Jógvan við Keldu skrivar:

Tættir úr vinnulívinum: Fisher Heinesen




Ein teirra, ið myndaði og menti Klaksvík.
- Hugsunarsamur gjørdi hann sínar metingar og óræddur segði hann sínar meiningar

FYRRI PARTUR

Tá farið var um liðið úr nítjandu inn í tjúgundu øld, livdu føroyingar, eins og londini uttan um okkum, í avgerandi broytingartíð bæði mentanarliga, á vinnuliga- og handilsliga økinum, samstundis sum politiski urtagarðurin spretti við nýggjum vøkstri.
Frískligir vindar blástu úr útheimi og hugsjónarfólk sóu fyri sær fjølbroytta og mennandi framtíð við nýggjum og størri møguleikum.
Eitt ættarlið hevði sett síni merki á umhvørvið, síðani einahandilin varð avtikin í 1856, og føroyingar fingu frítt at virka á sjógvi sum á landi. Frælsið elvdi til nýggjar hugsanir, spenning og menning. Føroyngurin, sum menningarliga hevði ligið fjøtraður, vísti nú sín veruliga dugnaskap.
Eingin ivi er um, at henda broytigartíð legði lunnar undir frambrotini, sum skaptu okkara livandi samfelag.
Í vinnuliga oddinum stóðu um hetta mundið havnarmenn og suðuroyingar, sum fingu sær havgangandi skip. Hesin framburður kom ikki í Klaksvík fyrr enn nøkur ár seinni.
Um aldaskiftið búðu stívliga 15.000 fólk í Føroyum. Góð 600 búleikaðust í Klaksvík. Hóast Klaksvíkin tá, eins og nú, var av tryggastu havnum í landinum, var plássið ikki góðkent til vetrarlegu. Skipini lógu á Fuglafirði ella á Skálafjørðinum.

Framburður

Í hesum árum sær út til, at nú fer nakað av álvara at henda í Klaksvík.
Í 1894 verður skúli bygdur Undir Heygnum. Sjúkrahúsið verður tikið í brúk 1896, sum gerst økissjúkrahús fyri Norðoyggjar og eystursíðuna av Eysturoynni. Føroya Fólkaháskúli sær dagsins ljós í 1899. Um hetta mundið verður Samkomuhúsið bygt og Klaksvíkar Ítróttarfelag verður stovnað 1904. Tennisvøllur verður gjørdur og seinni fótbóltsvøllur og mong onnur átøk; eitt nú í 1906 verður gjørdur svimjihylur út í Grøv. Helst fyrsti í landinum.
Klaksvík verður sjálvstøðug kommuna 1908 við bygdunum Skálatoftum, Strond, Oyri og Árnafirði. Í 1910 rennur upp árið, tá Klaksvíkin verður góðkend til vetrarlegu.
Nú byrjar skipatalið av álvara at økjast, og Klaksvíkin verður rættiliga væl fyri.
Í hesum døgum og í hesi menningartíð - nevniliga 3. september 1901 - verður ein drongur borin í heim Undir Heygnum, beint oman fyri skúlan. Hann verður doyptur 20. oktober sama ár í Klaksvík. Í dópsváttanini stendur »i Vaag kirke«, sum tá bert var 35 ára gomul. Navnið verður Hans Fischer Heinesen.
Hesin drongur kom, tá hann vaks til mans, at ávirka sína samtíð, og kom at mynda og menna plássið.
Fischer, sum hann dagliga kom at verða nevndur, var yngsti sonur Honnu, ættað úr Gerðum og Jógvan Heinesen, sum kom higar úr Elduvík, og tí kallaður Elduvíks-Jógvan.
Fischer átti trý systkin. Elsti beiggin, Heini, flutti til Amerika, Jacob, sum átti »Ekliptiku«, fórst við henni 1941, og Anna, sum var yngst. Maður hennara fórst eisini hesa feigdarferð við »Ekliptiku«.


