|
20.12.08

Uefa Women's Cup, sum KÍ-kvinnurnar hava luttikið í síðan tað byrjaði í 2001, hevur nú skift navn. Hereftir verið kappingin nevnd Uefa Women's Champions League, og skulu KÍ-kvinnurnar sostatt luttakað í Champions League í 2009.
Kappingin verður eisini nakað broytt í mun til hini árini. Tað koma 8 fleiri lið við í kappingina og eru tað silvur vinnarnir frá átta teimum sterkastu liðunum, sum sleppa við í kappingina.
Komandi ár verður bert fyrsta umfar leikt sum bólka spæl, við fýra liðunum í hvørjum bólki. Hereftir verður tað leikt cup-system har liðini hava ein heima- og ein útidyst, har samlaði vinnarin fer víðari.
Vanligt hevur verið leiktar vóru tvær finalur, ein heima og ein úti, men nú er tað broytt soleiðis, at finalan verður leikt í samband við Champions League finaluna hjá monnunum. Kvinnufinalan verður leikt tveir dagar áðrenn mansfinaluna.
Fyrsta finalan í Uefa Women's Champions League verður leikt 20. mai 2010 í Madrid.
Leggjast kann afturat, at KÍ-kvinnurnar vóru einasta lið í Europa, sum megnaði at luttaka í øllum Uefa Women's Cup kappingum síðani tað byrjaði, og tær verða eisini við tá nýggja kappingin byrjar í 2009. So her hava KÍ-kvinnurnar aftur sett eitt met, sum tær kunnu reypa sær av.
19.10.08

Uefa Women's Cup verður nú víðka, so at tey liðini sum enda nr 2 í 8 teimum sterkastu kappinginum í Europa. Tað verður funni fram til hesi liðið, við einum styrkislista.
Ein onnur broyting sum verður gjørd til komandi ár, er at tað bert verður leikt ein finala, og hon verður leikt á uttanveltanum vølli. Hini árini hava liðini leikt eina finalu á heimavølli og eina útivølli.
Uefa Women's Cup byrjaði í 2001 og er støðugt ment fram til í dag. Nevnast kann at KÍ-kvinnurnar eru nokk tað einasta liðið, sum hevur verið við frá byrjan, og tær hava eisini vunnið sær rætt til at luttakað komandi ár.
14.10.08

Zvezda-2005 liðið, sum byrjaði ímóti KÍ-kvinnunum
Zvezda-2005 úr Russlandi er nú ímillum átta tey bestu liðini í Europa.
KÍ-kvinnurnar leiktu ímóti Zvezda-2005 úr Russlandi í Litava og taptu 8-0. Hetta liðið er eitt tað besta liðið, sum KÍ-kvinnurnar nakrantíð hava møtt, og søgdu beinanvegin at hetta liðið fór at koma langt í kappingini.
Nú er so annað bólkaspæl leikt, og er Russiska liðið víðari saman við Frankfurt, sum er verðandi Uefa-cup vinnari. Russiska liðið legði út við at vinna 1-0 á júst Frankfurt, og hetta úrslitið fór sum eldur í gjøgnum alt Europa, tí Frankfurt hevði jú ikki tapt teir seinastu 18 dystirnar í Uefa-cup. Einasta málið í dystinum gjørdi hjálparvenjarin 41 ára gamla Hanna Kostraba. Næsti dysturin var ímóti Glasgow City úr Skotlandi, og her vann russiska liðið 1-0. Seinasti dysturin var ímóti Røa úr Norra og eisini hendan dystin vann Zvezda 3-1. Sostatt fóru tær víðari í fjórðingsfinalurnar, sum eittarar í bólkinum.
Valur við Randi í hópinum hevur eisini verið í kapping, men her gekk minni gott. Í fyrsta dystinum møttu tær Umeå, sum hevur heimsins besta leikara, Martu úr Brasil, á liðnum, og her tapti Valur 5-1. Hanna Ljungberg, sum eisini var á Umeå-liðnum, sum KÍ-kvinnurnar leiktu ímóti í 2002, gjørdi 3 mál. Í næsta dystinum tapti Valur 3-2 ímóti Bardolino úr Italia. Í seinasta dystinum hilnaðist betur. Her vann Valur 8-0 ímóti Alma úr Kazakhstan. Valur gjørdist ov stuttar til at koma víðari, og eru sotatt úti av kappingini.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar 5. og 13. november, og síggja soleiðis út:
Brøndby - Zvezda-2005
Arsenal - Umeå
Bardolino - Lyon
Frankfurt - Duisburg
12.09.2008
KÍ-kvinnurnar fingu eitt hampuligt úrslit í
Litava. KÍ-kvinnurnar vistu, at tað fór at vera
torført at vinna dystirnar í Litava, tí liðini
sum KÍ møtti vóru sera sterk.
