Kunoyar bygd í søgu og tali.

sangurin hjá P.J. Vitalis

Yrking til Kunoy, les og kenn rákan...

bygdin, ið eg einaferð droymdi um at búgva í.

 

Vit kunnu byrja við at siga frá um bygdina Kunoy. Hon er sólskinsbygd! Og tað er bygdafólkið

merkt av; eingin leypir framav í Kunoy. Tí sólin skínir nokk eisini í morgin... Annarleiðis er tað

statt við fólkinum hinumeðni á oynni: tað er skuggabygdin Haraldssund, og her hevur alt skund.

The church in Kunoy, and the village.

Kirkjan í Kunoy.

 

 

 

Kunoy er gomul bygd. Longu í 13.øld høvdu kunoyingar kirkju; søgnin um flokksmennirnar er kend av hvørjum mannsbarni í Føroyum, og er tað ikki uttan einum veti av stoltleika at kunoyingar dagfesta kirkuna frá hesum tíðarskeiði, tí millum flokksmenninar nevnist einaferð ein kunoyingur... Hann var á veg til hús, tá flokksmenn bjóðaðu honum skjúts heim til Kunoyar. Bakgrundin hjá flokksmonnum var millin annað uppreistrarandi, -ein reaktión móti danakongi. Tíverri vann hesin uppreistrarandin ikki frama hjá tí unga kunoyinginun; hann leyp á land, tá Sjúrði við Gellingará stírdi Flokksbátinun nær Flesini. Stuttligt at hugsa sær, at ein heil bygd goymdi seg í kirkjuni undan trimun monnum...

Sum søguligt skjal er søgnin um flokksmenn fyri lítið at rokna. Men fyri tað kúgaða fólkið føroyingurin altíð hevur verið, er henda søgnin kærkomin.

Annars skal nevnast, at kunoyingar fleiri ferðir hava lagt upp til útskifting, men enn er tað ikki eydnast. Nú verður aftur prátað, so tað verður spennandi!!! Onkur avbygdakunoyingur er grammur eftir útskifting. Hvat kunoyingar sjálvir halda, tað vísir seg ikki fyrr enn málið verður lagt fram. Tað hjálpir onki at spyrja... Grannastevnan er lýst at verða 5 februar. Krøvini til atkvøðufordeilingina eru, at 25 % av ognarunum skulu atkvøða fyri.

Grannastevnan

Nú er máli avgreitt, og útskiftingin er ein veruleiki!!! Sýslumaðurin blásti fundin av, longu eftir at 58 ognarar vóru spurdir... Tá vóru 46 atkvøður fyri, og tað var nokk. Tað skal skiljast soleiðis, at nøvnini blivu lisin upp í alfabetiskari ordan, og tey ið vóru til staðar kundu so entin svara fyri seg, -ella við fullmakt. Ein knúsandi meiriluti!!! Menn vóru spentir áðrenn fundin; hann bleiv settur klokkan 14:00, og bleiv byrja stundisliga. Karsten Hansen og tvey hjálparfólk skipaði fyri. Byrjað bleiv við eini leysligari frásøgn um mannagongd við tílíkum stevnum. Hettar førdi til onkran spurning, men skjótt var sjálvur fundurin byrjaður. Tað størsta arbeiði lág í lesing og góðkenning av fullmaktum; okkurt ivamál stakk seg upp, men onki nevnivert. Stutt sagt: grannastevnan viðtók útskifting bæði innan og uttangarðs. Og nú er so bara at bíðja...

Jørðin í Kunoy er býtt í tríggjar partar:

 

Fyri Norðan 16 ½ mørk 256 áseyðir

Byrgið 8 merkur 140 áseyðir

Fyri Sunnan Gjógv 8 merkur 160 áseyðir

 (afturat hesum kemur kenningsseyður, men hann skal ikki umrøðast her; eingin veit neyva talið á kenningsseyðinun.)

Fyri Norðan liggur bøurin soleiðis, roknaður í kúfóður:

1. Fornamørk 1 mørk ella 9/10 kúfóður

2. Kornleysamørk 1 - ella 7/10 -

3. Símunsmørk 1 - ella 3/5 -

4. Deildamørk 1 - ella 3/5 -

5. Elsebumørk 1 - ella 3/5 -

6. Marknasteinsmørk 1 - ella 3/5 -

7. Koyansmørk 1 - ella 7/10 -

8. Miðbømørk 1 - ella 7/10 -

9. Junkarinsmørk 1 - ella 3/5 -

10. Lissamørk 1 - ella 3/5 -

11. Árantsmørk 1 - ella 3/3 -

12. Heygsmørk 1 - ella 5/8 -

13. Norðara Hvanngarðsmørk 1 - ella 3/5 -

14. Agnesarmørk 1 - ella 3/5 -

15. Túvumørk 1 - ella 3/5 -

16. Heimara Hvanngarðsmørk 1 - ella 3/5 -

17. Stakahálvmørk ½ - ella 3/10 -

Beitið 2/5 -

 

Tilsamans 16 ½ - ella 11 kúfóður

The sheep is caught, and the men are working.

Í rætt

 --



?????????????????????????????????????????????????????????????????????????????????????????????????????????????

