Sørvágur og sørvingar II
![]()
Útgávudagur: 21/12-1996
ISBN nr: 99918-934-2-3
Stødd: 558 bl.s.
Skreyt innbundin.
Brot úr bókini:
YMISKT
DVØRGHOLAN
Ein hola er í Sørvági, sum tey róptu Dvørgholan,
har skuldu dvørgar búgva. Smábørnini tordu
illa nær hesi holuni, men tó, tá ið áarpisurnar
vóru, tá fóru teir djarvastu smádreingirnir
inn har eftir áarpisum. Dvørgholan er ein klovningur, tætt
uppi við Baggatoft úti við Stórá. 1
HULDUMANNAKLETTUR
Tað er gomul søgn, at ein steinur úti á Ørg,
oman fyri Gøtumanna-sand, ið var sandurin, har sum Niðarivegur
er nú, skuldi vera íbygdur, har búðu huldumenn.
Tey fortaldu fyrr, at útróðrarmenninir ofta sóu
legstaðin eftir kjølinum, tá ið huldumenninir høvdu
drigið bátin á sjógv. Sagt var, at huldumenninir
vóru altíð fyrr til útróðrar, enn tað
vanliga fólkið. Hesin steinur var niðan fyri, har Dal-Andrias
búði. Steinurin varð burturskotin, tá Niðarivegur
varð gjørdur.
Ein frásøgn er um eina tænastugentu
Úti í Stovu, Elsubu Malenu Jacobsdatter, hon varð vanliga
rópt Ebba. Jákup í Stórustovu fortaldi frá
ommu síni, at tey Úti í Stovu høvdu ein kjøthjall
úti á Lið. Ebba var so einaferð send út har
eitt kvøldið eftir kjøti, og tá ið hon kemur
út um Huldumannaklett, nú hoyrir hon tað tosa inni í
klettinum: "Har fer handan Ebban titandi", sigur eitt. "Tak hana, tak hana!"
sigur eitt annað. "Tak tú hana, stóri kjaftur, hon hevur
bæði lisið og signað seg!" sigur eitt triðja. Tá
høvdu huldufólkini einki vald yvir henni. 1
FRANSAHOLAN
Navnið Fransaholan er frá síðst í 1700-talinum.
Har, sigur søgnin, plagdu sørvingar at heingja kjøt
niðurí undan fransmonnunum, sum rændu her undir Napoleonskrígnum,
tá stórur partur av Europa lá í kríggi
við Frakland, so fransmenninir ikki skuldu finna kjøtið
og fara við tí. Hetta er eitt hol tætt uppi við Eggina,
og gongur tað líka niður í sjógv. Fyrr, tá
ið steinar vórðu kastaðir niður í tað,
hoyrdi tú teir ringla niður eftir, og brustu teir so í
sjógv. Men nú er Fransaholan tipt, helst er ein stórur
steinur loysnaður úr vegginum og hevur tipt holið; tá
ið tú nú tveitir stein niður í tað, steðgar
hann, tá ið hann er komin nakað niður. Tað gevur
ikki meir enn eini trý klikk, so liggur hann, somikið ovarlagað
er holan tipt.
Søgn er, at har skuldu teir einaferð
hava kastað ein hund oman. Hetta var vanligt fyrr, at tá ið
ein hundur varð gamal og einki nyttaði longur, so kastaðu teir
hann oman. Sagt varð, at tá ið teir hesa einu ferðina
komu oman í Grønhólma, tá hoyrdu teir hundin
goyggja undir vøllinum. Men hetta halda menn er neyvan rætt.
1
FRANSAGRØVIN
Yviri í Buginum liggur ein fransmaður grivin. Summir siga,
hetta er ein russari, men ikki er gott at siga. Jákup í
Stórustovu fortaldi frá Mýru-Jákupi (1860-1928),
at Mýru-Jákup segði seg hava hoyrt frá gomlum
manni, tá ið hann var ungur, at hetta var ein fransmaður,
og at hesin fransmaðurin er rikin upp úr sjógv. Hann
var í posa, og eitt tungt var í posanum.
Hesin maðurin hevur soleiðis verið grivin
av skipsmonnum á ein kristiligan hátt, tí aftast í
tí gomlu sjómanslestrabókini stóð, hvussu
mann skuldi bera seg at at grava lík á sjónum, og
har varð álagt at seyma líkið inn í lørift
og koyra okkurt tungt í, so tað sakk, og so leggja líkið
á eina fjøl og soleiðis lata tað glíða
til sjós, og so lesa ein stuttan lestur yvir líkinum og biðja
Faðirvár. 1
KÁLVABÁSURIN VESTARI OG SUNNARI
Hetta er staðarnavn úr bjørgunum. Har er søgnin
tann, at har skuldu teir undir Napoleonskrígnum fyrst í 1800-talinum
hava tjóðrað kálvar og goymt teir undan fronskum
herskipum, tá ið fransmenninir rændu øll neytini
og kríatúrini, teir fingu fatur á. Johan Michael Lund,
løgmaður (løgmaður 1786 - 1805),
hevði givið boð um at goyma allar kálvarnar í
landinum, tí teir vóru lættari at goyma enn neytini,
so at fólk, um ringast vildi til, hevði kálvarnar at
seta við aftur. Í Vestmanna skuldi tað vera so ringt, at
har var bara ein kúgv eftir. Hetta hevur so verið um ár
1800. 1
SÝNSTOFTIR (SVÍNSTOFTIR)
Um hetta stað eru tvey staðarnøvn og tvær sagnir,
tó eingin nú á døgum veit nakað við
vissu um navnið ella uppruna tess. Eg skal her bert nevna báðar
sagnirnar.
Um navnið Svínstoftir, verður sagt,
at fyrr í sjórænaratíðini høvdu teir
svín og goymdu og passaðu tey uppi á Egg oman fyri dalin
niðan av Mýrunum.
Um navnið Sýnstoftir er sagt, at har
var eftirhyggingarstað í sjórænaratíðini.
Tá hetta staðið, sum nevnt, er uppi á Egg, er gott
útsýni yvir havið, so teir harfrá hava sæð
øll skip, ið komu inn á Sørvág, bæði
sunnanífrá og vestanífrá. Møguliga er
tað tann rætta frágreiðingin, men hin, at tey hava
goymt svínini har uppi, kann sjálvandi eisini vera røtt,
men tó minni sannlík.
Annars er gomul søgn, at stutt uttan fyri
Lynghamar skuldi eisini eitt eftirhyggingarstað vera, og var eitt hús
har. Toftin eftir tað sæst enn. Her sóu teir, um skip
komu norðanífrá. So tað kann týða á,
at teir hava havt tvey eftirhyggingarstøð fyri at síggja
út á hav, bæði suðureftir og norðureftir.
