Tættir úr vinnulívinum:

J.F.K. eigur 12% av føroyska útflutninginum

Eitt er, at Hanus Hansen, stjóri hjá J.F.K. hevur nógv jørn í eldinum, men hann
og nevndin hjá honum kunnu fegnast um, at eginpeningurin er øktur úr
1,5 milliónum krónum í 1992 til 100 mill. krónur í 2001.

Grundarlagið undir einum sunnum samfelagi við hollari sosialari trygd, góðum eldrapolitikki, nøktandi barnaansing, dyggari útbúgving og hugsjónarligum tænastustøði er eitt gott og væl útbygt vinnulív, har bæði leiðarar og fakliga virkandi arbeiðsfólki, sum hevur dagligu framleiðsluna um hendur, eru ein eind.
J. F. Kjølbro-fyritøkan sum skjótt fer um tey 90 árini, hevur verið og er Klaksvíkini stórur vinningur. Neyvan hevur nøkur fyritøka í Norðanlondum - sammett við fólkatalið - havt tann týdning fyri sítt umhvørvi, sum Kjølbro-fyritøkan fyri Klaksvík og Føroyar.

Søgan er eitt. Nútíðin og framtíðin er annað og altíð spennandi. Hesi fyribrigdi fara vit at hyggja at.

Royndur stjóri í góðum árum
Í dag er Hanus Hansen stjóri í J.F.K. fyritøkuni. - Hann er 43 ára gamal og sostatt í bestu árum.

Lat tað beinanvegin verða sagt, at J. F. K.- fyritøkan við sínum 400 fólkum í starvi, hevur størsta týdning fyri framburð og menning í Klaksvík og Norðoyggjum.

Eftir lokna skúlagongd í 1975 fór hann til skips við Borgaranum, hjá p/f Klakkki. - At hann fór til skips við abreiðssomu Innistovumonnunum var náttúrligt, tí sambandið millum familjurnar og umhvørvið har var so tætt.
Eftir at hava siglt við Borgaranum í 1 ár, fór hann við Nónhamri hjá sama reiðaríið. Har var hann við í 2 ár til hann fór á stýrimans- og skipsføraraskúla frá 1979 til 1981.



Hanus sigur sjálvur, at: "Frá tí eg var smádrongur havi eg havt ein dreym, og tað var at verða skipari, at standa á eini trolarabrúgv. Eg minnist so týðiliga, tá eg sá myndir av skipunum á skrivstovuni hjá Kjølbro, tann tokka eg fekk til hetta."
Eftir hetta fór Hanus við Mortini Johannesen (hjá Kaj). Har sigldi hann við Enniberg, og varð vandur upp undir góðum hondum, fyrst sum stýrimaður og seinni sum skipari. Fyrsti túrur sum skipari var í 1986.

Men í 1996 kom ein stór broyting aftur í hjá Hanusi, tá hann 1. august hetta árið byrjaði sjóri í J. hjá J. F. K.

Vanlig føroysk fiskivinnufyritøka í góðum sum í ringum veðri
Eingin skal ivast í, at Kjølbro-fyritøkan í hesi 90 árini bæði hevur virka í góðveðri við mildum loti og í viðvindi, men tað hava so sanniliga eisini verið ár, tá fyritøkan - eins og allar vinnulívsfyritøkur sigldu ringan sjógv.

Soleiðis var eisini, tá seinastu kreppuárini tóku seg upp fyrst í nítiárunum.
Klaksvíkin stóð tá sum ein maður. Boð vóru eftir skilafólkum úr vinnu bæði á sjógvi og landi Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og Kvinnufelag, peningastovni Norðoyinga, Norðoya Sparikassa.
Klaksvíkar Býráð kundi bera tann lutvíst lættara lutin, at vera samskipari fyri hesar ábyrgdarfullu klaksvíkingar og norðoyingar.

Í 1992 sat J. F. K. við einum eginkapitali sum líktist 1,5 millión krónum. - Hetta var sjálvandi lítið at fara víðari við.
Ein dygg leiðsla við ein dugnaligari nevnd fór tá til verka á hesum grundarlagi, at fáa eina skipan fyri teir báðar trolararnir Sundaberg og Skálaberg.

Ynskti størri virksemi
Henda dagin eg sat á J. F. K. skrivstovuni, minti Hanus Hansen meg á, tá eg sat sum borgarstjóri, at eg í 1996 ella 97 segði við hann."Tað harmaði meg, tá eg hevði fylgt søguni hjá Kjølbro, at síggja, at hetta risafelag nú bara sat eftir við tveimum trolarum, og at hetta ídag hevði alt og lítið at geva býnum".
Eg og vit onnur fingu annað at síggja.

Tað er "Føroyagrunnurin frá 1971", sum eigur 99,7% av partapeninginum meðan Jóannes Kjølbro (sonur Ewald), sum eingur restina.

Í dag hevur J. F. K. fyritøkan ikki færri enn 400 fólk í heiltíðarstarvi. J.F.K.-fyritøkan seldi fyri millum 410 og 420 milliónir krónur í 2001. Hetta er 12% av øllum føroyska útflutninginum.
Kósavirkið hevur eini 400 fólk á lønarlistanum, men roknað við hetta sum ársverk, eru tey 180 í tali.

Stórar íløgur gjørdar
Umframt Kósavirkið, eigur J.F.K.-fyritøkan ikki færri enn fýra stórar trolarar, Sundaberg, Næraberg, Sjúrðarberg og Fulgberg, meðan tann fimti trolarin - Skálaberg - verður latin av skipasmiðjuni 15. dsember í ár.
Víst verður til talmyndina viðvíkjandi ognarviðurskiftunum.

