VANDAMIKLAR FERŠER.
Av teimum nógvu vandamiklu feršum, iš gjųrdar hava veriš av Mykinesmonnum aftur og fram śr Mykinesi, skal her sigast frį tveimum, sum eg havi hoyrt menn tikiš til sum sera ringar.
Ein av teimum, sum var viš, sigur soleišis frį:
Taš eru vęl fjųruti įr sišani, vit ein dag skuldu fara til Sųrvįgs viš oksum. Tiggjumannafariš varš drigiš į sjógvin, og įtta mans settust til róšrar. Umframt teir vóru tveir menn viš, ein til hvųnn oksan. Ķ hvųrjum skutinum var ein byrši av hoyggj og hįlmi; taš var lagt til farveg undir oksarnar. Eina tvķpottaflųsku av brennivini hųvdu vit altķš viš. Um hana er at siga, at ikki varš smakkaš į hana, fyrr enn oksarnir vóru komnir ķ bįtin, og sįlmurin »Nu flyer jeg til din Naade« var sungin. At fįa hendur į oksarnar gekk ofta striltiš, tó vóršu teir altķš tiknir. Bar taš ikki til at fįa hendur į teir uppi į Holminum, mįttu teir rekast
nišur į helluna, og vóru teir fótfimu menn ikki leingi um at taka teir burturśr, iš farast skuldi viš. Oksarnir vóršu nu grķmašir og leiddir oman į Skarvaklett; so vóršu teir fatlašir. Til fatl hųvdu vit altķš bįtaspenni, og annaš fatliš varo bundiš frammi į bógnum, og hitt um hupparnar. Taš fremra fatliš skuldi vera so rśmt, at flųt hondin gekk undir į hįrygginum, og knżttur nevi
undir taš aftara fatliš į mjórygginum; so mikiš bólgnašu teir, tį iš, teir komu ķ sjógvin. Tį iš oksin fųldi fatliš um kroppin, legši hann seg, helst av bangilsi. Endin av grķmuni, sum var vęllangur, varš
blakašur ķ bįtin, og so vóršu oksarnir bóltašir
į sjógvin. Tį iš menninir vóru slopnir ķ bįtin,
varš róš nakaš ut fra landi. Nś vóršu oksarnir tiknir
inn ķ bįtin į henda hįtt. Fimm av teimum
fręgastu monnunum tóku teir inn; ein tók um
hųvdiš, ein framfatliš, ein afturfatliš, ein halan,
og tann fimti hevši tiljuna. Hann, iš tiljuna hevši,
ansaši nu vęl eftir, at hon lį, sum hon įtti, so oksin
vigaši, og segši so til viš oršunum:
»Takiš nś į!« Oksin skuldi takast viš eitt tak,
skuldi alt vera, sum taš įtti; tó tók ofta bįturin so
nógv inn, at hann var hįlvur av sjógv. Bakoksin
varš tikin fyrst, og so hin å sama hįtt. Nś vare oksin bundin
viš einum ullintum flęttašum bandi, tveir favnar langt
viš klógv į hvųrjum enda. So long skal
klógvin vera, at hon rųkkur śr tumlagripinum į
albogališin, og soleišis skuldi oksin bindast, at eingin knśtur
var į bandinum, tķ tį iš oksin veršur loystur, gongur
handiš av, just sum tį iš vit fitja gįs. Tį
iš oksin var lagdur į lišina, sum hann skuldi Iiggja,
vare griman drigin inn undir lęšriš į honum og so
lųgd tvųrtur um hornini, so hųvdiš lį
aftur viš sķšuni.
Įšrenn menninir settust til róšrar, tóku
teir ein vųtt og lųgdu hann į eygaš į
oksanum, so hann ikki skuldi sķggja land og gerast óstillur.
