Ein søguligur dagur
og um eitt fitilendi í Nakkinun
![]()
Kristi himmalfaradag, 13/5-99, fóru menn norð í Nakkin á Kunoynni, at kanna, um man sleppir í Skorðagøtu úr Reyðurók; eisini var ætlanin at kanna økið omanfyri Hvannrók, við tí í hyggju, at gera tað gongt yvir Túgvuna.
Vit fóru til gongu frá Kunoy klokkan 07:30. Hans Pauli Purkhús, Hans Jacobsen, og eg. Væl vóru vit útgjørdir. Hvør maður mundi hava eina byrðu á rygginun upá umleið 10-15 kg. Veðrið var avbera gott. Leiðin gekk niðan undir hjallan, og tá vit komu í Skriðudal sneiddu vit niðanfrá. Í Móisdali høvdu vit tikið okkum í Reyðurók.
--
----5
dagar frammanundan vóru vit norðuri í Nakkinun, og gjørdu
tað fyrireikandi arbeiði; tá gjørdu vit fyrsta stig
klárt, at taka okkum niður úr Reyðurók. Tann
dagin, 8/5-99, máttu vit ganga gjøgnum 3 kavafannir í
Reyðurók. Vit vóru spentir at síggja, hvussi tað
var tiðna nú, 5 dagar seinni. Tað var minni munur, men ein
áhugaverd eygleiðing var í hesun sambandið: hóast
okkara slóð stóð enn, vóru 2 nýggjar
slóðir lagdar, av seyði. Stuttligt at síggja, hvussi
seyður lítur á sínar egnu leiðir, og ikki
bara fer í slóð hjá okkum menniskjum. Hevði
man hugt undir kavan, hevði man sikkurt sæð, at fasti seyðastíggjurin
lá beint undir har, ið kavaslóðin gekk. Tað sást
tó munur á gróðurinun. Nógv vóru
lombini at síggja, og seyðurin er væl fyri í ár.
Í Reyðurók, heilt norðuri yvir Heystmúlan,
funnu vit niðurgongd til eina gjóti millin Reyðurók
og fyri oman Stíggj, og løgdu vit ein uppstandara niður
gjøgnum gjótina; hevði gróðurin verði
uppá tað mesta, hevði man kanska ikki havt fyri neyðini
at lagt línu niður. Men enn er tíðliga á vári,
og jørðin er ikki føst og fest enn. Niðri í
gjótarbotninun fekk man væl staðið og arbeitt, og
her løgdu vit eina góða línu á. Hæddin
niður úr gjótini og til næsta rákalagið
mettu vit til umleið 5 favnar.
-Menn
hava hug at hella sær niðanfrá, tá teir nærkast
eggjini. -
-
-Hans
fór niður sum tann fyrsti, og fekk hann so ryggsekkirnar
niður aftaná sær. Hann festi teir longri niðri, og
so sendi hann hjálmin upp aftur til næsta mann. Tað skal
viðmerkjast, at 5 dagar aðrenn hetta, høvdu vit gjørt
gjótina klára til at fara niður ígjøgnum.
So vit vistu hvar vit skuldu seta línu á. Tí gekk
arbeiði so skjótt. Allar fyrireikingar vóru gjørdar.
Vit vóru spentir uppá hvussi økið undir Reyðurók,
á hædd við Túgvuna fór at síggja
út; úr erva var tað eyðsæð, at ongin seyður
hevur gingið í hesum rákalagnum í nógv
ár. Lendið og vøkstur var at kalla tann sami sum í
Hvannrók. Tí er tað ein náttúrlig útlegging,
at tað ikki er gongt eftir rókini Fyri oman Stíggj. Ikki
heilt eystur móti Túgvuni, í hvussi so er. Tá
Hans var niðurkomin, hoyrdist á honum, at lagi var gott. Tað
sá betur út enn vit tordu vóna. Lendið var leyst
og ringt at ganga á, men tað batnar altíð, tá
summari nærkast, og vøksturin rættuliga fær fatt.
Vit sóu beinan vegin fyri okkum eitt nýtt, gott fitilendi.
Men tað vil tíðin vísa: um tað ikki er gongt
eftir rókini Fyri oman Stíggj, so er hetta eitt filtilendið!
Lat okkum kalla tað Hvannróksketil.
Ein stórur, hvannvaksin dalur.
