Frá Poul Nolsøe til Nólsoyar Páll.

 

Kirkjubókin sigur, at hann var borin í heim í árinun 1766; Nólsoy var oyggjin. Í ættini taldist fleiri góðir bátasmiðir, og kom hetta honum til hjálpar seinni á lívsævuni. Páll var ein maður við visiónum. Menn av hansara kalibur finnur tú ikki í dag!!! Høvdu vit havt ein sovorðnan mann í politikki... Hetta nevni eg, tí ein sovorðin maður hevði ikki kunna liva í passiviteti. -Hann hevði verði ein náttúrligur politikkari. Einaræðishandilin mergseyg føroyingin uppá tað skammiligasta. Føroyska tjóðin, er ein í øldir kúga tjóð; hetta má síggjast aftur onkunstaðnis! Tungt er, hjá tí unga ættarliðnum, at síggja føroyingar standa á bryggjuni, við húgvu í hondum, tá drottningin vitjar. Fleiri av hesum gomlu monnum og konum, eru merkt av tí føroysku frálæru, tey aldri fingu. Ein annar stórur trupuleiki, ið hevur verði við til at formað okkum, er góðskan á teimum embætismonnum, ið sendir hava verði til land "okkara". Lat okkum byrja við kirkjuni: Hvat drívir ein prest? Ella, -hvat eigur at dríva ein prest? Kristna trúgvin, hugurin at boða, næstikærleikin...??? Hetta ljóðar gott!!! Men hvat dreiv teir, ið sendir vóru upp her? Jørðin og frælsini, embætismaktgirndin, vitanin um óvitanina hjá Harrans lombun á hesum fjarskotnu leiðum, ella tænastugenturnar...??? Kanska ein blanding av øllum hesum, men eitt er víst: Teir ið komu hendan vegin, vóru so rotnir og óbrúkiligir, at danir ikki vildu hava teir. Føroyaland er í hesum føri at samanlíkna við Sands sýslumans embæti: eitt ruskílat. Ein bylgubrótari. Tað óhugnaliga er, at hetta fortsetir. Í dag síggja vit tað sama hjá løgregluni. Aldri hevur standurin verði verri. Løgreglufólkini eru óbrúkilig. Ódugnaskapurin er øgiligur! Á Poul´sa døgum stungu kempir seg enn upp, men blóði er nógv tynt síðan tá. Og tað er longri millum kempurnar á okkara døgum. Fremmandir hava latið ís í blóð okkara í øldir, og úrslitið er hareftir. Tað er langt síðani, at føroyskt blóð, hevur kóka! Undrunarvert, at politiska hugmyndin í kristni trúnni, skuldi rigga so væl her í Føroyum. Kanska bleiv kristna trúgvin borin fram á følskum fati? Dugdi Sigmund Brestisson longu tá at síggja møguleikarnir í kristindóminun? Í hvussi so er, so eydnaðist hann bara alt ov væl. Sigmund var eisini ein maður við visiónum: fatalisman í kristindóminun kom honum væl við! Hetta var reiðskapi hann hevði bíða eftir! Og við miklum útlendskum monnum aftanfyri seg, legði hann alt Føroyaland á ryggin, -sum eina aðra hori!!! Tí er tungt at síggja okkara gomlu við húgvu í hond. Byrðan á okkara herðum er ikki sjálvløgd, men av øðrum laga!!! Brotin skør finnur tú eisini á fínum vásum, og ikki eru vit naka undantak. Hvar høvdu vit verði, hevði Sigmund kasta saman við Trónd gamla? Í egnum landi, kanska? Jú, sanniliga, ongantíð hevur kirkjan havt ein so dyggan tænara! Og ongantíð hevur Sigmund havt ein so hvassan brand! Eg segði í byrjanini, at vit kunnu byrja við kirkjuni, men nú eru vit longu komin runt. Tí sannheitin er, at kirkja og politikkur og løgvald, í allar ævir hevur verði samantvunnið, og brúkt, av illgerðarmonnum. Nevnir tú ein av hesum faktorum, nevnir tú eisini hinar. Spell at Nólsoyar Páll ikki eydnaðist betur. Hann bar ein boðskap fram, ikki í tali, men í handling. Og í hansara stríði stóðu ikki bara muturstungnir embætismenn ímóti, men eisini blindi brandurin hjá Sigmundi... Hetta stríðið dugir abbi mín, Sigurd í Foss, sera væl at ímynda... (meir seinni)

Vegurin til helvitis er steinsettur við vælmeintum ætlanun!!!

Hetta er bara so, og hann sum ikki er samdur, er kúbýttur! Ein av stóru trupuleikunum er, at øll vilja tær væl, men eingin veit, hvat vil... So, tey handla út frá fávitsku, og skaðin er oftast stórur; lívsins vegir eru allir einsrættaðir... Lat okkum vera meira "bevíðst" um hvønn annan, og okkum sjálvi. Bara soleiðis gera vit lívsins vegir tvísporaðar!!! Tú skal eisini vita, hví tú letur pening til vælgerandi endamál: ring samvitska! Eingin letur, bara fyri at hjálpa. Tá tú hevur sanna hetta, verður tú eitt betri menniska!!! Men sannar tú ikki hetta, -lýgur tú fyri tær sjálvum, og einki er verri enn tað. Verðin skal ikki hjálpast á følskum ávum, -tað er hon alt ov stór til!!!

Hvat er tað sum ger embætismenn okkara so fávitskutar? Eg veit ikki betri enn tú, men fávitskutir eru teir! Hugsa tær: at lata 200 milliónir krónir til eina fyritøku... Eina priváta fyritøku... Hvar er kappingarstuðlandi andin í hesum??? Rættvísi sigur, at leggur tú 200 milliónir í SMS, -ja so skulu eisini 200 milliónir til smáu handlarnir í Klaksvík. Ella smáu handlarnir í Fuglafyrði. Hvat ger SMS meira kvalifisera enn Søren hjá Hans? Ella Amaliel í Kósabúðini? Ella Arna Pøls? Eg kundi blivi við í eina óendaligheit!!! Og hvat við bankaniðurskrivingini??? Hví fór Fiskasølan á húsagang? Hesi bæði mál hanga saman, men tað nýtist ikki mær at greiða frá, tað vita tit so væl sum eg. Hví keypti Fiskasølan partapeningin hjá nøkrum monnum áðrenn húsagangin? Hvussi fíggjaði Fiskasølan hesi keyp, og hví gjørdi hon tað? Hvør avgjørdi at keypa partabrøvini hjá hesum monnum? Og er tað ikki so, at húsagangurin beinleiðis stóðst av hesum keypi? Eri eg í ørvitri, ella luktar hetta av insidedeal? Nú um dagar er vandamikið at siga sannleikan, tað hava menn siti fyri. Men eg spyrji bara... Og hví sleppa øll undan straff? Málini um eginpening sum vit øll kenna til, tey eru eisini torfør at skilja. Somu mál hava koyrt í Danmark, og har fullu dómar. Men her í Føroyum? NIX!!! Men hvat er galið? Eru okkara politikkarar ein stór mafia? Tað kann ikki passa. Meiri líkt er, at teir eru kúbíttir og alt ov nemmir at manipulera við. Vinna ikki altíð danir? -Og tað sjálvt um vit hava rætt.

Í skrivandi løtu er dagfestingin 29/12-97, og klokkan er 12:29 pm. Tíðindini eru júst nú; og triðjuviðger av málinun um skattalætta hevur verið... Tað bleiv samtykt, -við smáum broytingum. Ein broyting ið má nevnast, er broytingin av orðingini: "...inntøka av fiskiparti"... til:..."inntøka av fiskivinnu"... Hendan broytingin opnar eina sera lukrativa hurð fyri reiðararnar. Tí teir eru nú líkastillaðir við sjómennirnar í hesum máli. Klassamunurin vaksir, og mismunur verður gjørdur! Meðan flakakonirnar neyvan megna at berja seg uppá 100.000 krónir í ár, og enn gjalda 50% í skatti, -ja so er inntøkan hjá vanliga fiskimanninun munandi hægri, og skatturin fer niður... Í Fimmarinun fyri stuttum, ringdi ein yvirmaður inn, og segði, at dekkarar tjena umleið 250.000 til 300.000 krónir; tá eg hoyrdi hettar, var eg púra vísur í, at skattalættin ikki bleiv veruleiki, men gakk1!!! Hvat sita vit so eftir við? Einum ringum smakki í munninun!!! Tí teir fólkavaldu enn einaferð hava vent landinun ryggjin, og skoða við tápuligum eygum út yvir eitt hav, ið ber eina vinnu, ið livur av studningi. Nei, tú!!! Teir ið hótta við at flyta, skuldu fingið boð um at taka familjur teirra við!!! Og síðani skuldu teir fingið karantenu fyri lívstíð!!! Teir og familjur teirra skuldu verði nokta at koma heim aftur uttan í feriu!!! Hetta skuldi ikki bara virka fyri sjómenn. Nei, hetta skuldi eisini verið fyri tey ið flyta av landinun undan skuld: tey skuldu ikki sloppið inn aftur!!! Hvørjir tingmenn atkvøddu so fyri hesum skattamáli? Enn veit eg onki navn, men eg veit, at ongin atkvøddi ímóti... Ta vóru 9 blankar atkvøður, segði útvarpi. Minnist nú, tit arbeiðsmanna, -og kvinnu, -felagslimir, hvat arbeiðsmanna, -og kvinnu, -felagsnevndirnar ráddu tykkum til: atkvøði ikki aftur, fyri teimum, ið atkvøddu fyri!!! Lat okkum øll, ið á landi arbeiða, standa saman um, at fáa Anfinn Kallsberg út!!! Og er tað nakar ið sigur, at tað manglar trolfólk, so lýgur hann!!! Tí bíðilistarnir eru langir. Vit hava nógv góð fólk her á landi, ið bara bíða eftir einum tjansið, at sleppa við!!! Sóu tit Dag og Viku, tá Anfinn Kallsberg kom aftur úr fitilendi við viðingunum? Sóu tit hvussi reinar brøkur hansara vóru? Ella hvussi illa gongdur hann var? Ella tá hann skuldi skjóta veðrin? Hann dugdi ikki at halda seyðabyrsuni... Alt hettar var sjónleikur fyri gallarínum. Ein miðilsglantrileikur!!! Hesar glantrileikir hava fremmandar tjóðir leingi duga: hygg bara eftir amerikumonnum. Teir duga at nýta fjølmiðlarnar. Lati okkum verða varug við hettar!!! Og ikki loyva vesalavættum sum A. Kallsberg at smoyggja sær innum skinns og hold, sum okkurt annað djór, ið eisini er kent fyri snildir, dugir so væl. Og sleppir tað allíkavæl inn, so er lukturin øgiligur, tá tað einaferð doyr!!! Og ringt er at reinsa tílíkan lukt burtur aftur, minnist til tað!!!

