Sørvágur og sørvingar I
![]()
Útgávudagur: 14/12-1995
ISBN nr: 99918-934-1-5
Stødd: 512 bl.s.
Skreyt innbundin.Útseld frá forlagnum.
Eitt brot úr bókini:
NAKRAR HUGLEIÐINGAR UM SØRVÁG
Søgnin sigur at norðbúgvin "Sørli" bygdi Sørvág
fyrst, tað er væl møguligt, men eingi prógv eru
tó funnin fyri tí. Summir siga, at hann nevndist "Servin",
men har heldur m.a. Mikkjal á Ryggi, at teir munnu hava blanda við
Severin Fohrman, dani, ið mitt í 1600-talinum keypti jørðina
í Sørvági frá Benkenstockunum, og sum stutt
eftir seldi alla jørðina aftur; hann var av føroyingum
róptur "Servin". Tað er væl hugsandi, at bland er komið
í sagnirnar har. Sørli skuldi eiga tríggjar døtur:
"Ytra", "Notra" og "Sutra", og býtti hann jørðina í
bygdini ímillum tær, í tað triðingsbýti,
ið enn er. Men tann parturin av søgnini man vera lítið
eftirfarandi. At haganøvnini koma av ættunum: norður og
suður, fyri Norður-og Suðurtriðing, man fáður
ivast í, og Úttriðingur hevur so fingið sítt
navn av, at hann er uttastur ella gongur út í hav. Nær
Sørvágur er bygdur er ilt at siga, summir halda, at landið
var býtt sundur longu við landnámi, ella stutt eftir,
um ár 900. Onkur heldur um ár 1000. Mikkjal á Ryggi
nevnir í Miðvinga søgu, at tað er ikki líkt
til at Miðvágur er "landnámsbygd" ella garður, men
er bygd seinni. Hetta sigur okkum, sum eisini Kjartan Danielsen førir
fram í bók síni "60 tals systemet og det Færøske
landnam", at roknast má við, at landnámsgarðarnir
í Vágum hava verið: Sandavágur, Sørvágur
og Bøur. Har tær 180 merkurnar í Vágum hava
verið javnt býttar millum bygdirnar, á 60 Mk. hvør.
T.v.s. at Bøur, sum í dag bert hevur 18 Mk. hevur átt
allan norðara partin á Vágoynni, men hevur seinni mist
stóran part av síni jørð, har kunnu vera fleiri
grundir, t.d. at kongsjørð er umløgd til hinar bygdirnar,
við tað at festarnir hava búð har o.l. Vert er at geva
gætur, at løgmaður seinni búði í Sandavági
og prestur í Miðvági; tað hevur óivað
ikki havt lítið at týða í tí sambandi.
Jørðin sum í dag hoyrir til Miðvágs, hevur
so upprunaliga verið nøkunlunda javnt býtt millum hinar
bygdirnar, tað norðasta hava bíggjarmenn havt, meðan
sørvingar og sandavágsmenn hava havt hvør sína
helvt av restini. Tað ið eisini, hugsi eg, loysir gátuna,
ið fólk leingi hava trætst um, hví tað stóra
vatnið í Vágoynni kallast "Sørvágsvatn".
Um tað er rætt, at Miðvágur ikki var landnámsbygd,
sum jú Mikkjal á Ryggi grundgevur væl í síni
Miðvinga søgu, tá hann nevnir t.d. um tað "gomlu
gøtuna" til Sørvágs, ið gekk niðan á
gøtuna frá Sandavági, heldur enn beinleiðis, hvat
hon ikki gjørdi fyrr enn seinni o.s.fr. So má jarðarbýtið
hava verið sum áðurnevnt. Men so hevur Vatnið jú
ligið alt sum tað er í Sørvágs haga, so er
tað heldur ikki løgið, at tað varð rópt "Sørvágsvatn".