Elduvíks Jógvan

Elduvíks-Jógvan var tiltikin skilamaður á sjógvi og í bjørgum. Ein sera gudrøkin maður. Robert Joensen sigur um hann, »at hann var ein hugsandi maður og kendist sum livandi uppslagsbók.«
Fischer hevur í mangar mátar verið átøkur pápa sínum.
Væl fyltur 13 ár fór Fischer til Havnar at vera hjá mostur síni, Bette Øster. Meðan hann búði har, varð hann fermdur í Havnar kirkju. Mammubeiggi hansara, Absalon Joensen, var prestur.

Útlongsul

Í Oktober mánaði 1915 fór hann í snikkaralæru hjá Petur Poulsen, »Petur-Snikk«. Útlongsulin gjørdi helst av við læruna, tí longu føstulavintsmánadag árið eftir fór hann aftur til Klaksvíkar.
Honum hóvaði betur at sleppa á sjógvin. Eftir at hann hevði róð nakað út og gjørt annað fyrifallandi arbeiði, fekk hann hýru við »Margrethe« í 1917, sum Jacob Hendrik Isaksen á Viðareiði átti. Skipari var tiltikni Jóan Petur hjá Mouritsi.
Í blaðnum 14. september í 1957 hevur hann greitt gjølla frá hesum túri, tá teir vórðu søktir á Bankanum av týskum kavbáti. Tann dagin vórðu ikki færri enn átta føroysk skip søkt. Hann greiðir frá, hvussu tað kendist, sum 15 ára gamal at verða tikin av skipinum umborð á trongliga kavbátin, fyri síðani at verða sleptur við árabáti, sum fleyt um rimina, einir 72 sjómíl úr næsta landi.
Hann nevnir í greinini týdningin, sum Mikkjal hjá Linu hevði fyri hann. Mikkjal hevði tá verið til skips í eini tvey ár og kendist »fullbefarin«. Tá teir fóru út av vánni, komu teir eftir dekkinum fram á ein enda, sum lá og rakst. Mikkjal tók endan upp, í tí hann sigur: »Tá tú sært ein enda liggja óuppgjørdan, so skal tú bara gera hann upp.« - Ein læra fyri lívið, sigur Fischer.


John Bull

Frá tí at hann var fyltur 16 til hann var 20 ára gamal var hann við føroyskum skipum, við »Ingrid«, »John Bull«, »Britons Pride«. Annars var okkurt fyrifallandi, eitt nú var hann við til at gera »Nýggjaveg« um Eiðið fyrst í 20'num.
Í 1921 liggur leiðin í útlond, og fyrsti støðgurin er á sjómansháskúla í Svendborg, sum tá var einasti skúli av sínum slagi í heiminum.
Eftir lokna skúlagongd fór hann í sigling við donskum skipum og í 1923 við svensku barkini »Nordstjärnan« og øðrum farmaskipum. Har fekk hann týdningarmiklar royndir. Hann sigldi víða, vitjaði eitt nú í Hálandi, Fraklandi, Onglandi og Skotlandi, umframt øll Norðurlond.
Tað kann tykjast løgið, men trupult hevur verið hjá Fischeri at fáa sýnsváttan, tí onkrir hildu, at eyguni vóru í lagi, meðan aðrir hildu ikki. Men vísiliga hvíldi hann í orðunum í sálmi 25 eftir Dávidi, ørindi 12: »Um maður óttast Harran, so vísir hann honum tann veg, hann skal velja.«

Sjómansskúlalærari

Í 1924 fór hann so á stýrimansskúla - ikki í Svendborg, sum hann hevði ætlað - men í Ålborg. Hann fekk prógv í 1926.
Eftir hetta var hann sjómansskúlalærari í Svendborg og í Marstal, til hann fór aftur til sjómansskúlan í Ålborg. - Í 1930 tekur hann preliminerprógv í Ålborg.
Hann hevði ongantíð ætlað at farið til Ålborg, men sum hann ofta legði dent á, her fann hann gentuna Esther, sum hann gekk í hjúnalag við 31. juli 1930. Tey fingu tvær døtur, Honnu og Doris.


