|
17.12.07
Heimsins besti leikari eitur Marta, og er úr Brazil. Hon
spælir til dagligt við Umeå í Svøríki,
sum KÍ-kvinnurnar leiktu í móti í 2002,
men tá spældi Marta ikki við. Marta vann frammanfyri
Birgit Prinz úr Týsklandi og Christiane úr
Brazil. Tað eru venjarar og liðskiparar úr teimum
ymsu limalondunum sum velja ársins leikara.
26.11.07

Savnsmynd
Nú verður fari spakuliga í gongd aftur við
at venja. Tað er eingin loyna, at KÍ-kvinnurnar ynskja
betur úrslit úti í Europa, og tískil
krevur tað, at leikarnir mugu venja meira, og tískil
verður fari í gongd venja eitt sindur áðrenn
jól.
Eftir at nýggja badmintonhøllin er tikin í
nýtslu, fingu KÍ-kvinnurnar tíman sum Team
Klaksvík hevði í KÍ-høllini. So
byrja verður at venja mikukvøldið kl. 21, so heitt
verður á allar at møta 20:50.
25.11.07
Myndasavnið er dagført. Myndir frá fleiri dystum
eru lagir út, so tað er bara fara at stytta sær
stundir við at hyggja eftir nøkrum góðum myndum.
16.11.07
Ársins leikari 2007
Ársins leikari 2007 hjá kvinnum er okkara
Rannvá Andreasen. Hon vann frammanfyri okkara Malenu og Heid
Sevdal frá B36

Ársins málverji 2007
Ársins málverji 2007 hjá kvinnum
gjørdist okkara Randi S. Wardum. Hon vann frammanfyri Mildrid
Djurhuus frá EB/Str.
Ársins stjørnuskot gjørdist
Rósa Magnussen úr GÍ. Hon vann frammanfyri
Heidi Sevdal úr B36 og okkara Doris í Garði
Ársins venjari gjørdist B36 venjarin Allan Dybczak.
Aftanfyri hann komu okkara gullvenjari Aleksandar Djordjevic og
Magni Jarnskor úr GÍ.
Toppskjútti 2007
Okkara Malena gjørdist toppskjútti við 17 málum,
og aftaná hana kom Rannvá við 15 málum.
06.10.07
Randi er farin til Íslands at royndarvenja
við Valur Reykjavík. Valur hevur sæð Randi
í Uefa-cup kappingini í summar, sum KÍ var
vertur fyri, og ynsktu at fáa hana til Íslands, so
tey kundu síggja hana til venjing.
Valur setti seg í samband við KÍ í vikuni,
og so hevur alt gingið sera skjótt fyri seg, og eftir
ætlan skuldi Randi avstað fríggjadagin, men tá
vóru eingi floglíkindi, og tískil fór
hon ikki avstað fyrr enn leygardagin.
Valur hava júst vunnið íslensku kappinga aftur
í ár, og í komandi viku skulu tær leika
aðru rundu í Uefa-cup kappingini, har tær koma
at møta Frankfurt úr Týsklandi, Everton úr
Onglandi og Rapide Wezemaal úr Belgia.
Randi verður aftur í Føroyum mánadagin.
KÍ-kvinnurnar ynskja Randi góða eyðnu og alt
tað besta.
06.10.07