Fyrsti dysturin var ímóti meistaraliðnum úr
Ungarn, 1. FC Femina. KÍ-kvinnurnar vistu einki um hetta
liðið frammanundan, og tí vistu tær ikki hvat
var teimum í væntu. Kanska hevur respektin verið
ov stór, tí KÍ-kvinnurnar blivu beinanvegin
lagdar undir trýst og tað eydnaðist Ungarska liðnum
at skorað tríggjar ferðir áðrenn hálvleik,
men annars eydnaðist tað KÍ-kvinnunum at halda FC
Femina frá málkjansum.
Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama, har
FC Femina royndi at trýsta KÍ-kvinnurnar, men málmøguleikarnir
vóru framvegis fáir. Tær høvdu stórar
trupuleikar at leika seg í gjøgnum verjuna hjá
KÍ, og í meðan øll væntaðu at
FC Femina fór at fáa fjórða málið,
so var tað tó KÍ-kvinnurnar sum skoraðu, eftir
at Sigrid var fyrr á einum innleggi frá Elsu Mariu,
enn ungarnski málverjin. Dysturin endaði sostatt 3-1
til FC Femina.
Næsti dysturin var ímóti Zvezda-2005 úr
Russlandi. Her er ikki nógv at skriva heim um, tí
russiska liðið var nógv betur enn KÍ-kvinnurnar.
Dysturin endaði 8-0, og at tær kundu gott havt skorað
meira enn tey 8 málini sum tær gjørdu. Russiska
liðið eigur nokk heima ímillum tey allar bestu liðini
í europa.
Triði og seinasti dysturin var ímóti Gintra Universitetas
úr Litava. Hetta liðið var tað sum KÍ-kvinnurnar
mettu at tær høvdu ein kjans í móti áðrenn
tær fóru úr Føroyum, men tá tær
sóu liðið leika, so tær beinanvegin, at hetta
fór at vera ein trupul uppgáva.
Tað var eisini litavska liðið sum byrjaði betur
og legði trýst á KÍ-kvinnurnar, men KÍ-kvinnurnar
vardu aftur væl hendan dystin, og megnaðu at halda málið
reint. Eisini høvdu KÍ-kvinnurnar kjansir at leggja
seg á odda, men tó var tað Gintra sum fekk fyrsta
málið.
Í seinna hálvleiki var leikgondin nøkulunda
tann sama. Gintra hevði bóltin meira, og KÍ-kvinnurnar
spældu uppá skjótálop, men tað eydnaðist
Gintra at fáa ein málafturat. Tá var einki
annað at gera, enn at fara longur fram á vøllin,
og í 67. minutti gav hetta úrslit. Marjun sparkar
innfyri, og har er Sigrid og setur bóltin í netið.
Nú fingu KÍ-kvinnurnar veruliga trúnna uppá
at tað fór at bera til at javna, men tað var ikki
fyrr enn í 85. minutti at útjavnandi málið
kom. Vár Jenny jagstrar ein bólt inni í brotsteiginum
hjá Gintra, tá ein litavskur leikari skumpar Jenny
um koll, og dómarin dømir brotspark. Rannvá
bleiv sett til at skjóta, og setti bóltin trygt í
netið.
Hetta kom sera ovart á Gintra leikarnar, men Kí-kvinnurnar
vóru sera glaðar fyri hendan javnleikin, og vísir
enn einaferð, at tað loysir seg at kempa til síðsta
minutt, hóast ein kemur afturum.
KÍ-kvinnurnar eru nú lidnar í Uefa-cup á
hesum sinni, men tær hava longu kvalifisera seg til kappingina
næsta ár.
02.09.2008
KÍ-kvinnurnar skulu nú leika í Uefa-cup. Kappingin
fer fram í Litava har KÍ-kvinnurnar skulu leika ímóti
1. FC Femina úr Ungarn, Zvezda-2005 úr Ruslandi og
Gintra úr Litava. Øll liðini leika einaferð
ímóti hvør øðrum, og vinnarin av
bólkinum fer víðari í annað umfar.
