|
19.12.05
Tað
bleiv eitt reint hattrick til Birgit Prinz úr Týsklandi,
tá hon vann heiðurin 2005 FIFA World Player of the Year.
Hon vann eisini hendan heiður í 2003 og 2004. Birgit
Prinz er liðskipari á týska landsliðnum og
spælir til dagligt við FFC Frankfurt. Týska landsliðið
er besta landsliðið í løtuni, og hevur hon
stóra æru av, at tær eru har tær eru. Hon
er ein stórur og sterkur áleypari, sum meira enn ofta
finnur vegin til meskarnar.
Nummar tvey bleiv Martha úr Brazil, hon spælir til
dagligt við stórfelagnum Umeå úr Svøríki.
Fleiri høvdu vænta, at hon fór at vinna heiðurin
í ár, tí hennara evnir við einum bólti
kunnu næstan samanberast við evnini hjá Ronaldiho.
Hon bleiv eisini nr. tvey í fjør.
Nummar trý bleiv Shannon Boxx úr Usa, hon er ein miðvallari,
sum skýtur nógv mál. Hetta er fyrstu ferð
hon er nominera til heimsins besta spælara.
Tað eru venjarar og liðskiparar frá øllum
limalondunum í FIFA sum velja besta spælarin. Fyri
Føroyar vóru tað Álvur Hansen og Bára
Skaale Klakstein sum valdu.
Hjá monnunum bleiv Ronaldinho valdur til besta leikara frammanfyri
Frank Lampart og Samuel Eto.
01.12.05
Nú er tað greitt, at tað verður Birgit Prinz,
úr Týsklandi, Martha úr Brazil ella Shannon
Boxx úr Usa, sum verða vald til heimsins besti leikari
2005. Hetta hevur Fifa almanna kunngjørt, eftir at venjarar
og liðskiparar úr øllum limalondunm hava valt
hvør skal verða besti leikari 2005.
Birtit Prinz spælir til dagligt við Frankfurt, og var
hon vald til besta leikara í 2004, og nú hevur hon
so aftur kjansin til at endurvinna heiðurin.
Martha úr Brazil spælir til dagligt við svensku
meistarnum Umeå, sum KÍ-kvinnurnar leiktu í
móti 2002. Hon endaði á einum øðrum
plássi í fjør.
Shannon Boxx úr Usa er úr USA og hetta er fyrstu ferð
hon er nominera til heiðurin.
Vinnarin verður almanna kunngjørdur á einari gallaveistlu
hjá FIFA tann 19. desember.
27.11.05
Nú
er tað klárt til at leika finaluna í UEFA-Cup
fyri kvinnur. KÍ luttók fyrr í summar í
hesu kapping, men tíverri eydnaðist tað ikki teimum
at leika seg víðari í kappingini.
Nú eru so hálvfinalurnar leiktar, og var tann eina
í millum Montpiller úr Frankaríki og Frankfurt
úr Týsklandi, hon endaði samanlagt 3-3 men Frankfurt
kom víðari uppá útivallarmál. Hin
var ímillum Potsdam úr Týsklandi og Djurgården
úr Svøríki, hon endaði samanlagt 5 - 7
til Potsdam.
Finalan í UEFA-Cup kappingini hjá kvinnum verður
í tveimum umførum, ein á heimavølli
og ein á útivølli, og í ár verður
so hon so rein týsk. Hetta er fyrstu ferð at einki norðlendskt
lið er í millum finalistarnar. Finalurnar verða leiktar
20. mai og 28. mai komandi ár.
01.09.05
Nú er nakað síðani KÍ-kvinnurnar komu
aftur úr Makedonia, men tit skulu ikki verða snýtt
fyri ein samandrátt av túrinum.
Tað var eitt sindur av trupuleikum við at fáa ferðaseðlar
til Makedonia, og tískil var neyðugt at reisa í
fleiri bólkum og fleiri flogfeløgum. Tey fyrstu vóru
uppá pláss í Makedonia kl. 19 mánadag,
og tey seinnu vóru ikki fyrr enn kl. 3 týsnáttina.
Tískil var roynt at hvíla sum frægast áðrenn
dystin týsdagin.

Liðið, sum byrjaði í móti Luwin úr
Sveits.