4
/ 5
MAÐUR GEKK UPP ÚR KVÍVÍKSSKOR
Í Sørvágsbjørgunum er ein skor, teir rópa
Kvívíksskor, har sigst at tað er ómøguligt
at ganga upp, har kemst bert upp við langari og góðari línu.
Tað eru 60 favnar niður og 5 bond. Tó sigur søgnin,
at maður skal hava gingið upp úr Kvívíksskorð.
Fyrr plagdu teir at rógva út móti Lambardali og draga
bátin upp í Lambánna, so gingu teir niðan móti
Skorini. Ein húskallur í Sørvági, onkur sigur,
hann var húskallur Yviri í Húsi, men hvør hann
var, og hvussu gamalt hetta er, veit eingin nú á døgum.
Helst er hetta hending frá 16/1700-talinum. Húskallurin var
góður við bóndakonuna. So ein dagin, teir høvdu
verið í Kvívíksskor, fara allir upp, og húskallurin
skal so vera síðstur upp, men áðrenn hann fær
frænir av nøkrum, gevur bóndin boð um at draga
línuna upp, og bóndin og hinir húskallarnir fóru
so til hús og lótu hendan húskallin vera eftir niðri
í Kvívíksskor. Teir ætlaðu so bara at siga,
at hann var omandottin, tí hildið varð, at tað var ómøguligt
at koma upp haðani uttan línu, tí har er steyrrætt
uppfyri. Teir gingu so oman í bátin og róðu til
hús, men tá ið teir komu heim í bygdina, tá
sat hann har fyri teimum. Teir rokna so við, at hann hevur gingið
heim í erva, heim í Rossaskarð. Harífrá
er skjótari at ganga til hús. Men ófatiligt var tað
fyri øllum. Húskallurin varð so, eftir hetta, boðin
at verða hjá teimum í Gomlustovu. 1
GRÁISTEINUR ÚTI Í LAMBARDALI
Tað var vanligt, at menn plagdu at klúgva upp á Gráastein
og skera navnið niðurí, tá ið teir komu fram
við Kvívíksskor. Steinurin er høgur og brattur
á tí einu síðuni, so hann er ringur at sleppa
uppá, og um nakar maður datt, sum royndi at koma upp á
hann, so datt hann lúkst í ein hyl niðriundir, so hann
varð ígjøgnum, men hin síðan á Gráasteini
er sløtt og góð at koma uppá. Sjálvsagt
varð flent eftir teimum, ið fullu í hylin, og teir vórðu
hálvgum hildnir fyri gjøldur. Hetta kundu teir finna uppá,
tá ið teir høvdu verið í Kvívíksskor
og gingu oman í Lambánna til bátin. Bát høvdu
teir har, bæði tá ið teir vóru við seyði
og eftir fugli. 1
KONUGJÓGV
Konugjógv er heiman fyri Grótholið, niðan fyri
vegin, beint har sum bøgarðarnir eru. Síðan Bíggjarvegurin
varð breiðkaður, er bert tað ovasta eftir av henni. Søgnin
sigur, at sjey neytakonur duttu oman har, tann áttanda slapp við
lívinum, hetta var í einum ódnarveðri. Tær
høvdu verið hjá neytunum. Hvussu gamalt hetta er, er
óvist, tí hetta er bara gomul søgn í Sørvági.
Fleiri halda eisini, hetta ljóðar heldur ótrúligt,
tí hendan gjógvin var so niðarlaga, og so var hon heldur
ikki djúp, men soleiðis sigur søgnin. Møguliga
hevur gjógvin verið djúpari longur aftur í tíðini.
1
BISKUPSHEYGGURIN
Biskupsheyggurin skuldi vera "íbygdur". Rasmus Ganting prestur
(prestur í Vágum 1602 - 1627) hevði lisið uppi yvir
honum og "latið heyggin aftur", tá ið nakrar huldukonur
vildu lokka hann við inn í heyggin. (Sí annars um tað
í Miðvinga Søgu. Bl.s.121-122). Leggjast kann afturat
um Birkupsheyggin hendan frásøgn:
Tá ið Fríðrikur prinsur var
her í 1844, ið seinni varð Fríðrikur 7. kongur
av Danmark, fór hann einaferð yvir um Vatn, og steðgaðu
teir tá niðri við Biskupsheyggin. Gamli-Engelsted, presturin,
sum var tá (prestur í Vágum 1839 - 1850), segði
so prinsinum um Biskups-heyggin, og prinsurin spyr so prestin, um hann
ikki kann lata heyggin uppaftur, jú, tað kundi hann gott, segði
prestur, men prinsurin mátti sjálvur lata hann aftur, tá
varð einki av tí.
Engelsted skuldi vera tann síðsti presturin
í Vágum, sum hevði gingið á "Niðurgangsskúla",
sum tey gomlu róptu tað. Tá ið hann tók prógv,
vóru tað 15 prestar, sum tóku prógv, og hin versti
skuldi eiga tann fimtanda, og tað varð Engelsted. Hendan dagin
var so nógv sólskin, og tá ið hin versti tók
eftir Engelsted, tá tók hann eftir skugganum av honum, og
seinni hevði Engelsted tí ongan skugga á sær, varð
sagt. Teir seinnu prestarnir gingu ikki á Niðurgangsskúla,
og gamalt var, at Niðurgansgsskúlin var í Finnmørkini,
soleiðis fortaldu tey gomlu altíð. 1
GAMLA GØTAN TIL MIÐVÁGS
Gøtan oman gjøgnum Brennuna varð rópt Fólkagøtan;
gøtan víðari til Miðvágs varð rópt
Varðagøtan ella Rossagøtan. Hon gekk fram við Biskupsheygnum,
tað var tann gamla gøtan millum Miðvág og Sørvág.