Venjarin hjá 1. deild kvinnum hjá KÍ komandi
tvey árini eitur Aleksandar Djordjevic. Aleksandar tók
yvir eftir, at Jón Harald valdi at fara aðrar leiðir,
og tað kann ikki sigast annað enn, at hetta hevur hann klára
heilt væl.
Fyrr í ár vunnu kvinnurnar steypakappingina og stutt
síðani vunnu tær landskappingina eisini. Harafturat
fingu tær gott úrslit í Uefa-cup.
Eftir at Aleksander hevði skriva undir, segði hann, at hann
ætlaði, at halda fram í sama leisti, sum hann hevði
gjørt í ár, við at geva ungum leikarum
kjansin, og samstundis at fáa KÍ-kvinnurnar til, at
leika enn betur og undirhaldandi fótbólt.
Kári Purkhús, stjóri í KÍ-fótbóltur
segði, at teir vóru glaðir fyri at Aleksandar vildi
halda fram sum venjari, og hann helt, at teir høvdu funnið
venjarin, sum kundi standa fyri einum ættarliðskifti á
kvinnuliðnum.
30.07.07
KÍ-kvinnurnar hava fingið ein nýggjan leikara
í hópin. Talan er um 17 ára gomul argjagentuna
Olgu Kristinu Hansen. Hon hevur leikt síni barnaár
við AB, men hevur seinasta ári verið á Ítróttarskúla
í Oure í Danmark. Vit í KÍ eru sera
fegin um, at hon hevur valt at leika við KÍ, og kemur
hon at styrkja munandi um liðið til Uefa-cup, og eisini
til ta heimligu kappingina.
23.05.07

Sunnudagin 13. mai skrivaðu Klaksvíkar Timburhandil og
KÍ undir eina 2 ára sponsoravtalu. Sum eina viðmerking
til avtaluna, segði Signar Jacobsen frá Timburhandlinum,
at tað var ein æra fyri teir, at vera við til at stuðla
KÍ-kvinnunum, tí tær høvdu jú
verið einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti
og stoltleikin hjá Klaksvíkini í nógv
ár.
Kári Purkhús, stjóri í Sp/f KÍ,
segði í síni viðmerking, at KÍ vildi
vera eitt gott umboð fyri Timburhandilin, og teir vóru
sera glaðir fyri Timburhandilin vil vera við til at stuðla
kvinnunum.

Kári Purkhús frá Sp/f KÍ og Signar
Jacobsen frá Timburhandlinum skriva undir
Norðoya Sparikassi er framvegis
høvðusstuðul
20.04.07
KÍ-kvinnurnar hava síðan 1998 fingið venjingarklæðir
til hvørja venjing, so tær hava bert fyri neyðuni
at hava gaggurnar við venjing. Hetta er nakað sum Jón
Harald legði stóran dent á, at kvinnurnar skuldu
hava somu karmar sum mennirnir á tí økinum,
og ofta var hildi at kvinnurnar høvdu betur karmar enn mennirnir
á tí økinum.

Bjørg, Liljan, Eina og Malan
Í kvøldi fingu KÍ-kvinnurnar
so nýggj klæðir at venja í. Tey gomlu vóru
uppslitin, og tí kom tað væl við, at klæðini
blivu útskift nú.

Bára, Malena, Elsa Maria, Paula, Mariann
Talan er um nýggjar hosir, shorts, t-shirt,
knikers, troyggju og regnjakka. Harumframt fáa tær
eisini útvega handklæði til hvørja venjing,
so ikki kann sigast annað enn, at KÍ-kvinnurnar eru forkelaðar,
men tað hava tær eisini uppiborið.
Fleiri myndir kunnu síggjast her
28.03.07

