Myrkar nætur
![]()
Útgávudagur: 25/06-1997
ISBN nr: 99918-934-3-1
Stødd: 185 bl.s.
Øll hugsaðu vit, tað hendir ikki fyri okkum. Tað ber ikki til. Umstøðurnar eru ov smáar. Men nú er tað hent: Ein yvirgangsbólkur herjar í okkara lítla landi. Teir hava onga virðing fyri nøkrum, og eingin kennir seg tryggan meir. Tað ringasta er, at yvirgangskropparnir eru so listilærdir, at eingin hevur hóming av, hvørjir teir eru, og sostatt kunnu teir ikki steðgast. Ikki fyrr enn ein av limunum fær samvitskubit, er vón fyri framman. Men hvussu kann hann gerast leysur av síni fortíð?
Umtala av bókini
Dimmalætting - Viðskerin, 21. juni. 1997
Føringurin - Mentan & Frítíð, 9. oktober 1997
Ein kapittul í bókini:
2. pt. kap. 5
Aftan á døgurða ringir Dánjal til Gege og sigur
honum, at hann er sjúkur og kann ikki koma til arbeiðis í
nakrar dagar. Biður teir royna at klára tað á skrivstovuni
ímeðan. Gege spyr hann, hvar hann er, men Dánjal sigur
bara, at hann er við hús.
"Við hús?" sigur Gege, "eg havi ringt
til tín í allan morgun. Hví hevur tú so ikki
tikið telefonina?"
"Eg var ikki við hús í morgun.
Eg meini, eg eri hjá nøkrum vinum. Eg ringi aftur, eg komi
aftur so skjótt, eg kann. Bye, bye!"
"Verður tú leingi sjúkur?" spyr
Gege, og Dánjal hómar, at hann ikki rættiliga trýr
tí við sjúkuni.
"Eg komi so skjótt, eg kann!" Hann leggur
hornið á.
Nú var alt í lagi. Nú var bert
at bíða.
Næsta dagin tosaði hann við Marjuna.
"Eg havi ringt á sjúkrahúsið
og biðið meg frí í 14 dagar. Eg eri eitt sindur bangin,
Dánjal. Eg hugsaði, um tað nú er so ótrygt,
sum tú sigur? Er tað so ikki betri, at eg fari niður í
nakrar dagar?" sigur Marjun.
"Tað er bara tað, at tú skuldi helst
ikki verið kend aftur. Tað skuldi ikki undra meg, um ein teirra
heldur eyga við floghavnini. Kennir hann teg aftur, so kann tað
enda galið!"
"Eg liti hárið og klæði meg
eitt sindur út. Tað skal eingin kenna meg aftur. Eg fari niður
til Karina, systur tína, og so verði eg niðri, til tú
heldur tað vera trygt at koma aftur. Hasir bumbumenninir ræða
meg! Eg haldi, at tú skalt tosa við politiið. Tú
fært einki gjørt móti teimum!"
"Ja, ja. Eg má bara bíða eitt
sindur enn. Eg fari at ringja. Eg má tosa meg til rættis við
teir, so teir skilja mína støðu. Tað er mín
einasti møguleiki!"
"Hví kemur tú ikki niður við?"
segði hon.
"Tað ber ikki til!"
Dagin eftir var Marjun farin niður við flogfarinum.
Hon hevði klætt seg eitt sindur út, litað hárið
ljóst. Hon var vís í, at teir kendu hana ikki, um
teir sóu hana. "Tú hevði ikki kent meg!" hevði hon
sagt við Dánjal, tá ið hann hevði tosað við
hana, eftir at hon var niðurkomin.
"Forrestin, eg sá Kára á flogvøllinum.
Hann kendi meg ikki. Eg royndi at halda meg so langt burtur frá
honum, sum eg kundi!"
"Ja, ja. So passaði tað, sum eg helt. Teir
óttast fyri, at eg skal fara av landinum, og at teir skulu missa
meg burtur!"