Áðrenn brúgvin kom, vóðu teir altíð
um Rivið,
tí har var grynst, har niðri, eitt sindur suður og so innaftur,
tað róptu teir um Rivið, har var nokk so djúpt, um
óveður var, ein fór næstan undir miðju, tá
ið áin var stór, so gekk ein um Vatnsoyrarnar niðri
við Vatn og so helt ein upp í Vatnsbrekku, upp um fjallið,
og soleiðis beina leið til Miðvágs eftir gøtuni,
ið har gongur. 1
DÁVARHEYGGURIN
Dávarheyggurin er úti í Selvíkum, har liggur
ein maður grivin, hann skuldi vera av "Víkarskipinum" og eita
Dávur. Tað vóru fleiri menn, sum komu av tí skipinum,
har kom Týkar, sum liggur í Týkarheyggi, og Torkil,
sum liggur í Torkilsheyggi, og Fisher skuldi hann eita, sum liggur
í Fiskaheyggi. Ívar liggur í Ívarsheyggi, og
Kollur ella Kálvur liggur í Kolsheyggi. (Sí annars
tað, Mikkjal á Ryggi skrivar í Miðvinga Søgu
um "Víkarskipið", bl.s. 110-111). 1
SUMMALDUR
Gomul søgn er um ein mykinesmann, sum varð róptur
Summaldur. Nær í tíðini hetta hevur verið,
er óvist, men helst er hetta heilt gamalt. Nøkur staðarnøvn
eru í Sørvági, ið bera vitnisburð um hesa
hending og hendan mann. Søgnin sigur, at stutt eftir at Summaldur
var giftur, fór hann burtur í lond at sigla við fremmandum
skipum. Mong ár gingu, og eingin hoyrdi nakað frá honum
aftur. Summaldur var komin so langt út í heimin, at striltið
hevði gingist at sleppa aftur til Danmarkar. Seint eitt heystið
eydnaðist tað honum at koma til Danmarkar, og stutt eftir slapp
hann til Føroya aftur við tí síðsta handilsskipinum
tað árið. Hann kom so vestur í Vágar og til
Sørvágs, men, so illa vildi til, at alt heystið og allan
hendan veturin var veðrið so ringt, at ikki var lendandi í
Mykinesi, so hann kom at liggja ein heilan vetur veðurfastur í
Sørvági. Tað var annars ikki óvanligt, at mykinesmenn
kundu liggja leingi veðurfastir í Sørvági, serliga
um vetrarnar. Sum oftast búðu teir tá hjá skyldfólki
ella kenningum.
Sagt er, at Summaldur búði í eini
smáttu beint niðan fyri teir gomlu bøgarðarnar á
Vørufelli. Onkur heldur, at tað hevur verið eitt torvhús.
Hetta húsið varð seinni rópt Summaldahús;
einki sæst til tað longur, men bøurin har varð róptur
Trøðin uppi á Summaldahúsið. Ein kelda var
tætt har við, sum hann fekk vatn úr, hon varð rópt
Summaldakelda.
Ikki at sleppa til hús aftur, tá ið
hann var komin so nær og eftir at hava verið fleiri ár
burtur, var sjálvandi sera harmiligt. Hvønn dag gekk Summaldur
út til heimara enda á Múlanum, til ein stein, ið
stendur niðri við sjógv, at hyggja út til Mykines,
at vita um lendandi var. Hesin steinur ber enn í dag navnið
Summaldasteinur. So eitt kvøldi, tað nærkaðist tá
móti vári, sær Summaldur, at nú er kyrt norðanfyri
á oynni, og hann fær so sørvingar at rógva seg
út. Hann fór so á land og gekk tvørtur um oynna.
Tá ið hann kemur til hús, er nátt komin á,
og øll eru løgst. Hann fer so inn og gongur yvir móti
seingini hjá konuni, men tá sær hann, at ein maður
liggur í seingini hjá henni. Ikki visti hann, at hetta var
sonur hansara, sum tá var stórur smádrongur, men var
ikki føddur, tá ið Summaldur fór út at
sigla, so leingi hevði hann verið burtur. Summaldur heldur, at
konan hevur tikið sær ein annan mann, meðan hann hevur verið
burtur, og øði spinnur í hann, og hann út og tekur
eina øks, ið liggur í einum úthúsi, og
ætlar at beina fyri bæði konuni og hesum manninum, ið
hann heldur liggja hjá henni. Summaldur kemur so inn og stillar
seg við seingina aftur, men tá vaknar konan og vakir sonin og
sigur: "O Jesus náði mær, hvør er hetta fyri ein
maður, ið stendur við seingina hjá mær? Tað
hevur eingin maður verið so nær song míni, síðan
pápi tín Summaldur fór burtur í onnur lond
at sigla!" Tá sá Summaldur, at tað var ein stórur
smádrongur, ið lá í seingini hjá konu sínari
og skilti síðani, at hetta var sonur sín. Hann kundi
sostatt, í dárskapi, beint fyri bæði konuni og
egna soni sínum. 4
HOYBERADAGUR
Tað var tann dagurin, hoyggið varð borið inn, tað
var ein dagur við nógvum mati og einum snapsi eisini, men ikki
so nógv drekkarí. Og helt tann maðurin hoyberagildi fyri
teimum fólkunum, ið høvu hjálpt til við at
hoyggja og fáa hoyggið inn. Tá varð etið kjøt
og sopin sagosuppa ella saguvellingur við sukuri omaná, tað
var so ógvuliga væl dámt tá á døgum,
tann sum fekk sagosuppu var væl fyri, helt hann sjálvur. Vanligt
var, at ein át morgunmat og døgurða inni hjá bóndanum
ella tí, ið átti hoyggið, og nátturðin
varð borin út í húsini hjá hoyberamonnunum.
Nátturðin var vanliga sagosuppa, og tað varð vanliga
kókað so nógv, at øll í húsinum
fingu nátturða burtur av tí. Hetta fortaldi Jákup
í Stórustovu, men omma hansara hevði sagt, at tá
ið hon var ung, bóru tey vanliga døgurða út
í húsini eisini, og var tað vanliga blóðmørskeppur.
Tí hoyggið var vanliga ikki borið fyrr enn fjallið var
gingið, tí oftast gjørdu teir stórar desir fyrst
hjá teimum, ið høvdu nógv hoyggj. Hoyberalønin
hjá bønarmonnunum, sum teir vórðu róptir,
segði omma Jákup, var vanliga eitt hálvt krov. Men seinni,
segði Jákup, visti hann einki um, at nakar tók løn
fyri at bera hoyggj, tá bóru teir meira upp á gerðabýti.
1
BÁTSGILDIR
Bátsgildi varð hildið av teimum, sum hildu bát
fyrr í tíðini, tað varð vanliga hildið um
heystið, helst um tað tíðina, tá ið kjøtið
var ræstnað og upp á tað besta, tí tað
varð etið ræst kjøt, og tá varð altíð
brennivín skonkt eisini. Jóhannus hjá Lona-Jógvani
segði, at hann mintist serliga, at gróthúsmenninir høvdu
bátsgildir á hvørjum ári, og helst vóru
tað teir, ið hildu hendan siðin longst í bygdini. 1
ERVI OG BARSIL AVLAGT
Fyrr høvdu teir altíð ervi, tá ið onkur
var deyður, og barsil eftir barnadóp, men hesir siðir vórðu
avlagir, tá ið "breyðkortið" kom undir fyrra heimsbardaga
(1914-18), og varð hetta ongantíð tikið upp aftur í
Sørvági. Nú hava tey bara eitt lítið gildi,
tá ið eitt barn er doypt, og faddrarnir og tey nærmastu
verða boðin. Fyrr gekk tað ofta eitt hálvt ár,
áðrenn barsil varð hildið, men tað var vanliga ikki
brennivín í barsli. Tað varð oftast kókað
kjøt og sagosuppa.
