Hans Frederik Djonesen F.26.10.1855. D.27.7.1935, 79 ár, ættaður
úr húsinum Hjá Djóna og varð tí
róptur Djóna-Hans Fredrik. Hann sigldi við slupp sum
ungur og var nógv við skipunum hjá Godtfred Heinesen,
m.a í 1894 sum kokkur við "Gauntlet". Í 1904 var hann
kokkur við "Prøven" til útróður undir Íslandi.
Kokkalønin var 35 kr. um mánaðin. Um vetrarnar fekst
hann eisini við ymiskt annað, og vóru brøðurnir
"hjá Djóna" m.a. sagdir at vera so óførir grótmenn.
Í fólkateljingini 1890 er hann skrivaður "handelsmand",
men tað er hann ikki leingi, tí seinni verður hann aftur
skrivaður "fisker". Brøðurnir "hjá Djóna"
eru eisini sagdir at vera millum teirra, ið løgdu støði
undir motorbátatíðina
í Sørvági, sum byrjaði um aldaskiftið 1900,
og sum stóð í hægsta blóma undir fyrra heimsbardaga.
Djóna-Hans Fredrik og bróðirin Djóna-Tummas keyptu
í 1903 motorbátin "Prøven", VA. 81, sum Elias í
Rættará í Havn bygdi. Hann var 21,18 br. tons til støddar,
spískur aftan og hevði eina mastur. Hann fekk motor ísettan
í 1906. Annars áttu eisini Olaf Finsen, apotekari í
Havn (hann var reiðari), Óli á Bø og Leyningurin
í hesum bátinum. Hann varð seldur á tvingsilsølu
í 1910, og keypti Olaf Finsen hann tá.
Djóna-Hans Fredrik var tvær ferðir
giftur. Fyrru ferð giftist hann tann 15.11.1881 í Sørvágs
kirkju við Sofie Jacobsen F.3.8.1856. D.12.8.1890, 34 ár. Smb.
kirkjubókini.: "Død af halssygdom". Hon var ættað
úr Sjúrðhúsi í Miðvági, dóttir
Jacob Joensen og Annu Elisabeth Olesdatter. Sofía stóð
smb. kirkjubókini at tæna hjá Frederik Heinesen í
Miðvági, tá ið tey giftust. Hon var hálvsystir
Petrinu, konu Dunga-Jóannes.
Djóna-Hans Fredrik bygdi uppi í Lágabø.
Stutt eftir, at hann hevði bygt, bygdi hann handil upp í húsini
oman fyri og handlaði har eina tíð. Í fólkateljingini
1890 stendur hann skrivaður "handelsmand", men hesum gavst hann við
aftur og leigaði so handilsbygningin út til Hans Nikláa
Niclasen, keypmann í Miðvági. Billu-Kristjan handlaði
har fyri Hans Nikláa frá ár 1900 og í nøkur
ár. Tá ið Billu-Kristjan var givin at handla har, varð
húsið gjørt um til íbúð, og kom so
ein dóttir Djóna-Hans Fredrik at búgva í teimum.
Hon var g.v. Leyna-Martini, róptur, og var tað ovari partur,
sum var íbúð fyri seg sjálvan, rópt: Hjá
Leyna-Martini. Niðari partur, sum Djóna-Hans Fredrik búði
í, var ein lítil íbúð. Í henni var
roykstova, eitt kamar og ein lítil stova, sum tey búleikaðust
í við fleiri børnum; so har var trongligt.
Húsfólkni hjá Djóna-Hans Fredriki
fólkateljingina 1890 eru:
Et Hus.
Hans Fredrik Djonesen 35
Handelsmand
Sofia f.Jacobsen
34 Hans kone, Midvaag
Anna Sofie Hansen
7 Datter
Sunneva Hansen
5 "
Adolf Hansen
2 Søn
Hedvig Joensen
28 Ugift, Tjenestepige, Midvaag
Anna Marie Johannesen 85 Enke,
Saxen, Anbragt under fattigforsørgelse
Elsebeth Hansen
24 Logerende, Thorshavn
Sofía doyði í 1890, stutt eftir hesa fólkateljing.
Hendan Anna Maria, sum er hjá teimum, var einkja eftir Jóannes
á Mýruni. Í fólkateljingini 1880 var hon í
Klubbanum. Hon doyði helst út frá teimum hjá Djóna-Hans
Fredriki.
Eftir at Sofía var deyð, giftist Djóna-Hans
Fredrik uppaftur í 1891 við Hedvig, ið her er tænastugenta
hjá teimum.
Djóna-Hans Fredrik giftist seinnu ferðina
tann 25.10.1891 í Sørvágs kirkju við Hedevig Frederikke
Joensen, Hedvig, F.15.10.1861. D.18.4.1934, 72 ár, ættað
úr Miðvági, dóttir Jóan Hendrik Joensen
og konu Susanne Cathrine Heinesdatter. Hedvig kom til Sørvágs
í 1886, smb. fólkateljingina í 1901 sum tænastugenta
hjá Djóna-Hans Fredriki og Sofíu og var hjá
teimum við fólkateljingina 1890, sum sæst. Annars kann
leggjast afturat um Djóna-Hans Fredrik, at hann var helst fyrsti
fiskavrakarin í Sørvági. Hann doyði í 1935
sum gamal maður.