Huldugrunnar

Nú er so ein grunnur á veg afturat: eftirlønargrunnurin hjá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag. Hugskoti er gott, og leingi saknað!!! Trupuleikin er so, at fyrimyndin skal verða grunnurin hjá Tórshavnar Arbeiðsmannafelag. Huldugrunnar hava vit sæð fyrr, td. Oljugrunnurin; hvar bleiv hann av? Hvussi við málsettninginun hjá honum? Hvør umsitur hann? Nær fer hann at virka? Nei, tú!!! Hetta hoppa vit ikki uppá í Klaksvík!!! Hvat liggur til grund fyri grunninun hjá Tórshavnar Arbeiðsmannafelag? Solidaritetur. Tað ljóðar gott. Tað eru vit samd um, tað er vist! Men yvir fyri hvørjum? Hettar er eisini ein spurningur vit hava spurgt okkum sjálvi her í Klaksvík. Og svarið má verða: familjuni, -og tær sjálvum. Fyrsti stóri trupuleikin er, at grunnurin ikki verður førur fyri fyrsta útgjaldi fyrr enn uml. 10 ár. Altso í fyrsta lagi ár 2008; altso hava vit nógvar góðar menn ið aldri koma at síggja eina krónu av tí teir gjalda inn í hendan grunnin. Næsti stóri trupuleikin er, at fer tú seinni í skúla, ella annað arbeiði, -ja, so er peningurin eisini mistur. Triðji trupuleikin er, at inngoldni peningurin ikki hevur arvarættindi: t.v.s., at um tú t.d. doyrt, so arvar konan ikki eftirlønina... Er hettar rættvíst? Eg spyrji bara... Vónandi møta limirnir fjølment upp, og broyta málsettningin hjá grunninun!!! Fundurin verður leygardag 14/2-98, klokkan 14:00.

Úrslitið: Tað bleiv einmalt samtykt at seta á stovn kapitálpensiónir!!! Halleluja!!! Men onkur spurningur er eftir at kanna. Sum t.d. um hettar ber til juridiskt, og um arbeiðsgevarar vilja góðtaka at gjalda í einstakar kapitáleftirlønir, í staðin fyri til ein grunn. Meir frætta vit vónandi seinni.

Sensur, men hvør skal hava síðsta orðið???

Ja-ja, so komu vit eisini hartil. Landstýri hevur viðtikið eina lóg, sum ásetur ein sensur, av sjónvarpi og útvarpi; spurningurin fyri meg sum leikmann stendur nú við eldstavum: Hvør skal sensurera og seta mørk? Skal Jenis av Ræna? Ella onkur annar víðgongdur? Og hví skal tað altíð verða tey víðgongdu sum áseta mørkini? Hví bleiv Jenis, -og hansara samsintu, -ikki fødd í Irak, har tey vissuliga høvdu trivist nógv betur? Er tað ljótt at siga "reyv"? Ella "trussuleys"? Ella "sex"? Eri eg gammaldags tí eg haldi tað verða meira ólekkurt at síggja deyð fólk flóta í teirra egna blóði, dripin av sínun egnu, enn at síggja tvey menniskju dyrka hvønn annan? Ella hungurstungin børn við eygum fullum av feitum skinnflugum? Men kanska hevur Jenis rætt... Tað er í lagi við harðskapi í sjónvarpinun, um hann er neyðugur... Og í bestu senditíð. Tí tær socialt veiku familjurnar, tær hava gott av at síggja veruleikan; er tað tað tú meinar, Jenis? At tað er í lagi at løgreglan bukar og slær, fyri oppnun skermi, bara rættvísi er í bukinun? Um løgreglan kann, hví kunnu hini so ikki eisini sleppa? Tey føla at rættvísi er teirrara. Og at tað í summun førum er list. Skal Jenis sleppa at siga hvat er list? Hevur hann skil fyri list? Kemur Jenis frá eini socialt veikari familju? Ein familja uttan foreldur? Er tað tað sum er galið? Er forsyrgaratrongdin eitt substitutt fyri mist foreldur? Ella okkurt annað sum er mist? Hettar er naka sum veruliga upptekur okkum í Føroyum. Jenis av Ræna er blivin ein fyrimynd. Hvat skulu vit við einum løgmanni, tá vit kunnu fáa ein andaligan leiðara sum jenis?

Dagsins viðmerking

Nú skal eg ikki verða tann ið tekur støðu fyri Óla Breckmann, men tað hann segði á løgtingsins røðarapalli um Strandfaraskip Landsins, tað var ikki heilt uttan sannleika. Undrunarvert at hann ikki bleiv stevndur, ha? "Strandferðslan er eitt rottureiður..." og "Strandferðslan er ein køstadungi..." Einastandandi!!! Gamaní, røðarapallurin er friða økið, men at hann slapp avstað við hasum, tað er fantastiskt!!! Og hvat sigur løgtingsformaðurin? Hann sigur: "Eitt rottureiður er kanska fyri summum negativt, men fyri eini rottu er tað sera positivt..." Og um køstadungan: "Tá eg var ungur, var ein køstur sera virðismikil..." Og soleiðis snúvi Jógvan Ingvard sær burturúr spurningum blaðmanna. Hatta takið eg hattin av fyri!!! Hesir menn eru taktikarar, ha? Og hví stevndi so eingin Óla? Man tað verða tí tað er satt? Har er jú onkur sum lænir regluliga úr kassanun. Og so eru tað ferðaseðlarnir við Smyrli, -teir eru ikki í nummarordan... Tá er skjótt, at okkurt fer millin skins og hold, ha? Og tað er akkurát hvat rotta ger: hon fer millin skins og hold... So, Óli: hesiferð hevur tú helst rætt...

Nú lækkaði so tryggingargjøldini. Nú hevur sunni politikkurin í 80´unum givið úrslit, ella hvat? Nei, tú! Tað man verða kappingin. Lækkingin er munandi. Men so er tað, at man sum kundi spyr: hava so gjøldini verði ov høg alla tíðina? Allarhelst. Verði varin tá tit hava við tryggingar at gera. Tær lúgva neyvan við vilja, men tær siga so í hvussi so er ikki eitt orð satt, um tær sleppa undan. Í eitt heilt ár tók tryggingin Lív eitt gjald av míni konto, og segði síðan hesa trygging upp. Hettar var ein avlamnispensión og eftirlønartrygging. Síðan goldu teir mær peningin aftur, men minus rentu... Hettar gjørdi eg vart við, men fekk aldri naka svar. Nú ein dagin spurdi eg, hvussi gekk við hesum málið. Og tá eg so hótti við at klaga, ja, -so lovaðu teir mær rentuna eisini... Soleiðis eru teir. Tað er vist, at tryggingin til fulnar útnyttar føroyingsins vælvild og tolni.