Til ervi kundi ofta nógv brennivín
vera, og ikki mundi skilið altíð vera av tí besta,
og man hetta vera ein av høvuðsorsøkunum til, at hetta
varð avlagt. Seinni í tíðini hevur tað meira
verið siður, at uttanbíggjarfólk og tey nærmastu
verða boðin til ein drekkamunn og smyrjibreyð, ella líknandi,
eftir jarðarferð. 1
BRÚDLEYP
Brúdleyp varð hildið, sum ráðini vóru.
Var tað bóndahús, har nógv jørð var,
so varð hildið stórt brúdleyp, har var vanligt, at
øll bygdin varð boðin í brúdleyp, men tað
størsta brúdleypið, sum menn í Vágum vita
frá at siga, var, tá ið Jógvan Elias Thomsen í
Sandavági giftist, tá varð øll oyggjin boðin,
og tað mesta av Vestmanna við. Hetta brúdleypið stóð
í átta dagar.
Menninir gingu vanliga hús úr húsi
at bjóða í brúdleyp, tað var ein maður,
ið var biðin av brúðarparinum til hetta, summir høvdu
tað upp á rím, tá ið teir bjóðaðu
í brúdleyp. Seinni varð hetta avlagt, og varð tað
tá bara sligið upp onkustaðni, har tað sást væl,
at øll eru vælkomin.
Brúdleypsmaturin var kjøt. Vanligt var í
Sørvági, at latin varð "brúdleypsseyður".
Tað varð latin ein geldseyður av hvørjum hagapartinum,
hetta var áðrenn 1900. Teir fingu seyðin á rættini,
til brúdleypið, teir, sum giftust. Tað sigur okkum eisini,
hví vit síggja í kirkjubókunum, at nærum
øll brúdleyp vórðu hildin um heystið.
Tað var stórt arbeiði at fyrireika
eitt brúdleyp tá í tíðini. Seyðurin
skuldi flettast og tilgerast, og nógvir kokkar vóru. Brennivín
mátti altíð vera. Við hvørt høvdu tey
eisini oksakjøt til brúdleypini, tá ið tað
vóru stór brúdleyp. Tað var rættiliga vanligt
hjá jarðareigarum. Tá borðhaldið var liðugt,
varð brúðardansurin dansaður. Tað vóru fastar
vísur, ið kvøddar vórðu, teir kvóðu
altíð "Brúðarvísuna" fyrst; í brúðardansi
dansaðu øll hattleys, tá dansaði eingin maður
við húgvu. Aftan á brúðarvísuna varð
vanligt í Sørvági at kvøða "Kong Hans",
seinni hava tey annars nýtt "Harra Pætur og Elinborg", eftir
tað varð vanliga kvøðin "Fisken tager sin føde
i vand". 1
FØROYSKI DANSURIN OG DANSISTOVUR Í SØRVÁGI
Umframt tað, ið er nevnt undir "Brúdleyp" viðvíkjandi
kvøðing, kann nevnast um dans og kvøðing í
Sørvági, at tað varð altíð dansað
hattleyst í Sørvági til "Norsku løvu" og "Vesterbæk",
tí tær vóru hildnar at vera so syrgiligar vísur.
Í Sørvági var væl statt við kvøðarum.
Í gomlum døgum høvdu menninir hvør sítt
kvæði og hvør sína vísu at kvøða,
tá ið dansur var. Løðu-Jógvan var ein sera
góður kvøðari, hann kvað altíð "Fuglakvæðið",
hvørji jól kvað hann alt Fuglakvæðið á
tamb, sjálvt um hann var lágmæltur maður, so gekk
dansurin so væl, at tú kundi væl hoyra hann kvøða.
Frá tíðliga í 1900-talinum kunnu nevnast kvøðarar
í Sørvági, so sum: Pól Niklái hjá
Hans Paula. Hann varð sagdur at vera sera góður og harðmæltur
kvøðari, hann plagdi altíð at kvøða "Brúðarvísuna",
og hann kvæð fast "Kong Hans" aftaná. Jóhannus
hjá Lona-Jógvani hevði eisini so sera gott mál
at kvøða, og Dia í Gróthúsinum var eisini
góður kvøðari. Hann plagdi at kvøða "Gøtuskeggjar"
og var tann einasti í bygdini í síni tíð,
sum kvað hetta kvæði og dugdi tað alt. Mýru-Jákup
kvað altíð "Runsuvalsstríðið". Harald hjá
Mariu var ein sera góður kvøðari, og hann kvað,
so leingi sum hann livdi, og dugdi nógvar vísur og nógv
kvæði, sum hann kundi kvøða úr enda í
annan, hann plagdi ofta at kvøða "Harra Pætur og Elinborg".
Annars kvøddu teir m.a. "Stærke Tidrik" o.a. vanlig kvøld
og tættir, men til gildir vóru tað altíð kvæðini,
ikki fyrr enn seint út á náttina, tá ið
tað mesta av fólkinum var farið, tá kundu teir kvøða
tættir og enntá sovorðið sum "Hjalmar og Hulda", tá
ið tað leið móti morgni, og tá kundi eisini okkurt
av konufólkunum taka til at kvøða. Annars var okkurt
konufólk, ið var sera raskt at kvøða, m.a. Skælings-Sunnuva
var líka røsk sum nakar maður at kvøða, og
hon kundi kvøða kempuvísu aftan á kempuvísu
sum ongan ting, hon var eisini ein áhugaður dansari til føroyskan
dans. Men eftir at hesi og onnur við teimum eru deyð, trokaði
enski dansurin tann føroyska dansin burtur, og hann var satt at
siga burtur í nógv ár, til Vága Dansifelag
kom, har nakað av hesum varð tikið upp aftur, tó í
heilt øðrum líki enn fyrr, sjálvsagt. Við
tað at áðrenn var tann føroyski dansurin tann almenni,
vanligi dansurin, ið dansaður varð í dansistovunum.
Tann føroyski dansurin var av tí allar
besta í Sørvági, verður sagt. Tað kundi koma
fyri, at teir kvóðu tættir, m.a. "Jákup-Sibbi"
ella "Brókatátt" o.l. Tað plagdu teir at kvøða
nokk so ofta, men tað var vanlig sunnukvøld, ikki høgtíðskvøld.
Um vit skulu nevna onkran tátt, so kann nevnast, at einaferð
var ein táttur yrktur um mykinesmenn, og ein mykinesmaður, onkur
úr Stallhúsinum, yrkti so aftur ein tátt um sørvingar,
men mykinesmenn tordu ongantíð at kvøða hann, meðan
sørvingar hoyrdu, tí teir óttaðust fyri, at um
sørvingar hoyrdu hann, so sluppu teir ikki aftur á Vágoynna,
so vildu sørvingar ikki føra teir. Sagt varð, at tann,
sum yrkti táttin um mykinesmenn, var Antinis á Liða Úti
í Húsinum í Sørvági (Hús 14).
