Rasmus, hvør er tað?
![]()
Eg bleiv føddur 9 decembur, 1965. So eg eri við at verða ein gamal maður... Eg bleiv borin í heim í Føroya vakrastu bygd, Klaksvík. Aðrenn meg høvdu foreldur míni fingið 2 onnur, ein drong og eina gentu. Vit vuksu upp í einum menniskjaligum umhvørvi uppi á Garðavegnum; her eru bara stórir menn og stórar kvinnur!!! Hetta var eitt gott stað at vaksa til, og mínar røtur vildu heldur ikki sleppa takið, hóast 10 ár í Danalandi... Hvussi grannalagi er júst nú í mun til fyrr, veit eg ikki, útskiftingin hevur verði stór. Eg føldi meg einstakan tá eg kom aftur í 1992; eingin líkamaður at práta við. Nábúgvin, Tummas Knút, ráddi mær til at fáa hønir, og hetta hjálpti beinanvegin!
Eg var so heppin at fáa arbeiði á p/f Kósin Seafood, sum brínari. Hetta byrjaði eg við í septembur 1992, og havi eg stórtrivist í hesum kókandi prátilendi líka síðani!!! Nógv er hent síðani 1992: fyritøkan er ikki tann sama, stjórin er ikki tann sami, leiðslan er ikki tann sama, arbeiðsumhvørvi er ikki tað sama, o.s.fr. Í stórum veipun kann sigast, at nú er effektiviteturin í hásæti og persónlig viðkoma í lásæti. Og tað er væl gott? Spell er tó, at konufólkið á Kósini ikki er serliga erri av at verða Kósakonir; sjálvkenslan hjá tí berandi partinun av arbeiðsfólkinun á Kósini, er lág... Og tað er spell og óneyðugt, tí betri fólk skalt tú leita leingi eftir!!! Hevði fiskavirkingin havt tann reinskerikapasitetin sum vit hava, høvdu teir næstan kunna kappast við okkum... Men Gud havi lov, tað hava teir ikki. -Ikki enn, ið hvussi er!
Orsøkin til, at Kunoyggin
hevur høvuðsleiklut í mínari heimasíðu,
er at pápi mín var kunoyingur. Og har er
seyðurin hjá mær; vit eru vælsignað við
einum frímerki, ella einum bøkki, av jørð. Áhugin
hjá mær fyri seyði er av
yngri dato. Áhugan fekk eg í 1992, tá eg kom heim.
Áðrenn hetta havi eg ikki veri ordiliga uppií, men bara
gingið til handa. Skjótt fekk eg mær hund eisini, men
tað var eingin succes; hann vísti seg at verða "seyðablindur",
sum onnur eru orðblind... Eg gloymi aldri tá eg hevði hann
við á fjall fyrstu ferð: hann var so lukkuligur, og spældi
allan dagin... Meira er ikki at siga um tað! Men nú koma so
aðrir bollar á suppuna, sum onkur segði. Ein annar hundur
er á veg. Hetta fari eg kanska at greiða frá seinni;
men aðrenn tað vil eg hava vissu fyri at hundurin riggar!!! Men
at hann skal eita Snapp er avgjørt. 5
august 1997 bleiv ein tungur dagur! Henda dagin útførdi eg
so tað eg fyri langt síðani tók avgerð um: at
taka hundin av... Hetta skot er tað tungasta eg nakrantíð
havi latið av. Eg havi aldri verið meira pressaður, ikki av
nøkrun menniskja heldur!!! Men sum sagt,
tann nýggji hundurin er lagdur. Pól
Andreas Sirdal hevur lova mær ein hund undan tíkini Bess;
hon legði síðst 11 juli, -5 tíkar og ein hund. Hetta
er sera spennandi! Og fyri at markera at eitt nytt tíðarskeið
er byrja, havi eg latið hønirnar; nú er so einki "forstýrandi
ítrivini míni"... Í skrivandi løtu er
dagfestingin 23 august; hvølpurin er komin, svartur, hálshvítur.
Tá hann etur, murrar hann sum eitt ljóm... -(stakkals seyður...)
Og sum húsbóndin, er hann lítil og tjúkkur,
-og tá hann goyr, er tað tjóðveldis-gjóstur...
(Her síggja tit hann.)
Klokkan 01.00, 21 august, vóru vit lidnir at hoyggja fyri Jaspur Kruse. Bóndakonan sjálv, Harry Steinberg, sonurin Pól Niclái, Jaspur, og undirritaði. Skjótt standi eg fyri tørn; tað verður tá Turið kemur aftur úr Íslandi. Byngjuhoyggj, tað er gott!!! -Betri gerst ikki!!! Og um tú ikki veitst okkurt at taka tær til fyrst í septembur, ja, so ert tú vælkomin til Kunoyar at hoyggja. Vit kunnu altíð brúka raskar hendur. Um ikki annað, so kundi tú komi at smakka kakuna hjá Jórun... (Nam-nam) Jaspur, Hans Pauli, og eg, fara at keypa okkum ein video-upptakara, so løturnar verða ævigtgjørdar. (30 august 1997) Nú er upptakarin keyptur, og hann riggar væl. Nú er trupuleikin so, at eingin vil taka upp... Allir vilja sleppa uppá... Hvat ger man so? Kanska onkur av lesarunum hava hug? Um tú hevur hug at taka upp á túrinun, og tú hevur skjil fyri hesum, -ja, so er tú vælkomin!!! Tí eg havi ikki skjil fyri sovorðnum... Hvølpurin stórtrívist; hann veksir, skítir, mýðir og etir... Men tað verður leingi aðrenn hann kemur við í hagan. Inntil tá kanst tú kanna nøkur av hesum "coolu" hundalinkunum; leitar tú eftir myndum er her eitt gott mið: http://www.k9netuk.com/breed/bcollie/bcollpics.html , men har finst nógv annað gott eisini! Ert tú úti eftir góðum ráðum, kanst tú vitja hesa síðuna: http://dspace.dial.pipex.com/town/square/tac61/bcfaqs.htm , ella leitar tú eftir einum seyðahundablaði? So er hetta naka fyri teg!!! http://www.k9netuk.com/news/wsn/sub.html . Onkur ætlar kanska at ættleiða ein vælvændan seyðahund. og so er hetta adressan: http://www.k9netuk.com/news/wsn/sub.html , tað er ein góð loysn!!! http://www.algonet.se/~ylvaivik/ , hetta er síðan hjá einari svenskari border-collie alandi familju.. Sjálvsagt eru hesi støðini fyri Bordercollie-áhugaði. Seinni vil eg royna at skipa tey saman á eini síðu dyri seg.
(12 septembur 1997) Veðri er heystligt! Sum flestum av gestum mínum kunnugt, er langt síðan, at hendan heimasíðan bleiv dagførd, -hoyggjingin hevur tikið bæði tíð og kreftir frá okkum øllum. Vit byrjaðu at sláa mánadag 8 septembur, og nú stendur turkibyngjan full av turrum hoyggji! Stuttligt tá alt riggar, ha?