Dystirnir eru annars hesir
Hósdagin 4. sept. kl. 10 1. FC Femina - KÍ
Leygardagin 6. sept. kl. 10 Zvezda-2005 - KÍ
Týsdagin 9. sept. kl. 12 KÍ - Gintra Universitetas
Ferðalagið kemur heimaftur mikukvøldið 10. sept. 03.07.08

Í døgunum 4 - 9 september skulu KÍ-kvinnurnar
luttaka í Uefa Women's Cup, og í ár gongur leiðin
til Litava. Hetta gjørdist greitt eftir, at lutakast var í
Nyon í morgun, um hvussu leikast skuldi.
KÍ-kvinnurnar endaðu í bólki A1 saman við
Zvezda-2005 úr Ruslandi, 1. FC Femina Budapest úr Ungarn
og vertunum Gintra Universitetas úr Litava.
Vinnarin av bólkinum fer víðari í 2. umfar,
sum eisini er eitt bólkaspæl, og er bíðar
Uefa Cup vinnarnir frá í ár FFC Frankfurt úr
Týsklandi.
Hetta er 8. árið á rað, at KÍ-kvinnurnar
luttakað í Uefa-cup kappingini.
Alt lutakasti kann síggjast her
16.08.07
Women's Uefa Cup er nú liðugt á hesum sinni, og
landskappingin er aftur á skránni. KÍ-kvinnurnar
kláraðu seg heilt okey í Uefa Cup hesa ferð,
tí liðini sum KÍ møtti í ár
eru øll úr teimum størstu kappingunum í
Europa. Besta úrslitið var ímóti ADO Den
Haag úr Hollandi tá KÍ kvinnurnar spældu
javnleik 1-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Den
Haag, men í seinna hálvleiki javnaði Doris efitr
eitt hornaspark.
Ì næsta dystinum gekk minni væl. Hesin var ímóti
Valur úr Íslandi, sum var tað sterkasta liðið
í kappingini. KÍ bleiv snøgt sagt høvla
av, og taptu 6-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Í seinasta dystinum spældu KÍ-kvinnurnar ímóti
FC Honka Espoo úr Finlandi. Hesin dysturin endaði við
einum tapi uppá 1-4, efitr hálvleikstøðuna
1-2. KÍ var væl við í dystinum líka
til seinastu minuttirnar, tá FC Honka fekk tvey mál
afturat. Málið hjá KÍ gjørdi Malene.
Meira kann lesast um luttøkuna á www.ki.fo og har eru eisini myndir at síggja
30.07.07
Nú er greitt hvussu leikt verður í Uefa-cup kappingini.
Tað eydnaðist ikki at fáa dystirnar leiktar í
Klaksvík, tí vit ongan græsvøll eiga í
Klaksvík, so KÍ-kvinnurnar verða noyddar til, at
fara út á Svangaskarð at leika sínar heimadystir.
Leikt verður soleiðis:
Hósdagin 9. august á Svangaskarði
kl. 14:00 Valur (Isl) - FC Honka (Fin)
kl. 19:00 Den Haag (Hol) - KÍ
Leygardagin 11. august á Svangaskarði
kl. 11:00 FC Honka (Fin) - Den Haag (Hol)
kl. 14:45 Valur (Isl) - KÍ
Týsdagin 14. august
kl. 16:00 Den Haag (Hol) - Valur (Isl)
kl. 16:00 KÍ - FC Honka (Fin) (Leiktur á Tórsvølli,
um FC Honka ikki góðtekur at leika í Klaksvík)
Vinnarin fer víðari í aðru rundu, har aftur
eitt bólkaspæl verður.
05.06.07
Nýklaktu steypavinnarnir skulu leika sínar Uefa cup
dystir ímóti Valur Reykjavík úr Íslandi,
ADO Den Haag úr Hollandi og FC Honka úr Finlandi. Hetta
gjørdist greitt eftir at lutakast var í Nyon í
dag.
Leikt verður einaferð ímóti hvør øðrum
og vinnarin fer víðari í bólk B3 har FFC
Frankfurt og vinnarnir úr bólkunum A1 og A4 eru í.
KÍ-kvinnurnar skulu sum kunnugt vera vertir fyri bólkaspælinum,
og nú verður bíða í spenningi, um Uefa
gevur loyvið til at leika dystirnar í Klaksvík.
Dystir verða leiktir 9. til 14. august.
Allir bólkarnir kunnu síggjast her
26.06.07
KÍ verður vertur fyri einum bólkaspæli í
fyrstu rundu av Women's Uefa Cup 2007/2008. Uefa cup kappingin, sum
svarar til Champions League hjá monnunum, varð fyri fyrstu
ferð í 2001, og hava KÍ-kvinnurnar luttikið
á hvørjum árið síðan tá.