Hetta má so hava verið í seinnu helvt av 1700-talinum,
hesin tátturin varð yrktur, tí Antinis doyði í
1801 sum gamal maður. Hesir tættirnir eru ikki til longur, bert
frásagnir um teir. Óivað vóru teir ongantíð
niðurskrivaðir, bara goymdir í minninum. M.a. var í
táttinum, at mykinesmenn brúktu súlumaga til kálk,
og tað toldu teir ikki at hoyra, so sørvingar fingu "móttátt",
har sørvingar vórðu róptir "Geldiskorardýsarnir".
"Dýsar" eru eitt slag av trøllum. Men hesir tættir
fullu so burtur og vórðu gloymdir seinni.
Smábørn sluppu ikki í dansin,
so tey plagdu at dansa niðri á Breiðagrasinum, niðan
fyri Oyruna. Tey sungu sovorðnar smáar vísur sum t.d.
"Munken går i enge så lange som en dag", sum børnini
kundu duga at kvøða. Soleiðis lærdu tey at dansa og
kvøða, tá ið tað skýmdi, fóru tey
til hús, var tað mánalýsi kundu tey dansa eitt
sindur longur, hetta var rættiliga vanligt fyrr. Eisini er sagt frá,
at undir fyrra heimsbardaga (1914-18), var petroleumsneyð, tá
dansaðu tey vaksnu niðri á Breiðagrasinum, tí
einki ljós fekst til dansistovuna. Ta tíðina vórðu
nógvir tættir yrktir runt um í Føroyum, eisini
politiskir tættir. Summir av teim táttunum eru kendir enn,
t.d. "Í Gøtu ein dag" o.s.fr.
Tey gomlu húsini, ið dansað varð
í, vóru hjá Eppi Lenu, har dansaðu tey í
roykstovuni hjá henni, tey rindaðu 10 oyru fyri veturin, har
dansaðu tey frá um 1860 til u.l. 1875. Annars dansaðu tey
í ymiskum húsum, ikki nøkrum føstum, til rættilig
dansistova varð bygd, ið var brúkt til dans burturav. Tann
fyrsta rættiliga dansistovan, ið varð bygd til at dansa í,
stóð uppi við Pæturslið, tann dansistovan hevði
slætt tak; hon varð bygd um 1875 og varð brúkt til
ár 1900. Millum 1900 og 1903 var eingin dansistova, tá dansaðu
tey í handilskjallaranum hjá Mattiasi á Kelduni, verður
sagt. Tá varð trægólv lagt á í kjallaranum
har til hetta endamálið, og er tað á enn. Tann næsta
dansistovan varð gjørd í hinum endanum av bygdini, uttan
fyri kirkjugarðin, í 1903, árstalið stóð
uppi yvir hurðini á henni. 1
FØSTULÁVINTSHALD FRÁ MITT Í 1800-TALINUM
UPP TIL FYRST Í 1900-TALIÐ
Sagt er frá Paulinu í Búðini (1853-1947) um
føstulávintshald miðskeiðis í 1800-talinum
í Sørvági, tá ið Paulina var ung. Tey fingu
ein mann úr Miðvági, sum tey róptu Deyði-Jógvan,
at koma til Sørvágs at ganga grýla, tað var ein
av fyrstu døgunum í føstuni. Tey gjørdu andlitið
á honum svart við ími, og so skóru tey nógvan
blaðtara og ballaðu hann inn í hendan taran og í
svørt seyðaskinn og svarta ull, so tað sá út
sum stórt hár, so hann sá út sum "hin grái"
sjálvur, og hann sá heilt tjúkkur út eisini,
so gingu tey við honum og ringdu við tveimum kongum fyri honum,
tá ið hann kom til hvørt húsið. Hann fór
inn í hvørt hús, og har fekk hann eitt stykki av kjøti
í hvørjum húsi, har sum tey áttu nakað.
Børnini vóru øll líka bangin, tá ið
Deyði-Jógvan gekk, og vóru øll inni. Teir trýstu
hann inn gjøgnum dyrnar á húsunum við øllum
skinnunum, ullini og taranum.
Hesin Deyði-Jógvan hevði tvey børn,
annað nevndist Rakul og hitt Óli. Hvussu hann fekk navnið
Deyði-Jógvan, segði hon, at tað var einki ringt navn.
Tað kom seg soleiðis, at Jógvan hevði tænt hjá
einum bónda í aðrari oyggj sum húskallur, og hann
var altíð álítandi og raskur og gekk eisini burtur
í haga fyri bóndan. Einaferð eitt summarið, nú
finnur hann eina kvígu hjá bóndanum, sum er deyð,
hon er dottin um rygg, og hann tók kvíguna upp á ryggin
og bar hana heim til hús. Tá segði bóndin við
hann: "Tú ert sterkari enn deyðin". Men hann var fátækur
maður, tí gekk hann runt og bað mat og annað, og hetta,
at ganga grýla, gav honum nógv kjøt, tí sum
sagt, allastaðni har tey áttu ein bita, lótu tey.
Annars minntist Marianna í Stórustovu
(1891-1976), tá ið tey gingu grýla um 1900, at tá
gingu børnini vanliga sjálvi grýla, tey gingu týskvøld
í føstu, mikudag gingu tey ikki, tí mikumorgun fóru
tey altíð tíðliga í kirkju; tey fóru
í kirkju í Sørvági, áðrenn teir
fóru til útróðrar (seinni fóru tey so at
hava kirkjugongdina um kvøldið). Tá tey fóru í
kirkju um morgunin, máttu børnini hava skúlatingini
við sær í kirkju, tí í kirkju skuldu tey,
og fóru so beina leið í skúla eftir kirkjugongd,
niðan við læraranum, sum í hennara tíð
var Lias í Bø og seinni Hans Marius. Teir vóru altíð
í kirkjuni við sjálvir, og menninir fóru so til
útróðrar. 3
FEIGDARDJÓR Á SJÓNUM
Ikki mátti heitið ravnur nevnast á útróðri,
men hann skuldi nevnast gorpur. Ravnur var illa umtøktur bæði
á landi og sjógvi, tann, sum kallaði hann ravn undir
veiðu, varð átalaður. Ikki mátti heldur heitið
kráka nevnast á útróðri, men fjatla kundi
nevnast ístaðin. Ikki mátti roykur nevnast á útróðri,
men at tað "vesar illa har", ein fekk átalu um ein nevndi orðið
roykur. Ikki varð dámt heldur at síggja kóp framman
fyri bát, tað varð ikki tikið sum gott tekin, men var
hann aftan fyri tvørs, so bilti ikki, hilduteir
gomlu. Annars varð æða eisini roknað sum eitt feigdardjór,
fór æða at flúgva tíðliga á morgni,
so boðaði tað frá, at tað fór ikki at verða
ein góður dagur til veður. Sagt verður annars, at æða
fer vanliga at flúgva upp undir vind. 2
VAÐANSGILDIR
Tað var vanligt fyrr, at ungur maður, sum var á útróðri
og fekk kalva fyrstu ferð, skuldi bjóða í gildi,
serliga var tað tann nærmasta ættin og kenningar, ið
vórðu boðin, og bátsfelagarnir sjálvandi.