Klaksvíkar Autolakering hevur stuðla KÍ-kvinnunum
við einum bili. Hendan bilin kemur Randi at brúka fyri
tað mesta, so hon lættliga kann ferðast í millum
Havn og Klaksvík til venjing og dyst.
Tað vóru teir báðir eigarnir av Klaksvíkar
Autolakering sum í dag handaðu Randi lyklarnar til bilin.
24.03.07
Veðrið var ikki av tí besta til fótbólt,
men álíkavæl sóu teir fáu áskoðarnir,
sum høvdu leita sær niðan á vøllin,
tvey lið sum kempaðu fyri sakini.
Tá talan er um venjingardyst, so er møguleiki hjá
venjarnum at royna ymiskt, og tað var júst tað sum
teir gjørdu. Í fyrra hálvleiki leiktu Randi
- Malan, Ragna, Paula, Vivian - Mariann, Malena, Tove, Liljan -
Rannvá, Sigrid. Vivian fóru út miðskeiðis
í fyrra hálvleiki fyri Bjørg Klakstein og í
hálvleikinum koma Olga innfyri Randi, Sølvá
Andreasen innfyri Sigrid og Gerda Heinesen innfyri Mariann. Sostatt
vóru bara Ragna, Paula, Rannvá og Malena sum teljast
millum tær "eldru" inni í seinna hálvleiki.
Tað var B36, sum fekk fyrsta málið, og tær
høvdu eisini bóltin meira, men tá KÍ
fór í álop, so var tað sum oftast farligt.
KÍ-kvinnurnar svaraðu skjótt aftur, og Rannvá
kundi javna fyri KÍ. 1-1 var eisini hálvleikstøðan.
Í seinna hálvleiki var tað framvegis B36 sum hevði
bóltin meira, men tær komu ikki til teir stóru
kjansirnar, og vóru ikki heldur ikki serliga farligar. Unga
KÍ-liðið kempaði fyri sakini, og til endan gav
hetta úrslit, Tove vinnur ein bólt á miðjuni,
og sendir hann tvørtur um vøllin til eina fría
Rannvá, sum kundi fara einsamøll ímóti
málinum, og skoraði eisini trygt.
Landskappingin byrjar um eina viku, og hóast tað manglar
eitt sindur í at fáa spæli at hanga saman, so
er positivt at síggja hvussu væl teir ungu leikarnir
klára seg.
Fyrsti dystur í landskappingini
verður í móti GÍ í Klaksvík
komandi sunnudag.
17.03.07
B36 skipaði í ár fyri einari kapping, sum líkist
Klaksvíkskappingini, fyri bestu kvinnuliðini. Fyrst skuldi
finnast útav hvør leikti í móti hvørjum.
Lutakasti háttaði seg soleiðis at KÍ møtti
B36 og GÍ møtti EB/Streymi.
KÍ-kvinnurnar komu eitt sindur seint í gongd við
at venja í ár, tí tað tók langa
tíð til at finna ein venjara. Tískil er venjingarstøðan
ikki heilt tann besta. Eisini skuldi eitt nýtt spælisystem
roynast, og fleiri av teim ungu leikarnum skuldu vísa hvør
dugur er í teimum, so dystirnir vóru nýttir
til at prøva tingini av, og ikki var hugsa so nógv
um úrslitið.
Fyrsti dysturin var í móti B36, sum í ár
hava úttala seg um, at tær aftur ætla sær
at vera ein kandidatur til FM. Hendan dystin vunnu KÍ-kvinnurnar
3-2 eftir at verið á odda 3-0 í hálvleikinum.
Málini gjørdu Rannvá, Doris, Sigrid. KÍ-kvinnurnar
spældu væl henda fyrra hálvleikin, til tað
at tað er stutt síðani at leikarnir byrjaðu at
venja við bólti.
Seinnipartin leiktu KÍ-kvinnurnar so finalu í móti
GÍ, sum vann teirra dyst 4-3 á EB/Str. Veðrið
til fótbólt var ikki gott, men tað gekk nøkulunda
álíkavæl. Aftur hendan dystin sluppu teir ungu
leikarnir at royna seg, og tað komu tær bara heilt væl
frá. KÍ-kvinnurnar vunnu dystin 4-2 eftir hálvleikstøðuna
2-1. Málini gjørdu Rannvá 2, Malena, Sigrid.
Sostatt kundi Malena taka í móti fyrsta steypinum
í ár, og vónandi ikki tí seinasta, og
KÍ-kvinnurnar kunnu nú eisini kalla seg havnameistara.
Besti leikari í kappingini gjørdist Rudi Zachariassen
úr EB/Str.
Hugskotið við hesi kappingini er sera gott og tiltak var
fínt, men eitt er at fýlast inná, og tað
er at eingir linjuverjar vóru til dystirnar, og tað er
sera óhepið tá talan er um lið sum spæla
í bestu kvinnudeildini, so her kann B36 gera tað betur
til komandi ár.
Leikarnir sum vóru við í dag vóru: Randi
S. Wardum, Olga F. Olsen, Ragna Patawary, Jensa Sirdal, Paula Mikkelsen,
Doris Joensen, Bjørg Klakstein, Malan Heinesen, Liljan Jacobsen,
Elsa Maria Simonsen, Vivian Bjartalíð, Mariann Joensen,
Tove Sólheyg, Rannvá Andreasen, Malena Josephsen,
Sigrid Jacobsen
Venjari: Alexander Djordjevic
16.03.07
Landskappingin er løgd, og skulu spæla KÍ-kvinnurnar
fyrsta dystin í móti, silvurvinnarnum frá í
fjør, GÍ í Klaksvík tann 1. apríl.
Kappingin endar tann 22. sept og er tað móti GÍ
í Gøtu.
Øll leikskráin kann síggjast her
10.03.07
Nýggi KÍ-leikarin (Mynd: www.fsf.fo)
KÍ-kvinnurnar hava fingið ein nýggjan
leikara í hópin. Talan er um 20 ára gomlu eiðiskvinnuna
Doris í Garði Joensen. Hon hevur leik fyri tað mesta
í verjuni hjá EB/Streymi, men seinasta kappingarár
leikti hon í verjuni hjá GÍ. Eisini var hon
partur av landsliðshópinum, sum var í Makedonia
í fjør.
Meira verður at frætta um hópin seinni.
23.02.07
KÍ-kvinnurnar møta FSV04 ella ÍF í fjórðingsfinaluni
í steypakappingini. Hetta gjørdist greitt eftir, at
lutakast var á árliga fundinum um kvinnufótbólt.
Eisini kom fram at 12 lið hava melda til landskappingina, og
er hetta 4 lið fleiri enn í fjør. Sostatt verður
kappingin í ár skipa sum 2 deildir, har 6 tey fremstu
liðini frá í fjør leika í 1. deild
og resti leikar í 2. deild.
Kappingin byrjar 1. apríl, men er ikki endaliga løgd
enn.
23.02.07
Vit kenna øll Klaksvíkskappingina, steypakappingin
har tey luttakandi liðini eru trý tey fremstu liðini
í Formuladeildini umframt KÍ, sum í februar
mánaði kappast um Klaksvíkssteypið.
Leygardagin 17 mars fáa kvinnurnar møguleikan at kappast
í líknandi kapping. Talan er um kappingina um kvinnusteypið,
har tað eru bestu kvinnuliðini undanfarna kappingarár,
sum fáa høvið at vísa sínar dygdir
undan landskappingarbyrjan.
Sum fyriskipari verður B36 eitt av liðunum í kappingini,
meðan hini liðini verða KÍ, GÍ og EB/Streymur.
Málið er, at tað skal vera ein árligt afturvendandi
kapping, sum umframt at geva leikarunum og liðunum ein góðan
møguleika at vísa hvat er í væntu frá
teimum hetta árið, eisini skal vera eitt positivt íkast
til føroyskan kvinnufótbólt. At talen er um
eina óalmenna kapping, kann hava við sær, at venjarnir
fara at vera meira kreativir og geva leikarunum fríari teymar,
og hetta skuldi so eisini verið við til, at tað fyri
áskoðarnar verður talan um 4 góðar kvinnudystir.
Skráin fyri dagin er henda:
Kl. 10.00
Niðari vøllur: Lið A – Lið B
Ovari vøllur: Lið C – Lið D
*Luttakast verður um, hvat lið skal vera Lið A o.s.fr.
Kl. 13.00
Døgurið í B36-húsinum fyri leikarar og
liðleiðarar.
kl. 15.00
Ovari vøllur: B36-AB, løggmannssteypið.
Kl. 18.00
Niðari vøllur: dystur um 3. og 4. pláss
Ovari vøllur: Finala
kl. 21.00
Okkurt verður lætt til matnað í B36 húsinum
afturvið formellum og óformellum práti um kvinnufótbólt,
lands og steypakappingarnar sum standa fyri framman.
Steyp verður handað vinnandi liðnum.
Kl. 22.00
Kappingin um Kvinnusteypið 2007 endar.
AB, sum gjørdist nr. 3 í fjør hevur givið
avboð og tí er EB/Streymur sum gjørdist nr. 4
í fjør komið í teirra stað.
13.02.07
Langt um leingið so hava KÍ-kvinnurnar fingið nýggjan
venjara. Eftir at Jón Harald fór til EB/Str., var
greitt at nýggjur venjari skuldi finnast til KÍ-kvinnurnar.
Hetta hevur tikið sína tíð, men nú
er so alt komi uppá pláss. Nýggi venjari eitur
Alexander Djordjevic, og er hann ikki ókendur í KÍ.