Fyrsti dysturin var í móti Luwin úr
Sveits, hetta var mett til sterkasta liðið í bólkinum,
og tískil tann harðasti dysturin. Hitin var sera nógvur,
tað lá um tey 40 hitastigini, og tað darvaði
KÍ-kvinnunum sera nógv, men tær fingu eina flúgvandi
byrjan uppá dystin, tí tær komu nevnliga á
odda 1-0 við máli, sum Vivian Bjartalíð gjørdi,
men KÍ var undir press allan dystin, og Luwin hevði sera
nógvar kjansir, men tær høvdu ikki innstilla
kanónina rætt. Í seinna hálvleiki var
støðan heilt ein onnur, nú byrjaðu sveitsisku
genturnar at raka málið, og nú var bara spurningur
um hvussu nógv tað fór at verða. Dysturin
endaði 5-1 til Luwin, og tað sást eisini týðuligt
at KÍ-kvinnurnar vóru darvaðar av varmanum, og
eisini harða ferðin gjørdi sítt til at munurin
bleiv so stórur tá avtárnaði.

Afv. Alexander, hj. venjari, Vivian, Petra, Annelisa, Ann, Paula
S., Una, Rannvá, Birgit, Anna, Jón Harald, venjari.
Ffv. Ragna, Paula M., Mariann, Elsa Maria, Randi, Jóhanna,
Jensa, Maria, Bára, Malena, liðskipari.
Mikudagurin var brúktur til hvíld, og
roynt var at fáa dystin í móti Luwin úr
beinunum. Eisini var farið ein lítlan shoppng túr
til Ohrid, og tað sást beinanvegin at tað var sera
býligt at keypa, men tað var ringt at finna nakað
sum orginalt, tað mesta var eftirlíkningar. Hitin var
sum verða man sera nógvur, og ein skuldi allatiðina
ansa eftir at ein ikki brendi seg, og sólkrem var dúliga
brúkt.

Liðið, sum byrjaði dystin í móti FC Codru.
Næsti dysturin var í móti FC Codru
úr Moldova. Hesum liðinum høvdu KÍ kvinnurnar
fyrr møtt, og ta ferðina taptu tær 5-3 eftir at
verið á odda 3-1 í hálvleikinum, og nú
ætlaðu KÍ-kvinnurnar at hevna hetta tapið,
men tær vistu at hetta fór at vera trupult. Hevði
hitin verið nógvur hinar dagarnar, so var hann nógv
meira hendan dagin, og mundi hitin liggja um tær 50 gradirnar
inni á vøllinum, og einki lot var, so tað var
øgiligt.
KÍ-kvinnurnar sóu beinanvegin at tað vóru
ikki nógvar tær somu á liðnum hjá
Codru, men lyklaleikarnir frá seinast vóru framvegis
við. Hetta liðið var eisini betur enn seinast, men tær
spældu sera nógv uppá langar bóltar.
og tað gekk rímuliga væl hjá KÍ,
at rudda burtur, men tá umleið hálvur tími
var leiktur eydnaðist tað teimum at skorað tvey mál,
og nú gjørdist mótbrekkan tung hjá KÍ.
Men tó svaraði KÍ aftur tá Malena við
høvdinum fekk minka um munin til 2-1, men gleðin var
stokkut, tí Codru fekk eitt mál afturat beint fyri
hálvleik, so støðan gjørdist 3-1 í
hálvleikinum.
Tað var roynt av øllum alvi at koma innaftur í
dystin, men í nógva hitanum var tað sera torført,
og hóast fólkið bleiv flutt longur fram at leika,
og høvdu meira spæl, so eydnaðist tað ikki
at skorað nakað mál. Men harafturímóti
fekk FC Codru eitt mál afturat, so støðan gjørdist
4-1. Leggjast skal afturat, at KÍ leikti teir seinastu 10
min. við einum leikara færri, tí Rannvá
fekk 2 gul kort. Tað er nokk í lagi at FC Codru vann
dystin, men 4-1 var ov nógv.

Ikki eitt skýggj var á síggja á luftini,
tá KÍ leikti í Makedonia.
Fríggjadagurin var aftur frídagur, og
tá var fyrst farið ein shoppingtúr í grannalagnum,
og síðani var farið á strondina, sum lá
beint við hotellið, men tað var ansa sera væl
eftir, so eingin bleiv brendur, og sólkremið bleiv aftur
dúliga brúkt, men hendan dagin var eitt sindur yvirskíggja,
tíbetur. Annars bleiv hvílt, og hugsa um dystin dagin
eftir.
Seinasti dysturin var í móti vertunum
Shkiponjat. Hetta var dysturin har vónirnar vóru góðar
áðrenn dystin, men tað fór at verða torført,
tí hetta var ein av teimum heitastu døgunum, har hitin
lá um teir 50 gradirnar.
Tað gekk eisini væl tann fyrra hálvleikin, KÍ
hevði alt spæli, og komu tær fram til nógvar
kjansir, men tað seinasta manglaði. Men tá ca. 30
tími var leiktur eydnaðist tað enduliga at fáa
bóltin í netið. Malena fór framvið
fleiri leikarnum, og tá hon var komin til baklinjuna spældi
hon út frá til eina fría Mariu, sum bert skuldi
seta fótin á bóltin. Hálvleiksstøðan
gjørdist sostatt 1-0.