Og har varð bæði matur og brennivín boðið.
Tað var næstan sum eitt lítið brúdleyp í
valahúsum, men hjá øðrum var tað meira við
"máta", men tað var tó ein góð veitsla. Og
hetta varð roknað sum plikt og skylda, og um tað var onkur,
sum ikki gjørdi hetta, varð hann útspottaður og forfylgdur,
og tað kundi ganga eitt heilt ár, at tey søgdu við
hann, at hann hevði fingið kalva og hevði ikki hildið gildi.
Annars var onkur, sum ikki helt gildi, men gav hinum bátsmonnunum
einar tríggjar fløskur av brennivíni, so var alt í
lagi. Í tílíkum gildi var vanligt, at ein át,
drakk, og viðhvørt varð farið upp á gólv
eisini.
Vit kunnu nevna tvey dømir. Fyrra dømi er, tá
ið Keldu-Jákup fekk kalva fyrstu ferð. Mattias hevði
tveir deksbátar, "Rap" og "Shønning", báðar bátsmanningarnar
vórðu bodnar við, umframt fólk í grannalagnum
og vinir og kenningar, so tað varð ein stór veitsla. Annað
dømi er, tá ið Tummas Jákup í Búðini,
sum hevur sagt frá hesum, fekk kalva fyrstu ferð. Tá
lat hann bátsmonnunum tríggjar fløskur av brennivíni,
tí mamman dámdi ikki at fáast við at halda vaðansgildi.
Hetta var góðtikið av bátsmonnunum.
At hava vaðansgildir var ikki bara siður
í Sørvági, men um allar Føroyar vórðu
tílíkar veitslur hildnar. Kalvi var sjálvdráttarfiskur,
men varð vanliga býttur sundur, um tað var stórur
kalvi. 2
LØGASTEINARNIR OG GOMLU BRÚGVARNAR Í SØRVÁGI
Í gamlari tíð vóru bara løgasteinar
at ganga eftir, tað vóru hampuliga stórir steinar, flatir
omaná, tað varð borað hol rundan um teir í helluna,
so vórðu jarnkílar settir rundan um steinarnar, so teir
ongan veg fóru. Hesum steinunum gekk ein so eftir, somuleiðis
var um Kirkjuánna, at ganga í kirkju, líka upp til
um hálvt 1800-talið.
Tá varð ein plankabrúgv gjørd
bæði um Stórá og Kirkjuánna, men hvat ár
hetta hevur verið, veit eingin nú. Tá vóru heldur
eingir vegir nakrastaðni, bert traðkaðar gøtur, m.a.
var traðkað gøta út á Bakka. Um Skipáirnar
vóru somuleiðis eisini bara løgasteinar, og kundi tað
tí mangan vera ringt at ganga um, tá menn fóru tíðliga
til útróðrar, áðrenn ljóst varð.
Einaferð tíðliga í hesi øldini
varð ein grótbrúgv gjørd um Stórá.
Hetta var helst í 1912, tá ið tann seinni rópti
Ovarivegur varð gjørdur, ið var vegurin út á
Bakka. Tað var Haraldur á Sjómansheiminum í Miðvági,
ið stóð fyri arbeiðinum at laða hesa brúnna.
Tað var ein smøl brúgv, sum gekk upp í spíss
í miðjuni, soleiðis gjørdu teir brýr tá.
Í 1942 tóku bretar hesa brúgv
burtur og gjørdu nýggja tvísporaða brúgv,
og er tað brúgvin, ið verður brúkt í dag.
Løgasteinarnir um Stórá vóru nakað ovarlagari
enn brúgvin varð gjørd. Løgasteinarnir vóru
um ánnað yvir av Hálvdanshúsi.
Vegur varð gjørdur út á
Stengur um hetta mundið, og gekk hann út til bøgarðarnar,
uttan fyri har Grótholið seinni kom at vera. Um somu tíð,
í 1912 ella stutt eftir tað, vórðu eisini tvær
líknandi smalar brýr gjørdar tvørtur um Skipáirnar.
Tær vórðu so eisini gjørdar av nýggjum av
bretum í 1942. 6
MJØLTUNNAN
Søgn er um ein sørving, ið nevndist Ólavur,
hann hevði keypt eina mjøltunnu í býti fyri hosur
og onnur ullint ting frá einum hollendskum loynikeypskipi. Hann
setti tunnuna á land á helluni uttan fyri Urina, uttan fyri
Klyvar. Hendan hellan fekk eftir hetta navnið Mjøltunnan. Hetta
var í tí tíðini, tá ið stórur
hungur var í Føroyum, og tørvur var á mjøli
og korni. Ólavur varð uppdagaður og varð klagaður
til sýslumannin fyri loynihandil. Hetta var álvarslig ákæra
tá í tíðini, ið kundi hava harða revsing
við sær. Ólavur hevði einaferð áður
fingið dóm fyri okkurt minni brot, og tá ið hann
hoyrdi, at hann var klagaður, væntaði hann sær harða
revsing, tá ið hetta var annað brotið, kanska fongsul
á Bremerhólmi ella deyðadóm, og bæði
høvdu givið sama úrslit. Hann gjørdi tí
av at fara umborð á hollendska skipið og slapp sær
avstað við tí. Eingin hoyrdi nakrantíð frá
honum aftur, og hann kom sum vera man ongantíð aftur. 5
RUSSARASKIPIÐ
Eitt heystið millum 1800-1805 kom eitt russiskt herskip frá
Arkangelsk ella har um leiðir inn á Sørvág. Bíggjarmenn
høvdu verið á fjalli Uttangarðar og vóru júst
komnir í rætt. Meðan teir eru í rættini loysir
skipið eitt skot av, og samstundis rør ein bátur frá
skipinum inn at landi. Tá ið báturin kemur inn at støðni
í Bø, siga skipsmenninir, at teir vilja hava los. Elsti maðurin
á rættini, Gamli-Gutti róptur, varð av fjallmonnunum
valdur at losa skipið inn á tryggan akkersbotn. Skipið hevði
fingið róðurskaða, sum teir máttu fáa
umvældan, áðrenn skipið kundi halda leiðina fram,
søgdu teir fremmandu.