Landsdysturin Tjekkia-Føroyar

6 septembur var ein syndarligur dagur fyri føroyskan fótbólt; Tjekkia vann á einum hampiliga væl spælandi føroyskum liði. Landsliðsvenjarin Allan Simonsen gjørdi eina elendiga útskifting: hann tók ein álopsspælara út og setti ein verjispælara inn. Øll hava gloymt at hettar er ein heimadystur, og sum ein sovorðin skal dysturin vinnast!!! Alt gekk uppá stás, og allíkavæl tók Allan Simonsen Una Arge út...??? Og hví sigur ongin sannleikan tá útvarpsmenn og sjónvarpsmenn spyrja? Spurningurin var: "Eru tit nøgdir við úrsliti, og við spælarainnsatsin"? Ongin segði sannleikan...??? Sannleikin er, at Julian spældi ein elendigan dyst!!! Satt at siga sín ringasta dyst nakrantíð!!! Hví bleiv ikki hann skiftur út??? Nei-nei, tíðin er komin til at skifta venjaran út!!! Man tekur ikki ein álopsspælara út á heimavølli, meðan støðan er javnleikur!!! Og onki fornuftigt hugsandi menniskja heldur at eitt tap er eitt hampiligt úrslit. Hettar er altjóða fótbóltur vit tosa um. Tað er skomm, - stór vanærulig skomm, at man á hesum støði tosar um tap sum hampiligt úrslit. Tað er einki annað enn eitt serføroyskt fyribrygdi, at siga, at tap er hampiligt úrslit. Lat okkum koma yvir hesa barnasjúku, og krevja hampilig og góð úrslit av landsliði okkara! Og hvat er so eitt gott úrslit? Jú, tað skal eg siga tær: tað er javnleikur úti, og sigur heima!!! Onki annað kann brúkast til naka!!! AMEN!!! Hvussi kom málið? Jú, fair-play finst ikki í Tjekkia, og hevur aldri gjørt tað. Hetta vita menn. Og tí skuldi málið ikki komi; Jon Petersen verður sligin í andliti og leggur seg niður, Tjekkar eru í álopið, føroyingar fáa bóltin av teimum, og sparka bóltin út, so Jon kann fáa hjálp. Nedvéd verður vístur út. Nú eiga so Tjekkar at spæla okkum bóltin aftur... Men hvat hendir? Bólturin verður kastaður beint í álop, og teir skora... Føroyingarnir sova sum vanligt, tað er einki nýtt. Men hettar er eitt so grovt brot á fair-play-regilin, at hetta skal ikki verða gloymt!!! Teir skuldu ikki sloppi at nýtt fair-play merkið aftur!!! Einaferð hendi naka tað sama í Klaksvík; tá var tað Kurt sum ikki fylgdi fair-play "lógini", og Jens Martin var vístur av vølli...

Amnesty International

Ein felagsskapur umgyrdur av virðing. Virðing fyri tí arbeiði ið tey sjálvbodni hava gjørt, ofta undir ringum treytum!

Men hvussi í dag? Kann hesin felagsskapur bert hyggja út? Hevur hann nakrantíð hugt inn? Ella er standurin í landi okkara so góður, at ikki er neyðugt við eygleiðarum? Lat okkum hyggja. Tey ið hava hjálp fyri neyðini, frá tí almenna, liggja á knøunum, opin og sárbær, -fyri at nøkta forvitni hjá teimun alment løntu; viðurskiftini hjá okkum eru smá, og øll kenna vit onkran... Ongin kennir mein í annans bein, men øll kenna frøði tá okkurt er løgið. Føroyingurin er farin at líkjast dønum alt meira, og skili er hareftir! Tann barmhjartigi samaritanin hevur aldri verið meira passivur í Føroyum enn júst nú. Hann hevur annars nokk at gera... Og løgreglan? Er naka skil á henni? Jú-Jú, teir gera sítt besta, men strekkja evnini til? Nei! Krakkaveldið hevur tikið beinini undan politinum, og teir drukna í pappírsarbeiði: Og hettar gongur út yvir okkum borgarar. Hvar er Amnesty International? Meðan innbrot og herverk verða framd í okkara egna landi, sita løgreglumenn og passiara við Amnesty fólk... -Og tosa um hvussi ringt skili er í øðrum londum... Samstarvi millin tryggjing og løgreglu er eitt kast við einum terningi, og borgarin er mynturin á borðinun. Eru politikarar okkara erligir? Hvussi ber tað til, at Dan Klein kann skriva grovt ákærandi um Jon Petersen, -uttan at hesin meldar? Hevur Dan Klein prógv, ið Jon ræðist? Okkurt heldur Jon Petersen aftur, tað er vist!!! So er spurningurin: "Kunnu vit sum samfelagsborgarar góðtaka ein brotsmann sum politikara?" Eg vóni at Jon Petersen er skuldarleysur, men hví forsvarar hann seg ikki? Og hví veksir virði á einum menniskja, tá tað hevur viðgingið sínar syndir á eini samkomu? Spennandi um Jon fer at vitna, ha? Sum Dan sigur:"um Clinton fellir, fellir tá eisini Jon?" Nú hevur so Clinton vitna. Well, spennandi... Stuttligt at hugsa sær, at um Jon Petersen hevði koyrt skít, -so hevði hansara politiska karriera longu verði liðug... Ja-ja, tann dupultmorálur. Men sum sagt: Enn er so onki prógv fyri, at Jon hevur gjørt naka ólógligt!!! (14/9: J. Petersen hevur melda; spennandi!!!)

Tjóðveldisflokkurin

Aldri hava vit verði nærri einari loysing, og nú er tjóðveldisflokkurin farin at tosa um at samráðast við danir...???

Lat okkum reflektera yvir orðið "loysing". Hvørjar associatiónir fær tú, tá eg sigi "loysing"? Um tað eru orð sum t.d. samráðing, spyrja-um, sáttmála, kunnu-vit, somu-drottning, -ja, so er okkurt misskjilt!!! Men eru tað harafturímóti orð sum "at-taka", "uppreistur", "fólkauppreistur", "antiimperialisma", "at-kvetta", -so er orðið væl skjilt! Hendan myndageranin av orðinun "loysing" er neyðug í dag; tað er eitt sjúkt fólk, ið krevur loysing gjøgnum samráðing!!! Føroyingurin er ein bloyta, ið livur í einum dukkuhúsi. Meðan aðrar smátjóðir berjast fyri hvønn tumma á loysingarinnar trøð, og ofra bæði menn og kvinnur í hesum bardaga, -ja so liggur føroyingurin á knøum og biddar um víðka sjálvstýri. Og meðan fólki varisliga smakkar uppá hetta nýggja orðið: "loysing", so berjast politikarirnir innanhýsis, sum oyðiløgd barnagarðsbørn. Alt ímeðan onkur spyr í útvarpinun: "er tú stoltur av at verða føroyingur"? Harra Gud, sum loysingin er farin av kós!!! Kanska trupuleikin er, at orðini loysing og sjálvstýri onkursvegna hava mist tað sjálvsagda mark ið skilir tey.Hví hava tey so mist upprunatýdningin? Av ótta og angist!!! Umsitingarlið okkara, politikarirnir, eru vornir bangnir, og hava vavt hesi bæði orð upp í saman so ofta, at orðið "loysing" er við at missa neistan og bitið. Vit hava brúk fyri einum nýggjum flokki, ein ið vil loysing. Ein flokk mannaður av eldhugaðum monnum og kvinnum. Ein flokk ið er til reiðar at seta hart ímóti hørðum. Sinn Fein hevur eina undiravdeiling, hví ikki eisini vit? Misskil meg ikki. Eg biðið tykkum ikki fara undir vápnini, men undir skilti og plakátir, -og rotin egg!!! Lat okkum stovna ein felagskap, ið vil berjast fyri tí landi, ið so leingi hevur ligið á bakinun fyri dønum. Land okkara hevur av dønum verði so trongt, so leingi, at sinn okkara eru kúgað. Men tað er ikki ov seint at gera naka... Allan rós til Høgna Hoydal og hansara menn. Og tó, teir eru farnir av leið. Teir eru vornir ov mjúkir. Teir práta fram móti sjálvstýri og ikki loysing. Vit hava havt sjálvstýri í 50 ár, -nú má tað verða nokk!!!

Oprah Winfrey í Føroyum?

