
Tættir úr vinnulívinum:
Klaksvíkingurin í Kista - í tøkiniliga
meningarmiðdeplinum
Svenski býurin Kista hevur megnað at sett seg á heimskortið,
tá talan er um tøkniliga menning. Býurin ið
liggur beint uttan fyri Stokhólm, hevur undir 30.000 íbúgvar,
men hevur eitt fjølbroytt útboð av hølum og
í sambandi við at byggiverk-ætlanir sum frálíður
verða framdar í verki, økist útboðið
av nýggjum hølum við fleksiblum verkætlanum.
Tvinnar av størru byggiverkætlanunum eru "Kista
Science Tower" og "Kista Entré".
Ofta verður havt á munni, at "menniskjan fylgir illa
menningini av kunningartøknini, tí hon mennir seg sjálva,
skjótari enn menniskjan er før fyri at hugsa".
Thomas Watson stjóri og íbirtari av IBM segði í
1948, at "tað verður ongantíð rúm fyri
meiri enn tveimum teldum í heiminum". Í 1968
20 ár eftir segði stjóri á framkomnari
teldufyritøku, at "tað fer ongantíð at bera
til, at ein telda fer at standa í hvørjum heimi".
Menningin er dygg, vitskapurin økist í stórum skjótari
og skjótari, og menniskjan leitar eftir nýggjum leiðum
hvønn tíma og hvønn minutt innan kunningartøknina.
Føroyingar eisini hjá Microsoft
Í hesi menning eru føroyingar við, hóast smáir,
so eru eisini føroyingar, sum hava gjørt um seg í
útlondum.
Ein teirra er Rúni Hansen úr Klaksvík, sum hevur
starvast hjá Microsoft, og í dag starvast hjá altjóða
fyritøkuni Basset, ið er heimahoyrandi í Svøríki.
Mamman sá lýsingina
Í september mánaði 1995 stóð lýsing
í einum dagblaðið eftir fólki. Lýsingin
var frá Microsoft, fyritøkuni hjá Bill Gates.
Rúni vísti ikki hesi lýsing serligan ans, meðan
mamma hansara helt, at hetta var nakað fyri Rúna, og gjørdi
ikki mætari, enn at hon sendi umsókn inn.
Stutt eftir varð Rúni biðin um at møta úti
í Brøndby hjá kendu "headhuntara- og lýsingafyritøkuni"
Mercuri Urval. Hann fekk starvið.
Áðrenn hevði hann í 1980unum arbeitt hjá
p/f Data í Havnini. Í 1988 tók hann FHX í
Danmark. fyri at vinna sær lønandi arbeiði, málaði
hann um sumrarnar. Í 1989/93 gekk hann á Sønderborg
Handilsskúla, fekk útbúgving sum "edb-assistent-ur/datamatikari".
Í 1993 tók hann tvey skeið í "datanom
objektorienterað analyse, design og program". Hetta
vóru tvinni modul í 6 mánaðar, ið góvu
prógv.
Frá ICL til Basset
Í august 1996 flutti Rúni í annað starv hjá
hátøkniligu fyritøkuni ICL. Hetta er fyritøka
sum Fujitsu og Siemens eiga. Her gjørdist Rúni
serviceteknikari, síðani system-administratørur, har
hann hevði fulla ábyrgd av 50NT servarum, bakkup og umleið
2000 brúkarum.
ICL selur loysnir, hardware og software til kommunu- og sjúkrahússkipanir
og leverar heimateldur til eitt nú stóra flogfelagið
SAS, og hevur ábyrgd og tænastu av hesum.
Kista eitt Silicon Walley
So gott sum allar hátøkniligu fyritøkurnar hava
skandinavisku høvuðsskrivstovuna í Kista, so sum ICL,
Oracle, Fujitsu, Dell, IBM, Ericson og mangar aðrar. Hetta
er eitt Silicon Walley Í Skandinaviu. Kista er soleiðis
miðdepil fyri allari tøkniligari menning.
Í "Kista Science City" verða í løtuni
stórar framtíðarætlanir lagdar, so stórar,
at teir ætla at gerast fremstir í øllum heiminum,
har fróðskaparsetrið (univeristetið), bústaðir,
mentan, náttúran, tænastur og heimsins fremstu fyritøkur
samvirka og draga at sær øll tey dugnaligastu fólkini.
Virka í heimshøpi
Altjóðagerðin kemur alt skjótari inn á
okkum, og tann ið ikki fylgir henni, hevur ongan møguleika.
Her ræður um ikki at ganga í fótasporum
hjá øðrum, men at sleppa sær fram um.
Í 2000 byrjaði Rúni síðani hjá Basset,
har hann framvegis er í starvi.
Basset varð sett á stovn í 1997, hevur høvuðssæti
í Svøríki. Umframt tað hava teir deildir í
Malaysia og í USA. Rúni varð settur í arbeiði
sum nr. 17. Basset hevur umleið 100 fólk í vinnu og
hevur umleið 100 "installatiónir" í 60 ymiskum
londum.
Felagsins virki innan samskifti fevnir serliga um brotsmannaøki,
t.d. stolnar telefonir, har tilber at seta ávaringartól
á - so ein beinanvegin veit, hvaðandi brotsmaðurin ringir
frá - faktureringsskapanir, roaming, soleiðis at ein lættliga
kann ringja í øðrum londum, týðingar av
telefonfílum til lesifør data v.m.
Í mongum førum leggur Basset seg eftir lyklaklárum
skipanum.
KT-krøvini økjast í stórum
Teir siga sjálvir orsøkina vera, til at teir hava havt
ein so góðan vøkstur, at teir eru "skjótir
at menna", "skjótir at installera" og síðani
hava teir "vælskipaðar avtalur við samstarvspartar".
Umframt hetta sigst vera sera umráðandi "kappingarførir
prísir", "skjóttvirkandi software", sum
eru løtt og einfald at nýta og "software sum alt
tænastufólkið kann nýta".
Basset gevur starvsfólkinum skeið í menning og í
framtíðarútlitum. Hesi skeið kosta nógvan
pening, men eru neyðug og gevandi. Fyritøkurnar mugu vera
fíggjarliga væl fyri. Skeið verða hildin í
fjarløgdum londum. Hetta verður gjørt bæði
fyri at koma úr dagliga umhvørvinum og eisini fyri at
kenna marknað og mentan langt burturi frá okkum
Heimurin er vorðin so lítil, føroyingar finnast á
øllum mótum, og teir gera seg sanniliga eisini galdandi,
har teir eru.
Her heima verður eisini virkað dagliga fyri menning. Talan er
um gransking, men eitt er givið, og er sera umráðandi,
at føroyingar fáa dygt samband við fyritøkur,
sum eru komnar longri enn vit.
Rúni sigur eisini, at eitt av stóru vakstrarøkjunum
hjá Basset er í Baltisku londunum, eitt nú arbeiða
teir fyri almennu fyrisitingina í Letlandi.
Tað er hugaligt at síggja føroyingar væl fyrikomnar
í útlondum. Hetta eru góð umboð fyri Føroyar.
Vit eiga eisini at royna at gera okkum til góðar av teirra
royndum og teirra vitan.
Men - sjálvandi er eisini hesin klassiski spurningurin settur
Rúna, um hann vendir heimaftur
Her svarar hesin sáttligi, hóvligi og hugsunarsami klaksvíkingurin:
"Í løtuni vil eg vera har sum eg eri, mitt í
kunningartøkniliga hjartanum".
Grein í Norðlýsinum juli 2002
|