Heystlomb.

Allir, sum hava havt seyð á bási, munnu geva mær rætt, tá eg sigi, at seyður er líka ymiskur sum menniskju.

 

Síðani 1982 hava vit havt hornaseyð á bási hvørt ár. Og tað er ein fragd! Veðrarnir í bakgrundini eru neyvan úr Føroyum, men tiknir við fyri at vísa horn ið duga, -her nýtast eingi spennir... Nøkur gjøgnumgangandi trekk eru hvørt ár, og vil eg til stuttleika nevna nøkur. Kennir tú eisini til tílík trekk vil eg fegin hoyra frá tær.

Tað er absolutt ikki líkamiki í hvørju rekkifylgu lombini koma inn av fyrstani! Tað lambi ið fyrst kemur á básin, vil náttúrligt stýra hinum. roynist væl at taka minna/verra/veikara lambi inn fyrst, og latað tað ganga einsamalt í einar tvær vikur, um umstøður eru til tess; nakrir dagar kunnu eisini gera tað, men ikki minni enn 4-5. Hettar gevur veikara lambinun munin í býrjanini. Í hesum sambandi er sera áhugavert, at styggara lambi, altíð, er betri á spridini. Hví hetta er so, má ein seyðapsykologur úttala seg um. Men gert tú sum áður nevnt, javnast vektin millum lombini, so meðalvektin betrast.

Eg brúki oppnan bás, tvs. Bás hvar hurðin leiðir beint inn til seyðin, so tú ert millum lombini tá tú leggur fyri teimun; hettar roynist sera væl, og verður sjáldan heilt styggur seyður við hesum. Tú ert eisini meira í kontakt við seyðin, og kennir betri trivna frá ótrivna. Ikki so, fyrimunir eru eisini við hinum slagnum, men mær dámar betri tann oppna. Gevir tú lombunum frið tær fyrstu vikurnar, sleppur eisini undan stútveðrum; lat lombini koma til tín, og ikki umvent!!! Eg havi sæð menn ið blíva við at handla lombini, beint tá tey eru komin inn, og er hetta átaluvert!!! Lombini eru sperd, og kenna óvissu.

Spennir. Hetta er vísund fyri seg og finnast óteljandi mátar. Eitt er tó at siga: ert tú í iva, so bora beinanvegin! Hav spennini í við hvørt, og tak tey úr við millumbili; tað stendur nógv á, og ofta sær man lomb fáa skræbuna, av hesum.

Spennandi! Í ár er ætlanin at hava 3 heystlomb her í Klaksvík, men nú fáa vit at síggja... Tað hava vit ikki roynt áður, og tað kann koma at standa á við hoyggji. Men áhugavert hevði verið, at sæð hvussi leikur fór. Meir seinni.

Nú havi eg keypt mær ein skannara, og vónandi fær lesarin gleði av honum eisini; sum ein roynd leggji eg nakrar myndir inn her. Onkur kanska heldur dramatisk, men sigandi. Well, stuttleika tykkum:

-

Tann kunnigi lesarin sær hvør árstíð hetta er.

Pen ull, men hornini naka nær----------------------------------- --------------------Hans tummar.

Kongsstovumaðurin flettir ein omandottnan veðr úr Skarðstør; han brast í klettin.

-

Verði varnir við hegnunum!!!----------Tvílembulomb; báðir lógu um 46 pund

Henda síðan er altíð undir ger, og opin fyri betringum.