Jens Sigmund Haraldsen, Sigmund, F.6.9.1847. D.7.2.1933, 85 ár.
Hann er ættaður úr húsinum Oman fyri Lon í
Sandavági, sonur Harald Thomasen og konu Margrethe Susanne Olesdatter.
Tá ið Sigmund giftist, var mamman einkja smb. kirkjubókini.
Sigmund giftist tann 26.9.1875 í S.K. við Cathrine Marie Jacobsen
F.17.8.1847. D.20.6.1924, 76 ár, ættað Uppi úr
Lofti í Sørvági. Í fólkateljingini.1870
er hon í Sandavági og tænir, og stendur hon at vera
hjá kongsbóndanum Ole Jacob Olsen. Hon er tá 22 ár,
ógift, tænastugenta. Hon var helst fleiri ár í
Sandavági. Hon varð við barn har í 1875, enn ógift,
og stendur Sigmund sum faðir. Stutt eftir, at hon hevði átt,
giftust hon og Sigmund í Sørvágs kirkju og búsettust
her.
Ein frásøgnin er eftir ein eldri sumbing,
ið er ættaður úr Lágabø í Sørvági.
Sigmund í Lágabø hevði einaferð eina tænastugentu,
og einaferð bar tað so á, at hann hevði akkurát
verið og skotið og var komin til hús og hevði sett byrsuna
lødda frá sær í køkinum. Byrsan var helst
ein forladari. Hon stóð í einum króki í
køkinum. Tænastugentan sat og bant. Nú einaferð
kemur noðað inn undir byrsuna, uttan at hon leggur tað til
merkis. Tað stendur so á at fáa tráð, og hon
togar til, men hvat hendir, byrsan fer um koll og brestur í gólvið,
og skotið gongur av beint ímóti henni. Tá húsfólkini
koma inn, finna tey tænastugentuna liggjandi deyða í einum
hyli av blóði. Tá hevði skotið rakt hana so meint,
at hon doyði av tí.
Sigmundur í Lágabø, sum hann
varð nevndur, var útróðrarmaður, og var tað
hansara høvuðsvinna. Hann tókst eisini eitt sindur við
jarðarbrúk og annars alt vanligt arbeiði, ið var tá
í tíðini.