FØRINGURIN - Mentan & Frítíð, 9. oktober 1997
BØKUR
Sonni Jacobsen:
Myrkar nætur.
Ytstifjórðingur 1997.
185 síður.
KARTNI RAVNSFJALL
Ikki eru nógv ár síðani tær fyrstu krimi- og spenningssøgurnar hjá Jógvani Isaksen og Einari Petersen komu út á føroyskum. Hinvegin kom tann fyrsta kristiliga skaldsøgan, Aðru ferð hjá Victor Danielsen, longu út í 1927.
Sonni Jacobsen, ið áður hevur givið út tvey bind av Sørvágs søgu hevur við nýggju bók síni, Myrkar nætur, flættað hesar báðar skaldsøguhættir saman. Bókin er tó ikki ein krimisøga, sum høvundurin leggur upp til, tí tað sum sermerkir krimisøguna, nevniliga uppkláringin av beistagerðunum, er ikki høvuðstátturin í bókini, heldur kann hetta kallast ein kristilig spenningssøga.
Søgan fer fram í 1990-unum, fyri tað mesta í Havn, har høvuðspersónurin, Dánjal, arbeiðir sum grannskoðari. Men um kvøldið, tá hann hevur tikið slipsið av, hevur hann annað fyri. Tí tá sita hann og tríggir kammerátar hansara og leggja saman ráð um terroristaatgerðir í Føroyum. Allir eru teir nevniliga brennandi marxistar, hvørs ideal er kommunisman, sum hon var fyri 20 árum síðani í Russalandi. Fíggindin er teir amerikanskt ávirkaðu politikkararnir í Føroyum, sum mugu burtur, so ella so. Dánjal er hugsjónarmaðurin teirra millum, og skrivar hann eisini greinar í lokara kommunistblaðnum "Reyðu stjørnuni".
Hesir kommunistarnir eru ikki av tí slagnum, sum bert tosa, nei, fyri at skapa eina kollvelting má handling til. Ein teirra hevur eina bumbu og við henni eydnast teimum at gera stóran skaða á bygningarnar á Tinganesi. Tíverri fyri teir, kann ein siga, fær eingin av landsstýrismonnunum mein. Løgmaður hevði fingið krím, so landsstýrisfundurin varð avlýstur.
Nakað áðrenn bumban gongur av, avgera tríggir teirra at taka lívið av hinum fjórða, Haraldi. Hesin er ov opnimunnaður og tí ein hóttan. Uttan stórvegis hóvasták taka teir og kvala neyðardýrið og tveita so líkið útí á Havnarvág um náttina. Ein nýggjur kammerátur verður innlimaður í bólkin, og er næsta mál teirra at spreingja Føroya Banka í luftina.
Men nú hevur Dánjal fingið kaldar føtur. Útlitið til lívlangan fongsulsdóm, um hann verður avdúkaður, og vaksandi ivi um, hvat er rangt og rætt, ónt og gott - serliga aftaná samtalur við barndómsvinin Ditlev, ið er trúgvandi - níva hann, og tí saboterar hann tiltakið hjá hinum ímóti Føroya Banka. Hetta førir so við sær, at hann má taka eina uppgerð við fyrrveandi lagsmenn sínar og samstundis við seg sjálvan og trúgv sína.
Fremsta kravið til eina spenningssøgu er sjálvandi, at hon er spennandi og undirhaldandi, og nakrar av fyritreytunum eru eisini til staðar í bókini. M.a. er málið sera lætt og orð og hugtøk úr gerandismálinum og riggar fyri tað mesta væl í tekstinum.
Eins og hjá JógvaniIsaksen (sum høvundurin í meira enn ein mun hevur skeitt eftir) við Sonni Jacobsen geva eina tíðarmynd av føroyska samfelagnum í 1990-unum: hugtøk og fyribrigdi frá nútíðini verða drigin fram, stríðið á landssjúkrahúsinum, kreppan, oyðslupolitikkurin í 80-unum verður viðgjørdur o.s.fr. Persónúrvalið er fjølbroytt, og eisini veruligir persónar, sum t.d. einkendur, fyrrverandi borgarstjóri og fiskasølustjóri, hava ein leiklut í bókini.