Gamli-Gutti var av fjallgonguni og arbeiðinum
á rættini blivin bæði vátur og skitin, men
hann mátti umborð, so sum hann stóð og gekk. Tá
hann var komin umborð, lótu teir hann úr frá topp
til tá, vaskaðu honum og lótu hann í sjómansklæðir.
Ikki kendi hann seg væl, tá ið hann hugdi niður at
sær at hesum undarligu klæðunum, teir høvdu klætt
hann í, hann var heilt umbroyttur. Men hann losaði so skipið
inn, og varð tað lagt fyri akker úti á Nakki. Akkerið
varð slept og ein endi varð settur inn á land og festur
í ein stóran stein til støddar sum ein hjallur, og
har lá so skipið eina tíð.
Men Gamli-Gutti kom ikki í land aftur av skipinum. Bíggjarmenn
byrjaðu at óttast, at russararnir høvdu beint fyri honum.
Átta mans róðu so annan dagin út til skipið
og spurdu eftir honum. Ein yvirmaður svaraði, at Gutti lá
og svav. Við hesum boðum róðu teir so at landi aftur.
Tá skuldi ein av monnunum taka til orða: "Langur man svøvnurin
fara at vera hjá gamla", og turkaði samstundis eyguni við
troyggjuermuni. Men stutt eftir kom Gamli-Gutti tó í land
aftur.
Nakað eftir hetta kom stormur av landsynningi,
og skipið dróg hendan stóra steinin, tað var fest
í, u.l. 10 favnar út frá landi. Skipið varð
síðan lagt inni undir Skipáunum, tað verður sagt,
at har var nógv djúpari fyrr enn nú. Akkerini vórðu
slept, og ein sverur endi varð rógvin út eftir inn á
land og settur fastur í Ringin. Hetta fyri at skipið, um illa
vildi til, ikki skuldi reka so langt heim, at teir ikki sluppu leysir aftur.
Ringurin stóð millum Mikkjalsaneyst og
Hálvdanshúsneyst, heldur nærri Hálvdanshúsneystinum
(á leið stutt uttanfyri har Ísvirkið er í
dag). Tað var ein fortoyningsringur. Hann varð eisini róptur
Kongurin ella Russararingurin/kongurin, verður sagt. Onkur sigur, at
russararnir skuldu gera hann, men mest hugsandi er tó, at myndugleikarnir
hava latið hann gera, og at hann er væl eldri enn hetta. Vit
lesa í bókini "Indberteninger fra en reise i Færøe
1781 og 1782", um ein fortoyningsring, ið Kongligi handilin einaferð
hevði latið gera á Sørvágsfirði, og er
hetta helst tann sami. Tá ið bryggjan varð útbygd,
fór hesin ringur undir heilt og sæst tískil ikki longur.
Tummas í Eyðansstovu í Sandavági,
ið var góður smiður, varð boðsendur at koma
út til Sørvágs at gera róðrið aftur.
Skipið varð lagt við afturendanum inn móti sandinum.
Hetta gekk væl, men skipið hevði so mikið av øðrum
skaða, at tað varð liggjandi her fyri veturin.
Tað vóru heilt nógvir mans við
hesum skipinum, og tað hevði fangar umborð eisini, segðist,
so har vóru møguliga einir 200-300 mans. Tað man hava
tykst øgiligt fyri fólk tá, tí við fólkateljingina1801
vóru ikki meir enn 86 fólk í Sørvági.
Nakrir búðu í landi beint oman fyri, har skipið lá,
við Skipáirnar, teir høvdu laðað sær smáar
smáttur at búgva og arbeiða í; einki sæst
til hesar longur. Farmurin hjá teimum var rugur og lýsi.
Teir gjørdu sær eina myllu við húsið at mala
korn í, hon var drivin við vatni. Teir løgdu sliskur
niðan gjøgnum ánna. Hendan myllan stóð uttan
fyri heimaru Skipánna, beint oman fyri har húsini hjá
Jesari í Búðini seinni komu at standa. Hendan myllan
stóð líka til fyrst í tríatiárunum
og virkaði enn tá, sjálvt um eingin nýtti hana.
Smádreingirnir plagdu at spæla har og fáa mylluna at
mala. Inni í mylluhúsinum var eisini ein hondkvørn.
Hendan myllan er ikki til longur, men stóru myllusteinarnir eru
til enn. Sagt verður, at seinni komu tey Úti í Stovu
at eiga stórsta partin av stóru myllusteinunum og tey Úti
í Stórustovu áttu 1/8 part, og onkur annar átti
nakað. Jørgin Úti í Stovu mól korn við
hesi mylluni undir fyrra heimsbardaga, tá ið lítið
korn var at fáa. Seinni hava myllusteinarnir í nógv
ár ligið í einum hjalli hjá teimum Úti
í Stovu. Onkrir bókstavir, helst russiskir, eru á
steinunum, verður sagt.
Til allar hesar menn kravdist nógvur matur,
og áðrenn hendan myllan var klár, vildu teir hava sørvingar
at mala korn fyri seg. Allar hondkvørnir og myllur máttu
ganga, og tær raskastu kvinnurnar skiftust um at mala á hondkvørn.
Tá var siður, at konufólk mólu við hondkvørnunum.
Sum løn fyri hetta arbeiðið fingu sørvingar 1/3 av
mjølinum, teir mólu, og hetta vóru teir væl
nøgdir við. Hetta mjølið róptu tey russararug.
Ein bíleggaraovnur á jarnfótum
frá hesum skipinum, sum teir høvdu brúkt í
landi, var til enn í tríatiárunum. Hann er tó
helst ikki til longur. Anna, kona Hoyvíks-Hannus var ein av teimum,
ið mól russararugi á hondkvørn fyri teir, sigst.
Sagt er, at russararnir gingu altíð í
gásagongd, tá ið teir fóru onkustaðni. Tað
einu ferðina, teir fóru til Miðvágs, var gongan 1/4
míl long; tann fremsti var uppi á Varða, og tann síðsti
var enn úti við skipið. At teir hava gingið í
gásagongd er tó skilligt, tí tá vóru
bara smalar gøtur at ganga eftir.
Einaferð gingu teir til Sandavágs at keypa mat, tí
teimum tørvaði mat, og sørvingar høvdu ikki nokk
at selja teimum. Sandavágsmenn søgdu, at halin av monnum
var so langur, at hann strekti seg frá Tváttá og niðan
á Leitið, ið er góðar 200 metrar. Teir keyptu
kjøt, høsn, viðskera og annan mat. Hetta var, tá
ið Johan Michael Lund var løgmaður (løgmaður
1786-1805). Alt, sum teir keyptu, varð uppskrivað, seinni fekk
løgmaður allan peningin sendandi fyri keypið at býta
út millum sandavágsmenn, ikki eitt oyra restaði í.