Men fyri at koma í hendan Hvannvaksna ketil, máttu vit fyrst taka okkum niður úr Reyðurók, og omangjøgnum fyrrnevndu gjótu. Eisini máttu vit priotera, hvar og nær tað var neyðugt at seta kongar; vit høvdu 10 kongar uppá 10 mm, og 3 kongar uppá 12 mm. Felagið hjá okkum BAF, hevur ætlan um at gera Seyðberg gongt og nýtiligt til fitilendið. Tí vildu vit nýta nakrar av hesum kongum til Túgvuna. Altso máttu vit hava tað fyri eyga, meðan vit arbeiddu. Skjótt bleiv avgjørt, at royna Túgvuna fyrst.
--Tað
var tungt, men at endanun stóð Hans Pauli uppi á Túgvuni.
Har hevur eingin staðið síðan 1953. Arbeiði er ikki
liðugt enn, men væl ávegis.
Hans Pauli metti, at 2 kongar skullu
til afturat, aðrenn gongt er uppá Túgvuna.
Túgvan verður aftur vitjað, tá vit koyra veðrarnar í Hvannrók. Tað verður ein av fyrstu døgunun. Økið omanfyri Túgvuna sá áhugavert út, hóast tað var ringt at ganga. Hans Pauli metti hetta økið at bera 2 seyðafrælsir. Lendið er avbera leyst. Man smoðkar í til øklarnar í hesi sanditu jørðini. Um seyður slapp at ganga her, var jørðin beinanvegin fastari. Havhestarnir áttu her í hópatalið. Orsøkin til at vit hava so stóran áhuga í Túgvuni, er Seyðberg. Men tá vit nú vita um økið omaná og eystari Túgvuna, er áhugin enn størri.
Síðsta stig, og eisini tað søguliga, var at taka seg niður í Hvannrók; úr Hvannrók er gongt í Skorðagøtu, tað arbeiði er, sum kunnugt, gjørt frammanundan. Vit tosaðu leingi um hvar tann kongurin skuldi setast, tí hann skuldi kunna nýtast til annað endamál eisini, sum t.d. at festa ein hegnspela í, ella binda ein veðr.
Vit funnu hóskandi stað, og so var
bara at bora. --Rasmus
á veg niður í Hvannrók. Tá
var lag á monnum! Skjótt fara menn í Hvannrók
og Hvannróksketil. Vit hava ikki enn avgjørt hvussi nógvar
seyðir vit skulu hava við. Men tað verður ikki minni enn
3, tað liggur fast. Og í mesta lagið 6.
Á veg heimaftur mintust vit til eina mynd, ið vit fyrr um dagin høvdu tikið av Heystmúlanun, frá Reyðurók. Hans Pauli hevur avbera gott myndatól, og tók hann eitt afturat av heystmúlanun, men úr Skorðagøtu. Hesar myndir vísa hæddina ið vit hava tikið okkum niður. Tú kanst síggja tær á forsíðuni.
Eitt stig á leiðini móti Seyðbergi
Alpha Pilot undir Gráasteini, sædd eystanífrá.