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Plantasjan

Kunoyingar hava altíð verið framtaksmenn. Ongantíð bangnir fyri at royna okkurt nýtt. Hugsjónirnar hava verið talríkar í Kunoy; í január 1905 fingu teir hugskotið til eina træsetu, og stóð hon liðugt planta 1910. Sum altíð har Kunoyingar eru til staðar, er stutt frá tanka til handling. Úrslitið er plantasjan. Vøkur er hon, og forkunnug. Mong eru børnini sum her fyrstu ferð hava smakkað ævintýr og fingið ferðahuga; her í plantasjuni bleiv Robinson Crusoe livandi! Um jóltíðir sá eg nissurnar... Sjálvandi er henda góða plantasja ikki stór í mun til ein danskan skóg, men fyri piltin var skógurin øgiligur!

Men stormarnir ið herjaðu oyggjarnar í fýrsunum fóru illa við lítlu plantasjuni í Kunoy, eins og teir oyðuløgdu nógv í hinum plantasjunum í landinum. Var hon lítil aðrenn er hon minni nú! Tó, enn er hon ein fragd fyri eygað og hugin; kanska einamest fyri føroyingin sjálvan. Fjakkarin er vænur við stóran skóg. Fyri okkum er tað enn forkunnugt, skógur og fjall saman.

Mitt í plantasjuni stendur Eggarsteinur. Ein ovurstórur klettur, man kan klíva uppá, við línu. Her var man sum piltur fyrstu ferð til bjarga... Mong eru minnini! Steinurin stendur einsamallur, kaldur og berur, mitt í allari hesari grøðini. Næstan sum ein varði; ein varði yvir teir gomlu dreingirnar ið búgva í Kunoy. Tí her eru nógvir gamlir dreingir! Eg meti bestandin av gomlum dreingum í Kunoy so stóran, at Guinness Rekordbók uttan himpr hevði tikið bygduna upp sum metbygd...

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Kunoyggin

Kunoyggin er hægsta oyggj í Føroyum, í meðal. Hon er brøtt, høg, grøn, -og ikki petti konulig; hvat kemur navni av? Kallsoyggin hevur Kallin, og Kunoyggin hevur Konuna. Konan stendur norðan fyri Kunoynna, undir Nakkinun. Hon stendur ikki líka jomfrúulig og órørd longur, nei, -Nakkurin hevur tikið hana... Har hava verið fleiri lop tey síðstu árini, og sum ein fylgja av hesum er Konan blivin landføst. Onkur rødd hevur verði frammi um, at hetta stendst av Heinasa ekspanderingspolitikki... Politikarin, -og tjóðveldismaðurin, Heini O.Heinesen, hevur gjørt eitt megnar arbeiði, fyri at Kunoyggin ikki skal avtoftast, og gerast eitt Borðoyarligt feriuparadís. Tí sum øllum kunnugt, er bygdamentanin á veg út; men sjálvandi, hetta er ein nátúrligur útviklingur! Og tað vita vit sum kenna Jógvan við Keldu, at hevði hann fingið hendur í Kunoyar kommunu, so bleiv kunoyggin til Kelduoyggin. Jógvan er fyri samanlegging av teimum sterku smáu kommununum, -fyri at styrkja tað einu veiku...

Kunoyggin er brøtt og høg! Tað vita vit sum ganga hana; og tíanverri, hon hevur eisini kravt síni offur! Neyvan man nøkur onnur oyggj í Føroyum hava lagt so nógvar góðar menn og sterkar unglingar í jørðina. Báðar síðurnar, eystara og vestara, hava latið sítt, tað er vist!!! At sjálvt tann besti kann snáva, tað er øllum føroyingum kunnugt. Og teir sum ikki eru snávaðir, ja, teir hava lagt so nógv fyri, at teir eru sprongdir!

Hvørt ár hoyrir tú Skarðsmenn og Kunoyingar træta um hvør eigur betra kjøti: men tað kann undirritaði skriva undir uppá: kjøti úr Kunoy er betri. Tað er alin betri. Okkurt ári er tað skutin betri, men tað er altíð betri! Sannheitin er, at Skarðskjøt og Haraldssundskjøt, er fult í makki... Hvørt ár! Harafturímóti hava menn úr Kunoy ikki sæð makk vestarumeðna í manns minni!!! Men tað má eisini sigast, at Kunoyingar gera meir burturúr; áðrenn útskjiftingina eystarumeðna troyttu Kunoyingarnir Skarðstør, eitt megnar fitilendið í Nakkinun. Kunoyingar troyta eisini vestaru Hálsar. Og sum frágreitt aðrastaðnis í hesaru heimasíðu, eisini Hvannrók. Sum skjilst, eystara síða er ikki líka aktiv. Hetta kundi verið annarleiðis, Skarðshagi fyri uttan hevur allar fortreytir fyri framgongd; hetta er besti hagi á Kunoynni! Undarligt er tó: sólsíðan hevur flugurnar, men skuggasíðan hevur víggji og makkin... Men sum onkur eisini segði."Ein góð fluga skítir ikki í egið reiður..."

Ein svangur brundur í kava. (PO Hansen)

Aquarel by Høgni Thompsen, a promising faroese artist.

Akvarell av Høgna Thompsen. Hettar er so flott, at tað kundi verði í Kunoy...

Ein urtagarður í Kunoy

Bóndakonan í Nýggjustovu í Kunoy, hevur grønar fingrar; eg havi tikið nakrar myndir úr urtagarði hennara, fyri at vísa tykkum, at føroyska moldin hevur nógv at bjóða tí, ið dugur at arbeiða við vøkstri.

Í haganun finnur tú eisini vakran vøkstur

Og veturin...

freezing

nú er kalt. Stararnir sita svangir, og glerpípur hanga.

Urðarfjall og plantasjan.

kirkjan í kulda.