Í ár bleiv valt at søkja Uefa um at fáa
eitt av bólkaspælinum til Føroyar, og hesum hevur
Uefa nú játta. Tað er tó ikki greitt um KÍ
sleppur at spæla sínar dystir í Klaksvík,
men tað verður arbeitt við at fáa vøllin
í Klaksvík góðkendan.
Kappingin verður í døgnum 9. - 14 august, koma trý
meistaralið úr Europa hendan vegin tá. Spælt
verður einaferð ímóti hvør øðrum,
og samanlagdi vinnarin sleppur víðari í 2. rundu.
Lutakast verður 5. juli og tá verður so greitt hvøji
hesi liðini verða.
29.04.07
Arsenal eru vinnarar av Women's Uefa Cup 2006/2007. Hetta gjørdist
greitt eftir, at tær vunnu fyrra finalu dystin 1-0 og spældu
0-0 í tí seinna dystinum.
21.04.07
Fyrra finalan í Women's Cup hevur verið í dag
ímillum Umeå og Arsenal. Arsenal vann dystin 0-1 eftir
at tær skoraðu í yvirtíðini. Komandi
sunnudag verður so returdysturin í London, og eftir tann
dystin fáa vit so at síggja hvør vinnur kappingina
2006/2007, sum KÍ-kvinnurnar luttóku í, í
august í fjør.
17.08.06
Nú er nakrir dagar síðani KÍ-kvinnurnar
komu aftur úr Edinburgh. Tær leiktu tríggjar
dystir har, og taptu tær 6-0 ímóti fronsku meistarnum
Juvisy, 2-1 ímóti skotsku meistarnum Hibernian og
7-0 ímóti sponsku meistarnum Espanyol.
KÍ hevði ikki nakran kjans í móti Juvisy
og Espanyol, men í dystinum í móti Hibernian
høvdu KÍ-kvinnurnar betur uppiborið. Tær
vóru á odda 1-0 til 73. min. men so fekk Hibernian
eitt mál har áleyparin legði bóltin við
hondini áðrenn hon fluktaði hann í netið.
Hendan støðan helt sær til 91. min. tá tær
aftur vóru leysar og skoraðu avgerandi málið.
Hetta var eitt stórt skuffilsi, sum tók nakað
av tíð at koma yvir.
Annars høvdu KÍ-kvinnurnar ein góðan og
læruríkan túr, og spældu tær í
móti leikarnum sum teljast í millum bestu leikarar
í verðini.
Nú fara KÍ-kvinnurnar at savna tankarnar um landskappingina,
og vinna hana, so tær fáa møguleikan at luttakað
í Uefa-cup á sjeynda sinni.
Næsti dysturin verður nú sunnudagin í móti
SÍ í Klaksvík. Upprunaliga eigur hesin dysturin
at verða leiktur í Sørvági, men SÍ-kvinnur
møttu ikki upp í Klaksvík fyrr í ár.
Sostatt missa tær heimavøllin.
Hagtølini fyri Uefa-cup kappingina er dagførd og kunnu
síggjast undir leinkini Uefa-Cup.
01.08.06
Nú nærkast alvorliga til KÍ-kvinnurnar fara
til Edinburgh. Tær hava trena nærum hvønn dag
nú alla summarferiuna, og hóast tað eru fleiri
av leikarnum sum hava smásnuddir at dragast við, so eru
vónirnar góðar til at fáa eitt gott úrslit.
Hendan síðan verður væntandi ikki dagførd
aftur fyrr KÍ-kvinnurnar eru komnar aftur. Men væntandi
verða nógv tíðindi at frætta á
www.ki-klaksvik.fo
og www.nordlysid.fo
23.07.06
KÍ-kvinnurnar royna sum frægast at fyrireika seg til
ta torføru uppgávuna sum liggur fyri framman. Og í
staðin fyri at hava summarferiu frá fótbóltinum,
so hava tær vant so at siga hvønn dag, og hevur konditiónsvenjing
fyri tað mesta verið á skránni. Men hetta
er neyðugt um so er, at úrslitini skulu blíva
góð, tí mótstøðan í ár
verður øðilig í mun til hini árini.
Við tað at UEFA hevur broytt mátan liðini verða
seedaði í mun til hini árini, so er styrkin á
liðnum ikki eftirfarandi í mun til tað er seeda.