(13 septembur 1997) Veðri er vælsigna so heystligt! Ja, so vóru vit lidnir at hoyggja, "og nu er alle mine lader fulde"... HALLELUJA!!! Men haraldsundsmenn h-a-t-a saft, tað funnu vit útav; teir vildu hava gull frá Føroya Bjór, annars løgdu teir arbeiði niður... Tað er undurfult at seta seg niður aftaná lokið dagsverk. Samstarv og brøðralag! Tað fær jørðina at snara. Og so kanska ein gull eisini... Húsini lukta øll sum tey eru av 1. flokks hoyggji!!! Gamalt er, at hoyroykur, er góður fyri gessin. (Lat okkum nú síggja...) Vit hava 14 laksaælisekkir fullar av hoyggji í kjallaranun, tað strekkir vónandi.
(25 septembur 1997) Í gjárskvøldi svíddu vit so veðrahøvdini, Hans Pauli og eg. Hetta var í evstu løtu, tí veðri hevur verði avbera lýtt nakrar dagar, og víggj var í nasagluggunum... So lat hetta verða ein ávaring til tykkum sum nú fara at fletta: ansið eftir flugunum, -tí tær eru í støtinun!!! Annars vóru høvdini naka fyri seg! Tungan var ein stórur vøddur, næstan svørt á liti... Og nakkaspiki... Tað var grønt og svart, og í løgum. Tú skar lag fyri lag, og saftin spríkti fram... Hetta er fyrsta seyðarhøvd eg havi sæð, ið hevði veruligan eygnamør...
(27 septembur 1997) Í dag er komi nógv burturúr; síðan er dagførd, passandi og við umhugsni. Vakni lesarin sær sjálvur kollveltandi broytingina, uttan at eg noyðist at greiða frá. Lat meg bert siga, at tað ið ætla var, -er nátt!!! Sópingin heima í Kunoy gekk lætt. Vit hava kassar undir básinun, og hetta er munandi arbeiðsligari. Tað tók okkum ein tíma at sópa undan 3 heystlombun, og einum brundi. Síðani gekk leiðin norð til Jaspur, har vit hugdu eftir krovunum; -ónáturliga gott!!! Snappurin hevði tað eisini stuttligt. Einasta óeydnuhending var, at Liverpool tapti. -Ónátúrliga keðiligt!!!
(30 septembur 1997) So bleiv endiliga boðað til kenningsfjall; men veðri var so syndarligt at ikki bleiv fari.
(4. oktobur 1997) Fóru vit, men illa gekk. Nógv hava gramt seg, at seyðurin rakst so illa í ár. Og tað passaði fyri seyðin heima í Kunoy. Hendan dag tók eg eitt kenningslamb, undan jólingi, og vág ta livandi 60 pund. Flett 24 pund, altso ein úrtøka uppá 40 %. Eg taki mær ikki av kenningsseyðinun um veturin, so tali er gott nokk. Eisini tóku vit heystlomb, 3 í tali. 2 fingu vit frá William Dam; eitt svart jólingslamb, vekt 51 pund, og eitt tvílembulamb, vekt 46 pund. Bæði komu inn í senn, og kann tað ikki verða betri!
(6. oktobur 1997) Vit fingu eitt heystlamb inn av Oyri. Eitt hvítt gimbralamb, vekt 62 pund. Spell at ikki næsta eisini kom inn, men øll fjøllini eru ikki gingin enn, men tað verður skjótt.
(8. oktobur 1997) Regin boðar til heimastu gongu.
(10. oktobur 1997) Flettu vit traðarveðrarnar úr Klaksvík. Hans Pauli og eg báðir. Tann svarti vigaði livandi 156 pund, og flettur 60 pund; úrtøka: 38.46 %. Tann blikiti vigaði livandi 160 pund, og flettur 63 pund; úrtøka: 39.40 %. So vit eru nøgdir! Teir fingu einki eyka tann síðsta mánan!
(11. oktobur 1997) Endiliga sloppu vit avstað. Vit fóru umleið klokkan 11.30, og vóru í rætt klokkkan 17. Umleið 50 áseyðir í rætt. Tvs. umleið 30 úti. Hetta er eingin vanlukka, seyðurin er farin norð í miðgonguna, og kemur inn tá vit fara har. Lombini høvdu øll góða vekt, og meti eg meðalvektina at liggja um 85 pund. Menn høvdu á orði, at lombini vóru smá, men ómetaliga væl í holdum. Okkurt áhugavert prát tók seg, -sum altíð, -upp, meðan hagreitt bleiv: skal hagin setast upp við gongum, ella stikum. Onkur helt, at teir gomlu røktingarmenninir dugdu betur at seta upp í móti; tá var ikki stika, sum nú. Tí máttu teir duga gongurnar, og seta við fyri gongu. Ein annar helt tað ikki vera ráðiligt at seta seyð nær mark. Tí hesin seyður vil skjótt leggjast inn á grannagonguna, um illa skipa. Eisini bleiv tosa um lomb ið tráa niðaneftir; ein helt at hesi lomb hava hug at ferðast ov langt, men samstundis vóru tey náttúrliga betur, tí størri øki mátti fouragerast, og tað grasi ið er, nýtast betur: tvs. meira gongd og effektivari sodning. Tað er eysæð, at traðarveðrar fáa alt ov lítla rørslu! Men hesir kundu blivi nógv betur, um teir blivu rørdir dagliga. Renn eftir teimun, ella send hundin at reka teir spakuliga. Men tú hevði kanska verið tikin fyri rukku, um tú fórt túr við heystlambinun, gjógnum býin...
(26. oktobur 1997) Ja, so blivu allar gongurnar lidnar. Illa er dagført hjá mær, men nógv hevur verði at gjørt. 15 oktobur kom næsta heystlambi inn av Oyri. Tað er svart, og vigar 68 pund; hetta er eitt tvílembulamb. 20 oktobur fekk eg ein fjallseyð, sum eg setti á bás. Hann hevði vigað um tey 30 pundini, men hann er so penur seyður, at eg ikki unti mær at drepa hann. Miðgongan hjá kunoyingum gekk illa; har kom ov lítið av seyði fyri. Teir norðastu mennirnir fóru ikki nóg langt norður. Sostatt vóru nógv veðurlomb eftir úti. Lukkutíð bleiv dalagongan so væl rikin, -og heppnaðist so væl, -at tann seyðurin ið ikki kom fyri í miðgonguni, ja, hann kom inn í dalagonguni. Menn vóru glaðir, tá onki veðurlamb var eftir úti. Hóast gott seyðaár, var skurðurin alt ov ringur: tað blivu bert tiknir 5 seyðir uppá mørkina... Til samanlíkning kann nevnast, at Mikladalsmenn tóku 30. Skarðsmenn tóku 12 netto. Eg skal ikki koma inn á orsøkirnar; tað mugu tit sjálvi hugsa tykkum til... "Gløgt er lesarans eyga..." 3 heystlomb á bási her í Klaksvík. Og spenningurin er høgur. Tað sum kom inn fyrst, er tað veikasta, men kampurin var harður; tó skal sigast, at tað er gløggari. Hini bæði, -tað svarta og fjallseyðurin, -eru sum hosa og skógvur.