Dánjal var glaður um, at Marjun hevði verið so skiljandi. Nú hevði hann fríari hendur at fáast við harkaliðið hjá Hávardi.
Dánjal sat nógv í kvistvindeyganum við kikaranum.
Har frá sá hann vágna og niðan á hálsin.
Hann sá, hvør ið kom til bygdina. Hann royndi at sita
so langt burtur frá vindeyganum, at svínoyingar ikki skuldu
síggja hann. Hann sat sjálvsagt ikki alla tíðina
og kikaði. Tað var, tá ið postbáturin hevði
verið. Hann hugdi hvørji ferðafólk, ið komu til
bygdina.
Onkuntíð fór hann ein túr
gjøgnum bygdina at spáka. Tá kundi tað henda,
at hann kom í prát við onkran svínoying.
"Tygum eru og ferðast?" Ein eldri maður
gevur seg í prát við hann, meðan hann stendur uttan
fyri handilin tann eina dagin.
"Jú, eg havi leigað mær eini hús
í nakrar dagar!"
"Eingin familja við?"
"Konan hjá mær er niðri fyri tíðina,
so eg eri einsamallur. Fór ein túr at stytta mær stundir!"
"So kundu tygum bara farið niður til hennara!"
eldri maðurin smílist.
Dánjal skiftir evni.
"Tað er ótrúligt, sum fjallið
er bratt har. Hvussu eitur hasin hagin?"
"Hatta er Handantúnstriðingur, hinumegin
fjallið, inn móti Borðoynni, eru tveir smærri hagar.
Teir eru Fyri Handan Fjøll og Bergið!" Maðurin tosar við
tí vælkenda flata svínoyar-málinum.
"Fjøllini út í hav eru ikki
so brøtt, tó hamari er yvir bygdini," sigur Dánjal.
"Er hatta ein hagi?" spyr hann so.
"Noy! Hatta eru tveir hagar. Norðari hagin móti
Fugloynni er Fyri Handan Hálsar!"
"Ná, tað kemur sjálvsagt av, at
ein hálsur er hvørjumegin fjallið. Tann, har vegurin
til lendingina er, og so hesin, út móti Fugloynni!" sigur
Dánjal.
"Júst so, eystari hagin er Eysturhøvdi!"
"Tað vil siga at tit hava fimm hagar?"
"Jú, so er!"
"Ja, her er sera vakurt, her úti, tað
má eg siga!" sigur Dánjal.
Svínoyingurin smílist.
"Eina smoltstøð hava tit eisini, síggi
eg?"
"Jú, handan varð bygd fyri nøkrum
árum síðan, annars er ikki nógv virksemi her!"
"Nei, tað skilji eg, soleiðis er helst á
flestu smáplássum!"
"Ja, alt verður savnað saman á stórplássunum,
útjaðara-politikkurin í hesum landinum er syndarligur!"
heldur svínoyingurin.
"Ja, tað hevur tú so æviga rætt
í!" sigur Dánjal og sigur so knappliga: "Nei, eg má
fara. Takk fyri prátið.
"Takk sjálvur!" svarar maðurin og verður
standandi og eygleiðir Dánjal, til hann er farin afturundir.
Sjeynda dagin hendir nakað. Dánjal situr og eygleiðir
ferðafólkið við kikaranum.
Knappliga stívnar hann. Tann eini maðurin
er eyðkendur. Myrkhærdur, klænur, við svørtum
brillum, á la sekstiárunum: HÁVARDUR.
Hávardur hevur funnið hann! Ella leitar
hann eftir honum? Dánjal ger skjótt av, tekur byrsuna og
koyrir hana í posan og fær sær ríkiligt av patrónum
í lumman. Hann heldur eystureftir, niðan vegin, ið gongur
móti hálsinum, ið er móti Fugloynni. Hann ætlar
at goyma seg í haganum. At vera við hús er alt ov vandamikið.