Her er vert at viðmerkja, at ikki í einum einasta gomlum skjali
kanst tú finna navnið "Leitisvatn", ið summir nú
kalla Vatnið, men í skjølum heilt aftur í 1600-talið,
verður Vatnið antin rópt "Vandet mellem Midvaag og Sørvaag",
"Det Store vand mellem..." ella oftast "Sørvaags-vandet". Hetta
nevni eg bara, ikki tí, um onkur vil kalla Vatnið okkurt annað,
so má tað vera teirra søk.
Viðvíkjandi bygdanavninum, so halda summir, at tað
kemur av tí nógva sandinum, sum norðbúgvarnir
nevndu "seyr", so at bygdin upprunaliga hevur itið "Seyrvágur",
tað fatan hugsi eg teir flestu fornfrøðingarnir hella til.
Tað verður sagt, at summir fyrst í tríatiárunum
og í fýratiárunum byrjaðu at nevna Sørvág
fyri "Seyrvág", og fekk hetta frá tí "almenna" góða
undirtøku í nøkur ár, við tað at øll
skjøl og stempul hjá m.a. Sørvágs Sjúkrakassa,
Arbeiðsmannafelagnum, kommununi og fleiri vinnufyritøkum frá
teirri tíðini vóru merkt "Seyrvágur" og gongur
hetta eisini aftur nógva aðrastaðni frá tí
tíðini, men seinni eru menn í bygdini tíbetur
farnir frá hesum aftur og nýta nú gamla vakra navnið
Sørvágur, og man tann einfaldasta grundin, hugsi eg sjálvur,
vera hon, at Sørvágur er vakrari enn "Seyrvágur",
sum í okkara oyrum ljóðar bæði fremmant og
enntá óføroyskt, tað skurrar sum sagt verður.
Men um vit so hella til tað fatan, at navnið stavar frá
"seyr", sandinum, so eru tó eingi prógv fyri tí, og
má hetta tí bert standa sum eitt ástøði,
og als ikki sum nakar veruleiki, tí tað veit einfalt eingin
í dag. Hví eitur tá t.d. Sandavágur, sum eisini
var landnámsbygd so ikki "Seyrvágur" = Sandavágur,
um navnið stavar frá "seyr" = sandinum ? Her er okkurt, ið
ikki samsvarar, hugsi eg. Tá er søgnin, at maðurin, ið
bygdi Sørvág fyrst, æt Sørli, líka eftirfarandi,
ella líka óeftirfarandi, um tú vilt. Tað einasta
vit vita við vissu er, at tey síðstu 600 árini kann
tað skjalprógvast, at bygdin hevur itið "Sørvágur"
við Ø. Eg havi eisini ta fatan, at málfrøðingar
í dag eru samdir um, at navnið, sum vanliga verður nýtt
og sum í longri tíð hevur verið nýtt, eigur
at vera viðurkent sum rætta navnið. Tað kann eisini nevnast,
at eldri sørvingar altíð hava verið sera harmir um
hetta "óskilið" ikki at nevna bygdina við sínum rætta
navni, sum okkara forfedrar hava nýtt í øldir, men
tíbetur er hetta, sum funnið var uppá í tríati/fýratiárunum,
nú fána burtur aftur og hevur ikki vunnið frama millum
bygdarfólkið.
At menn hava sett seg niður í Sørvági
er einki at undrast á, Sørvágsfjørður er
náttúruhavn og Sørvágur liggur inni í
einum væl vardum firði, sum norðbúgvarnir eisini vóru
vanir við úr Noregi og hava teir tí trygt kunna lagt
síni langskip á vánni her.
Útgravingar síðst í fimtiárunum
og fyrst í sekstiárunum hava víst, at teir fyrstu,
sum búsettu seg her, búðu uttanfyri Kirkjuánna
og eru fleiri toftir funnar har, m.a. har gamla fimleikarhøllin
er og svimjihylurin og oman í nýggja kirkjugarðin. Onkur
heldur, at grundin til, at tey fyrstu búsettu seg har úti,
er, at tað við fyrsta eygnakast er tað staðið í
bygdini, har tað lívir móti øllum veðri. Men
seinni fluttu fólk millum áirnar Kirjuá og Stórá
at búgva, og er tað har tann gamla kenda bygdin seinni stóð.
