
Prát við Petur Simonsen á "Fregat Fiskeeksport"
í Grenå
Tað eru ikki fáir klaksvíkingar ið gera vart við
seg bæði í Føroyum, og eisini í útlondum.
- Við hollari útbúgving innan fiskivinnu og útbúgving
fra Danmarks Exportskole,
virkar ein teirra - Petur Simonsen - hjá sølufyritøkuni
"Fregat Fiskeeksport" í Grenå.
Petur Simonsen
Ongantíð hevur verið meiri umráðandi enn nú
hjá ungum fólki at fáa sær holla útbúgving
at byggja lívið á. - Bæði bókliga
og við royndum.
Mong av okkara ungu seta kósina eftir útbúgving,sum
gevur arbeiði innan almennar stovnar, skúlaverkið, sjúkrahúsverkið
o.t. fyri soleiðis at tryggja sær eina framtíð
við innihaldi og innløgu.
Tó er nokk so fitt av ungum fólki, sum fer eftir vinnulívsútbúgvingum
og meta henda táttin meira spennandi, mennandi og við møguleikum
fyri óavmarkaðum útbyggingum av hugsjónum.
Ein teirra er klaksvíkingurin Petur Simonsen, sum í dag
starvast hjá "Fregat Fiskeeksport" í Grenå.
Útbúgving í Føroyum og í Danmark
Petur, sum er 26 ára gamal, fór eftir vanligan loknan
fólkaskúla í arbeiði hjá NFCS í
Klaksvík. Helst fekk hann her áhugan fyri eini útbúgving
innan fiskivinnu og sølu.
Hann fór síðani á Tekniska Skúla í
Klaksvík har hann tók HT, umframt at hann eftir einum
ári fekk sær nakrar lærugreinir á Fiskivinnuskúlanum
í Vestmanna. - Eftir hetta var Petur eina tíð aftur
hjá NFCS (sum millum manna í Klaksvík verður
kallað "úti hjá Anthoniusi")
Leiðin gekk so til Danmarkar í januar 1999, inn á
Den danske Eksportskole í Herning. - Her hava fleiri føroyingar
fingið sínar útbúgvingar.
Útbúgvingin tók hávltannað ár.
Danmarks Exportskole varð fíggjaður úr grunni,
sum settur varð á stovn av privatum vinnulívs-fyritøkum
har á leið. Nevnast kunnu eitt nú menn sum ein av
Damgaard-brøðrunum, Lysholm og Damskibsselskabet í
Herning. - Ídag hevur skúlin bert eina "eksport-linju",
hon er innan tekstil. Hinar útbúgvingarnar eru lagdar
á aðrar skúlar.
Boð eftir Peturi
Tá Petur hevði lokið prógv har í mei mánaði
2000, var boð eftir honum hjá fiskasølufyritøkuni
"Fregat Fiskeeksport". Henda fyritøka var stovnsett
í Ebeltoft í 1998 av tveimum dønum, sum høvdu
verið í starvi hjá TOR-fisk. Teir keyptu ein fiskahandil
har, sum eisini gjørdi nakað við at roykja fisk. Fyritøkan
varð nakað eftir flutt til Grenå. - TOR-fisk er væl
kend av føroyskum fyritøkum.
Fregat Fiskeeksport
Danir hava duga væl at ment samfelagið frá at vera
eitt landbúnaðarland til ídnaðarland og víðari
til teir í dag í størri mun liva av gevandi sølu-
og tænastuvirksemi. - Eisini skal sigast, at landið liggur
væl fyri og er ein patur av meginlandinum í samstarvi við
ES og soleiðis ein stórur heimamarknaður.
Ofta vísir seg, at londini sum ikki hava serligar ráðvørur
og náttúrutilfeingi, fáa meiri burtur úr
hvørjari krónu. Soleiðs hava danir við hepnari
hond vunnið seg fram á heimsmarknaðinum.
Fyritøkan "Fregat Fiskeksxport" keypir umframt fiskavørur
Danmark eisini úr Noregi, Svøríki og Føroyum,
og við góðum sambondum útflytir til lond sum Spaniu,
Belgiu, Hálands, Bretlands og niður á franska marknaðin.
Í fyritøkuni starvast seks fólk, fimm seljarar
og ein bókhaldari, við eini árligari sølu,
sum liggur um 100 milliónir danskar krónur av øllum
fiskasløgum.
Fesk fiskafløk er stórur partur av útflutninginum.
Ymiskir keyps- og søluhættir við dyggum krøvum
"Fregat Fiskeeksport" hevur samstarv við ávíst
flakavirki, sum framleiðir fyri teir. Ein annar háttur viðvíkjandi
innkeypi er, at teir geva boð um, hvat skal keypast inn til víðari
sølu. Her hevur fyritøkan fulla ábyrgd. Triði
hátturin er, at virkir koma sjálvi og bjóða
teimum fisk til at selja víðari. Her hava teir ikki somu
ábyrgd, men standa bert sum seljarar.
Innkeypið er ógvuliga fløkt, og ein pínlig
nágreinilig uppfylging skal til, tá handlast skal. Eisini,
tá bilarnir hjá teimum fara niður á meginlandið
við fiski. Keypararnir krevja eina dygga tænastu og ikki minst,
at vøran verður latin til tíðina. Verður hon
ikki tað, kann støðan gerast hættislig sigur Petur
víðari.
Umframt hetta seta keyparar stór krøv til góðskuna,
og serliga tá hugsað verður um eina lítla fyritøku
ert tú serstakliga umhugsin við góðskustýringini
av tí, ið útflutt verður. Og hetta leggja vit
stóra herðslu á, sigur Petur.
Eg nevndi, at Danmark hevur ment seg týðiliga sum søluland.
Eitt dømi er, at danir hava t.d. sjálvir ongan laks, men
útflyta hópin av laksi, sum fer yvir danskar fiskasølur.
Kanska heimaftur komandi ár
Tá Petur verður spurdur, um hann framhaldandi ætlar
at verða í Danmark, sigur hann, at tað ætlar hann
ikki, men í øllum førum ætlar hann at verða
har summarið yvir, áðrenn hann leitar heim aftur á
klettarnar. - Hann er glaður fyri arbeiðið, sum bæði
er mennandi og spennandi.
Sama sum ættarfedrarnir
Føroyar hava brúk fyri fólki, ið hava tílíkar
vinnulívsútbúgvingar og sum bæði í
útlondum og her heima fáa sær gevandi royndir.
Stuttligt er eisini, at Petur tekur táttin upp eftir ættfedrum
sínum, sum eisini arbeiddu í privata vinnulívinum.
Peturi verður ynskt alt gott í starvi sínum, og at
hann við góðum tevi og áræði kemur víðari
á breytini hann er farin inn á. At hann fær sær
royndir, sum aftur kunnu geva nakað til land okkara og serliga til
Klaksvík.
|