Full sólarmyrking verður 20. mars 2015 á norðaru jarðarhálvu og hon verður full í Føroyum. Í sambandi við sólarmyrkingina hevur Kristianshús opið 14 dagar. Longu nú kann pláss bíleggjast .
Mint verður á, at tað bert er tyrlusamband við oynna. Tann, ið ætlar sær út í oynna, má verða tíðliga á fótum at tryggja sær pláss við tyrluni. Tað er eisini møguligt at leiga tyrluna.
Setið tygum í samband við okkum um telefon, bræv ella teldupost: : mykines@post.olivant.fo
Brev: Katrina Johannesen, 388 Mykines
Kristianshús
Telefon
31 29 85
Fax
32 19 85
Katrina Johannesen
Telefon
32 19 85
Mobil
21 29 85
Full sólarmyrking verður á 462 kilometra breiðum øki; hon byrjar sunnan fyri Grønland, fer síðani yvir Føroyum og út yvir Norðuratlantshav við miðdeplinum framvið Svalbard og endar nær Norðpólinum. Fulla sólarmyrkingin sæst á landi bert í Føroyum og á Svalbard; longst varir hon á havinum norðanfyri Føroyar. Full sólarmyrking verður í 2 minuttir og 46 sekundir úti á víðum havi, men Mykines og Føroyar liggja væl innan fyri fullan mánaskugga, tí miðdepilin fer 120 kilometrar í útnyrðing vestan úr Mykinesi – millum Ísland og Føroyar. Mykines er vestasta oyggj í Føroyum, og er tí nærri miðdeplinum enn Tórshavn. Í Mykinesi varir sólarmyrkingin longst og full myrking varir 2 minuttir og 24 sekundir – 24 sekundir longri enn í Tórshavn. ![]()
Sólarmyrkingin
Lutvíst sólarmyrking verður um alt Evropa, stórum parti av Norðurafrika og langt eystureftir inn yvir Sibiria.
Í Mykinesi verða tíðirnar hesar:
1. kontakt, mánaskuggin nemur við sólarrondina 8.38:33 UT 2. kontakt, full myrking byrjar 9.40:10 UT Full myrking – og nú er myrkast 9.41:23 UT 3. kontakt, sólarrond kemur undan 9.42:35 UT 4. kontakt, sólin leys av mánaskugganum – myrkingin er at enda komin 10.46:58 UT
Klokkutíðirnar galdandi fyri Tórshavn eru nærum tær somu – innan fyri 1 minutt – men fulla sólarmyrkingin er 24 sekundir stytri, tí Tórshavn liggur umleið fyri 45 kilometrar longur burtur frá miðdeplinum enn Mykines.
Skiftandi og óstøðugt veðurlag eyðkennir Føroyar, men við vakrastu sólskinsdøgum á øllum ársins tíðum eru tær frægari, enn mangan ljóðar. Verður skýggjað loft, meðan sólarmyrkingin varir, sæst í øllum førum myrkrið síga seg niðurá oyggjarnar. Tá fara fuglarnir øðrvísi at: hønurnar seta seg á vaglið, dunnur og aðrir fuglar seta seg ella reiðrast!
Fleiri upplýsingar eru at finna á alnetinum um sólarmyrkingar sum heild og eisini burtuav um 20. mars 2015.