Fisher

Fischer var síðani sjómansskúlalærari í Danmark, av og á hevði hann leiðsluna um hendur. Hann varð kendur fyri sínar meiningar, og tað at hann ikki góðtók hvat sum helst.

Í seinna partinum av greinini um Fischer Heinesen, verður nomið við, tá hann kom heim aftur til Føroya í 1947, tá hann verður oddamaður í sambandi við, at Klaksvíkar Sjómansskúli verður settur á stovn. - Eisini verður m. a. havt á lofti partur av lívi hansara, tá hann varð valdur inn í stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í 1954.

3. september 1901 - 16. desember 1991

SEINNI PARTUR

Í fyrra partinum av greinini um Fischer Heinesen varð gjørt nakað burtur úr hansara ungdómstíð, tá hann fyrst fór í snikkaralæru í Havn, meðan hugurin stóð meira til sjógvin. Hann fór við føroyskum skipum og síðani við donskum og svenskum skipum. Stívliga 19 ár av hansara 25 ára skeiði í útlegd var hann sjómansskúlalærari og til tíðir leiðari á donskum sjómansskúlum.
Heimafturkomin eftir 25 ára langa útlegd verður boð eftir Fischeri beinanvegin. Nú fer Klaksvíkar Sjómansskúli undir virkið sítt. Eisini kemur hann í fleiri álitisstørv, eitt nú í 1954 í stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Í juli mánaði 1947 fær Fischer fast starv sum havnarmeistari í Klaksvík.



Hetta kom væl við, tí Klaksvíkin var rættiliga komin fyri seg, við nógvum skipum og fiskavirkjum. Tíðin var nú komin, at menn ynsktu sær frálærustovn innan sjóvinnu. Dúgliga hevði verið tosað um hetta, eisini høvdu menn heitt á Fischer um at verða við í leiki, tí pláss var ikki fyri næmingunum á Føroya Sjómansskúla.
Sum alt, ið hevur verið skapt í Klaksvík, hevur verið neyðugt við undangongufólki, ikki bara í arbeiði, men eisini við fígging. Soleiðis var eisini við sjómansskúlanum. Bræv varð sent skiparum og skipsmonnum, sum sigldu út frá Klaksvík, og útgerðarmonnum, har m. a. stóð:

»Okkum treingir nógv til ein sjómansskúla her í landinum... Vit biðja tykkum um at hjálpa okkum á tann hátt, at skiparar, skipsmenn her og útróðrarmenn ella skipseigarar verða samdir um, at tað í ár forlods skal dragast frá til sjómansskúlan í Klaksvík eitt gjald, samsvarandi hjálagda skjali, hvar skipini eru býtt upp í fýra klassar, gjaldandi kr. 1.500, 1.200, 900 og 500 Um skipið ger undirskot, skal einki dragast frá til sjómansskúlan.
Hesin peningur skal so gjaldast til sjómansskúlan í Klaksvík, hvørs fyristøða í fyrstu syftu vera hesir menn.«

Teir, sum stóðu undir vóru Óli Fr. Joensen (hjá Dáva), J. Michael Jacobsen, Fischer Heinesen, Robert Joensen og Jógvan Isaksen (eldri).
Meiri enn so vórðu - longu tá - forðingar á vegnum úr Havnini, men við støðugum arbeiði og við treiskni gjørdist Klaksvíkar Sjómansskúli veruleiki - til gagns fyri okkara siglandi fólk.