(20/8-99) Hendan dagin skuldi tað verða! Hans Pauli orðnaði, at nú fóru vit at gera Seyðberg klárt. Vit vóru sera spentir, og veðurtíðindini vóru okkum til vildar: útnorðingur, útnorðingur vestan, 3-8 metrar um sekundið, og upp til 12 stig. Ikki besta ætt til báts norðanfyri. Nógv var at bera, so ætlanin var at vit skuldu verða 3 mans. Men kvøldi fyri klokkan 22:30 frættu vit at tann eini ikki kundi koma, tí hann skuldi til útróðrar klokkan 13:00 fríggjadag. Meiningin var frá byrjanini at ganga. Men nú vóru vit knappliga bara 2 mans, og byrðan var stór: ein uppstandari uppá uml. 100 metrar, fleiri smáar línur og endar, ein borimaskina við 4 battaríum, uml. 20 kongar av rustfríum stáli, naka av heitum klæðum, og matskjáttir. Tilsamans umleið 15-20 kg. í part hjá 2 monnum. Men ikki heldur tað vísti seg at verða ein trupuleiki. Hans Pauli er sera væl fyri og bar eina risabyrðu! Men hevði man fingið ein at ført okkum, so var nógv vunnið, bæði í tíð og í kreftum. Tí langt og leingi er at ganga úr bygdini Kunoy og norð í Nakkin. Tað var nú vorði seint, men tá eg á veg til hús koyrdi framvið húsunun hjá vinmanni mínum og starvsfelaga, Pól Andreasi, leyp eg inn á gólvið hjá honum. Hann sat og hugnaði sær saman við konuni, men játtaði at føra okkum. Tá broyttist alt! Nú var nógv vunnið. Pól Andreas er vanur í báti, so ættin hevði minni at siga júst nú. Klokkan 06:00 var lagt frá landi fríggjamorgun. Og klokkan 08:00 sótu Hans Pauli og eg í Dalinun og prátaðu og hugdu eftir seyði. Har voru 4 veðrar í Dalinun og á Dalsenni. Allir hvítir, men tann eini var eyglittur gráur. Túrurin eystur eftir Skorðagøtu og upp í Hvannrók gekk sera væl. 2 Veðrar gingu eysturi í Skorðunum, eisini hvítir. Báðir vóru vit spentir uppá veðrarnar í Hvannrók, og Hans Pauli hevði myndatólið við. Teir stóðu eysturi í Spíðsinun, og fingu vit eina sera góða mynd. Hiðani fóru vit upp í Hvannróksketil, og eystur undir Túgvuna. Her lótu vit ryggsekkirnar liggja, og stungu bert tað neyðugasta uppá okkum. Borimaskinu, kongar, hamara, uppstandaran og línurnar. Tað mátti ein kongur setast í Túgvuna afturat áðrenn hon var trygg, tað vistu vit. Komnir uppá Túgvuna, settu vit ein 12 mm kong í sjálvt fjallið, so man fær arbeitt við tungum byrðum upp og niður. Her hugsaðu vit mest um framtíðar veðrar... Oman á er Túgvan long og mjá. Hon er samansett sum eitt puslispæl, ið er bygt útyvir havið í uml 580 metra hædd. So álítandi festi mátti verða. Tá man tekur seg upp á Túgvuna, ella niður av henni, og tú hyggur niður, sært tú línuna millin beinini, -men eisini Heystmúlan. Og tað er langt niður til Heystmúlan! Næsta stig var at sleppa niður eystanfyri Túgvuna. Jens Jul hevði sagt tað hann mintist, og vit royndu at leggja hansara orð á lendið. Sjálvandi er nógv broytt síðani nakar var uppiá Túgvuni síðst. Og nær seyður hevur verið eystanfyri Túgvuna er óvist. Torstein farbróður sáli, segði okkum frá, at hann einaferð hevði verið við Pól Nicláa, við einum veðri, í Seyðbergi. Nær tað var veit eg ikki, men tað er langt síðani. Hesin veðrur var ikki tikin veturgamal, men bleiv burtur áðrenn hann var tikin tvæveturgamal. Hann var tó sæddur tætt frammanundan av Egga Jacobsen. 