Hann kom til Føroyar sum leikari, og hevur tey seinnu árini
virka sum venjari. Hann hevur eisini verið hjálparvenjari
hjá KÍ-kvinnunum, serliga til Uefa-cup kappingarnar.
KÍ-kvinnurnar eru so nú farnar at fyrireika seg til
komandi kappingarár, og er málið enn sum áður,
at vinna allar dystirnar, og enda við greipuni. Men eisini er
málið at fáa betur úrslit í Uefa-cup,
og kanska at koma víðari til annað umfar.
Venjingin er farin í gongd, og eru allar gentir/kvinnur hjartaliga
vælkomnar.
07.01.07
KÍ-kvinnurnar fáa nýggjan venjara í
ár. Jón Harald Poulsen, sum hevur verið venjari
øll gullárini hjá KÍ-kvinnunum, og langt
áðrenn tað eisini, verður ikki venjari hjá
KÍ-kvinnunum komandi kappingarár. Jón Harald
hevur valt, at fara til Eiðis at venja kvinnurnar hjá
EB/Streymi. Jón Harald heldur, at tað er bæði
sunt fyri hann og fyri kvinnurnar hjá KÍ, at royna
okkurt nýtt, og tískil hevur hann, valt at taka av
avbjóðingini hjá EB/Streymi.