Jú, sanniliga! Armgarð Arge hevur funni stevið, og dregur runi upp úr lagnurinnar dýbdum, -við sínum óalmindiliga smámeskaða troli. Tað vil altíð verða onkur lætt selgd, neyðars, hálvgum lippandi, og lurtaravinarlig lagna, ið stillar upp til tey Oprah-líknandi showini, ið fólk, sum t.d. Armgarð, fáa á føtur. Og í dag var tað so mín gamli vinmaður, varasýslumaður og sjónleikari, Jógvan E. Ósá, ið var offur; og tað má eg siga: Armgarð hevur lisið uppá, tað er vist! Hon hevur studera Opra og Ricki Lake við sterkum sjóneykum. Emni ið hon tók upp gjøgnum Jógvan Ósá, er viðkomandi. Sorgin tá man missur ein góðan. Afturvendandi spurningurin hjá Armgarð var:"Skulu tey sorgarbundnu hava kreppuhjálp"? Armgarð, -og Jógvan, -gjørdu ofta vart við, at hettar var ein møgileiki í øðrum londum. Okay, eg sigi ikki at kreppuhjálp í øllum formun er ring; men harragud, lat tey ið hava hjálp fyri neyðini fáa hana, og gev so hinum frið, ha? Og hvør hevur so brúk fyri kreppuhjálp? Lat meg nevna nøkur dømi: konan sigur við mannin, "eg eri við barn"... (uha-da-da) Ella: jarðsskjálvti er, og hús og familja hvørva í eini ovurstórari rivu. Ella: Skipi søkkur, og øll hini 1000 drukna, og tú situr eftir...Ella: tá Atli Dam og Marita samráddist við danir, og vit sótu eftir heruppi uttan at kunna gera naka... Nei, tú! Í sorgini greina vit fyri okkum sjálvum hvat er hent. Spakuliga fata vit álvarin. Sorg-chokki er at samanlíkna við adrenalin-chokki, tá kroppurin fær stóran trega ella skaða. Lat okkum ikki gera sorgina til eina kunstiga kenslu, ið skal doyvast við medisini, og útnyttast av skruppulleysum, sensatiónshungrandi, beturvitandi, sjálvforherligandi, krokodillutárslippandi "Oprum", "Rickyum", og "Armgarðum". Well, nú skal eg ikki bara kritisera Armgarð Arge; hon er ein sera dugnalig útvarpskvinna og gudfrøðingur. Eg havi ofta notið hennara sendingar gjørdar yvir søguligar hendingar úr bíbliuni. Armgarð er kvinna, (tað kann hon ikki gera við) og sum ein sodann sýnir og lýsir hon emni øðrvísi enn mennikjuni. Tað er mín fatan, at intellekti í sær sjálvum ikki ger naka relativt, men kyni kann sum onki annað gera hettar. Eisini í smaband við eina bíbilsøguhending.

Siðsemisnevndin og medisinalvinnan

Nú er so eitt sera áhugavert tíðarskeið byrja í søgu okkara. Eitt tíðarskeið, hvar framskýgni og siðsemi hjá okkara fólkavaldu, fara at gera um seg. Føroyskir politikarar fara at hyggja eftir, hvat aðrir politikarar í øðrum londum, gjørdu. Hetta málið er so spennandi, at vanligi maðurin á gøtuni eisini er við í prátinun. Fimmarin viðgjørdi málið, og har kom nógv viðkomandi fram. Tíanverri helt eg meg í Fimmaranun hoyra undirtónar av økonomiskun spekulatiónun, frá einum politikara. Eg veit væl, at vit ikki hava umhugsin fólk í okkara umsiting; men eg trúgvi fult og fast uppá, at tey fara at vaksa við uppgávuni, -fyrr ella seinni! Íslendingar eru næstan í somu støðu sum vit. Men teir eru bara betur útgjørdir við útbúnum fólki í rætta starvinun. Teir hava vísund ið arbeiðir saman við siðsømisnevndini, -fyri landið; og hóast tað so gekk galið fyri einum mánaða síðani, legg tað til merkis! Ein amerikansk medisinalfyritøka fekk einkarrætt uppá ein úrdrátt, ið framleiddur var uppá úrslitið av íslendskari gransking, og við einum DNA-sekvensi, ið stavaði frá einum íslendingi... Hvat siga tit so? Hvar fekk hendan amerikanska fyritøkan hesa vitan frá? Tað er ein góður spurningur. Eitt loyvi má verða skriva, ein følsk argumentatión givin, og tann ið hevur latið úrslitið hevur helst ikki vita hvat var givið. Men tann sum av fyrstani tíð fekk umsóknina, og hevði røttu forbindilsini, hann hevur helst vita hvat tað var, ið søkt var um; men her hevur helst verði ein stórur dollar-seðil, ið kundi haldast upp fyri eyguni. Og her koma okkara 2 størstu trupuleikar í Føroyum: 1 -føroyski politikarin veit ov lítið, og er alt ov lætt ávirkiligur! 2 -Føroyski politikarin veit, at líka mikið hvat hann ger, so verður hann ikki dømdur allíkavæl! Altso kanst tú samanlíkna lóggevandi valdið hjá okkum við ein stóran barnagarð. Tað ræðir meg. Ongin stovnur í okkara almennu umsiting, er førur fyri, at umsita ein databása við hesum upplýsingunum. Tað tykist at verða ein tendensur til at stinga seg upp undrunarverd professorátir og granskingarembæti, har medisinalvinnan hevur brúk fyri vitan; væl lønt størv, har lønin er goldin av medisinalfyritøkuni. Og tað hóast granskarin frammanundan er løntur alment ella privát. Hetta fyribrygdið sæst í Danmark, og er alment góðtikið, hóast onkur hevur gjørt vart við vandan. Markið millin ymsu áhugamálini gerst ringt at greina. Vit mugu seta eina leysa, objektiva, og moralskt ólastiliga siðsømisnevnd, ið ikki hevur bein í nøkrum leiri. Hetta krevur fólk ið hava samfelagsliga, almenna, siðsøguliga, etiska, og teologiska útbúgving. Lætt er at finna hesi fólk, tey eru her í ólíka talið; men eru tey lítaleys? Samfelag okkara er so lítið, at vit eru noydd at seta krøv til hesi fólk, ið ganga útyvir tað vanliga: fortíð, familjuáhugamál, andaligt tilhoyri, og tílíkt. Tánverri eru tey ið siga seg hava mest rætt, víðgongd og andaliga avskepla. Tey siga seg kunna áseta hvat onnur hava gott av at síggja og hoyra. Undrunarvert... Hettar nevni eg, tí trupuleikin í prátinun um sensur og siðsemi eru nær tvunnin hvør at øðrum. Og sannleikin er, at ongin samkoma skuldi sloppið at blanda seg í hesi mál. Samkomirnar eru fullar av betrivitandi fólkið, ið síggja flísir allastaðnis, -men ongar bjólkar. Tíðin er komin, hvar vit mugu taka støðu sum menniskjur, og ikki bara leggja ábyrgd, skyld, og skomm yvir á eitt abstrakt bílæt. Málið um savnan av vitan um DNA og medisinska søgu, er alt ov stórt til at verða enn eitt klandursmál millin føroyskar samkomukapitalistar.

"Spyr bara", um Methusalem (v J. Arge)

"Jamen, soleiðis var tað tá, livilongdin er bara stytt"... Svaraði prestur í sera stuttligu sendingini "Spyr Bara", -uppá spurningin um hvussi Methusalem kundi blíva so gamal. Sum kunnugt bleiv Methusalem 969 ár, (1. Mós. 5) Hetta finni eg troyst í! Tí nú liva vit jú longri og longri; tvs sostatt siga, at minimum livialdurin er náddur. Teoretist skuldi tað merkt, at abbabørn tykkara skuldu fari at liva eini 125-130 ár... Ikki so galið, ha? Fyri meg er tað áhugavert at fólk veruliga trúgva tílíkum søgum. Viðhvørt sigur prestur at hetta skalt tú ikki taka bókstaviliga, tí hetta er eitt líknilsi. Og viðhvørt sigur prestur, at hetta er bókstaviligt. Við hesum krossvegi í hond skuldi prestur ongantíð staðið fastur, og ikki vita hvat hann skal siga. Spell, at ikki politisku embætismenn okkara hava ein tílíkan retoriskan krossveg.

Kommuna og umsiting

Leingi hevur man hoyrt borgarstjórar og býráð tosa um, at meira ábyrgd skal leggjast út til kommunirnar. Ætlanin hjá teimun stóru kommunum er, at ikki alt skal miðsavnast í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu og í teimun mongu almennu stovnunun ið har liggja. Men ber hetta til? Eg skal ikki tosa uppá vegna av øðrum kommunun, men Klaksvíkar kommuna er ikki før fyri at umsita naka sum helst; og Klaksvíkar kommuna er ein av teimun stóru kommununum. Ofta hevur býráðið hjá Klaksvíkar Kommunu framsett ynski um ein læknamiðdepil í norðoyggjum; hugskotið er uttan iva avbera gott, men í veruleikanun finst eingin at umsita ein tílíkan miðdepil. Tað hevur fer eftir fer víst seg, at feilir og manglar eru í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu. Eg skal ikki geva nøkrun skyldina fyri hetta. Eg vil bert staðfesta at soleiðis er tað! Undrunarvert, tí starvsfólkið er avbera gott, sigst. Vónandi fer Klaksvíkar Kommuna í framtíðini at betra um tænastur, -serliga tá tað snýr seg um havnaviðurskiftir; ein havnastjóri er settur. Og tað var í tøkun tíma, tí havnameistarin hevur heilt mist endan. Onkur hevði á munni, at havnastjórin tók upp eftir havnameistaranun. Tí kundi man spurt: hava vit so brúk fyri einum havnameistara? Ella kanska skuldi ein yngri, meiri førur verði settur?

