PÓL Á KLETTI - ÓLAVUR Í BEITI
Sonni Jacobsen í Sørvági, ið er kendur fyri at hava skrivað bókaverkið "Sørvágur og sørvingar I og II" (1995 - 96), roynir seg nú sum skaldsøguhøvund, og debutverk hansara verður ein krimisøga, sum nú kemur á marknaðin. "Myrkar nætur" nevnist hon. Tað er forlagið Ytstifjórðingur í Sørvági, sum gevur hana út. Á bakpermuni eru hesi orð at lesa:
"Øll hugsaðu vit: Tað hendir ikki fyri okkum. Tað ber ikki til. Umstøðurnar eru ov smáar. Men nú er tað hent. Ein yvirgangsbólkur herjar í okkara lítla landi. Teir hava onga virðing fyri nøkrum, og eingin kennir seg tryggan meir. Tað ringasta er, at yvirgangskropparnir eru so listilærdir, at einginm hevur hóming um, hvørjir teir eru, og sostatt kunnu teir ikki steðgast. Ikki fyrr enn ein av limunum fær samvitskubit, er vón fyri framman. Men hvussu kann hann gerast leysur av sínari fortíð?"
Sonni Jacobsen er føddur í 1959 og er ættaður úr Sørvági. Frá 1974 til 1989 var hann sjómaður. Síðan hevur hann verið heimamaður. Bygdarmaður hansara, Einar Petersen, og havnarmaðurin Jógvan Isaksen eru teir føroysku høvundar, ið higartil mest hava roynt seg við krimisøguskriving. Vit hava spurt Sonna, hvat fjalir seg í skýmaskotunum hjá honum í hesari bókini:
- Í "Myrkum náttum" verður roynt at ganga ótráddar gøtur. Bókin er ein krimisøga, rætt og slætt, men eisini meir enn ein vanlig krimisøga. Hon viðger álvarsom mál, men á ein hátt, so at lesarin ikki fær kenslu av, at hann er til fyrilestur ella nakað tílíkt. Evnið, sum bókin viðger, er fyrst og fremst yvirgangur - terrorisma. Eisini verða - í minni mun - evnið: munurin millum fólkaræði og einaræði viðgjørt. Og hvussu eitt menniskja, gjøgnum sítt umhvørvi, kann síggja, at tað er á rangari leið og brúkar rangar miðlar. Í hesum førinum er tað so yvirgangur.
Bókin viðger sostatt evni, sum er sera nútíðarligt. Eisini verða t.d. evnini fólkaræði og kristindómur sett upp ímóti alternativinum: einaræði og heiðinskapur. Men hetta er úti á síðulinjuni, um ein so kann siga. Gongdin í søguni er alla tíðina í miðjuni.
Sonni Jacobsen sigur, at hann eftir at hava skarivað bygdarsøgu í seks ár, ið endaði við einum tvíbindsverki upp á 1100 síður tilsamans, nú vildi royna nakað nýtt.
- Tað var bæði áhugavert og læruríkt at skriva bygdarsøguna. Og kravmikið arbeiði eisini, skuldi ikki virðismiklu munnligu frásagnirnar fara fyri skeytið. Mær dámar væl at skriva og var sum so ikki vorðin troyttur og leiddur eftir at hava fingið bygdarsøguna frá hondini. Men nú vildi eg royna nakað nýtt. Eisini sum ein avbjóðing til mín sjálvan. Tað hevur í øllum førum verið stuttligt at skriva hesa bókina. Nú vóni eg bara, at fólk fara at halda tað vera líka stuttligt at lesa hana, sigur hann.
Boðskapurin í hesari nýggju krimiskaldsøguni sigur hann vera, at vit skulu síggja tey virðini, vit eiga, t.d. fólkaræði og trúarfrælsi, og harafturat ein tileggjan at fjálga um tey.
