Back to main menu Gistingarhúsið hevur 35 sengur. 6 dupult rúm, 3 tríseingjarúm, 2 fyraseingjarúm og 1 seksseingjarúm.
Fyri bólkar er tað møguligt at reiða upp fyri 40 folk.
Har er matstova, har allar máltíðir verða borðreittar.
Matpakkar kunnu bíleggjast og um ein ynskir stoktan lunda, kan ein bíleggja hettar. Vín og øl kann keypast afturvið.
Skipað verður fyri gongutúrum út í Mykineshólm og niðan á oynna (Knúkur er 560 metrar høgur) við kønum ferðaleiðara. Um klárt er í veðrinum kann ein síggja átta oyggjar í Føroyum frá Knúki.

Bíleggjan av plassi í Kristianshús

Ynskja tygum at bíleggja pláss í Kristianshús, so ger hetta skjótast gjørligt, tá tað kan verða trupult at fáa plass í hásæsongin.

Setið tygum í samband á telefon, send vanligt bræv eller e-mail :  mykines@post.olivant.fo Bræv: Katrina Johannesen, 388 Mykines

Kristianshús

Telefon

31 29 85

Fax

32 19 85

Katrina Johannesen

Telefon

32 19 85

Mobil

21 29 85