Árið í fjør royndist hampuligt við rímiligum avlopi
Føroyingurin hevur higartil liva av monnum, ið hava tora at gjørt íløgur, og at fólkið uttan um, hevur staði saman og skorða undir hesar íløgur, við dugnaligum og ágrýtnum fólki, og soleiðis er enn, og soleiðis fer eisini at verða í framtíðini.
Meðan Sundaberg og Kósavirkið høvdu eitt gott ár, hevði Sjúrðarberg tað ikki gott í fjør.
Næraberg fiskaði fyri 92 mill. kr. - Roknað varð við, tá báturin kom í flotan, at fiskaði hann fyri 90 milliónir krónur, stóð upp og niður, men orsakað av støðugt hækkandi oljuprísum, gjørdist 92 milliónir krónur ikki nóg mikið.
Surimiprísurin hevur verið hækkanid í ár, og sagt verður frá reiðaríðinum, at hevði núverandi prísur havt verið alt árið, var støðan tann, at eitt avlop var ikki óhugsandi.
Fuglberg, sum J.F.K. Prawns eigur gjørdi eitt vánaligt ár í fjør orsaka av bæði lágum rækjuprísum og ov mongum tekniskum trupulleikum.
Men samanumtikið má sigast, at J.F.K.-konsernin gjørdi eitt hampuligt ár við rímiligum avlopi.

Grundarlagið undir trivnaðinum í Klaksvík
Klaksvíkin er fiskivinnuhøvuðsstaður føroyinga, og skal hann halda fram við tí, verður neyðugt at fylgja við, og ikki minst almennu útbyggingarnar av Klaksvíkar Havn, av ídnaðar- og handilsøkjum og nýhugsan innan sethúsamarknaðinum.
Vinnuvirksemið er harðliga tiltrongt, men hevur ikki altíð ein so lættan gerðandisdag, og í hesum viðfangi kann ikki latast verða við at nema við ta viðferð Dimmalætting hevur givið royndarvirk-seminum Næraberg.

Heldur enn at geva hesum royndarvirksemi tað vanaliga skoðsmál, kann sigast, at hetta skipið hevur hesi tvey árini verið mongum ungum føroyingi til upplæring og roynd. Her hevur javnstøða millum ungar menn og kvinnur staðið sína roynd og hevur havt stóran týdning fyri føroyska fiski-
vinnu.

J.F.K.- fyritøkan hevur gjørt og ger stórar íløgur, og tað er at vóna, at blíður byrður fylgir fyritøkuni.
At hava økt eginkapitalin úr 1,5 mill. kr. í 1992 upp í 100 mill. krónur í 2001, vísir gongdina higartil. - Hetta kunnu vit fegnast um.





Talmynd av J.F.K. fyritøkuni
Heiltíðarstørv 400
Íalt knýtt at fyritøkuni 600
Útflutningsvirði 400 mill. kr. (12% av føroyska útflutninginum)
Eginkapitalur 100 mill. kr.

Flotin:
Sundaberg verksmiðjutrolari. Ognarviðurskifti: J.F.K. 100%
Manning 38

Næraberg verksmiðjutrolari (surimi). Manning 80.Ognarviðurskifti: J.F.K. 2/3
Manning 80 Norway Seafood 1/3

Sjúrðarberg frystitrolari Ognarviðurskifti: J.F.K. 100%
Manning 18

Fuglberg Ognarviðurskifti: J.F.K. 55%
Manning 18 Polar Seafood 33%
Tórshavnar Skipasm. 12%.

Skálaberg (nýggi)
Sum er mest framkomni verkmiðjutrolarin, verður latin
frá verksmiðjuni 15. desember ár.
P/f Kósin Ognarviðruskifti: J.F.K. 94,8%
Manning 180 ársverk (400 knýtt at virkinum) Klaksvíkingar.o.o. 5,2%

Lønarútgjaldan í J.F.K. fyritøkuni 110 mill. krónur
Millum 15 - 20 mill. kr. verður kommunuskatturin í Klaksvík av hesum , sum
svarar til 20 % ella 1/5 av kommunuskattinum í Klaksvík.
Unframt tað ið her er nevnt, hevur J.F.K.-fyritøkan eisini sett pening í Pure Water og í føroysku oljuvinnuna.




Eingin ivi eru um, at Jógvan Kjølbro hevur verið størsti og mest víðfevndi vinnulívsmaður í Føroyum og sammett við fólkatalið, ein hin størsti í Norðurlondum. -

Hann var ikki bert týdningarmikil fyri Klaksvík og Norðoyggjar, men fyri allar Føroyar.
Jógvan Kjølbro varð føddur 25. februar í 1887 og doyði 6. februar 1967, stutt áðrenn hann fylti 80 ár.
Hann hevði sostatt fylt 115 ár mánadagin 25. februar.

Fyri júst 50 árum síðani, tá hann fyldti 65 ár, fekk hann heiðurs- og takkarskriv frá týdningarmiklu stovnunum Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar útróðrarfelag.
Sóknarstýrið takkar J. F. Kjølbro "...fyri teir fjølbroyttu og týdnigarmiklu virkishættir, tygum hava sett í verk bæði á sjógvi og á landi...", meðan Klaksvíkar Útróðrarfelag sigur: "Vit takka tygum ídag á 65 ára degi tygara, fyri tað stóra og týdningarmikla arbeiði, tygum hava avrikað fyri útróðurin...."

Tá P/f J. F. Kjølbro hevði flest fólk í arbeiði, vóru 950 fólk knýtt at fyritøkuni

Grein í Norðlýsinum februar 2002