9. novembur 1997) Hárutíðin er byrjað, ein spennandi tíð! Allir hagarnir vestanfyri á Kunoynni eru útleigaðir, -tíverri... Og í gjár vóru menn fyrsta túrin fyri norðan: 44 hárir, og er tað met, eftir hvat eg veit. Teir vóru 5 byrsir, og 2 dreingir. Hesin hagin fór fyri kr. 6000, í kappbjóðing við undirritaða við fleiri. Eisini hetta er met. So lat okkum vóna at háruárið verður framhaldandi gott!!! Annars var eg ein lítlan túr í gjár eisini; Jógvan Kári og eg fóru frá húsum um 13.00 tíðina, so tú kanst ætla, hetta bleiv ikki langur túrur... Men vit fingu so eina háru. Hetta var í haganun hjá Petur Ova. Hans Pauli fekk Skarðshaga fyri uttan, so har verður onkur góður túrur eisini.
(13. novembur 1997) Veðrið var einastandandi. Vit vóru 8 manns: Hans Pauli Purkhús, Jákup Jacobsen, Andrass Sólstein, undirritaði, Jógvan Pauli í Kongsstovi, Olivar Olsen, Sámal Thompsen og Poul Eli Jacosen. Vit fóru við 8-mannafarinun hjá Páll, og løgdu hann við Sporið undir Skarðsbygd. Klokkan var blivin um hálvgum 9 tá vit vóru niðan komnir. So gekk leiðin móti Skarðshaga fyri uttan. Tað kom eitt lítið æl, men tað rann skjótt av aftur. Vit gingu norð og niðan, og mannaðu okkum í somu skipan sum menn eru nevndir. Vit sóu nógva háru, og allir vóru spentir! Sjálvur fekk eg Klettskarði at ansa, men tað royndist ikki í ár; her fingu vit bert eina háru. Nokk um tað. Úrsliti bleiv 30 hárur, og menn vóru sera nøgdir. Lat meg at enda minna tykkum allar á, at fjallskógvarnir eru alt! Fari ikki uttan góðar skógvar! Ert tú í iva, so spyr ein ið tú veitst hevur skjil fyri hesum. Hesin trupuleikin stingur seg alt ov ofta upp. Næstan hvørt ár er onkur ið er illa skøddur, og ikki er tað stuttligt! Hinir hava ampa av sovorðnum monnum. Minst til: ver væl skøddur!!! Eisini vil eg ráða tykkum til at taka móti onkrum góðum ráði frá teimum sum hava royndir við byrsu; spyr teir um okkurt stingur seg upp! Tað er ikki skomm! Og minst so til: hevur tú gingið langt, hygg so í byrsina, aðrenn tú skjýtur! Okkurt kann hava stungið seg í løbið, og tað hevur stóran vanda við sær!!! Hygg í løbi aðrenn tú løðir!!!
![]()
(14.desembur 1997) Ja-ja, soleiðis fer alt upp í einki... Í gjár var veðri so gott, at alt andaði frið; men ongan veg fór eg... Eg havi onga umbering, uttan so, at meira tíð má havast til hundin. Arbeiði fer við 10 tímum um samdøgri, ella har á leið. Man kan ikki gera alt, ha? Hetta ljóðar sum ein vánalig umbering. Tað hoyri eg sjálvur. Annars gongur alt uppá stás. Uttan eitt: eitt av heystlombun mínum í Kunoy hevur fingið ein kammfjarðarlíknandi vøkst á tvirvørrina; í morgum var hesin vøkstur reytt uppbólnaður, næstan sum ein rósuknobbur. Eg veit ikki hvat tað er, men menn hava sæð hetta fyrr. Hetta smittar illani, eru allir samdir um. Men naka grøðandi kunnu menn ikki einast um. Summir halda hetta fara í ommu sína aftur, aðrir at okkurt má fáast frá djóralæknanun, o.s.fr. So eg havi lítið gjørt: eg havi vaska vøkstin, og smurt klorhexidinsalvu uppá. Vónandi fer hettar at hjálpa. Vit hava sópa í Kunoy, men ikki her inni; tað verður til jólar.
(28/12-97) Enn ein hárutúrur. Menn vóru samdir um, at ikki nógv var at síggja. Vit løgdu frá landi klokkan 8, og Jógvan Pauli førdi okkum norður; Hans pauli, Jákup, og Jógvan pauli hildu, at vit skuldu deila okkum: 4 mans til fyri Innan, og 4 mans fyri Uttan. Hetta eydnaðist væl. Vit fingu 10 fyri Uttan og 11 fyri Innan. Aftur hendan dag var Jákup bestur, við 6 hárum. Veðrið var gott; tað kom eitt fólv av kava meðan vit gingu, men tað bilti ikki.
Tilsamans fingu vit 107 hárir á Skarði í ár. Spennandi verður at frætta hvat teir hava fingið í Kunoy fyri Norðan; tað er eisini 16 marka hagi. Støðan áðrenn fari var hendan dagin var at kunoyingar høvdu skotið 80 hárir, og vit 82. Javnari kann tað ikki verða!
(17/1-98) Hans Pauli bleiv bangin um brundin hjá sær... Hann hevur gingið og tvassa niðri við bakkan sunnanfyri bygdina, og nú kundi verða nokk, helt Hans Pauli!!! Vit fóru 4 mans: Hans Pauli, Jógvan, Jógvan Kári, og eg. Lukkutíð kom Árni úr Árnastovu og hjálpti okkum eisini; hann kom framvið av tilvild, og tók synd í okkum... 2 reisir ruku vit hann norð móti hegninun, og báðar ferðir kikksaði. triðju reisi skipaði Árni, fyri at reka hann suður móti einum hegni, ið var uppsett suðuri undir Jarðardali. Tað riggaði!!! Hann var rak. Annars fingu kunoyingar 90 hárir fyri norðan.
(24/1-98) Boðaði Magnus í Oyri til fjall; hann ætlaði sær at taka 2 brundar. Vit fóru um klokkan 08:30, og vóru vit 5 mans. Dagurin bleiv einastandandi!!! Tað var bítandi kalt, men klárt. Tá vit stóðu í Skúvoyardali, ja, -tá sóu vit Sandoynna... Tórshavn, tann syndarligi blettur, lá í skugga, men hana høvdu vit sæð eisini, um vit høvdu hugt. Men brund sóu vit ongan. Eisini manglaðu 4 ær, segði Magnus; men tað kann hugsast, at hesin seyður stendur í tí bratta, og har vildu vit ikki fara, tí frostur og gler var allastaðnis. Næsti túrur verður kanska betur...
(7/2-98) Nú helt Petur Ovi, at hann átti tørn. So hann boðaði. Petur Ovi sjálvur, báðir synirnir, og eg. Tað var ein kaldur dagur, og vit stimaðu vesturum við Sverra og Berg. Tað var beinanvegin at vit høvdu ein veðr fyri okkum. Hann bleiv tikin og niðurbundin, og so tóku vit tann næsta. Stuttligt at verða saman við tílíkum gongumonnum!!! Teir gera alt sjálvir. Men suðurum Ravnagili sluppu vit ikki; har var glerstoytt. Eg hevði hundin við, og riggaði hann avbera væl.