- Men tað verður skýrt afturhald at fjálga um slík virði. Eg haldi ikki, tað er neyðugt at vera afturhaldssinnaður fyri at fjálga um tey grundleggjandi virðini og mannarættindini í okkara mentanarlívi. Tað hugsi eg, tey flestu munnu vera samd við mær í. Menniskju, sum stríðast ímóti hesum virðum og rættindum, eru ofta vælmeinandi, men tey eru blindað og villleidd, sum t.d. høvuðspersónurin í bókini er tað. Ein boðskapur er eisini tann, at glottar altíð eru fyri framman, hvussu myrk tilveran enn tykist vera. Vit skulu bara stevna ímóti røttu málunum. Gongdin í søguni er eisini eitt dømi um hetta.
Helst man eingin ivast um, at munurin er stórur á at skriva bøkur við siðsøguligum innihaldi - bygdarsøgur - og eina slíkari, har tú í mun til tøkar heimildir sum frásagnir og skjøl nú skal brúka egið hugflog.
- Í eini siðsøguligari bók skal alt, tú skrivar, sjálvsagt kunna skjalprógvast og vitnisfestast, og tí verður neyðugt at brúka nógva tíð til kelduarbeiði, eftirkannan og endurkannan allan vegin ígjøgnum tilfarið. Tí í eini siðsøguligari bók kunnu fólk jú peika á viðurskifti og siga: Hatta er ikki heilt beint. Ella: Hatta passar ikki. Tað er so sanniliga ein avbjóðing í hesum arbeiði.
- Í eini skaldsøgu kanst tú taka úr egnum barmi. Tað er tú og tín egna samvitska - eingin annar -, ið gera av, hvat ið er rætt og hvat er rangt í hesum hugans heimi. Sjálvandi hevur ein nakrar yvirornaðar normar at fylgja; t.d. náttúrulógir og hvussu menniskju, djór, maskinur o.s.fr. hátta sær undir ymiskum umstøðum. Fylgir ein ikki hesum normum, verður einki skil í og alt verður so veruleikafjart. Annars er ein rættuliga frælsur.
Sonni Jacobsen sigur, at tú kanst oysa av tíni egnu vitan og nýta teg sjálvan sum keldu. Í flestu førum. Og tú kanst nevna viðurskifti, ið tú ongan møguleika hevur til í siðsøguligum bókum.
Tann, sum skrivar siðsøgulig verk sum eitt nú bygdarsøgur, troytir bert tað úr heimildunum, ið avmarkað er til bygdina og fólkið og tær hendingar og ættir, sum annars greina seg út haðani. Eftir í skjalagoymslunum og bandasøvnunum er ymiskt annað, ið bíðar at verða tikið fram aftur og nýtt sum evni til nýggj skrivlig verk.
- Eg havi fleiri hugskot, men eri ikki farin undir at realisera tey enn. Um eg livi og Gud vil, er ikki óhugsandi, at eg fari at taka tráðin uppaftur við siðsøguskrivingini. Fosturpápi mín, Jóhan á Ørg, sáli, hevur sagt fleiri barnasøgur á band. Eg havi fingist við at skriva tær av og lata tær í hóskandi málbúna. Eg haldi sjálvur, at tær eru rættuliga góðar, og ið hvussu er nógmikið til eina bók, sigur Sonni Jacobsen.
Sonni Jacobsen var ikki meira enn liðugur við krimisøguna "Myrkar nætur" so settist hann aftur at skriva eina nýggja krimisøgu.
- Ein var bitin av evninum, og eg havi skrivað nokkso fitt av eini nýggjari krimisøgu. Eg ætli at fáa hana út næsta ár. Men annars er skriving hjá mær eitt ítriv í fríløtunum, sigur hann.
Hon er lík "Myrkum náttum" í tí, at hon er ein spenningssøga. Annars er evnið eitt heilt anna.
- Tráðurin í "Myrkum náttum" verður ikki tikin uppaftur - ikki uttan so at eg fái eitt fantastiskt hugskot til tað, sigur hann.
*
Bókin "Myrkar nætur" er prentað á Pf. Dimmalætting. Bundið inn hevur Helge Justinussen. Kápumyndina hevur Sonni Jacobsen gjørt. Stuðla útgávuni hava Mentunargrunnur Føroya Løgtings og Fjølrit.