Seinni hálvleikur var ikki eins góður fyri KÍ-leikarnar,
og tær komu undir veruligt press frá byrjan, men tær
kláraðu at halda høvdi kalt, og fáa bóltin
burtur. Í 65. min. endaði tó galið, Shkiponjat
skeyt hornaspark, og inni undir málinum var ein KÍ
leikari so óheppin at fáa knæði á
bóltin, so bólturin endaði í málinum.
Løtu seinni dømdi dómarin brotsspark til Shkiponjat,
men Makedonski leikarin skeyt uppum, men dómari vildi at
sparki skuldi skjótast um aftur, tí hon vildi vera
við at Randi leyp ov tíðliga. Seinna sparki fór
eisini uppum, og nú dømdi dómarin fríspark
á brotsteigar linjuni, tí ein makedonskur leikari
var farin og tíðliga inn í brotsteigin.
Nú fóru KÍ kvinnurnar orduliga at trúgva
uppá at tær kundu fáa ein sigur, og tær
komu meira inní dystin, men tað nærmasta tær
komu til, var tá Malena spekkaði at fríspark á
tvørtræið. Dysturin endaði 1-1, og tað
var í lagi tá alt kemur til alt.
Hesuferð eydnaðist tað so ikki at vinna nakran dysti,
men ein javnleikur kom kortini í hús, og tað var
nokk til at enda á triðja pláss í bólkinum,
men hevði varmin verið minni, og hevði úrslitið
uttan iva verið betur.
Nú er tað greitt hvussu lutakastið verður
fyri kappingina 2005/2006. Øll liðini er styrkismett,
og eru har útfrá býtt upp. Sjey tey bestu liðini
(UEFA cup vinnari Turbine Potsdam (Týskland), 1. FFC Frankfurt
(Týskland), 2005 runners-up Djurgården/Älvsjö
(Svøríki), Arsenal LFC (England), Brøndby IF
(Danmark), ZFK Mašinac-Classic Niš (Serbia Montenegro)
Athletic Club (Spania). fara beinleiðis í 2. umfarð,
í meðan restin verður býtt uppí nýggju
bólkar. Áðrenn luttakasti eru liðini býtt
í tríggjar sektiónir, sum síggja soleiðis
út:
| Section A |
Section B |
Section C |
| Eysturíki |
Hvítarusland |
Azerbaijan |
| Belgia |
Tjekkia |
Bosnia-Herzegovina |
| Kroatia |
Estland |
Bulgaria |
| Frakland |
Føroyar |
Kypros |
| Italia |
Finland |
Grikkaland |
| Holland |
Ísland |
Ungarn |
| Norður Írland |
Litavia |
Ísrael |
| Portugal |
F.Y.R. Makedonia |
Kazakhstan |
| Írland |
Moldova |
Poland |
| Skotland |
Noreg |
Rusland |
| Slovenia |
Romenia |
Slovakia |
| Wales |
Sweits |
Ukraine |
Hvør sektión verður býtt uppí
3 bólkar og liðini í feitari skrift eru tey, sum
skulu hýsa bólkaspølunum. Vinnarin í
hvørjum bólki kemur víðari í aðru
rundu.
Lutakastið verður 7. juli.
23.05.05
Women's Uefa cup kappingin fyri 2004/2005 er nú liðug,
og vinnarin gjørdist Turbine Potsdam úr Týsklandi.
Kvinnurnar hjá KÍ luttóku í fyrsta umfarðinum,
komu ikki víðari í annað umfarð.
Tað verða tvær finalur leiktar, ein á heimavølli
og ein á útivølli, og vann Turbine Potsdam
tilsaman 5-1 á Djurgården úr Svøríki.
18.04.05
Nú er komi so væl áleiðis við UEFA Cup
kappingini 2004/05, har sum KÍ-kvinnurnar luttóku
í Polandi, at finalistarnir eru funnir. Potsdam úr
Týsklandi vann heili 7-1 tilsamans í teimum báðum
hálvfinalunum í móti Tróndheim Ørn,
og Djurgården / Alvsjö úr Svøríki
vann 2-1 tilsamans í móti Arsenal. Sostatt verður
tað Postdam og Djurgården/Alvsjö sum skulu leika
finluna. Tað verður ein dystur heima og ein úti,
og verða teir leiktir 11. og 22. mai.
|
|
|
|
|
KÍ
- Heimasíðan |
|
.
|
| |
|
Høvðusstuðul |
|
 |
|