(13/2-98) Kovin hevði endiliga gjørt skinnini upp... Hetta nevni eg, tí tit mugu vara tykkum!!! Aldri eri eg blivin so snýttur!!! Hví,spyrt tú. Skinnprísurin í ár hevur verið hampiligur, -kr 54.00 fyri skinni. Arni í Kovanun lat kr. 30.00... Eisini er hann so seinur við roknskapinun, at skinnini eru farin. Hann hevur enntá tann frekleika at siga, at skinnini vóru ikki saltaði??? Hettar er heilt burturvið, og tími eg ikki eingong at viðmerkja naka her. Men sum sagt: varið tykkum, -tí Arni er "snildur"!!!
(15/2-98) Um tú hevur borið eyga við hendan knívin, so sig mær frá; hettar er ein brazilianskur knívur, ið ikki verður framleiddur meira. Veitst tú naka at siga mær um hann, so vælsignaði gev boð frá tær. Serstakliga um tú hevur ein til sølu!!! Soleiðis sær hann út:
(22/3-98) Nógvur kavi hevur verði. Stórkavi. Vandi fyri skalvalopum. Klaksvíkin tømdi 46 hús av omanlopsvanda... Hettar hevur tikið hart uppá seyð og annan fenaða; nógvur seyður er deyður. Leygardag, 21/3, boðaði Magnus til fjall. Hann vildi hava seyðin heim úr Skorðunum, og vónaði, at allir vóru til. Túrurin gekk avbera væl. Vit fóru til gongu klokkan 08:30, og vóru við hús aftur klokkan 15:00. Vit høvdu 16 seyðir heim við okkum; 2 lógu í brattanun, sum vit ikki sloppi í, -og 2 blivu ikki sæddir... Magnus var nøgdur.
(10/4-98) Endiliga hendi so okkurt í sambandið við djóralækna og búfrøðing; 3 góðir, alvitandi menn, hugdu norður til okkum her í Klaksvík. Teir vóru: Gunnar Bjarnason, Jústinus Olsen, og Peter Haar. Teir vóru bjóðaðir norður av norðoya-úrmælingunum, Heini Mohr, Andras Joensen, og Kristmar í Oyri. Stevnan var sett at verða í Skálanun klokkan 14:00. Andras bjóðaði okkum vælkomnar at verða. 62 mans vóru møttir. Gunnar Bjarnason legði út, og greiddi okkum sodningarlagið á seyði; hetta var ein megnar fyrilestur. Okkurt nýtt var at frætta. -Um t.d. kraftfóður... Onkur var av áhoyrarunum ið høvdu reyð oyrir, tað er vist. Gunnar segði stutt sagt, at menn geva alt ov nógv seyðafóður, -og tá teir geva, er hátturin, ella tíðspunkti, -skeivt. Teir báðir, Gunnar og Jústinus, vóru samdir um, at grasperlan var eitt betur fóður enn seyðafóðuri. Harvið verði ikki sagt, at menn nú skulu gevast at geva seyðafóður, nei-nei. Samansetingin í grasperluni er ein sunnari fóðurúrdráttur; og var betur fyri tann kultur ið seyðurin hevur í maganum. Seyðafóður er ríkur uppá stívilsi, og er tí ikki rætta fóðuri fyri ein svangan seyð. Men fyri tann metta seyðin er seyðafóður gott. Sum dømi uppá fóðurvirði í grasperluni segði Gunnar Bjarnason: "Um tú skalt bera 50 pund av fóðuri út í hagan, so loysir tað seg betur at bera grasperlu enn hoyggj..." Hetta kemst av, at meira fóðureindir eru uppá pundið í grasperluni, enn í hoynum. Sjálvandi hevur seyðurin betur av at fáa stráfóður enn naka annað, men vit mugu ikki gloyma eindirnar í tí einkulta fóðurinum. Aftaná fyrilesturin og fylgjandi spurnarumfar, hoyrdist, at ringt er, at læra gamlan hund, uppi at sita... Meira um hettar seinni. Men nú vit tosa um hundar, so segði onkur mær, at Jústinus djóralækni hevði vitja eina familji í Klaksvík, -fyri ein yvirkoyrdan hund... Hetta kundi ikki verða rætt, segði eg, -tí djóralæknarnir hava ikki viðtalu uttanfyri Tórshavn. Og einaferð vóru vit 8 mans ið vildu hava djóralæknan norð at hyggja eftir hundum okkara, og vit fingu eitt klárt nei... Tí undrast ein tá tað frættist, at hann kom norður fyri ein hund. Hetta má verða familja ella okkurt líknandi. 8 seyðahundar kundu ikki fáa hann norður, men ein familjihundur kundi. Ella kanska er hesin familjuhundurin babtistur...???
(2/5-98) Kenningsær frá ´94 lembdi eitt gimburlamb, svart.
(3/5-98) Vóru stimitúr við Skýliskletti, norð um Nakkin. Vit sóu allar seyðirnar í Skarðstør, og onnur ærin hevur nú lembt... Hvítt, framsvart lamb.
(7/5-98) Jólingurin lembdi. Hvítt veðurlamb, beinreytt.
(9/5-98) Andras hjá Oyrabakka dróg 10-mannafarið, og bjóðaði okkum við ein túr at kika; enn er alt til í Skarðstør. Um kvøldið koyrdu vit heystlombini út í eitt gerði. Hans Pauli setti eisini sín brund út, hann skal ikki standa einsamallur eftir. Hetta er fyri at fyribyrgja beindovna. Gongan upp í Hvannrók er long.
(12/5-98) Halleluja!!! Í dag fekk eg vitjan av Arbeiðseftirlitinun... Higartil havi eg hildi hetta eftirlitið verði eina hulduveru, ið ikki kundi setast naka navn ella tiltak í samband við. Men so... Inn kom ein deilig dáma, -og so Eyðun Eltør; jú-jú, tey vóru ikki sovna enn, søgdu tey. Spennandi hvat tey kunnu gera, ha? Trupuleikarnir eru í samband við brínirúmi á Kósini. Fyrra leiðslan hevur ikki verði nóg vakin. Og tí er arbeiðsumhvørvið ikki nóg gott. Nýggja leiðslan er heilt klárt meira áhuga í arbeiðsumstøðunum. Gamli stjórin, Jóhan Páll, Hann gekk við nøsini hægst og "kannaði" lofti... So hann veit hvussi vorði lofti er, tað er vist!!! Nógv annað veit hann ikki... Lat okkum bara vóna, at Eiðis-fólk hava pen loftir á teirra virkið...
(15/5-98) Kenningsærin frá 95 lembdi eitt svart gimburlamb.
(21/6-98) Hygga síggj...
Oljitunnan er útkoyrd! Ein lítil sigur fyri mannaættina,
men ein stórur sigur fyri meg!!! Annars er so nógv hent síðan
12/5, at vit lata tað mesta liggja. Seyðurin er farin av bønum,
heystlombini eru útfarin, -og flutt, Navarsúlvur liggur nýmálaður
í Kunoy, Turid er farin til Íslands eftir kalva, eg havi
tikið eina krákupisu, -(hon eitur "hennara hátygn
Drottning Margreta".) og soleiðis kundi eg blivi við... Spell
annars at síggja hvussi gamli HB´arin Jóannis Jacobsen
leggur KÍ í oyði. Steypafinálan móti HB
bleiv ein sorgarleikur; tap og lemjan... Meðan KÍ-leikarar fóru
til hálvleik, niðurboygdir og troyttir, -stó trenarin
hjá teimun og reklameraði fyri jolly-cola á síðulinjuni...???