5 Mans vóru her í 1953, við rottugift. Áðrenn tað, eru bara munnligar frásagnir, um menn ið tóku havhestaungar ella egg, eisini drógu teir lunda. Hvussi teir eru slopnir í Seyðberg mugu gudarnir vita. Eingi spor eru eftir hvussi teir hava gingið. Eingir kongar ella hælir. Hans Pauli og eg tóku okkum niður stig fyri stig. Ringt var at síggja hvussi skuldi gangast, tí gróðurin var øgiligur. Vit royndu at stiga hvørjum øðrum við einum fjalltogi, men ringt var, tí fjalltogið hekk fast alla tíðina í risahvonnum og ovurvaksnum vøkstri av ymsun slag. Ein avkappari, ella "macheta", hevði komi væl við her! Eingin væta er at fáa í hesun lendi. Altso máttu vit ikki møða okkum ov nógv. Vatn var einki. Men hvussi var og ikki, tá 100 metrar av uppstandara vóru lagdir á 3 ymiskar kongar, stóðu vit á hamrinun omanfyri Seyðberg! Ein brattur, høgur hamari. Ein hamari uppá umleið 8-12 favnar. Trupuleikin var nú, at eingin uppstandari var eftir. Tað vil siga, at einki tog var eftir til eftirstjóra. Skuldi man niður her, mátti man fara sjálvur, uttan hjálp. Er tungt at koma niður, so er tyngri at koma uppaftur. Tí valdu vit at leggja línuna, men ikki at fara niður. Línan er altso løgd í Seyðberg, so alt er klárt. Tað er ringt at ganga í hesum øki. Bratt, og nógvur høgur gróður. Eitt æl rakti okkum, og tað gjørdi ikki arbeiði lættari. Men alt gekk gott, og skjótt stóðu vit aftur uppi á Túgvuni. Hangandi í Túgvuni kom Alpha Pilot, báturin hjá Torleif Sigursson, siglandi vestureftir tætt undir Nakkinun. Vit sóu beint niður í bátin. Vit royndu at skunda okkum, og fingu eina góða mynd av bátinun. So var bara Hvannrók eftir at arbeiða. Klokkan var blivin 16:30, tá vit byrjaðu uppá stikurnar. Vit slógu 6 stikir niður, til tøkugerði at taka veðrarnar í til heystið. Hálvgum 6 ringdu vit til Pól Andreas, og bóðu hann fara úr Kunoy við Navarsúlvi klokkan 18:30. Alt gekk uppá stás. Vit hava gingið Skorðagøtu so ofta nú, at vit hugdu hvat klokkan var áðrenn vit fóru til gongu, og so avstað. Hann køvdi av í mjørka, og vit gingu eftir klokku. Tað passaði væl. Umleið 45 minuttir frá Hvannrók liggur tað heimasta av Dalinun. Tá Skorarnar ganga burtur er valla omanfyri teg, og so veitst tú, at Skorðagøtan er enda. Vit komu oman væl norðari enn vit plaga. Mjørkin lætti sum vit lækkaðu, men ikki fyrr enn vit sóu bólið í Dalinun vistu vit júst hvar í Dalinun vit vóru. Mjørkin broytir alt. Skjótt hoyrdu vit mannafloyt. Tað var Pól Andreas ið bíðaði eftir okkum.
Myndin niðanfyri vísir Nakkin, og innsettu farvir vísa leiðina hjá Hans Paula og mær. Økið í tí reyða er Hvannrók, gula farvan vísir leiðina eystur eftir Skorðagøtuna, og upp úr Hvannrók, niðan undir Túgvuna, og uppá. Ljósablái liturin vísir áleið hvar vit tóku okkum niður eystan fyri Túgvuna. Av tí at myndin er ov myrk, dugi eg ikki fyri vist at siga, hvussi vit fluttu okkum. Grøni liturin vísir áleið tað ovasta av Seyðbergi.

Millin Ennið í eystri, og Torvi í vestri.
Fyri oman Seyðberg
24 septembir fóru menn so eftir heystlambinun, ið Norðhagin skuldi hava at selja á uppboðssølu. Hetta var eitt heystlamb frá Hans Paula Purkhús. Hagin skuldi hava hetta lamb sum takk fyri vælvildina, ið sýnd hevur verði okkum.
Tíanverri er nógv tilfar mist; av misgávum, og av tekniskum trupuleikum. Stutt eftir túrin eystur um Túgvuna bleiv frásøgn skriva, sum nú má skrivast av nýggjum. Vónandi fara teir ið vóru við at geva mær sítt íkast.