Hann setir seg har uppi og eygleiðir vegin oman til bygdina. Kalt er,
men tað bilar ikki, hann er væl ílatin. Nú sær
hann Hávard og ein svínoying koma gangandi undan teim uttastu
eystaru húsunum. Tað er klárt, at Hávardur hevur
spurt hendan eftir Dánjali, og hesin hevur helst sæð hann
farið niðan vegin móti Eysturhøvda.
"Tramans!" hugsar Dánjal. "Hvat nú?"
Hann velur at halda undan. Hann kundi sjálvsagt beint fyri Hávardi,
men tað ynskir hann ikki. Hann hevur fingið nokk av drápinum
av Haraldi, sum hann hevði verið eygnavitni til. Hann gongur niðaná
og fram við gróthúsinum, ið stendur har uppi, og
heldur so út í hagan. Hann gongur alt tað, hann er mentur.
Langt har niðri sær hann Hávard. Hann leggur seg niður,
men Hávardur má hava sæð hann, tí hann heldur
beina leið móti honum. Hann hevur byrsu í hondini. Dánjal
heldur undan. Nú gongur hann bara blint. Tá ið hann hevur
gingið rættiliga leingi, kemur hann til bjørg. Skal hann
fara niður í bjørgini at goyma seg? Í haganum
finnur Hávardur hann helst, ella kann koma fram á hann av
tilvild, og so er hann liðugur. Dánjal ger av at fara niður
gjøgnum eina rás, hann sær har. Í fyrstuni er
gott at ganga, men tað gerst heilt bratt, til tað er rættiligt
berg og steyrrætt niðurfyri. Kneysar eru, so hann sær ikki,
um nakar kemur aftaná. Knappliga sær hann eitt daga undan
tromini langt burturi. Hávardur - Hávardur hevur sæð
hann. Ikki fær Dánjal farið upp aftur, tí so gongur
hann seg beint í føvningin á Hávardi. Eg havi
gjørt alt skeivt. Nú er bert eitt at gera, eg má verja
meg. Miðar hann móti mær við byrsuni, so má
eg bara skjóta. Har er einki at gera. Hann gongur kortini víðari.
At enda er so smalt, at hann má nærum ganga eftir liðini.
Nú er hann komin heilt niður í bjørgini. Her er
steyrrætt berg uppfyri og steyrrætt berg niður. Hann gongur
eftir rókini, sum smalkar í hvørjum. Hann vónar
at koma til onkra rás, ið gongur uppúr aftur berginum,
men har er eingin. Eina ferð, nú endar rókin. Steyrrætt berg er niðurfyri. Ein elligamal planki liggur innast við, ætlaður
at ganga eftir, meðan mann heldur í berginum framvið. Dánjal
tekur mót til sín og fer spakuliga eftir plankanum. Byrsuna
hevur hann hongt um herðarnar. Komin næstan yvirum hoyrir hann,
hvussu plankin gevur seg, men hann heldur. So er hann komin yvirum. Hann
gongur 20 metrar, men hvat hendir. Nú er bert berg frammanfyri. Hann
er komin til endan av rókini. Her má hann víggirða
seg. Hann setir seg afturundir ein kneysa og leggur byrsuna niður á
hann. Kemur Hávardur undan hinumegin, so er bert eitt at gera: Trýsta
á avtrekkjaran. Tað er hann ella eg. Sjálvt í
Bíbliuni høvdu menn rætt at verja sítt lív,
hugsar Dánjal.
Dánjal liggur soleiðis fyri, at hann
sær plankan 20 metrar burturi. Tá ið hann hevur ligið
í ein hálvan tíma, sær hann Hávard koma
spakuliga gangandi eftir rókini við byrsuni framman fyri sær.
Hávardur kemur til plankan. Hann hevur ikki sæð Dánjal,
ið goymir seg aftan fyri ein kneysa við øðrum eyganum
undan, so hann sær Hávard kortini. Hávardur hongir
byrsuna á ryggin og fer út á plankan, roynir at skunda
sær tvørturum, veit at hann er verjuleysur í hesi løtu.
Dánjal kundi gjørt av við hann nú, men hann bíðar.