Og lat seg interwieva til sjónvarpi. Hansara dispositiónir
vóru ivasamar: Rógvi Jacobsen, ein altíð farligur
og stútisterkur spíðsur, bleiv fluttur aftur at ansa
eftir Allan Mørkøre... Harley bleiv útskiftur við
Allan Joensen; Allan er totalskaddur!!! Hví ger hann sovorði?
Nei tú: Vit mugu hava ein nýggjan trenara!!! Annars eydnaðist
mær at fáa autográfin frá Rógva; eg mátti
standa í kø í ein heilan tíma... Men her er
hann:
Annars eru góð ráð vælkomin í samband við krákupisuna Margretu.
(5/7-98) Leygardag 4/7, boðaði Petur Ovi til fjall; tað bleiv ein góður dagur. Ivasamt var um morgunin, um mjørkin fór at lætna, men vit fóru allíkavæl, -og tað var gott. Fari var klokkan 08:00 og vit vóru aftur í rætt klokkan 15:00. Petur bóndi lat væl at. Komandi leygardag er ætlanin at boða Suðuri í Gjógv í Kunoy.
(16/7-98) Hendan dagin fóru vit ein túr í Hvannrók; Hans Pauli, Jaspur, og eg. Vit settu stikirnar niður til tøkugerði, so veðrarnir kunnu venja seg við stikir uttan hegn; hegnið kemur so í, tá teir skulu takast. Teir sóu báðir gott út. Dvørgaveðrurin hjá Hans Paula og mær var nógv broyttur; hann var bæði longdur og tyngdur. Vit nevna hann "dvørgaveðrurin", tí gongulimir og skortur eru øgiliga ramlig. Hann hevur bein so kraftig sum ein kúgv. Krákan H.H. Margreta hevur ta gott: hon er mestsum floygd nú. Men í nátt hevur hon onkursvegna flaksa so harðliga í búrinun, at beini er skatt. Tað man fara at lága seg. Navarsúlvurin er klárur til heystið. Nýmálaður og brágdligur.
(18/7-98) Leygardagur, og penur dagur. Ætlanin var at hyggja um nakrir skarvsungar vóru Norðuri í Dali; og tað vóru tað... Vit tóku 6, men kundi havt tikið nógv meira. Navarsúlvur hevði hug at ferðast longri, og tí tóku vit okkum longur eystur; sum vera man fekk Hans Pauli hug at fara upp í Skarðstør. Klokkan 17:00 fór hann upp, og klokkan 18:30 var hann afturi í bátinun; tað ið báðir høvdu sæð meðan hann var uppi, tordi hvørgin at seta orð á: vit taldu báðir 10 seyðir...??? Hin ærin hevði lembt!!! So nú byrjar heysti at síggja óvanliga gott út. Um nóg høgt boð fæst, verða 2-4 seyðir til sølu.
(26/7-98) Hans Pauli, Jógvan Mørkøre, og eg fóru upp í Skarðstør. Vit settu 13 stikir niður, so nú er klárt til heystið. Jaspur lá á bátinun. Immi kom upp seinni, og lat hann væl at; eisini hann er ein, ið setur prís uppá føroyska landslagi, og tað arbeiði ið menn gera í hagum. Alt gekk upá stás. Immi helt at ov lítið av lunda var at síggja í luftini yvir Skarðstør. Øki er stórt. Hann er ein av teimum fáu, ið enn duga at søkja lundasessir á Kunoynni. Seyðurin í Skarðstør sá avbera gott út; bæði lombini eru gimburlomb. At enda fyri hendan dagin vil eg nevna, at ikki bara eru menninir ið her verða nevndir navngivnir, -nei, -teir eru eisini navnframir. Dulnevnir og huldulevna, tað lata vit aðrar um. Smáir menn og smáar konir finnur tú allastaðnis, tey eru ikki stuttlig at skriva um!!! Lat okkum bara vóna at hesir smáu menn og smáu konir skjótt blíva vaksin, tí spell er, at smá fólk við smølum sjónarmiðum sleppa at spæla sær við fjølmiðlar, og brúka hesar miðlar sum gassar í navn nepotismunar... (legg til merkis jambeformin...)
(3/9-98) So var ferian liðug... Og gerandisdagurin byrjaði aftur; eg kom heim úr Danalandi 26/8, og nú eru umleið 50 byrðar komnar til høldar. Í dag fyltu vit so turkibynguna aftur. Stuttligt hevur verði at hoyggja í ár, tí vit hava verði avbera væl mannaðir!!! Alt hevur gingið uppá stás. Nú byrjar man so at síggja ein enda. Strævið er tað, tað er víst! So kann man aftur fara at hugsa um at dagføra heimasíðuna; ikki hevur verði tíð til tess. Men ikki fyrr enn tær umleið 25 byrðarnar eru komnar inn.
(19/9) Gingu vit Hvannrók: Hans Pauli, Jaspur, Hans, Pól Niclái, Steffan hjá Regini, og eg. Kári lá í báti. Alt gekk uppá stás! Her vóru 2 heystlomb; tann reyði hjá Jaspur og Pól N. vigaði 72 kg. livandi, 67 p flettur, 46.52 %...
-----------dvørgurin hjá Hans Paula og mær vigaði 74 kg livandi, 73 p flettur, 49.32 %... Ikki so galið...???
(21/9) Gingu vit Skarðstør: Hans Pauli, Hans, Pól Niclái, Jákup, og eg. Jaspur og Jens Jul lógu í hvør sínum báti, Navarsúlvinun og Vitanun. Fari var úr Kunoy klokkan 08:00, og alt gekk gott. Vit vóru aftur í Kunoy klokkan 18:30. Veðri var av tí allarbesta, turt og stilt. Tøkan gekk
(25/9-98) Ársins hæddarpunkt
eru nú farin, og gerandislívið komi. Eitt av hæddarpunktunun
er, at Gunnar, málmaður í KÍ, hevur givið
mær sín autograf:
Hann er annars so smæðin, at eg mátti noyða hann at
skriva hann...
(3/10-98) Leygardagur er, og man hevur tað gott!!! Frí... Annars hava vit hoyggja eina byngju eyka; menn hildu, at vit máttu hava naka væl útyvir, tí enn vita vit ikki hvussi nógv heystlomb ið koma á bás. -Skarðstør er stórt...
(16/10) Kom kenningin fyri; og sama kvøldið fletti Beiggji geldærina hjá okkum: hon vág 52 pund, og var avbera feit; seyðurin hjá okkum er lítil av vøkstri, men betur finst ikki. Ættin er gomul. Vit hava havt sama seyðalinju í eini 25 ár, kanska meira. Ærnar eru harðbalnar, og krevja lítið ella onki. Orsøkin til lambsloysi hjá henni, var skilligt, tá hon var opað; har vóru knyklar í gøgnunum, og haldi eg, at hon hevur havt okkurt slag av krabbameini.