Her er Jón Harald valdur til Ársins KÍ-ara
á 100 ára gallaveitsluni í 2004
Jón Harald verður heilt sikkurt saknaður í
KÍ, og tað verður ikki fyrr enn nú, at ein
fer at síggja hvussu nógv, hann hevur gjørt
fyri felagið, og serliga KÍ-kvinnurnar. Tað er ikki
ov nógv sagt, at hann er orsøkin til, at KÍ-kvinnurnar
eru har, tær eru í dag. Tað var hann sum byrjaði
við, at KÍ-kvinnurnar skuldu vera líka ella betur
stillaðar enn mennirnar, viðvíkjandi venjingarklæðum
og at tey hava verið rein til hvørja venjing.
Tað var eisini hann, sum legði trýst á nevndina,
so at teir meldaðu KÍ-kvinnurnar til Uefa-cup í
2001 tá hendan kapping byrjaði. Og í dag er KÍ
nærum einasta felag, sum hevur luttikið í hesi
kapping á hvørjum ári síðani.
Hesar kappingar hava kosta nógvan pening og nógv pappírarbeiðið,
og alt hetta hevur Jón Harald tikið sær av, og
hóast hetta hevur gingið yvir venjingarnar, so hevur
tað ikki bila, tí við Jón Harald sum venjara,
eru KÍ-kvinnurnar mest vinnandi felagið í landinum,
og hava metið fyri mest vinnandi meistaraheitir á rað.
Hetta ger hann til suverent mest vinnandi venjara í landinum.
KÍ-kvinnurnar vilja takkað Jón Harald fyri gott
samstarv, og ynskja honum alt tað besta við venjarastarvinum
á Eiði. Tú verður heilt sikkurt saknaður.
Hvønn nýggjan venjara KÍ-kvinnurnar
fáa, er ikki greitt enn, men tað verður spennandi
at síggja, hvør torir at takað yvir eftir Jón
Harald.
Tíðindi 2006
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
| |
|
KÍ-kvinnur
Online |
|
|
|