Rúsdrekka á arbeiðsplássinun

Fimmarin hevði sera áhugavert innlegg um rúsdrekka og arbeiði; sum flestum kunnugt er hetta ein trupuleiki á nógvum størri arbeiðsplássum. Teir í panelinun nevndu nakrar vandabólkar, og harímillin var blaðmaðurin. Og tað hevur jú verði eyðsýnt í nógv ár, at fólkið aftan avísir okkara her í Føroyum, berjist við hesar trupuleikar. Og tó, trupuleikin hjá hesun bólki er av aðrari sneiðing, enn hjá flestum øðrum; hjá flestum øðrum er tað sjálvt arbeiðsfólkið, ið tyngist av rúsdrekkatrupuleikum, og hetta gongur, sum flestum kunnugt, hart út yvir arbeiðsgevaran. Man kundi í hesum sambandið nevnt t.d. úrtøkur, sjúkrameldingar, óstøðug arbeiðskraft, osfrv. Blaðheimurin hevur trupuleikan í hinum endanun, sigst. Søgur ganga um blaðstjórar, ið mugu melda avboð til ymisk tiltøk, -vegna rúsdrekka... Eg havi onki prógv funni um hetta, og tey ið hava borið tíðindini um hetta, vilja ikki verða navngivin. Men eg minnist eina hending, tá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag fylti 75 ár. (eisini nevnt aðrastaðni á mínari heimasíðu) Arbeiðsmanna, -og kvinnu-umboð úr øllum landinun, vóru komin, sparikassastjórin, umboð fyri arbeiðsgevararnar, stutt sagt alt av tídningi innan vinnu í Føroyum. (Fjallbrúður gav avboð vegna veður) Gávuhandan fór fram, røður vóru frambornar. Ongin fotográfur, ongin blaðmaður... Føðingardagurin hjá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag var ein stórhending í norðoyggjum. Tann størsta tað árið. Felagið hevði stuðla endurkeyp av ymsum skipun og virkum. Nei tú, ongin blaðmaður... Eg sigi ikki, at tíðindamaðurin og fotográfurin vóru ávirkaðir av rúsdrekka, -kanska teir vóru á møti? Tí stutt er millin alkoholikarin og babtistin, báðir dáma væl sjálvdyrkan frammanfyri mikrofonina.

løgtingsløn og Palliba

Í dag skriva vit 16/2-1999, og Aftur einaferð bleiv Føroya fólk hildi fyri turra rukku. Løgtingsmenn avgjørdu, at hækka grundlønir sínar við 64 %... Omaná hetta skal so leggjast tariffar og mangt annað. Hvat sigur Palliba til tað? Jú, hann sigur:"hatta er naka svínarí!!!" Áðrenn hækkingina fekk ein løgtingsmaður kr 16000 fast um mánaðin, og reisipening. Tann vanligi maðurin fær umleið 12000 um mánaðin... Og ongan reisipening!!! Stórur munur er eisini á "fast" og "umleið"; Palliba má arbeiða 40 tímar um vikuna fyri sínar 12000, tað nýtist løgtingsmaðurin ikki. Og ongin møguleiki er hjá Palliba at fáa meira enn tær 12000. Seinast Palliba fekk lønarhækking fekk hann 1% + 1%, og hesi bæði prosentini kundu ikki eingong blíva útgoldin, -nei-nei, -tey skuldu á eina bundna pensiónskonto. Ein áhugaverdur spurningur er: "Hví klára løgtingsmenn seg ikki fyri sínar kr 16000 + viðbøtir"? Og hvussi kann palliba klára seg fyri sínar kr 12000 uttan viðbøtir, tá løgtingsmenn ikki kunna??? Sum kunnugt eiga arbeiðsmannafeløgini at samráðast um nýggjar sáttmálar til várs; vónandi fara tey 64 prosentini hjá løgtingsmonnum ikki at verða gloymd... 64 % sýnast mær ein hóskandi lønarhækking!!! Ikki minni!!! Latum okkum standa saman um hetta kravið, og leggja landið lamið um tað ikki verður gingi á møti!!! Longu nú eru feløgini farin at tosa sama, vóni eg, um eitt hóskandi kravboð. Og vónandi fara vit øll at standa saman. (leygardag 20 februar, bleiv á fundi hjá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag samtykt, at seta sáttmálan úr gildi.)

Skulu vit yvirtaka kirkjumál?

Hetta er ein spurningur, ið stingur djúpt í tí føroyska samfelagnum. Og menn eru antin fyri ella ímóti, ongin er líkaglaður... Tað er aldri hent fyrr! Spurningurin hevur fyrr verði frammi, men aldri fyrr í eini tílíkari loysingartíð. Í samband við fullveldi er ongin ivi: sjálvandi skal kirkjan yvirtakast. So væl sum øll onnur mál. Men hvat er kirkjumál, og hví eru tey so dýr fyri samfelagi? Kirkjumál kunnu skjerast upp í 3 vangar: lønir, viðlíkahald, og administratión. Og hví tey eru so dýr veit ongin. Lat okkum byrja við lønunum. Her eru bispur, prestar, kirkjutænarar, klokkarar, gravarar, osfrv. Hví er ein bispur og nakrir prestar so dýrir? Hetta eru jú menn sum hava fingið eitt kall, og sum samaritánar skuldu teir bara tikið fyri breyð og leigu, ikki so? Teir skuldu ikki ligið kirkjuni til byrðu, men heldur hjálpt henni og stuðla. Hugsa tær um menn á Jesusar døgum høvdu kravt løn? Hvar vóru teir tá endaðir? Stutt sagt: prestar og bispur, far niður í løn! Ein og hvør kann klára seg fyri kr 10000-12000 um mánaðin. Vísi fyri einaferð skyld ábyrgd og solidaritet fyri tykkara egnu hugmynd av einum betri heimi. Viðlíkahald. Júst í hesum døgum fer arbeiði fram á eina kirkju í Havn. Arbeiði gongur fram ímóti at varveiða kirkjunar upprunaligu útsjónd. Hví? Hví ikki gera arbeiði so bíliga sum møguligt? Dømi eru um, at viðlíkahaldsarbeiði hevur kosta 3-5 ferðir meira enn neyðugt, bert fyri at venda aftur til tað upprunaligu útsjóndina. Hví ikki brúka nútíðar tilfar og nútíðar reiðskøp? Lat okkum síggja kirkunar tænarar sum fyrimyndarsmenn. Naka sum vit aldri hava sæð í Føroyum. Administratión. Danir hava eitt heilt kirkjuministerium. Og teir eru 5 milliónir fólk. Nøkur fá av hesum ganga í kirkju. Úti í lokálsamfeløgunum finnur tú ráð av ymsun slagi, sum øll blanda seg uppí. Og bara gera ilt verri. Altíð er ein maktkampur millin hesi smáu ráð og prestin. Óneyðugt. Men hetta gevir meira arbeiði til administratiónina. Og soleiðis kundi eg hildi fram. Ein óvildigur eygleiðari fer at hugsa um Andeby... Tá fullveldi endiliga kemur yvir okkum, tá skulu hesir 3 postar skjerast niður. Prestar okkara skulu verða kallaðir menn og kvinnir, sum bara fáa fyri dagin og vegin. Bispur skal fara aftur til arbeiðis, og sjálvboði arbeiði skal gerast meira sentralt. Gudfrøðisligt skal arbeiði ganga fram ímóti, at venda aftur til tað upprunaligu læruna. Ringt er at taka kristnu samfeløgini í álvara, tá øll standa í hvør síni meinigheit og prædika um at hini taka feil. Tað eru vorðnir so nógvir bjólkar í meinigheitseygum, at tíðin, hvar fólk blivu brend fyri vranglæru, aftur nærkast. Andaliga verðin er stýrd av ambitión og pengagreði. Og so finnur tú idealistarnar, teir ungu vælmeinandi, ið reika í gøtunum. Teir fáa andaliga avgongu, tá teir kenna kensluna av samarbeiði millin meinigheitir, ið faktiskt skuldi verði ein. Hesi ungu kundu broytt verðina, men teir eru longu spiltir av teirra egnu andaligu leiðarum. Niðurstøða. Tað er óendaliga líkamikið, um vit skulu yvirtaka kirkju og kirkjumál. Men um hesi mál verða lagt út sum ein meinbogi fyri arbeiði fyri fullveldi, ja so er nógv oyðilagt. Og tað tykir mær, sum hava menn longu fingið fatur á hesun hugskotið. Tí geri eg vart við hetta. Lat ikki sambandsmenn, sum bara heva danagud, steðga okkum nú, tá fullveldi er fyri framman.

At gera mannamun.