Sjálv søgugongdin er væl uppbygd og lagt verður upp til spenning, tá ið fleiri og fleiri ábendingar koma um, at illgerðir teirra fara at verða avdúkaðar, samstundis sum Dánjal stríðist sítt egna stríð.
Men tá tað er sagt, má vera víst á ávísir lýti, sum ger at bókin ikki er heilt væleydna. Høvuðsorsøkin er, at søgan og høvuðspersónarnir ikki tykkjast sannførandi.
Tað eina ar evnið: ein kommunistiskan yvirgangsbólk í Føroyum í 1990-unum hevði eg ilt við at ímynda mær. Var bókin komin út í 70-unum, hevði í hvussu so er verið møguleiki fyri áhugaverdum kjaki, men ikki í dag. Gróðralíkindini fyri einum terrorfelagsskapi eru hóast alt ikki tey somu í Havn sum í Belfast ell Miðeystri, tíbetur, og mint kann eisini vera á, at John le Carré og hansara líkar góvust at skriva njósnarasøgur, tá kalda kríggið var av í 1989. Evnið var tá ikki relevant longur.
Eitt annað er, at skálkarnir í bókini eru so óndir. Hatur og hevndarhugi tykjast at vera teirra einasti menniskjaligi eginleiki og tí hava teir torført við at trína fram sum veruligir persónar. Og at tak lívið av einum menniskja fellur teimum so ómetaliga lætt. 1 tíma aftaná, at avgerðin um at beina fyri vininum Haraldi er tikin, verður hetta framt í verki, og aftaná sita teir og skemta sær um skemdargerðina. Samvitskan yvir hesa gerð nívir teir ikki stórvegis, heldur ikki høvuðspersónin Dánjal. Her sakni eg grundgeving fyri, hví teir eru so kyniskir - idealisma og bøkurnar hjá Karl Marx gera tað neyvan eina. Dánjal, harafturímóti, skal umboða tað góða, tað menniskjaliga, men eg havi hug at troyttast av, at hann tekur Gud upp á tunguna í nærum øðrumhvørjum setningi.
Verður hugt at skaldsøguni sum kristiligari skaldsøgu burturav, hevur ein tílík jú eitt endamál, nevniliga at vísa á kristna boðskapin. Men ymiskt er, hvussu hesin boðskapur kemur fram. Til dømis sigur kendi danski rithøvundurin Poul Hoffmann um bøkur sínar, at bøkur hansara eiga at kunna lesast sum vanligar skaldsøgur, vera undirhaldandi, og tað menniskjaliga drama í bókini skal tala fyri seg. Bøkurnar eru ikki ætlaðar sum forklæddar prædikur. Hinvegin, tá fólk siga seg verða vorðin kristin av at lesa bøkur hansara, er tað nokk tí at egnu upplivingar og grundsjónarmið hansara skína ígjøgnum. Myrkar nætur er í hesum sambandi kanska av tí meira missionerandi slagnum, men sum ein lýsing av kristnifatanini hjá høvunanum í 1990-unum - ogóivað fleiri við honum - er bókin avgjørt áhugaverd.
Eg havði hinvegin trupulleikar við at síggja, at tað sum bókin í so stóran mun viðgerð - einaræði mótvegis fólkaræði - er so áhugavert í Føroyum. Hvussu fólkaræði virkar, hevði eg hildið verið meira nærliggjandi.
Yvirhøvur er fyrra helvt av bókini meira væleydna, meðan seinna helvt er í ov stóran mun merkt av hugsanum Dánjals um fólkaræði, marxismu, Gud og kristindóm. Hesir spurningar, so áhugaverdir teir eru í sær sjálvum, fylla kanska í so nógv og gera, at spenningssøgan kemur í aðru røð.