(17/10-98) Ja, so eru fjøllini liðug. Heimasta gonga, Miðgongan, Dalurin, og Kenningin. Seyðurin var treiðskur í heyst! Lambsvektin var hampulig; onkur bóndi helt, at vektin var slakari í ár enn undanfarin ár. Og undraðist samstundis yvir hettar, tí minni seyður er í. Kavaveturin í fjør kravdi sítt, og tungt er at koma upp á skipanina aftur. Tann bratti hagin hevur kanska betur lomb í heyst enn tann slætti; Nógv væta er komin niður, og kalt hevur verði. Annars gingu fjøllini væl í Kunoy, burtursæð frá onkrum "smávegis" trupuleika við onkrum hegnið. Eisini á Borðoynni hevur hilnast hampuligt, siga menn; lombini eru smærri her eisini. Her í húsinun fall býti væl út. Vit tóku 6 uppá mørkina fyri norðan í Kunoy. Sostatt fái eg 3 í býti: 1gimburlamb uppá 70 pund, -flett 8/10, 31 pund, (44.28 %) 1 Veðurlamb uppá 97 pund, -flett 9/10, 43 pund, (44.32 %), og 1 ær 112 pund, -flett 8/10, 45 pund, (40.17 %). Sostatt er úrtøkan rættuliga góð! Týsdagin 13/10 flettu vit traðarveðrarnar; vit vóru sum altíð sera spentir! Hans Pauli, Beigjji, og eg. Heystlombini av Oyri vóru jøvn bæði í útsjónd og livandi vekt; allir tríggjir veðrarnir vóru vigaðir tá teir seinast blivu fluttir av Helnabrekku og heim á trøðna. Hetta bleiv gjørt 14/9, og vigaðu teir tá: svarti 66 kg, hvíti 68 kg, og fjallseyðurin 77 kg. Spennandi var um vektin var økt uppá hendan síðsta mánan. Allir vóru tyngdir við einum pundi; tó skal takast við, at teir vóru heldur vátari 14/9. Vit samdust um at siga 1 kilo uppá veðrin. Men her eru vektirnar: svarti 133 pund livandi, og 57 p flettur, 42.85 %. Hvíti tað sama, og fjallseyðurin 155 p livandi, og 66 p flettur, 42.58 %.
(12/11-98) Lang tíð er gingin, og nógv er hent. Hárutíðin er byrja, og menn liggja framvið. Hornaseyðurin er komin á bás; 2 standa herinni, og 6 eru í Kunoy, -harav 2 brundar. Og nú vit tosa um brundar, so kann eg skoyta uppí, at seyðasýning hevur verði á Kunoynni. Hon eydnaðist væl. Eg ætlaði at skriva okkurt meira um sýningina seinni, so tað lata vit liggja.
(27/1-99) Ja, nú hevur langur steðgur verði; ikki so, nógv er hent, men ikki nógv vert at skriva heim um. Eg var so óheppin at skera meg illani, beint tá flettingin stóð fyri, -og hetta legði meg lamnan leingi. Hvat er so hent? Fyri at nevna okkurt, -veðrarnir eru bæði útfarnir og innafturkomnir, og háruskjótingin er liðug.
(8/5-99) Hesin tátturin, at skriva eitt sindur um hvat hendir av viðkomandi hendingun, ætlaði eg at taka upp aftur, tá eg var vorðin frískur í fingri mínum; sannheitin er tann, at ein samanseting av dovinskapi, ringari tíð, og einum skaða í beininun, hava tikið alla mína tíð... Eg skal ikki møða lesaranun við tílíkun, men fara beint til eina samanføring av tíðini frá 27/1 og til 8/5. Veturin fór sum flest allir vetrar plaga at fara, men í ár fór hann hampiliga væl við okkum øllum, hóast onkur fekk ein brest. Tá man hevur hornaseyð á bási, er eitt sindur av arbeiði, av at halda hornini. Eisini eg havi havt trupuleikar við hesun. Eitt av teimun heystlombunun, ið eg ætlaði at koyra upp í Skarðstør, fer í staðin í hagan; Hornini gingu ov nær, og hóast spenni í longri tíð, so hjálpti hetta ov líti. Tað er tó eingin trupuleiki, tí eg havi frælsi til tað í haganun. Onkur hevði helst nýtt eitt sterkari spenni, men tað vil eg ikki, tí tað er ikki gott fyri seyðin. Uttan at vita tað fyri vist, so haldi eg, at eitt spenni ið heldur vektina av hornunun er nokk. Ein av djóralæknunun frá Djóralæknatænastuni segði einaferð, at tað er synd fyri seyðin at nýta spenni; hann meinti, at ein hornsárur veðrur átti ongantíð at verði settur á bás. Hetta hevur hann helst rætt í. Og tað gerst eisini alt sjáldsamari, at man sær ein brundseyð við ringum hornun. Tey hundratals heystlombini ið menn hava á básið um alt landi, er ítriv. Heystlomb eru veðurlomb, sum av ov lítlari vekt um heystið, verða sett á bás til næsta heyst. Hesi veðurlomb hava heilt ofta trupuleikar við hornunun. Ein annar háttur at loysa hendan trupuleikan er, at saga hornini av! Hetta burdi ikki verði neyðugt av mær at siga, men eg sigi tað allíkavæl: IKKI SAGA HORNINI AV HEYSTLOMBUNUN!!! Ring tá heldur til djóralæknan, (um tú altso hevur heimstað í Tórshavn), og fá hann at gera hetta fyri tykkum. Hann hjálpir tær ikki um tú er á bygd. Tann stuðulin ið hann fær frá landinun, ger at hann akkurát hevur ráð at hjálpa havnamonnum. Hóast hetta, so dekkar hesin stuðul hjálp til neyt um alt landið. Men eisini her haltar: ein norðoyingur ið eg kenni, ringdi til djóralæknan og bað hann koma norð at gelda tarvkálvin og seta ring í nøsina á honum. Eitt líti ár seinni kom ein djóralækni. Hendan servisan er altso ikki naka man kann rokna við. Lukkutíð, man kann gera so nógv sjálvur. Er tú í iva, ring so til ein ið tú veitst hevur skil fyri hesum. Og ring í góðari tíð. Jú seinni tú sært trupuleikan, jú verri verður at rætta hann. Fyrr segði onkur, at teir gomlu vistu og dugdu betur. Í dag sær man, hvussi illa teir gomlu fara um seyðin hjá sær. Teir saga hornini av. Teir ganga við seyðafóður í einari hond, og Bayverm-sproytini í hinari, hóast man ikki gevur hetta móti skræpu. Nokk um teir gomlu, men lat meg enda tann táttin við at siga, at teir ikki vita betur. Í dag eru vit betur kunnaði um meira. Lat okkum tí ikki blíva so snævurtskygdir sum teir. Leygardagin 8/5 fóru vit ein túr í hagan, Hans Pauli, Hans, og eg. Onkur annar bleiv spurdur um hann kom við, men hann hevði fingið eitt so týðandi álit sum at verða kassameistari til eitt eydnuhjól. Ætlanin var at hyggja eftir økinun omanfyri Túgvuna, eystanfyri Hvannrók. Hetta eydnaðist heilt væl. Vit tóku okkum norð gjøgnum Reyðurók, og niður ímóti Hvannrók. Hetta arbeiði er ikki liðugt. Tað vita tey sum ganga í haga, at tílíkt arbeiði tekur sína tíð. Langt er at ganga, ringt er gongið í erva um hesa tíð, og varsemi má til. Vit hava gjørt tað upp í stigum, og vantar nú vónandi bert 2 stig. Vit vóru so langt eysturi, at vit sóu níður í Seyðberg. Tað var fantastiskt! Ein uppstandari riggar ikki væl sum langlína. Hann kann nýtast, men av tí at hann er so elastiskur og klænur, er hann ikki tryggur at hanga í. Tá man skal taka seg upp eftir honum, mást tú fyrst draga einar 2 favnar, áðrenn hann er strektur. Meira um hetta seinni.