Løgreglan í Klaksvík hevur aldri verði kend fyri sítt vit. Løgreglustøðin í Klaksvík er manna við lítið mentun fólki, ið loypir yvir har garðurin er lægstur. Hetta er onki nýtt. Og tó hendir við hvørt okkurt sum veruliga loypir kvøkk á okkum. Seinasta undarliga, niðursetandi, hendingin er, at ein maður ið umboðar bæði løgreglustøð og kommunu, knappliga stóð í gongini hjá fólkið, ið einki vardi. Hvat hann vildi? Jú, hann vildi hyggja um hann sá eina hundakurv í gongini... So er tað man spyr seg sjálvan: er maðurin bottnleyst frekur, ella er hann bara býttur? Hetta skal eg ikki úttala meg um, tí so væl kenni eg ikki mannin. Eg vil bara sláa fast, at maðurin breyt lógina, tá hann traðkaði inn í gongina. Hvat verður tað næsta? Og hvat hevði hesin maðurin sagt um eg fór inn í køk hansara, tí eg líka skuldi hyggja um hann átti mjólk at læna mær...??? Og nú vit tosa um hundar. Hví eru tað altíð teir somu hundarnir ið verða tiknir? Og altíð teir somu hundarnir ið ganga snikkaleysir? Danaland hevur stórar trupuleikar við mutraðun løgreglumonnum. Tænastumannasakirnar hópa seg upp, og eingin vil vitna. Sama ger seg galdandi her í Føroyum. Sakirnar ið eru móti løgreglumonnum verða allar lagdar á ís. Kanska er støðan verri í Føroyum, tí samfelagi er so lítið. Sum støðan er nú, mangla fleiri rapportir. Fleiri sakir eru lagdar niður, tí tað, ið einaferð var skriva, er horvið... Tryggingin hevur lív og glaðar dagar, tí nógvar sakir um endugjald detta niðurfyri, tí løgreglan ikki finnir saksmappurnar. Man má spyrja: hvør fær ágóðan av hesum óregluseminun? Tað er náttúrligt at seta samband millin løgreglumenn og trygging, og hetta sambandi er ofta lik við lusk! Vónandi fer onkur at kanna hesar umstøður.

Sea Shepherd, ein miðdepil fyri etniskari vitan...

Hóast sokallaði captain Paul Watson er eftirlýstur í fleiri londum, og hóast felagskapur hansara hevur framt lógleysar atgerðir, -so hevur Watson og felagskapur hansara eitt sindur av makt. Síðsta bragd teirra er, at teir hava fyrigiklað einari stórari týskari fyritøku ein veruleika, ið ikki er. Hendan týska fyritøkan er "ALDI Einkauf GmbH & Co". ALDI tók orð Watsonar í ramasta álvara! Leiðslan í ALDI sendi eitt fax til Sea Shepherd, og boðaði frá stuðli sínum. Tá eg frætti hetta, kannaði eg naka av tí prógvtilfari, ið Sea Shepherd hevur nýtt í sínum royndum, at fáa ALDI frá at endurnýggja sáttmálar sínar við føroyskar fyritøkur; úrslitið, ella niðurstøðan ið eg kom til, er mær tíanverri ógreið. Tí, um tað tilfari eg havi funni á netinun, liggjandi á millin annað servara hjá Sea Shepherd, og "highnorth.no", er avgerandi fyri støðuna hjá ALDI, -so hava føroyskar fyritøkur eina sak! Tí tað tilfari eg læs, er bygt uppá pástandir, uttan nakra prógvførslu um tað sagda. Afturat hesum, so má sigast, at vitanin hjá Sea Shepherd um veiðihættir og føroyska mentan, -er heilt burtur við! Tilfari hjá teimun er bygt uppá revolvarajournalistikk og skrekkpropaganda. Men tað ringasta eru lygninar, sum teir siga um okkum. Til dømis havi eg ongantíð hoyrt um "tað árliga grindadrápi", hvar allir føroyingar ganga púra uttan vón og vit, og drepa og stinga og skera og saga og sláa grindahvalir til deyðis...??? Hevur tú? Felagskapurin Sea Shepherd hevur fleiri ferðir handla ólógligt, bæði móti einstøkum persónum, og móti fyritøkum; sum dømi um tvøru og harðrendu kós Watsons´, kann eg nevna, at ársins maður 1995, valdur av Sea Shepherd, var ein ungur norskur brotsmaður, við rúseiturstrupuleikun, stuldri, herverkið, og skjalafalskan, á sínum herðum... Navn hansara er Bjørn Ursfjord. Og eg kundi blivi við... Stuttligt var at beita altavista.com á "Sea Shepherd" + "pilot whales". Tað var nógv tilfar, okkurt var sera áhugavert. Stutt sagt: vit burdu ikki havt naka at ræðast frá hesum felagskapi, um stovnar okkara eru mentir at útvega sakligt og sigandi tilfar um livihátt okkara her í norður Atlants havi. Tað er blivi sera umráðandi at menna ein mentunar stovn, ið dugir at seta okkara samleika upp fyri alheimi! Ein mentunarstovn ið arbeiðir neyvt saman við vinnulívi okkara. Tann dialogurin ið skal verða millin vinnu og mentan, er andliti út. Hetta andlit er umráðandi, tað hava trupuleikarnir hjá ymsum indiánum prógva. Smáir familjubólkar, ið krevja sín aldargamla rætt, ein rættur ið burdi verði sjálvsagdur, men nú er vorðin naka framíhjá, -ið bert kann varðveitast um tú liggur á knæ fyri eini stórari andlitsleysari tjóð.

Hví?

Eitt afturvendandi orð tá man tosar um loysing, er idealisma. Sambandsmenn leggja ofta hetta orð á okkum loysingarmenn, enntá hevur orðið droymari verið nýtt um loysingarfólkið... Well, spyrjið eg: hvat er gali við tí? Hví skal man ikki kunna verða idealistur? Kanska sambandsmenn eisini grína eftir Martin Luther King og Ghandi...??? Ella Gorbatjov? Ella Nólsoyar Páll? Ja-ja, samanlíkningin er djørv, eg veit. Men tá alt kemur til stykkið, eru hesi reystmenni so ikki idealistar og droymarar? Hóast tað, so fingu teir eitt sindur av skafti, ikki so? Tí haldi eg, at okkara fólk á tjóðveldisvíðvølli, skulu standa fatt, og verða stolt tá orðini "idealistur" og "droymari" verða smoygd og klistra yvir teirra kúgvaeygu. Tí satt at siga, hvat hava so sambandsmenn at bera okkum av visiónum? Nevn mær eina sambandsyrking ið rørir hjartastreingjir? Ella ein sálm við sambandshurri í? Nei tú! Sannleikin er tann, at sambandshjørtu er grunnur sjógvur, fyltur av angisti og treða. Hvussi leingi heldur tú at ein sambandsmaður hevði hildi í einum av russisku lívveldunum, ið berjast fyri loysing? Hann hevði verði skotin sum landasvíkur!

BILAR OG SERVISA Í FØROYUM...

Aftaná 2 ár við 12 ára gamla Toyota-bussinun av slagnum Hi-Ace, helt eg at nú mátti skiftast. Okay, segði eg við meg sjálvan, -vit keypa ein annan bil. Eitt annað slag! Og beinan vegin fekk eg eitt megnar tilboð frá Daewoo í Klaksvík. Á knæ í Sparikassanun fekk eg loyvi at lána til bilin, og eg langaði til! Eg keypti ein 6 mánaðar gamlan bil. Ein station-car av slagnum Nubira. Sølumaðurin lovaði mær, at bilurin var sum nýggjur, og eitt garanti skuldi fylgja bilinun í 3 ár. Og hvat skuldi eg fáa við keypinun? Jú, eg skuldi fáa oljuskift, ein listi var brotin, -hann skuldi sjálvandi skiftast. Ongin trupuleiki, segði sølumaðurin! Listin var á veg. Samstundis funnu vit eina rivu í forrútinun... "Handan skaðan koyrir tú uppá tína trygging, tað er lættari"... Sigur sølumaðurin við meg. Nú eini 3 vikur eru farnar, spyrji eg meg sjálvan um alt hetta var fyri stuttleikar? Lovaðu teir mær gull og grønar skógir, sum í ævintýrunum? Oljuskifti er gjørt. Men onki annað. Og fyri nøkrum døgum síðani sigur ein mekanikari við meg, at listin ikki er bestiltur enn... Sum tann varni maðurin eg eri, ringdi eg til tryggingina, og tey siga mær, at sjálvandi eigur tryggingin hjá seljaranun at taka skaðan, tí skaðin var hendur tá bilurin bleiv keyptur. Alt hitt nýtist onga viðmerking. Ein nýggj fyritøka. Ein nýggj fyriøka ið veit at ongin servisa er í føroyum. Hví kítir hon seg ikki at hjálpa viðskiftafólki sínum? Sum prikkurin yvir i´i fekk eg rokning uppá oljuskifti, eisini... Nú kann ikki blíva verri sigur tú...??? Nei, tað helt eg eisini! Men gakk! So kom veturin við frosti og kava, og beinanvegin gekk ein bremsu kaðal fyri, og minus´urin, -ella jørðforbindilsi,- setti ABS-bremsurnar út úr spælinun... Men rætt skal verða rætt: ABS-bremsurnar blivu gjørdar beinan vegin!