Eftir hvat søgnin sigur, so er ein av hesum
russarunum deyður her og grivin í kirkjugarðinum í
Sørvági, og varð hann grivin beint uttan fyri kirkjuna.
Har var ein lítil lægd fyrr, og varð hon nevnd Russaraholan.
Hesin russarin stendur ikki førdur upp í kirkjubókina
fyri Vágar, so helst hava teir grivið hann sjálvir. Annars
søgdu tey gomlu fólkini, at hesir menninir vóru sera
hampiligir menn, teir fóru avstað aftur um várið,
eftir at hava umvælt skipið um veturin.
4 / 5 / 6 / 12 / 13
SJÓGANGIR
Hansina í Stórustovu (1834-1926) segði frá,
at hon hevði hoyrt sum ung, at einaferð, helst í 1700-talinum,
var so stórur sjógangur í Sørvági, at
sjógvurin kom líka niðan á Líttluegg, tað
er oman fyri Gamlaskúla.
Tann 5.3.1913 var ein veldigur sjógangur
í Sørvági. Sjógvurin kom líka niðan
á Konshylstúgvuna og niðan um húsini hjá
Jákup Paula í Gomlustovu. Hetta var áðrenn Niðarivegur
var gjørdur og nýggja brúgvin um Stórá.
Annars var tað eitt sindur lægri niðast í Stórá
fyrr, enn tað er nú, við tað at bretar fyltu nakað
upp har. Gamla brúgvin, ið var um Stórá tá,
var øll undir. Tað verður sagt, at tað fløddi
so nógv í Sørvági, sum menn ikki vita um, hvørki
áðrenn ella aftaná, og mugu vit siga: Guð forbjóði
at tað verður aftur. Flóðin var so høg, at sjógvurin
stóð upp á meir enn hálva grundina á húsunum
hjá Klæminti. Allur Dunga Sandur, Oyran og nógv av
kirkjugarðinum -alt var undur í sjógvi. (Var tað
í dag, stóð fótbóltsvøllurin og
hálv dansistovan, niðari vegur úti á Lið og
kanska ovari við, har hann er lægstur, fyri ikki at tala um bryggjuna
og allar bygningarnar har og bátahylin, alt vildi verið undir
í sjógvi). Tey hjá Klæminti høvdu kúgv,
sum fólk flest tá í tíðini; tiltikið
er, at tey máttu taka høvdið á kúnni upp
gjøgnum lemmin, so at kúgvin ikki skuldi drukna í
kjallaranum, so høgt stóð sjógvurin. Sagt verður
eisini, at húsini hjá Mikkjal Paula, úti á
Bakka, vórðu tikin út á sjógv av rennisjónum
og húsini hjá Suðuroyar-Dánjali úti á
Lið, fuku niðan av grundini um morgunin í lýsingini
av stormi hendan dagin. Sagt verður, at menn funnu kongafisk skolaðan
upp á land, heilt uppi á Konshylstúgvuni. So hetta
sigur okkum, at tað hevur verið ein heilt óvanliga høg
flóð. 4 / 6
ALDAN
Tann 14.8.1916, hetta var um kl.14, tað var av besta veðri
og slætt var í sjónum, nógv børn høvdu
stutt áðrenn spælt á sandinum og vóru akkurát
farin inn at fáa sær døgurða, ið plagdi at
vera um hesa tíðina tá í tíðini. Tá
reistist knappliga ein stór alda, og hon kom inneftir, hon legði
allan sandin undir og skolaði líka niðan í kirkjugarðin.
Tað sá út, sum at aldan kom upp úti við Marrubakkan.
Gomlustovu-Jákup, ið var á útróðri
tann dagin, segði, at teir merktu einki til nakað úti á
havinum, sama søgdu hinir útróðrarmenninir, so
hetta var bara inni á vágni. Høvdu børnini
ikki verið farin av sandinum júst tá, høvdu ivaleyst
fleiri av teimum skolað út, og tað hevði verið ein
stór vanluka. 4
HVALASTØÐIN Í SELVÍK
Mánaðarskiftið mars-apríl 1902 kom norska farmaskipið
"Viking" og norski hvalabáturin "Norddeble" á Sørvág
við manning, útgerð og byggitilfari til eina hvalastøð.
Lendi at byggja á høvdu norðmenn leigað frá
Úttriðingseigarum. Teir bygdu fyrst eina smiðju, har arbeiðsfólkið
búði tað fyrstu tíðina.
Sørvingar fegnaðust um, at hvalastøðin varð bygd,
tí teir væntaðu sær arbeiði har og eisini fekst
nú feskt tvøst, men summir stúrdu fyri tí nógva
deyminum, ið fór at standast frá hvalastøðini
inn yvir bygdina, tá ið ættin lá inn eftir fjørðinum,
og at lýsi fór at reka inn á sandin og dálka
hann. Hvalastøðin var longu klár og tikin í brúk
í juni 1902. Norðmenn høvdu bygt nýggjan hvalabát
til støðina, og fekk hann, sum vera man, navnið "Selvík".
Norðmaðurin Mikkelsen átti hendan bátin. Føroyingar
førdu eisini hendan bátin, í 1904 førdi Christian
Petersen í Gásadali "Selvík", og seinni hetta árið
førdi skopuningurin Niels í Búri "Selvík" og
helst í fleiri ár frameftir. Annars vóru tað helst
eisini aðrir hvalabátar, ið lótu hvalir til hvalastøðina
í Selvík, av tí at tað vóru fleiri norskir
hvalabátar í Føroyum um hetta mundið, men tað
vóru eisini aðrar hvalastøðir, m.a. tann við
Streymin. Hvalastøðin í Selvík varð smb. frásøgn
niðurløgd í 1920-árunum. Annars stendur eitt sindur
afturat um hvalastøðina í Selvík, og hvat ið
varð av henni, á bl.s. 176-177 í bind I.
17 / 18
Keldur til "Ymiskt":
1. Jákup Johansen. 2. Tummas Jákup Thomasen.
3. Marianna Haraldsen. 4. Jóhan á Ørg. 5.
Herluf Jacobsen.
6. Óla Hans Hansen. 7. Lena á Ørg.
8. Malmberg Simonsen. 9. Heini Zachariasen. 10. "Sær er siður
á landi" R.Rasmussen. 11. "Miðvinga Søga" M. á
Ryggi. 12. "Sandavágs Søga" L. Petersen. 13. "Søga
og søgn" A. Weihe. 14. "Føringatíðindi. 15. "Men
Gud gav vøkst" S. Berghamar. 16. Ymisk skjøl. 17. "Tingakrossur".
18. "Føroya siglingarsøga" Páll J. Nolsøe.
19. Elly Olsen. 20. Pauli Jacobsen. 21. Gunnar á Toft. 22. Palli
Haraldsen.