Menninir settust nu at rogva sušur viš landinum, og tį iš
sungiš var, gekk flųskan runt. Teir róšu altķš av
makt viš oksafarmi. Komnir į fjųršin settu teir
segliš, men hann lį so neyvur ķ ęttini, at teir kundu
ikki sigla upp og noyddust tķ at leggja segliš og rógva noršur
viš Gįshólmi. Noršur var vent og krappsjógvaš, so
baturin fekk eitt brot oman yvir seg framman, og annaš og
trišja brotiš lķka aftanį ķ sama staš. Tį iš
lųgaši av, fleyt bįturin fullur av sjogv, komin til
at sųkka. Einasta, iš gerast kundi, var at venda undan og
hava segliš į. Stżriš var tikiš frį, so tveir mįttu
stżra viš įr, og trķggir oystu, tveir ķ eysrśminum og
ein ķ tofturśminum. So tjśkt legaši inn, at menninir,
iš oystu ķ eysrśminum, kendu tann striša streym
ķ knęsbųturnar; tį kendi hvųr
mašur innanborša, at bert eitt fet var millum hann og
deyšan.
Leišin varš nu lųgd śt um Gįshólm og inn
gjųgnum Dragasund.
Heldur ikki har var gųtan slųtt, tķ nś var vestfalliš
uppkomiš og ógvuliga óslętt; tó komu teir
óskaddir inn um Mślan og kendu tį lęttan at
vera bjargašir. So skjótt sum teir vóru komnir til
Sųrvįgs, vóršu oksarnir loystir į
farvegnum, og tikiš varš inn undir ryggin, og ķ tķ teir
rassašust, vóršu teir boltašir fyri borš, og mašur
leyp viš grimuni į land.
Stundum vildi oksin ikki seta fųturnar undir seg; tį iš hann
soleišis vķsti seg treiskur, varš hann prikašur ķ
halan viš knķvi; tį sprakk hann į fųtur.
Nś varš fariš til gongu viš teimum antin til Mišvįgs,
og um vešur var, viš bįt hašani til Velbastašar,
ella teir vóršu leiddir um Sandavįg til Oyrargjógv og
hašani sundašir til Vestmanna.
Einstakir oksar vóru so eygvaldir, at teir fóru sjįlvir į
sjógvin, tį iš mašurin var farin ķ bįtin viš
grimuni. Śr Vestmanna vóršu teir leiddir eftir oynni til Havnar.
Taš hendi eina ferš, at óvešur og kavarok kom į
tveir menn, sum vóru į veg viš oksum til Havnar. Teir
noyddust at binda oksarnar į fjallinum og leita sęr til
Noršradals, har teir vóršu verandi um nįttina.
Dalkugvin. Taš veršur ofta tikiš til ta feršina, tį iš
teir komu vestur viš Dalkunni. Taš var ein oksaferš, og
vešrið var gott.
Vestur aftur tóku teir so hesa kśnna, sum var śr Gįsadali. Kśgvin
varš tikin inn į Biggjarlógv. Mešan teir vóru į
ferš vestur aftur, brast hann į av landnyršingi, og
vindurin vaks ķ hvųrjum. Summir vildu, at teir skuldu
venda aftur, men teir vóršu viš undirlutan.
Hildiš varo śt um Dragasund, og komnir vestur į Gįshólm,
settu teir į segliš. Vindurin var so nógvur, at tó at segliš var
repaš, fųrdi hann ikki. Taš var ein óslųtt gųta,
įšrenn teir vóru vestur undir oynni aftur. Tį varš tikiš
til at rógva av allari makt, so kśgvin skuldi koma livandi til
Mykinesar. Tį iš teir komu vesturfyri, var haršfųrt,
ja, av ringasta vešri. So nógvur var vindurin, at Mykinesmenn, iš
veriš hųvdu į fjalli, kundu ikki ganga tśnanna millum
viš seyšinum. Henda feršin veršur altķš tikin til sum ein
av teimum ringastu feršunum, menn hava komiš viš livandi
farmi. |