(2/7-99) Vit mugu altso royna at fáa ein anna tóna í heimasíðuna. Eg havi fingið so nógv "vink-med-en-vognstang", ymsastaðni frá, at eg taki tað til eftirtektar. Man er ikki ungur longur, og man skal hugsa um framtíðina, ikki so?
(9/7-99) Fjøllini fyri Norðan í Kunoy eru gingin. Heimasta gonga, miðgonga, Dalurin, og kenningin. Týsdag, mikudag, og hósdag, og fleiri eru nú móðir. Sjálvur havi eg so høgligar ódnir, at onkur man misunna mær. Men teir ið hava verði norðastu menn hesar dagar, ja teir mugu verða niðurkoyrdir. Seyðurin er væl fyri, og lombini pen. Kenningsfjalli gekk illa at reka, men tað bert tí menn vóru móðir. Stuttligt at eygleiða menn við rætt í kenning; teir eru so bangnir fyri at hjálpa hvørjum øðrum, at teir detta um beinini á sær sjálvum. Tí gongur arbeiði sera seint fyri seg. Annars høvdu røktingarmenninir verði til arbeiðis í vikuni: 3 seyðir stóðu fastir, og teir fóru norð eftir teimun, og fingu teir niður. Væl gjørt! Tílíkt arbeiði er altíð vandamiki. Hesar ær fingu frámerki, so tær eru lættar at kenna aftur seinni; Jaspur Petersen hevur rætt í, at sovorðnar ær hava lyndi at fara aftur, og sostatt kunnu standa fastar fleiri ferðir.
(27/7-99) Summari er uppá tað hægsta, og menn hoyggja uppá lívið leyst! Ólavsøkan er farin afturum bak, og summarstevnurnar eru allar lidnar. Lundin flýgur í ring og menn eru farnir á ting. Líti hevur verið fleyga í Kunoy tey síðstu árini. Hagin hevur kravt ov miki í part. Men nú eru prísirnir settir niður til kr 4 fyri lundan.Eisini tað er ov nógv, halda summir, -men tað er helst ok. Navarsúlvur var silgdur til Kunoyar dagin fyri, og lá klárur. Eg skuldi føra. Hans Pauli og Sjúrður K. ætlaðu sær í Heystmúlan, og kanska eisini í Torvu. Klokkan var ikki 06:30 tá vit hildu avstað. Ættin var vestlig, og lotið frískt. Góðar umstøður at fleyga. Á veg norður hugdu vit upp í Bakstorvu, og har var lundi at síggja. Teir vóru spentir. Men gakk, línan var fokin upp, og fingu teir ikki hendur á henni. Leingi royndu teir. Streymurin var harður, og rættuliga ókyrt viðhvørt. Okkurt líti óløgi hevði hug at hvítna um Heystmúlan, og tá mennirnir fóru upp bar so óheppi á, at stavnurin tók í klettin, og 3 tey ovastu borðini loysnaðu frá stavninun báðu meðni. Tað bilti ikki, men tá vit fóru heim aftir til Kunoyar eftir greiðum, bleiv avgjørt at fáa ein bátasmið at smíða tey aftur, áðrenn lagt var frá landi aftur. Klokkan var farin av 13:30 áðrenn vit vóru klárir aftur. Teir báðir Hans Pauli og Sjúrður løgdu á av nýggjum, og sluppu upp á rókina og eysturum á Heystmúlanun. Teir eru báðir ómetaliga raskir og kringir. Men nú var vorði so seint, at ikki var nógv tíð eftir at fleyga í. Tað ringasta var, at loti var burtur, og líti av lunda var í luftini. Úrsliti bleiv 44 lundar.
(28/7-99) Jógvan P. í Kongsstovu fekk sær grasið í turkibingjuna. Vit vóru annars á veg norður aftur, men tað var alt ov stilt. Tí hjálptu vit heldur í Haraldsundi.
(29/7-99) Klokkan 05:30 fóru vit so aftur norður eftir. Hans Pauli í Torvu, og Sjúrður í Heystmúlanun. Líkindini vóru av teimun bestu. Útsinningur vestan, og eitt frískt lot. Eg fór eftir teimun aftur klokkan 18:00, og fekk mær eitt kók við toskatráðuni á vegnum. Úrsliti var 224 lundar.
(30/7-99) Nú var nokk spælt helt Hans Pauli, og boðaði okkum í Skarðstør. Meiningin var, at Jaspur skuldi føra okkum, men vit hoyrdu einki frá honum. Hann eigur annars ein veðr í Skarðstør. Lukkutíð, Jákup í Haraldsundi er heima, og bjóðaði hann sær til at føra okkum. Eisini hann eigur ein veðr í Skarðstør. Veðri var so gott, at vit silgdu innanfyri tey ymisku skerini har norðuri. Og innanfyri Øldina. Eisini hugdu vit um tað var siglandi innanfyri Konuna, men tað bar ikki til. Sjúrður var við. Hann hevur ikki áður verði í Skarðstør, og var spentur.