Knappliga hoyrist eitt knekk úr plankanum. Hávardur stívnar,
og eitt lítið hvin kemur frá honum. Tað er týðiligt,
at hann er deyðaræddur nú. Dánjal liggur stillur,
kann kortini einki gera. So er aftur eitt hart knekk, og Dánjal
sær Hávard missa byrsuna og fara afturopnan - plankin er brotnaður
undan honum. Dánjal reisir seg. Hann sær júst á
Hávard, har hann fer sendandi niðureftir. Hann ber tvær
ferðir við bjargaveggin og verður sendur sum ein ullarposi útfrá
aftur. Dánjal veit, at Hávardur er longu deyður. Gud
hevði bjargað honum. Hann hvakk við av sær sjálvum.
Trúgvi eg á Gud? hugsaði hann. Jú, tað gjørdi
hann í roynd og veru nú. Hann hevði í sínum
stilla sinni biðið Gud bjarga sær frá at skula taka
lívið av einum menniskja. Gud hevði bjargað honum, og
nú var ódjórið, Hávardur Karlsen, deyður.
Hann lætnaði í sinni.
Men hvussu slapp hann nú yvirum aftur? Hann
fer, har plankin hevði ligið. Eftir at hava staðið har
eina løtu, kemur hann til ta niðurstøðu, at leggur
hann byrsuna á eina lítla hill, sum hann júst klárar
at toyggja seg til, og yvir á eina aðra lítla hill longri
yviri, so kann hann møguliga sleppa yvirum, men so má hann
vera sera varin. Spakuliga, spakuliga fer hann eftir byrsuni. Hann roynir
at hanga mest møguligt á ørmunum, um byrsan skuldi
farið undan, og samstundis trýsta so mikið á byrsuna
at hon liggur still. Eftir fimm minuttum ella so, sum sýnast sum
ein ævinleiki, er hann yvirumkomin. Júst tá hann fer
av byrsuni, rýkur hon undan og fer sendandi útav og fer singlandi
niðureftir í avgrundina. So bleiv eg vápnaleysur, hugsar
Dánjal. Men nú er nógv vunnið. Hávardur, høvuðsmaðurin, er burtur. Vónandi fara hinir at
gevast nú, nú eingin er at birta upp undir teir. Men hann
kann ikki kenna seg tryggan fyri teimum í Havn. Hann má gera
okkurt við málið. Men nú eru so bumbuspreingingarnar
steðgaðar. Tað var bara Hávardur, sum dugdi at gera
heilt sterkar bumbur. Hinir fóru ikki í holt við tað.
Ikki uttan at teir funnu ein annan bumbumann, og tað kundi mann sjálvsagt
ikki verja seg fyri. Nei, teir máttu steðgast á onkran
hátt. Hann hevði fingið betri mót nú, nú
Hávardur ikki var at stríðast ímóti. Men
Mikkjal var vandamikil, tað visti hann. Mikkjal hevði dripið
fyrr, og hann gjørdi tað fegin aftur.
Dánjal kom í øllum góðum
upp úr bjørgunum aftur og slapp sær til hús.
Hann var pøstur og hann legði seg á sofuna at hvíla
eina løtu, meðan hann hugsaði. Alt var endað í
einum hurlivasa. Hann hevði júst bjargað lívinum,
men Hávardur var deyður. Hávardur, vinur hansara, hevði
ætlað at dripið hann. Hví hevði hann ikki sæð
hendan ræðuliga óndskapin áður? Áðrenn
Haraldur varð dripin? Og hann hevði verið við í
tí. Hann hevði við góðum huga hjálpt teimum
at sleppa av við líkið. Hann øtaðist við
seg sjálvan.