Frálæra og próvtøkur

Tey fyrstu 10 árini helt sjómansskúlin til í Klaksvíkar skúla. Fischer Heinesen sigur mangastaðni, at Klaksvíkar Kommuna var altíð sannur stuðul hjá sjómansskúlanum, og uttan henda stuðul hevði alt verið hópin tyngri.
Í 1957 flytur skúlin í kjallarahæddina hjá Fischeri. Tað sigst, at tað árið vóru so mikið nógvir fyrispurningar, at nevnd skúlans viðtók, at farast skuldi undir skeið fyri stýrimenn. Her vóru eisini næmingar, sum ikki fingu pláss á sjómansskúlanum í Havn. - Her hendi eitt og annað, sum betur kann viðgerast í øðrum høpi, har sjálvur sjómansskúlin kann viðgerast, men Fischer og teir, sum stóðu uttan um hann, hildu fram í góðum treysti.
Skúlin var frá 1957 til 1971 bæði kvøld- og dagskúli, umframt at skúlin fór undir frálæru til radiotelegrafist, sjóvinnu og kokkaskúla, men tá ætlanin hjá skúlanum var at undirvísa skipsførarum og umsókn varð send Føroya landsstýri, verður sagt frá skúlans síðu, at: »Umsókn okkara var móttikin og viðgjørd og burturgoymd við stórari vælvild av Landsstýrinum - tit skulu frætta frá okkum seinri o. s. fr.« - Her hendi einki.
Her er bæði ríkiligt og áhugavert søguligt tilfar, sum eigur at verða kannað nærri. Men spurningurin er, um nakar sjómansskúli hevði verið, og um hann fekk ta longu livitíð, uttan ein tílíkan undangongu- og stríðsmann til róðurs.

Hugsjónir og føðilandskærleiki

Frá tí hann setti beinini á land í Føroyum, hendi nakað uttan um hann. Hann myndaði sítt umhvørvi við skapanartrá og framburðslongsli, tosaði um stórar havnaútbyggingar á Kósini og um byrging og havn norðuri í Haraldssundi, sum kortini ikki kom fyrr enn fjøruti ár seinni.
Fischer var sjálvstýrissinnaður maður og hann var góður við føroyska málið, sjálvt um ikki var loyvt at undirvísa í føroyskum máli í teimum árum, hann gekk í skúla. Tað gjørdi honum ilt, at ávísir føroyingar fóru illa við fyrstu føroysku bíbliutýðingini, og var ikki seinur at taka til máls í bløðunum. Hann elskaði føroysku náttúruna, og var ikki so sjáldan eysturi á fjøllunum og í Gerðahaganum í Barmi.
Honum longdist til Føroya øll árini, hann var í útlegd, og sum hann sjálvur tekur til, serliga um heystini, tá skipini vanliga komu heim av eysturlandinum.
Tað liggur ikki lítið skrivligt tilfar eftir hann, okkurt hevur staðið í blaðnum Sjómanninum og í Varðanum. Samstundis var hann at síggja í føroysku dagbløðunum.
Hann var gjøgnumførdur, kannaði alt, sum hevði við náttúruna at gera, og ferðaðist langt, um eitt og annað var av áhuga.
Hann sat í skúlanevndini fyri Klaksvíkar Skúla og hevði onnur álitisstørv.
Hvør veit ikki um vælkendu og týdningarmiklu »streymtalvuna hjá Fischeri«, sum hann gav út í mong ár. Eisini skal verða nevnt her, at hann var kendur millum allar føroyskar sjómenn, sum tann ið »rættaði kumpassir«, sum tá var eitt neyðugt tól og er eitt kapittul fyri seg.
Nakrar ferðir endurprentaði hann heftini »Streymkort fyri Føroyar«. Fyrstu ferð í 1980.

Stríðsmaður fyri hugsjónini

Eftir at Fischer hevði strítt seg ígjøgnum fyrstu árini við stovnanini av Sjómansskúlanum, umframt at vera havnameistari, helmar hann ikki í fyri at vekja framburð á øðrum økjum. Hann letur seg velja í stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í 1954, júst í teimum døgum, tá stórir trupulleikar høvdu stungið seg upp á hesum øki. Hann var ein av teimum, sum var ørkymlaður av nógvum læknaskiftum á sjúkrahúsøkinum, har okkara landsmyndugleikar tóktust at hava vanrøkt hesi viðurskifti..