Tað vísir seg eisini, at har millum áirnar er ógvuliga
veðurgott, sjálvt um tað sýnist opið fyri, hetta
eru menn sjálvandi komnir eftir upp gjøgnum tíðina,
og búsettu seg tí har seinni. Annars eru toftir eisini funnar
úti á Kettusnøklunum rópt, og eitt pláss
stutt heimanfyri har, nevnist úti á Toft, og sigur navnið
seg sjálvt. Har kundi tað hugsast, at tann ella teir, ið
hava átt Úttriðing hava búð á síni
egnu jørð, sjálvt um vit vita, at øll bygdin seinni
var heimrust, t.v.s. felagsogn fyri allar hagapartarnar, men hetta kundi,
sum sagt, verið tekin um, at bygdin møguliga einaferð hevur
verið býtt í tríggjar býlingar, men hetta
eru tó bert gitingar. Bygdapartarnir heimi í bygdini hava
óivað verið "Norð í húsi" og "Yviri í
húsi", meðan býðlingurin úti á Toft,
óivað hevur itið "Úti við Garð" ella okkurt
líknandi. Nøkur gomul skifti tíðliga í
1700-talinum vísa klárt, at Úttriðingur fyrr hevur
verið róptur "Garðshagi" ella líknandi, við "Garð"
navninum uppií. (Sí m.a. skifti frá 14.10.1718).
Tað sum eisini er vert at hugsa um, er, hvussu tað ber
til, at fyrsti kirkjugarðurin/ gravstaðið (sí um tað
undir Hús 9) hevur verið millum áirnar, har bygdin seinni
kom at vera, meðan hann seinni var fluttur út um Kirkjuánna,
har bygdin áður hevði verið. Óivað er tað
so, at fólk helst vildu hava gravstaðið passaliga langt
burtur frá húsum.
Í 900-11/1200 hugsi eg, at bygdin hevur verið uttanfyri
kirkjuánna. Í 12/1300-talinum er líkt til, at bygdin
er flutt millum áirnar, og hevur tá ein býlingur eisini
verið úti á Toft og út eftir tann vegin út
á Kettusnøklarnar, har toftir eru funnar, tá grivið
hevur verið út fyri sethúsum tíðliga í
1900-talinum (sí u. Hús 103 og 110). Hesin býlingur
úti á Toft er so útdeyður antin í 1300-talinum
ella í 1500-talinum. Í 16, 17 og 1800-talinum hugsi eg, at
bygdin bara hevur verið millum áirnar. Onkur heldur at býlingurin
úti á Toft og út tann vegin, møguliga eru útdeyðir
av svartadeyða, ið var í 1349/50 og hava fólk tí
ikki tora at búsett seg aftur har í gamlari tíð.
Sambært teimum, ið funnu hesar toftirnar, so hildu teir, at tær
stavaðu ikki seinni enn frá 1500-talinum. Tað er ikki fyrr
enn í seinnu helvt av 1800-talinum, at fólk fluttu út
aftur um Stórá at búgva.
Um fólkatalið áðrenn 1801 er ilt at meta
um, tí vit hava einfalt ikki nøvnini á øllum
teim fólkum, ið tá livdu, tí tað er langt
frá, at skifti eru eftir øll, tí er tað sera trupult
at finna navnið á nógvum fólkið fyri hesa
tíð, tó nógv kann finnast á ymiskan hátt.
