
við KÍ-kvinnurnar, kunnu bert biðja um vinskap.
27.01.2008
Randi kemur aftur ár at koyra í bili frá
Klaksvíkar Autolakering (savnsmynd)
Klaksvíkar Autolakering kemur aftur ár at stuðla
KÍ-kvinnunum við at geva teimum ein bil til leikarnar
sum koma aðrastaðni frá.
27.01.2008
Randi, her beint eftir ein dyst fyri landsliðið, heldur
fram í KÍ
Tað hevur ljóða í eina tíð, at
íslendsku meistarnir Valur, høvdu áhuga í
Randi. Tað var í Uefa-cup kappingini í summar,
at Valur fekk eyga á Randi, og bjóðaðu henni
yvir til Íslands at royndarvenja. Hendan venjingin gekk so
gott, at Valur vóru áhuga í at fáa Randi
í teirra hóp.
Men eftir at tað var forhandla aftur og fram, og eftir drúgva
umhugsingartíð, tók Randi avgerð um, at hon
ikki tók av tilboðinum frá Valur, tí hetta
var snøgt sagt ikki nógv gott. Og sum Randi sjálv
sigur, so vildi hon ikki fara til Ísland fyri ein og hvønn
prís.
Sostatt koma KÍ-kvinnurnar aftur í 2008 at hava gleði
av, at hava Randi í millum stengurnar.

Olga Kristina og Doris halda fram í KÍ í
2008 (savnsmyndir)
KÍ-kvinnurnar koma eisini at hava gleðið av, at Olga
Kristina Hansen, og Doris í Garði hava avgjørt
at halda fram í KÍ í 2008.
Tað verður meira at frætta um hópin
seinni.
Tíðindi 2007
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
| |
|
KÍ-kvinnur
Online |
|
|
|