Hann var ikki sloppin enn, tað visti hann. Hann
visti ikki, hvussu Hávardur hevði funnið hann, møguliga
hevði hann ringt runt í allar bygdirnar at spyrja seg fyri og
hevði verið heppin? At hann var komin einsamallur kundi tó
týtt á, at hinir ikki vistu av honum. Helst hevði hann
ætlað at forkomið honum einsamallur. Hann hevði tikið
svik Dánjals so persónligt, at hann vildi sjálvur
gera av við hann, aðra frágreiðing kundi Dánjal
ikki koma fram til. Eitt var hann tó vísur í. Hann
var ikki tryggur her longur. Skjótt fóru hinir á ein
ella annan hátt at finna útav, hvar Hávardur var farin,
og at hann mátti vera deyður. Teir fóru sjálvsagt
at leggja hann undir at hava dripið hann. Og teir fóru at koma
eftir honum. Hann mátti av oynni aftur.
Fyri honum sýntist tað, sum um marrurnar,
hann hevði havt, fóru at gerast veruleiki. Hann flýggjaði
blint undan einum ódjóri.
Dánjal hevur hugsað nógv um tingini hesa síðstu
vikuna, hann hevur verið úti í Svínoynni. Og nú,
eftir ræðuligu hendingina við Hávardi, er hann komin
til ta niðurstøðu, sum Marjun hevði biðið hann
gera beinanvegin, at seta seg í samband við politiið. Hann
kennir ein av kriminal-politistunum eitt sindur, hann nevndist Jógvan
Jákupsson. Hann var í tjúgunum. Dánjal avgjørdi
at fara til hansara, tá ið hann var komin til Havnar aftur.
Hann hevði tosað við Marjuna nakrar
ferðir. Hon hevði tað gott. Hann hevði biðið hana
verið verandi niðri fyribils. Tað hevði hon játtað.
Morgunin eftir fer hann inn við postbátinum.
Túrurin inn til Hvannasunds og til Klaksvíkar gongur væl.
Einki óvæntað hendir, og hann sær ongan av teimum
í bólkinum.
Komin til Klaksvíkar fer hann beina leið
oman í bátin. Hann er ikki meir enn komin í bátin,
tá stendur ein maður á keiini, hann hevur eina byrsu
í hondini. Tað er Mikkjal. Eitt óndskapsfult og hatskt
smíl liggur um varrarnar á Mikkjali.
"Væl afturkomin, Dánjal!" sigur hann
spotskur. "Okkara hugsjónarmaður er farin yvir til fasistarnar?
Tín forbrendi svíkjari!" Hann tosar spakuliga. "Eg havi eina
lødda byrsu her, og nú gert tú júst soleiðis,
sum eg sigi, annars fylli eg grúkin á tær við høglum
á staðnum!" sigur hann hóttandi.
Dánjal hevur onga orsøk at halda,
at hann ikki meinti tað.
"Eg eri ikki farin yvir til fasistarnar!" sigur
hann so. "Eg havi bara sæð, at vápnað stríð
her í Føroyum og allastaðni er meiningleysur ørskapur!"
"Hvat tramin, maður? Hevur tú veruliga
lurtað eftir amerikansku propaganduni? Eg helt teg vera klókari
enn so!" Hann snerkir.
"Tað hevur einki við amerikanska propagandu
at gera. Eg eri komin til ta niðurstøðu einsamallur!"
"Einsamallur? Ert tú førur fyri at
koma til nakra niðurstøðu einsamallur? Alt, sum tú
hevur vitað, hava onnur lært teg. Alt, sum tú hevur skrivað,
hava onnur lært teg! Hvat tramans niðurstøðu ert tú
førur fyri at gera einsamallur?"
"Hesa niðurstøðuna var eg førur
fyri at gera einsamallur!" svarar Dánjal spakuliga.
"Ja, tað sæst. Ein fullkomiliga idiotisk
niðurstøða. Tú hevur spilt alt fyri tær sjálvum,
Dánjal. Men okkum skalt tú ikki spilla spælið fyri.
Set motorin í gongd. Vit fara ein túr út at sigla!"
Dánjal ger sum hann sigur. Hann kann ikki
gera annað í løtuni. Má royna at vinna tíð,
men hann er greiður yvir, at teir hava ikki siglt langt, so skjýtur
Mikkjal hann og søkkir líkið av honum til botns. Hann
má gera okkurt skjótt.