Søgnin sigur, at í 1600-talinum vóru bert 7 hús
í Sørvági, og Paulina í Búðini (1853-1947)
visti at siga frá teim gomlu, at í 1700-talinum vóru
11 hús í
Sørvági, og samsvarar hetta sera væl við tær
skrivligu keldurnar. Vit kunnu soleiðis sláa fast, at Sørvágur
hevur verið ein sera lítil bygd. Í 1801 eru bert 86 fólk
í bygdini og 19 hús, og út frá teimum upplýsningum,
ið eg havi, hevur fólkatalið verið nøkunlunda
tað sama í 1700-talinum, meðan tað í 1600-talinum
klárt hevur verið minni, kanska ikki meir enn 50 og í
1500-talinum er líkt til, at tað neyvan hava verið stórt
meir enn eini 30-40 fólk í bygdini. T.d. í Jarðarbókini
fyri 1584 eru bert 3 bøndur, t.v.s. ein til hvønn hagan,
og hava teir eisini havt búgvandi í smáum kroysum
eini 10-12 húskallar og arbeiðskonur hvør.
Í 1801 búgva 482 fólk í Vágum
og Mykinesi og er Sørvágur tá tann minsta bygdin av
teim størru bygdunum. Býti er hetta:
Bygd:
Fólk: Hús:
Sandavágur:
110 23
Miðvágur:
145 36
Sørvágur:
86 19
Bøur/Gásadalur:
66 13
tilsamans:
407
Mykines:
75 17
Tilsamans:
482 (Vágar og Mykines)
Seinni fór Sørvágur at taka seg fram, og í 1890 kom hann upp um hinar báðar størru bygdirnar (Miðvág og Sandavág) í fólkatali, og hevur Sørvágur síðani havt munin og nú hevur Sørvágur gott 100 fólk fleiri enn næsta bygdin Miðvágur.
Við fólkateljingina 1966 og 1970 er býti millum bygdirnar
í Vágum hetta:
Bygd:
1966: 1970:
Sandavágur:
663 649
Miðvágur:
803 802
Vatnsoyrar:
39 51
Sørvágur:
928 957
Bøur:
33 36
Gásadalur:
32 26
Mykines:
92 63
Tilsamans:
2.590 2.584
Eg skal her nevna fólkatalið í Sørvági
við fólkateljingarnar, ið verið hava í 1800-talinum:
Ár:
Fólk: Hús:
1801:
86 19
1814:
85 24
1821:
101 30
1822:
104 30
1826:
108 29
1834:
124 29
1840:
140 30
1845:
143 32
1850:
157 33
1855:
163 34
1860:
191 38
1870:
224 42
1880:
304 51
1890:
359 65
Nøkur tøl í 1900-talinum:
Ár:
Fólk: Hús:
1901:
436 73
1906:
433 81
1935:
755
1945:
776
1966:
928
1970:
957
1972:
952
1974:
988
1975:
973 292
1994:
913 340 (50 hús
standa tóm, 75 húsum býr bert eitt fólk í).
Stóri vøksturin í fólkatalinum í
Sørvági í 1800-talinum, sigst at koma av, at Sørvágur
tá var roknaður sum eitt óvanliga gott útróðrarpláss,
søgnin sigur, at í Sørvági nýttist einum
bert tráðu og pott fyri at klára seg. Hetta gjørdi,
at nógvir avbygdamenn settu seg niður her, fleiri komu við
stórum húski, sum vit koma at síggja, tá ið
vit gjøgnumganga ættirnar.
Eftir 1900 er tað ein royndur lutur, at fólkatalið
er vaksið til uml. 1000 fólk. Í 1980-unum segðist
fólkatalið í bygdini eitt skifti at vera omanfyri 1000,
men tað er so við stóru fólkafráflytingini,
ið nú hevur verið, komi niður um fólkatalið
í 1966.
Annars kunnu vit síggja, at ómetaliga nógv,
ið fødd eru í Sørvági, eru flutt av bygdini
gjøgnum alla 20-indu øld. Serliga til Havnar og niður
til Danmarkar.