Heine Johnsen F.29.9.1824. D.u.1850. Um Heina í Nýggjustovu
verður søgd henda áhugaverda søga: Heini var fyrsti
sørvingur vit vita um, sum fór út at sigla. Hann fekk
fyrstu ferð ferðarloyvi frá fútanum
tann 16.8.1842, har sagt verður, at hann er miðal av vøkstri,
ljóshærdur og hevur blá eygu. Hann er einaferð
komin heimaftur og fær nýtt ferðarloyvi tann 11.11.1844.
Hann sigldi við donskum eysturindiufara, tók seinni stýrimansprógv
í Keypmannahavn og var fyrsti vágamaður við tí
lærdómi.
Annars sigur søgan um hann soljóðandi:
Heini fór eftir hetta aftur út at sigla við eysturindiufara,
við lyfti um at verða 1. stýrimaður á skipinum,
tá ið teir komu aftur til Danmarkar. Men tá ið skipið
kom í Skagerak, hvarv Heini av skipinum í besta veðri
á nátartíð. Hildið varð, at hann var fyribeindur.
Óvist er, hvat ár hetta hendi, tað man hava verið
um 1850 ella har um, so Heini doyði sera ungur. Tað sigst, at vinmaður
Heina, Tummas Effersøe, fylgdi honum umborð síðsta
túrin og bar skipskistuna hjá honum.
Henda kistan kom seinni heimaftur, og í henni
var m.a. bíbil hansara, sum familjan hevur havt í varðveitslu
síðani, og er hon í dag á Sørvágs
Bygdarsavnið í varðveitslu.