Mikkjal ger leyst og loypur umborð. Dánjal
bakkar útfrá og setir síðan ferð út
gjøgnum Klaksvíkina. Eitt kalt lot er, og ferðin av bátinum
ger tað enn og kaldari. Mikkjal setir seg afturi í rong við
byrsuni peikandi móti Dánjali. Hann ansar væl eftir,
at Dánjal ikki fer inn í húsið. Heldur hann kunna
finna okkurt áhaldsi har.
"Verð standandi við rattið, fert tú
innum í húsið, skjóti eg!" Eru tey greiðu
boðini.
Tá ið teir hava siglt út um fjørðin,
biður Mikkjal Dánjal seta leiðina móti Havnini. Hann
ætlaði helst at fáa Dánjal at sigla seg mesta vegin
til Havnar, áðrenn hann drap hann. Mikkjal var ikki kendur við
at sigla millum oyggjar, hugsaði Dánjal. Dánjal so gjørdi.
So havi eg tað eykatíðina, hugsaði hann.
Mikkjal gerst minni varin, sum tíðin
fer og nú hevur hann sett byrsuna undir liðina á sær.
Hann veit, at hann er sterkari enn Dánjal, so hann klárar
hann, um Dánjal skuldi lopið á hann.
Eina ferð, tá ið Dánjal sær
Mikkjal venda sær við, er hann so kvikur, loypur aftur um bekkin
móti Mikkjali, sum nú hevur fingið fatur í byrsuni
- alt hendir í einum eygnabragdi. Dánjal fær um pípuna
á byrsuni og trýstir hana av allari makt aftureftir. Eitt
skot brestur úr byrsuni. Mikkjal hoknar saman, steindeyður.
Dánjal stendur og starir niður yvir hann, men so fer báturin
at rulla so illa, tí hann er farin á tvørs, av tí
at eingin stýrir, at Dánjal má fara til rattið
aftur. Hann tekur fyrst niður á pulsin á Mikkjali á
hálsinum. Har er eingin pulsur, tað hevði hann heldur ikki
roknað við. Har andlitið á Mikkjali skuldi verið,
er bert blóð. Hann hevur fingið skotið í høvdið.
Tað hevði eydnast Dánjali við einum unduri, hugsaði
hann, rætt sum við Dávidi og Goliat. Aftur hesa ferð
var hann bjargaður, men aftur hevði tað kostað eitt mannalív.
Hann var ikki sloppin úr myrkrinum enn.
Hann tók fartelefonina og ringdi til nummarið
hjá Jógvani Jákupsson, kriminalpolitistar. Nú
mátti tað vera nokk. Nokk av blóði hevði flotið
- alt ov nógv.
"Halló?" hoyrir hann eina mansrødd
siga.
"Er tað Jógvan Jákupsson?"
"Tað er!"
"Hetta er Dánjal Hansen, grannskoðari
í Tórshavn. Eg eri á veg inn á Havnina. Umborð
er líkið av einum manni, sum royndi at beina fyri mær.
Hann doyði av einum skoti, tað var ikki eg, sum skeyt, byrsan gekk
av, sum hann hevði í hondini, tá ið vit bardust.
Tað var neyðverja. Tað hevur samband við bumbuspreingingarnar.
Eg havi nógv at tosa við tykkum um!"
Hann var greiður yvir, at tað hevði
eingin annar møguleiki verið hjá sær. Tað var
eitt undur, at tað hevði eydnast honum. Hann hevði tikið
sín einasta møguleika, og tað hevði eydnast. Ein
hægri makt mátti hava givið honum styrki móti tí
ovursterka Mikkjali. Ja, tað var eitt undur, at hann var á lívi.
"Hvat er tað, tú sigur? Er ein maður
skotin, og tú ert á veg inn á Havnina? Er tað
rætt? Hvar leggur tú at?" spurdi Jógvan.
"Jú, ein maður er deyður umborð.
Eg leggi at í Vágsbotni!"
"Vit verða har!"
Dánjal sløkti telefonina.