Jólaheilsur og barnaarbeiði

Ja, so vóru aftur einaferð jól í hondum, og fjarløgd skyldfólk og kenningar senda tankar og heilsur heim til Føroyar. Eisini Papua New Guinea hevur fingið ein stovn av føroyingum, og teir vildu eisini verða við. Men tað má eg siga, at teirra heilsur fullu mær fyri bróstið. Tað var so sjónligt hví missionerfelagsskapirnir vilja hava familiur við børnum... Hesi børn høvdu einki mál! Tey høvdu eitt forbrongla føroyskt, ið var vavt saman við amerikonskun og new Guinea orðum. Missionerarnir brúka síni egnu børn í samskiftinun við teir ymsu ættarbólkarnir, og til at læra seg sjálvar hesi egnu mál. Smábørn ið einki væl hava. Heimssamfelagi hevur lagt nógv fyri, at verja børnini, og onkuntíð hava vit enntá havt altjóða barnaár. Men rættindi trúboðarabarnanna er dátti niður fyri. Tí hvussi kanst tú ivast í intentiónum trúboðaranna? Teir vilja heiminun tað besta, sjálvandi! Og teir eru góð menniskju, tað vita vit. Trupuleikin er, at teir eru víðgongdir, og ikki hava kenslu fyri øðrum menniskjum. Teir hava ikki innlit. Ein typiskur ungur trúboðari er ein ið arbeiðir í fólkaskúlanun. Hann fer illa við børnum, og er ikki til staðar í arbeiðinun. Hann sær altíð seg sjálvan sum tann ið frelsir heimin. Børnini bara órógva hesar dreymar við bíttun spurningum. Nei, hann hevur ikki tíð. Ofta er komandi trúboðarin ein ið hevur skikka sær sera illa sum ungur! Føroyingar mugu læra seg at rætta og kritisera tann kristna. Tí sum nú er, fær tann kristni alt ov fríar ræsir. Hann livir í sinum egna sjálvrættvísi, uttan hógv. Undarligt er hjá mær í dag at hoyra sukurtos frá fólki, ið fyrr hava buka og banka sínar næmingar! Niðurstøðan er, at jú størri persónligar trupuleikar tann ungi hevur, jú størri er møgileikin fyri, at hann verður trúboðari ella víðgongdur kristin. Undrunarvert!!!

Hava vit innheinta danir?

Nógv verður tosa um sentralisering og desentralisering. Altíð í samband við magtstríðnum miðstaðarøki vs. útjaðara. Sum kunnugt hevur Tórshavn ovurstóran fyrimun, tí næstan øll landsumsitan av sær sjálvum endar har. Nógvir aðalstjórar og fulltrúar eru settir tey seinastu árini, og teir eru allir settir í Tórshavn. Eg veit ikki um naka øki, ið er lagt út til annan landslut. Hendan skeiva gongd er í fullun blóma. Og tað hóast samtíðin er á gosi um IT-tøkni og nýmótans samskifti av ymsun slag. Knappliga sá eg á tekstvarpinun hjá DR-2, at tríggjir danskir borgarstjórar í Jútlandi róptu varskógv! Teir gjørdu vart við skeivu gongdina í danska samfelagnum: alt ov nógv umsiting bleiv løgd í Keypmannahavn... Tað skal eg halda við, hugsaði eg. Er real-tíðin við at javnast? Er okkara mentunarliga tíðarástøði nú lagt upp móti alheimsins? Tú hevur ofta hoyrt, at Grønland og Føroyar er afturút í útvikling. Flest øll vita hvat meinast við. Hesir tríggjir danskir borgarstjórar ætlaðu at fáa fleiri við sær. Hvussi endar er sera spennandi, tí hetta er viðkomandi fyri okkum eisini. Aldri hevur verið meira umráðandi, at fáa ein mentunarpolitik orðaðan. Ein stovn ið myndar andlit okkara útattil. Ein reflektor. Ein mentunarligan telefonsvarara. Og ikki at gloyma: eitt andaligt dren!

kunstur

Einaferð í medio 1999 teknaði okkara knasandi dugnaligi kunstnari, Edward Fuglø, myndirnar til eina náttúru-útgávu. Hendan bók var ætla tí føroyska skúlanun. Ummæli var millin annað í Útvarpi Føroya, har blaðmaður fyri einaferð skyld vitjaði norð á býráðsskrivstovu okkara her í Klaksvík. Og sum mangur annar, lurtaði eg; tað var rørandi sum teir róstu útgávuni. Hesa bók má eg síggja, hugsaði eg. Men sum vanligt gekk eitt lítið hálvár áðrenn eg datt um bókina. Men spentur var eg! Tá eg so endiliga blaðaði í hesi teknaðu bók, fekk eg hesa løgiligu "rukkandi-brír"-kenslu. Eg hugsaði, at hetta mátti verða ein feilur, hetta mátti verða skeiv bók! Eg vendi bókini, og hugdi at permuni: men nei, Edward Fuglø hevði tekna! Kettan hevði trýn, og revurin líktist kettu... Hvalurin sá sjúkur út, og fuglurin sá ikki út til at verða mentur at lætta sær á... Eg sat millin stórar menn, so eg tordi onki at siga. Sum flestum kunnugt, so veit eg meira um seyð enn um kunst, men eitt eitur at hava "góðan smák". Eg var skuffaður! Navni E. Fuglø hevði verið so ofta at hoyrt, bæði í samband við teknaðan kunst, og smíðaðan. Eg risti uppá høvdi, og tók synd í Edwardi, tí hann mátti hava eitt ringt ár. Hesa hugsan hevði eg inntil fyri einari viku síðan. Tá sá eg eina tekning hjá Edwardi, sum ein kenningur hevur keypt. Hesin kenningur segði mær, at myndin var av nykinun og kópakonuni. Eg mátti rista uppá høvdið! Tí nykur og kópakona eru í hvør sínari søgn, og hava onki við hvønn annan at gera. Orsøkin til, at eg legði merki til tekningina var, at eg helt farvir og kompositión verða út av lagi vánaligar. Tá visti eg ikki hvør hevði tekna. Myndin bleiv hangandi fyri mær, og eg mátti reisa meg og kanna myndina betur! Edward Fuglø! Myndin var av nykinun og tí sorgarbundnu mammuni! Eg settist aftur, men myndin vildi ikki sleppa mær. Eg reistist , og analyseraði tekningina: har vóru tveir sentrálir figurar, nykurin og mamman. Kunstnarin hevði lagt naka í nykin sum eg helt verða heilt misskilt, men deiliga undrunarvert! Samvitsku... Tí nykurin sníkti seg burt frá mammuni, og út í sjógvin. Sjógvin, spyrt tú? Er sagnin um nykin ikki bundin av tí feska vatninun? Jú, men hvør sigur at kunstnarin er bundin? Sjálvt um nykurin sníkti seg, so rann hann, tí sjógvurin hvítnaði um bein hansara. Kropin skeitti hann afturum seg, og skammaðist fyri tí mammuni, ið mist hevði barn sítt. Og mamman var veruliga sorgarbundin! Tað pínifulla skrýggji ið sást í hennara andliti, stóð ikki aftanfyri onkrum kendari skrýggji, tað er vist. Og hon skríggjaði spyrjandi móti himni, ikki dømandi móti nykinun... Her bindir kunstnarin tað yvirnáttúrliga saman við tí andaliga. Báðir figurar hava alt tað klassiska, ið sigur okkum eina søgu. Mamman er í svørtum, við tí hvíta kraganun, ið gevur henni eina tíð, ið ikki er okkara. Samvitskan hjá nykinun er so svørt, at tú næstan kanst smakka hana sum beiskur dropi á tunguni. Allíkavæl kennir tú, at kunstnarin hevur petta teir einkultu lutirnar sundir í undrunarverdar deilir. Hví hevur nykurin ringa samvitsku? Ein nykur hevur onga samvitsku! Hví hvítnar sjógvurin um bein hansara, um hann sníkir seg? Hví hevur nykurin naknan, langan, buktandi hala? Ætlar kunstnarin at gera nykin til devilin? So manglar oddurin á halanun. Og hví fer nykurin á bláman, og ikki á vatni? Nykurin skammast fyri mammuni, meðan mamman dømir Gud fyri syndir nyksins. Tað er fantastiskt, og banalt. Tá hugsaði eg, at Edward Fuglø er geniálur! Kanska væntar okkurt grundleggjandi í vitan hansara um føroyskar sagnir, men hansara persónlýsingar eru fantastiskar! Lat okkum verða stolt, at hann er føroyingur!!!

tey klaksvíks-kristni og dómadagur...

