Eg eiti Eivind Rein og eri 28 ára gamal, eg havi haft "samband við sjógv" so langt aftur sum eg kann minnast. Pápi mín sigldi øll míni barnaár, mamma mín arbeiður á keiðini, ja og abbi mín arbeiddi alt tað eg kann minnast á keiðini. Í 1982-83 fór pápi undir at byggja eitt modell ella samlisett av Happy Hunter ið er ein hollandskur sleipari, men tá var áhugin hjá mær ikki so stórur. Men tá hann fór í gongd við eitt modell av Lómi í 1997 fekk eg av álvara áhuga fyri modellskipun. Ári eftir fór pápi so ígongd við at byggja enn eitt modell, og tað var av Róki, sum beiggi mín er "eigari" av. So fekk eg endiliga "blóð" uppá tonnina, í 1998 fór eg so ígongd við at fáa fatur í tegningum, tilfari o.ø. Flaggdagin 1999 var so eitt nýtt modell flota, tað var eitt modell av Viking f.f. "Star Viking". Hví eg fór at byggja eitt modell av Viking, ja tað veit eg ikki. Tað kann møguliga vera at eg havi "siglt" við tí veruliga Viking og mammubeiggi mín var við har í nógv ár. Viking var ikki nøkur vøkur sjón at líta á, men sum modell leggur hann seg væl út......
|