(20/8-99) Hendan dagin skuldi tað verða! Hans Pauli orðnaði, at nú fóru vit at gera Seyðberg klárt. Vit vóru sera spentir, og veðurberætningurin var okkum til vildar: útnorðingur, útnorðingur vestan, 3-8 metir um sekundi, og upp til 12 stig. Ikki besta ætt til báts norðanfyri. Nógv var at bera, so ætlanin var at vit skuldu verða 3 mans. Men kvøldi fyri klokkan 22:30 frættu vit at tann eini ikki kundi koma, tí hann skuldi til útróðrar klokkan 13:00 fríggjadag. Meiningin var frá byrjanini at ganga. Men nú vóru vit knappliga bara 2 mans, og byrðan var stór: ein uppstandari uppá uml. 100 metrar, fleiri smáar línur og endar, ein borimaskina við 4 battaríum, uml. 20 kongar av rustfríum stáli, naka av heitum klæðum, og matskjáttir. Tilsamans umleið 15-20 kg. í part hjá 2 monnum. Men ikki heldur tað vísti seg at verða ein trupuleiki. Hans Pauli er sera væl fyri og bar eina risabyrðu! Men hevði man fingið ein at ført okkum, so var nógv vunnið, bæði í tíð og í kreftum. Tí langt og leingi er at ganga úr bygdini Kunoy og norð í Nakkin. Tað var nú vorði seint, men tá eg á veg til hús koyrdi framvið húsinun hjá vinmanni mínum og starvsfelaga, Pól Andreasi, leyp eg inn á gólvið hjá honum. Hann sat og hugnaði sær saman við konuni, men játtaði at føra okkum. Tá broyttist alt! Nú var nógv vunni. Pól Andreas er vanur í báti, so ættin hevði minni at siga júst nú. Klokkan 06:00 var lagt frá landi fríggjamorgun. Og klokkan 08:00 sótu Hans Pauli og eg í Dalinun og prátaðu og hugdu eftir seyði. Har voru 4 veðrar í Dalinun og á Dalsenni. Allir hvítir, men tann eini var eyglittur gráur. Túrurin eystur eftir Skorðagøtu og upp í Hvannrók gekk sera væl. 2 Veðrar gingu eysturi í Skorðunum, eisini hvítir. Báðir vóru vit spentir uppá veðrarnar í Hvannrók, og Hans Pauli hevði myndatólið við. Teir stóðu eysturi í Spíðsinun, og fingu vit eina sera góða mynd. Hiðani fóru vit upp í Hvannróksketil, og eystur undir Túgvuna. Her lótu vit ryggsekkirnar liggja, og stungu bert tað vigtigasta uppá okkum. Borimaskinu, kongar, hamara, uppstandaran og línurnar. Tað mátti ein kongur setast í Túgvuna afturat áðrenn hon var trygg, tað vistu vit. Komnir uppá Túgvuna, settu vit ein 12 mm kong í sjálvt fjalli, so man fær arbeitt við tungum byrðum upp og niður. Her hugsaðu vit mest um framtíðar veðrar... Oman á er Túgvan long og mjá. Hon er samansett sum eitt puslispæl, ið er bygt útyvir havið í uml 580 metra hædd. So álítandi festi mátti verða. Tá man tekur seg upp á Túgvuna, ella niður av henni, og tú hyggur niður, sært tú línuna millin beinini, -men eisini Heystmúlan. Og tað er langt niður til Heystmúlan! Næsta stig var at sleppa niður eystanfyri Túgvuna. Jens Jul hevði sagt tað hann mintist, og vit royndu at leggja hansara orð á lendi. Sjálvandi er nógv broytt síðani nakar var uppiá Túgvuni síðst. Og nær seyður hevur verði eystanfyri Túgvuna er óvist. 5 Mans vóru her í 1953, við rottugift. Áðrenn tað, eru bara munnligar frásagnir, um menn ið tóku havhestaungar ella egg. Hvussi teir eru slopnir í Seyðberg mugu gudarnir vita. Eingi spor eru eftir hvussi teir hava gingi. Eingir kongar ella hælir. Hans Pauli og eg tóku okkum niður stig fyri stig. Ringt var at síggja hvussi skuldi gangast, tí gróðurin var øgiligur. Vit royndu at stiga hvørjum øðrum við einum fjalltogi, men ringt var, tí fjalltogi hekk fast alla tíðina í risahvonnum og ovurvaksnum vøkstri av ymsun slag. Ein avkappari, ella "macheta", hevði komi væl við her! Eingin væta er at fáa í hesun lendi. Altso máttu vit ikki møða okkum ov nógv. Vatn var einki. Men hvussi var og ikki, tá 100 metrar av uppstandara vóru lagdir á 3 ymiskar kongar, stóðu vit á hamrinun omanfyri Seyðberg! Ein brattur, høgur hamari. Ein hamari uppá umleið 8-12 favnar. Trupuleikin var nú, at eingin uppstandari var eftir. Tað vil siga, at einki tog var eftir til eftirsjórara. Skuldi man niður her, mátti man fara sjálvur, uttan hjálp. Er tungt at koma niður, so er tyngri at koma uppaftur. Tí valdu vit at leggja línuna, men ikki at fara niður. Línan er altso løgd í Seyðberg, so alt er klárt. Tað er ringt at ganga í hesum øki. Bratt, og nógvur høgur gróður. Eitt æl rakti okkum, og tað gjørdi ikki arbeiði lættari. Men alt gekk gott, og skjótt stóðu vit aftur uppi á Túgvuni. Hangandi í Túgvuni kom Alpha Pilot, báturin hjá Torleif Sigursson, siglandi vestureftir tætt undir Nakkinun. Vit sóu beint niður í bátin. Vit royndu at skunda okkum, og fingu eina góða mynd av bátinun. So var bara Hvannrók eftir at arbeiða. Klokkan var blivin 16:30, tá vit byrjaðu uppá stikurnar. Vit slógu 6 stikir niður, til tøkugerði at taka veðrarnar í til heysti. Hálvgum 6 ringdu vit til Pól Andreas, og bóðu hann fara úr Kunoy við Navarsúlvi klokkan 18:30. Alt gekk uppá stás. Vit hava gingi Skorðagøtu so ofta nú, at vit hugdu hvat klokkan var áðrenn vit fóru til gongu, og so avstað. Hann køvdi av í mjørka, og vit gingu eftir klokku. Tað passaði væl. Umleið 45 minuttir frá Hvannrók liggur tað heimasta av Dalinun. Tá Skorarnar ganga burtur er valla omanfyri teg, og so veitst tú, at Skorðagøtan er enda. Vit komu oman væl norðari enn vit plaga. Mjørkin lætti sum vit lækkaðu, men ikki fyrr enn vit sóu bólið í Dalinun vistu vit júst hvar í Dalinun vit vóru. Mjørkin broytir alt. Skjótt hoyrdu vit mannafloyt. Tað var Pól Andreas ið bíðaði eftir okkum.
(21/11-99) Hygga síggj, nú var so aftur ein glotti... Í gjár var seyðasýningin á Borðoynni. Lat meg siga tað beinan vegin: eg var ikki og hugdi, og eg fór ikki í balli seinni um kvøldið. Hetta skuldi annars verða ein hending ið menn gleddi seg til. Men sum dagurin nærkaðist, hoyrdi eg fleiri tosa ivasamt um góðskuna av hesi seyðasýning. Úrsliti er ikki eftirfarandi, tí ikki allir veðrar vóru við. Enntá var onkur bóndi ið ikki møtti. Endaliga úrsliti av sýningini kemur, tá allir brundir eru sýnaðir og máldir; tá verður dividera við tal av brundum í hvørjum haga og tilsamans á oynni. Tali er tíanverri ónýtiligt um ikki allir møta við øllum sínum brundum. Nú veit eg ikki hvussi mannagongdin er í slíkum føri, men eitt meðaltal má so finnast fyri teir veðrar, ið ikki eru á sýningini.
(12/9-00) Uml. 50 byrðar av hoyggji eru innkomin, og 15 vænta. Nógv vatn er runni í ánna síðan síðst, og tað var eisini meiningin! Eg vil gera tað stutt: Hagin fyri Norðan á Kunoynni hevur fingið ein veðr av besta slag! Menn hava lati hendan veðr til hagan, sum takk fyri lán av feitilendum norðanfyri. Verður lív og heilsa, fært tú møguleika at ogna tær kjøt av eini slíkari góðsku, sum menn bert droyma um! Nær og hvussi veit eg ikki nærri at siga, men ligg framvið, so spyrst. Annars kann væntast at Skarðstørssíðan verður dagførd fyst í komandi vikum...
--Hettar
er tað nærmasta eg komi sex.... Trist, ha?
-Ein
trygging menn hava ringar royndir av!!! Um tú ikki
vilt fuppast, so hald teg vekk
frá LÍV !!!
Gleð teg til monopoli verður avtikið
viðmerking: monopoli er avtikið... Og vit fingu rætt. Prísurin fall beinanvegin, -kapping er sunn!!!
Halleluja