Tá tíðin nærkaðist, at Hvannrók og onnur feitilendir skuldu gangast, blivu mangar ætlanir lagdar, og nógv vóru hugskotini. Trupuleikin var at fáa hendir á heystlambinun ið gekk eystanfyri Túgvuna. Tað fór ikki at blíva lætt, tað vistu vit! Har er naka bratt, og tungt er at arbeiða hetta lendið. Tá vit fóru vóru vit væl mannaðir, og væl útgjørdir, við línum og fínum fuglaneti. Her máttu allar listir nýtast. Menninir ið við vóru eru hesir: Hans Pauli Purkhús, Hans Jacobsen, Pól Niclái Steinberg, Djóni Kunoy, Sjúrður Kunoy, og Rasmus S. Jacobsen. Pól Niclái hevði videotólið við, og fekk hann avbera góðan film burtutúr. Tað var tó ikki lætt at avseta mann til upptøku, tí nógv var at gera. Hvannrók er umrødd aðrastaðni á heimasíðuni, so hana lata vit liggja; eg kann tó skoyta uppí, at Hvannrókin bert kastaði helvt av sær í ár. Fyri oman Seyðberg er nú vorðin veruleiki. Inntil várið 2000 hava menn sagt "í fyrri-tíðini" um hetta stórslidna økið. Teir ið siga seg vita eru ójavnir á málið, um nær seyður var her og í seyðbergi. Tað nærmasta eg eri komin við vissu er, at Egga segði seg hava sæð ein veðr í Seyðbergi, men tá teir fóru eftir honum var hann vekk. Hvussi hann var komin í Seyðberg veit ongin at siga. Var hann sloppin niður sjálvur? Ella var hann sleptur? Ongin veit. Hans Pauli sá heystlambið hjá sær beinan vegin hann var komin uppá Túgvuna. Tað lá, og sá avbera prútt út. Vit samdust um at verða friðarligir, so ikki órógv kom á. Og heystlambið sá okkum ikki fyrrenn vit vóru komnir væl niður í rákalagið. Taktikk-fundur bleiv hildin, hvar skal rættin standa? Skulu stikir setast? Skullu vit royna við netinun? Kanska vit kunnu ganga hann fastan? Men gakk! Onki riggaði. Veðrurin var vorðin vargur, og fýsti so hart at tað rýddi smaír steinar oman úr berginun omanfyri... Onkur hugdi upp og helt at hetta mátti verða arnaslag ið komi var til Føroyar. Tí sovorðin gnýst hevði hann ikki hoyrt fyrr. 3 royndir blivu gjørdar, men allar miseydnaðust. Dagurin fór at halla, okkurt mátti gerast skjótt. Hans Pauli og Djóni átti størstu æruna av at alt at enda lukkaðist. Teir gingu har havhestaegg neyvan fær ligið, og Djóni snaraði at enda veðrinun. Í fjórðu roynd rann veðrurin seg fastan. Tað sá ikki gott út at byrja við, tí vit sóu ikki rættuliga hvussi hann stóð, og um komandi var at. Djóni legði á beinanvegin, Hans Pauli og Sjúrður sótu við. Hans og Pól Niclái sótu soleiðis fyri, at teir fingu sagt Djóna hvussi langt var eftir niður til veðrin. Sjálvur sat eg undir, og skuldi royna at forða veðrinun ið at sleppa út aftur tann vegin hann var komin frá. Tað var onki minni enn eit bragd ið Djóni gjørdi hendan dagin. Heystlambið var næstan sprongt, og legði seg tá Djóni royndi at fáa lykkjuna um høvdið á tí. Tað var trupult, tí Djóni sá ikki hvar heystlambið var, rættuliga. Tað stóð innanundir honum, tí bergi sneiddi inn undir Djóna, men hann fekk tað! Leiðin uppaftur var væl lættari, tí allir vór í sera góðum hýri. Hóast sera baldrut og tungt, og leingi, so var lagið av tí besta. Línurnar ið Hans Pauli og eg høvdu lagt um várið vóru enn góðar, men onkur bleiv kubba, so ikki skaði stóðst av ringari línu.
Seyðberg 19 mai, 2001
So upprann tann stóri dagurin, og allir føldu vit rákan av fornari søgu. Hans Pauli hevði savnað menn til eitt megnar tiltak, og spenningurin var stórur tá vit endiliga ásettu dagin. Vit vóru púra greiðir yvir, at hetta var ókent land vit nú fóru í. Eg skal ikki koma nærri inn á sjálvan túrin, tí Hans Pauli Purkhús hevur skriva frásøgn, og leggið eg hana inn tá eg fái hendir á henni.
Nógv er lopið í Norðhaganun síðstu árini. Eisini lundaryggur hevur følt sviðan. Tungt er nú at taka seg niðan frá Dalsfles, tí vanliga rásin er illa farin. Aftur hesa ferð sóu vit seyð standa fastan undir Dalinun; ær og lamb. Og uppi undir Reyðurók, beint yvir Dalinun, stóð ein jólingur fastur við lambið sínum. Hvannrók er so nógv broytt, at ringt er at kenna hana aftur. Síðstu 4 árini er lopið 3 ferðir úr henni, og 2 ferðir illa eisini. Men enn fáa vit gingið tann vegin ið vit saman hava stungið út.