So fór aftur eitt aldarskifti afturum okkum. Ikki bara var tað eitt aldarskifti, men eitt nýtt millenium er yvir okkum! Og tað er vatn á mylluna hjá teimun klaksvíks-bibliofili... Longu í byrjanini av árinun 1999 vóru fólk frammi við dómadagsprædikum. "Teir síðstu dagar", "djóri skal koma", "teir hava rokna seg fram til", osfrv. Hvussi hava tey tað so í dag? "Nei, tað hava tey aldri sagt"... Tað er stuttligt! Og mín virðing fyri teimun klaksvíks-kristnu minkaði aftur í ár. Tí man má taka synd í teimun, og síggja stórt uppá tað, tí tey vita ikki hvat tey gera og siga. Men lat okkum vera glað fyri, at tey eru fødd her í Klaksvík, og ikki í "Ísrael", ella Palæstina. Høvdu tey tað, so vóru tey ikki ófarlig meira, men sum øll onnur víðgongd, til stóran vanda fyri okkum "vanligu deyðiligu". Nú eru tey altso bara heimahoyrandi her í Klaksvík, og til stóran stuttleika fyri okkum "vanligu deyðiligu" í staðin. Og tó! Tey eru eisini ein bogi fyri okkum. Tey halda gang og vilja stýra øllum. Sum í teimun islamisku londunum hava tey fastar tíðir á døgninun, hvar tey fektast. Man má rista uppá høvdið! Men hvussi gekk so við dómadegnum? Ájú, har stungu seg fleiri Jesus´ar upp í miðeystri; nakrir árópa sær fyrstu messiasverdigheitina, og aðrir tað næstu. Jødarnir eru handlikraftigir, og teir við tí fyrru verdigheitini verða tveittir í geglið, tí jødar eru troyttir av øllum hasun tvætlinun! Hinir Jesus´arnir lata jødarnir teir kristnu um at takla. Men alt hetta verður tagt burtur, undrunarvert, tí hvat um ein av hesum øðrvitisknokkum veruliga er Jesus? Eg hoyrdi ein dagin, at trúðarlív er vorðin ein so kommersiel vøra, at ongin vil hava Jesus aftur. Alt koyrir uppá stás, onki má broytast. Tað er vorði ein vinna, sum fornýggjar seg sjálva! Tann statsstuðul ið verður skotin í er so fjaldur, at ongin øsir seg upp um tað. Eitt dømi? Hygg eftir Danmark, og teirra meinigheitsráðsgarðar... Skammiligt! Og í tí katólska heiminun hevur ein nýggjur Big Brother troka tann gamla av: kirkjan er vorðin ein nógv effektivari eygleiðari, enn státurin nakrantíð kundi blivi! Og so leingi sum Jenis hevur Gud hjá sær við samráðingarborði, ja so gongur okkara samfelag sama veg... At enda vil eg bera eina rósu til Klaksvíkar Býráð. Nýggjárið bleiv ein spurningur um skattakrónir í fleiri føroyskum kommunun, og tað er ikki gott! Klaksvíkar Býráð gjørdi eitt etiskt val, og valdi ikki at keypa fýrverkarí fyri almennan pening. Tí hvat við teimun gomlu? Og hvat við barnaansingarplássum? Hvat við teimun veiku í samfelagnum? Eitt stórt HURRA fyri Klaksvíkar Kommunu! Hvat heldur tú at Jesus hevði sagt við Leiv hansen tá roykurin á Oyggjavegnum hevði lagt seg? "Hevur tú gjørt naka gott í ár, Leivur"? "jú", sigur Leivur, "eg brúkti eina hálva millión uppá rakettir"... So Leivur Hansen hevur veruliga vunni sær eina stjørnu...???

Tryggingarfelagið Lív

Norðoya Sparikassi, ein megnar peningastovnur, ið ger alt fyri kunda sín, er nú blivin hildin fyri tað turru rukku. Tryggingarfelagið Lív roynir nú nýggjar vegir, og hevur kasta alsk sín á Sparikassan. Tað ljóðar sum ein super tilboð, eg mundi hoppa uppá tað sjálvur. Eg mundi hoppa uppá tað, tí Norðoya Sparikassi sigur seg standa aftanfyri tilboðnun, -men tað ger hann ikki! Tað er Tryggingarfelagið Lív ið stendur aftanfyri. Tilboði gongur út uppá, at tú kanst tryggja skuld tína, upp til kr 450000. Hetta kemur bert at kosta tær kr 93.75 um mánaðin... Doyrt tú áðrenn tú er 67, verður full tryggingarupphædd útgoldin. Trupuleikin er bara, at tá tú hevur goldið í eitt ár ella so, verður tú kravdur eftir eini heilsuváttan, og her dumpar tú. Tú fært so peningin aftur, men ikki rentuna. Og Tryggingarfelagið Lív skorar kassan. Hetta hevur Lív gjørt í nøkur ár. Nú hevur Tryggingarfelagið Lív hert átaki, og krógvar seg aftanfyri peningastovnar, ið hava eitt ódálka orð á sær. Tú veitst ikki at tað er Lív ið gevur tær hetta tilboði, men heldur at tað er ein peningastovnur... Um vit høvdu eina dugnaliga løgreglu í Føroyum, var Lív steðga, drigið í rættin, og dømt at gjalda renturnar aftur!!! Vara tær fyri Tryggingarfelagnum Lív!!!

Harðskapur í lítlari bygd

Undrunarvert sum fólk eru bangin. Klaksvíkin hevur altíð havt afturvendandi styttri tíðarskeið við harðskapi. Tað eru altíð teir somu ið gera harðskapin, og hvørjir eru teir? Jú, tað eru synir teirra, ið fyrr gjørdu harðskapin. Hetta kundi ein psykologur fingið nógv burturúr, men lat tað liggja. Synirnir taka arvin upp eftir pápanun, og bera teirra snævurtskygnið og býttleika víðari til sínar egnu synir. Ringurin uttan enda. Bakgrundin er øgiliga ofta eitt heim, har foreldrini velja sambandið. Hetta eru simpil mennisku, ið sum oftast enda sum frelstar, fyrigivnar sálir... Tí hetta er skjótasta leið úr skommini. Og onki annað! Eftir sita so ofrini, og um tey fyrigeva teimun skal eg lata verða ósagt. Men at hesi offur ræðast, tað er skilligt. Júst nú er so aftur harðskapur í bygdini, og onkur velur ikki at melda, tí hann ræðist. Hetta gongur so útyvir næsta offuri, sum so heldur ikki torir at melda, -og soliðis heldur valdsmaðurin fram, inntil hann ikki tímir meira, og velur at blíva frelstur, -aloftast heima hjá brøðrunum í Betesda. Tí í Betesda vaksur syndin fyri hvørja mikrofon, og eisini tilhoyrarafjøldin. (Leysliga eftir sangi ið A. Hoydal syngur) Og tá so knappliga fjøldin ikki munar nóg mikið, jamen so fer maðurin bara í bløðini... Tí her er ein óveruligur lesaraskari ið kann nøkta narsisismuna hjá valdsmanninun. Hvørji eru so hesi fólk, ið ganga í Betesda, og halda hondina yvir tílíkum monnum? Lat tað liggja, tí hetta hevur ongin hug at stinga hondina í! Lat okkum bara siga, at sambandið millin td løgreglu og samkomu er heitari enn kalt. Tað hjálpir eisini valdsmanninun, at løgreglan er ódugnalig, og arbeiðir eftir reglugerðum, ið ofta kunnu virka miðaldarligar. Nú knappliga gekk tað so út yvir ein ið eg kenni. Og fyri at leggja háð til spott, so ringir ein av valdsmonnunum til sítt offur, og ætlar at biðja um fyrigeving... Tí hann heldur offur sítt vita hvør hann er... Tá hann so hoyrir at offurið ikki ánaði hvør hann er, ilskast hann, -og fer at endanun at gráta!!! Tað skal skoytast uppí, at hetta offurið ikki ræðist lortabjólgar, og at løgreglan hevur fingið málið, -sjálvandi! Jaman-jamen! Skal ein tílíkur býttlingur sleppa at ganga á gøtuni? Eg spyrji bara. Og skal ein tílíkur maður hava loyvið at fáa børn? Kann samfelagið forsvara, at góðsint fólk verða sterilisera bara tí tey eru brekað? Alt ímegan hesi bølmenni sleppa at ganga leysir og nýta somu rættindi sum tú og eg? Okkurt av hesum bølmennum koyrir nú ruskbil. Og í hendan bil skuldi hann havt lagt sítt sáð, heldur enn at hava fingið tílíka ímynd av sær sjálvun! Nei tú! Pápar teirra eru lortabjólgar, og peran dettir sum kunnugt altíð tætt við hestin. Men hví ger samfelagið onki við trupuleikan? Hví gera fólk ikki eitt sameint átak fyri at steðga hesum monnum, ið jú altið eru teir somu? Ræðsla? Ikki bara. "Man skal ikki blanda seg uppí...", "Man skal bara slatra...", "Ei-jesus! Hygg...", "Gott tað ikki eru vit..." Osfrv. Vakni upp, fólk! Gríp í egnan barm! Ofta eru tað tíni børn ið gera hesi óverk! Hevur tú mist kontrolli? Hvussi dámar tær fyrstu, veruligu, føroysku institutións-generatiónina?

Saman at standa var okkum ei givið...

Og tað so sanniliga! Og so leingi sokallaði trúgvandi lata dulnevnda gall sín útyvir vanlig fólk, er lítil vón um broyting á hesum øki. Klaksvík liggur so tætt at víðgongdari leið, at skjótt fara vit uttan iva at síggja harðskap í Guds navni. Tá allir valdsmenn fara heim í Betesda, og har síggja og læra, at harðskapur er gongd leið í trúgvandi høpi, (tað man mong ein kona hava sanna), -tá verður tungt at verða vanligur maður! Men teir trívast væl í luktinun frá tí kókandi potti. Og skjótt fara babtista-konir at ganga minni enn teir kendu 5 mánaðarnar... Sig okkum: nær fara tit at ganga á vatninun aftur...??? Vit bíða spent!!! Eg havi enntá keypt eitt videoupptøkutól, tí eg ætli mær at standa á keiini næstu ferð...