Espanyol úr Barcelona hevði uttan iva verið í
potti 1 seinasta ár, men av tí at hetta liðið
er við fyri fyrstu ferð, so eru tær seedaðar í
pott 4. So mótstøðan í ár liggur
einki aftanfyri mótstøðuna hjá B36 monnunum,
sum skulu uppí móti Fenerbahce.
Men KÍ-kvinnurnar kunnu ikki bert fara avstað, tí
pengar mugu til. Eins og øll hini fimm árini kvinnurnar
hava verið við í UEFA-cup fótbólti,
so hava tær sjálvar skula skaffa pengarnar til ferðina.
Í ár hava kvinnurnar m.a. selt lutaseðlar til
heimadystirnar hjá monnunum, og eisini hevur ein stuðulsrenning
verið á skránni.
Kvinnurnar fara úr Klaksvík sunnudagin 6. august og
flúgva til Aberdeen, og koyra so í bussi til Edinburgh.
Dystirnir eru:
Týsdag 8. aug. kl. 15 FCF Juvisy, Frakland - KÍ-Klaksvík
Hósdag 10. aug. kl. 20 KÍ-Klaksvík - Hibernian
LFC, Skotland
Sunnudag 13. aug. kl. 14 RCB Espanyol de Barcelona, Spania - KÍ-Klaksvík
Beint eftir seinasta dystin verður koyrt til Aberdeen
og flúgva heimaftur við Atlantic Airways sama kvøld.
06.07.06
KÍ-kvinnurnar skulu leika Uefa-cup í Edinburgh í
ár. Hetta gjørdist greitt, tá lutakast var
í dag. KÍ-kvinnurnar eru endaðar í bólki
sum Juvisy úr Frankaríki, Hibernian LFC úr
Skotlandi og RCD Espanyol SAD úr Spania.
Kunnleikin til hesi liðini er ikki serliga stórur, men
tað sigst at liðið úr Frankaríki er í
millum sterkastu liðini í Europa, og spanska liðið
er ikki langt aftanfyri.
Dystirnir verða leiktir í døgnum 8. - 13. august
í Edinburgh.
27.05.06
1. FFC Frankfurt vann eisini seinna finaludystin í Women's
Uefa-Cup í móti 1. FFC Turbine Potsdam. Úrslitið
gjørdist 3-2 og samanlagt 7-2. Sostatt eru 1.FFC Frankfurt
vinnari av Uefa-cup kappingini fyri kvinnur. KÍ hevur luttikið
í hesu kappingini seinastu 5 árini, og meiningin er
eisini at luttakað, tá nýggj kapping byrjar fyrst
í august.
20.05.06
Nú er komið so langt í Women's Uefa Cup 2005/2006
at fyrra finalan er blivin leikt í dag. Tey bæði
týsku liðini 1. FFC Turbine Potsdam, sum er við sum
vinnari frá í fjør, og 1. FFC Frankfurt leiktu
fyrru finaluna í Potsdam. Úrslitið gjørdist
4-0 til FFC Frankfurt, so tær hava nærum ogna sær
steypið. Seinna finalan verður leikt komandi leygardag í
Frankfurt.
Málini skutu Renate Lingor gjørdi 2, Sandra Albertz
og Kerstin Garefrekes gjørdu hvør sítt.
Øll úrslitini kunnu síggjast her
18.05.06
Jensa í dysti í móti ensku stjørnuni
Racel Yankey, sum nú leikar við Arsenal
Fulham FC sum KÍ-kvinnurnar leiktu Uefa-cup dyst ímóti
í Hollandi í 2003 hava nú valt at taka liðið
úr F.A. Nationwide Women’s Premier League, tí tað
fíggjarliga hongur ikki saman. Ár 2000 boðaði
formaðurin í Fulham Mohamed Al Fayed at hann ætlaði
sum fyrsta felag í Europa at hava eitt fult professionelt
lið, og liðið vann fýra steyp ta tíðarskeiðið
frá 2000 til 2003. Ætlanin var at fleiri feløg
skuldu gera tað sama, men soleiðis bleiv ikki, so skjótt
sást at fíggjarliga hekk ikki saman.
So í 2003 bleiv liðið gjørt til hálvprofessionelt,
men eisini her sóu teir skjótt at tað ikki bar
til, tí tað var lítil og eingin áhugið
í millum fjølmiðlar og fáir áðskoðarir.
Nú er komi so langt at liðið er tikið úr
kappingini, men tey halda áfram at hava gentufótbólt
í aldrinum U10, U12, U14 og U16.
Dysturin sum KÍ leikti ímóti Fulham endaði
við 8-0 tapið.
UEFA tíðindi 2005
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
|