Og so má eg nevna havhestin og rottina... Hesi bæði burdu fingið sín egna tátt á míni heimasíðu! Onki er at yvast í, at havhestur og rotta liva í eini symbiosu, onkursvegna. Tað má verða eitt samband millin tey, tí tey nørast væl saman. Eg ímyndi mær at rottan fyrst etir egg, síðan øsir hon havhestaungan at spýggja, -og etir hesa, -og áðrenn havhestaungin er floygdur, drepir hon so mikið at livast kann av tí leingi. Hvat rottan ger fyri havhestin mugu gudarnir vita. Kanska er hetta ein einvegis symbiosa, sum havhesturin onki fær gjørt við? Hugsa tær at rottan hitar egginun megan havhesturin fouragerar... Tá kundi fuglurin dekka eitt 10-fald størri økið. Bert ein tanki, men okkurt er sum fær hesi bæði at liva so væl saman, tað ivist eg ikki í. Tí nógv er til av báðum. Hendan dagin sóu vit so nógva rottu, at vit øtaðust! Eina løtu hildu vit okkum hava funnið eitt lundaland, og glaðir vóru vit. Men tá eini 10 rottusníð knappliga stungu seg upp úr hvør sínari holu, tá mistu vit pippi! Økið fyri Oman Seyðberg er avtikið av rottuholum. Hans Pauli drap eina rottu, og vit vóru samdir um at hetta var vanlig stødd. Annars hevur ein ofta hoyrt at bjargarotta er størri, við kraftigari hala. Men fúlt var at síggja hesi dýr renna millum beinini á okkum.
Ferðin í Seyðberg 19/5-2001 (av Hans P. Purkhús)
Boða varð kvøldið fyri sum farast skuldi og lá væl fyri hjá øllum sum skuldu koma við. Ikki sørt av spenningi var millum menn nú farast skuldi í seyðberg eftir støðg í 48 ár.
Av teimun sum tá vóru við (1953) kom ein eisini við hesa ferðina. Tað var Jógvan Heinesen, Norðuri í Húsi. Teir sum við vóru eru hesir: Jógvan Heinesen, Heini Ásmund Heinesen, Hans Jacobsen, Rasmus S. Jacobsen, Sjúrður Kunoy, Levi Joensen, Poul Niclái Steinberg, Hans Pauli Purkhús. Bátamaður Jaspur Kruse.
Vit høvdu 5 seyðir við. Jaspur stimaði okkum norður á Dalsgjógv og fóru vit til gongu haðani. Ferðin niðan í hæddina gjørdist naka drúgv av tí at tann seyðurin var tikin beinleiðis av básinun og orkaði harvið verri at ganga enn hinir sum høvdu gingið úti í einum stiki í eina viku.
Annars gekk alt við javnari ferð. Tað er drúgt at koma upp á Túgvuna og niður móti Seyðbergi eystanfyri.
Tá vit komu niður til lesningin niður í Seyðberg var avgjørt at Jógvan skuldi fara fyrstur niður, síðani fór ein afturat, síðani allir seyðirnir og so nakrir mans afturat fyri at kanna økið. Tá løgdu vit til merkis at lesningurin lá ikki á rætta stað. Tað sást best við at hyggja niðrifrá og upp. So fluttu vit lesningin har sum tað sá best út og var tað rætt tí tá sóu vit ein gamlan hæl frá túrinun í 1953 á tí staðnum.
Klokkan var nú blivin 7 um kvøldið og hildu menn at nú var dagurin so nógv liðin at tíð var at venda nøsini til húsa aftur, allir samdir um at tað hevði gingist okkum væl í hond.
Vit fóru síðan upp úr Seyðbergi, upp um Túgvuna, oman Hvannrók, niður á Skorðagøtu og oman á Dalsgjógv har Jaspur lá Fyri okkum og førdi okkum og havhestaeggini vit høvdu tikið heim til Kunoyar.Saman um tikið ein góður túrur var at enda komin. Tað sum var keðiligt henda túrin var at vit staðfestu henda dagin at bjørgin og lundalondini sum vóru fyrr, vóru full av rottu. Vit sóu fleiri rottur og rottuholur vóru allastaðni og ongin lundi. Ein rotta lat lív tá ein maður traðkaði á hana. Treytin fyri at lundin skal taka bjørgini og lundalandið har aftur er at rottan verður týnd og mugu tað leggjast nógvar góðar kreftir í hettar arbeiði.
øll rættindi BAF copyright 99