Læknastríðið fekk Klaksvíkina á forsíðuna á dagbløðum um allan heim, serstakliga eftir, at danir settu inn skip, við nógvum løgreglumonnum og hundum. Klaksvíkin varð sostatt sett í undantaksstøðu.
Hetta er ein søga fyri seg, og eigur eisini at verða viðgjørd av serkønum fólki, men tað skal tó sigast, at her vísti Fischer sítt trúfesti móti egnu sannføring.
Sjálvt undir hesum umstøðum helt hann ikki av, men mótmælti yvirfyri dómaranum, at hann kendi seg órættvíst viðfarnan.
Sjálvur hevur Fischer orðað seg soleiðis: »Síðani miðskeiðis í november 1955 havi eg sitið í einbýli í Tinganesi, dømdur uppá illgitingar í sambandi við læknamálið í Norðoyggjum. Undarligt at lesa, at Esaias sigur: »Rætturin er rikin eftir hæli og rættferðin stendur langt burtur; tí sannleikin snávar á tingstaðnum, og tað, ið beint er, sleppur ikki fram. 59,14.« Sannleikin snávar á tingstaðnum. Tann 2. nov. 1955 segði dómarin, meðan hann sat á dómarapallinum í dómhúsinum í Tórshavn: »Her er det ikke sandheden, det kommer an paa, her er det lægestriden«.«
Víðari sigur Fischer soleiðis: »Sannleikin er horvin, og tann, ið helt seg frá illum, var til rán ...
Hetta sá Harrin, og tað mislíkaði honum, at eingin rættur var...« »Tað er vón um, at Harrin eisini nú vil venda órætt til rætt, og hann hevur nokk eina ætlan við at lata meg sita her.«

Sanna gudstrúgv

Eingin av okkum veit, hvat hevur bilgdst í Fischeri í hesum døgum, hvussu hann hevur kent seg, og hvat hann hevur hugsað, uttan kanska hansara allarnæstu, men eitt kann ásannast, og lat ongan vera í iva um tað, at hann hefti seg við orð Guds; tað sæst týðiliga, tá vit lesa úr skrivliga tilfari hansara frá teimum døgum. Eitt motto var: »Lít á Harran av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn hann á øllum leiðum tínum! so skal hann gera gøtur tínar rættar.« Hann hevur undirstrikað orðini »..lít ikki á vit títt..«
Hansara andaliga heim kom at vera kirkjan og missiónshúsið »Emmaus«, har hann var trúgvur. Hann saman við konu og døtrum stóðu so væl saman um henda virðismikla tátt í lívi teirra.


Tá hann kom heim úr Danmark, varð hann nógv saknaður í Marstal, tí hann hevði tikið stóran lut í bíbliubólkum, sum tá vóru har. Tað var við sorgblídni, tey søgdu honum farvæl.

Átti at komið fram

Við hesum fáu orðum, sum bert er tikið úr stóru rúgvuni, fari eg at vísa á, at ein hópur av áhugaverdum tilfari liggur eftir Fischer.
Týdningarmikið hevði verið - eisini fyri Klaksvík - um søgufrøðingur, ella fólk, við áhuga fyri føroyskari søgu, gjørdi meiri burtur úr tilfari um Fischer, hansara áhugaverdu lýsingum og upplýsingum úr føroyska gerandisdegnum, um øll átøk, hann var við til at fremja, og tað hann tókst við. Hann kendist sannur listarmaður.
Fischer Heinesen, sum hevði fylt 101 ár 3. september, var við til at mynda og menna Klaksvík. Hann var hugsunarsamur, og óræddur segði hann sínar meiningar. Hann var arbeiðssamur, hevði dirvi, hugsjónir og valdi at stríðast fyri tí, hann helt vera rætt, hóast hetta ikki gjørdust tær mest lættgongdu gøturnar.

Greinir í Dimmu september 2002