Úr támi tíðarinnar
![]()
Útgávudagur: 18/10-1999
ISBN nr: 99918-934-5-8
Stødd: 191 bl.s.
Bókin, Úr támi tíðarinnar,
er søgulig skaldsøga. Umframt at siga ástarsøguna
millum tvey tænastufólk á bygd í Føroyum
tað Harrans árið 1701, so verður í bókini
roynt at lýsa veruliga umhvørvið og liviumstøðurnar,
ið vóru tá.
Flestu føroysku
søguligu skaldsøgurnar ganga fyri seg fyrst í 1900-árunum
og í 1800-árunum og snúgva seg um rembingarnar, tá
ið vit fluttu okkum frá at vera eitt bóndasamfelag til
eitt fiskivinnusamfelag.
Samfelagið í
1700-árunum er ikki merkt av hesum og er eisini í mangan
annan mun annarleiðis enn tað seinna. Og so annarleiðis frá
okkara tíð, at tað fyri tí kundi verið á
eini aðrari gongustjørnu.
Eftir sum møguleikin
var til tað, verða oftast verulig fólk og hús í
Vágum í 1701 brúkt til kollissu í bókini.
Úr támi tíðarinnar
er í flestum førum bygd á søguligar keldur;
og hava fleiri av tilburðunum í bókini sostatt verið.
Forlagið
Útvarp Føroya - Bókakassin - 29.11.1999
Ein kapittul í bókini:
8
Teir vóru farnir til útróðrar
um morgunin og vóru komnir út á Grunnin og høvdu
gott og væl kastað, nú sær Ísakur, húskallurin
norðan av Oyrini, okkurt myrkt koma undan havsbrúnni.
- Hvat er hatta? læt
í honum.
Allir settu fast og settu
seg at hyggja at hesum myrka.
- Hatta er skip, segði
Mikkjal. Hann hevði so óføra góð eygu.
Nakað seinni tóku
hinir undir við honum. Jú, hatta var skip. Menninir kendu seg
heldur ótryggar, tí ein visti aldrin, hvat fyri skip tað
kundi vera. Um tað var friðarskip ella ófriðarskip.
Nógvir sjórænarar vóru allastaðni, og tað
var ikki lukkuligt at falla í klørnar á teimum, tað
vistu øll.
Teir settust við snørið
eina løtu, men hildu kortini vakið eyga við skipinum. Tað
nærkaðist landi, tað sást væl.
So letur í Dánjali
í Gomlustovu: - Óttist ikki, vinir, eg kenni skipið.
Hatta er hálendingurin Jacobii van der Meer. Hann var her fyrrárið.
- Jú, mín
sann hevur tú rætt, segði Heini í Gomlustovu.
- Vindski førir,
segði Mikkjal.
Vindski var ikki skiparans
rætta navn, men hann hevði sagt, at hann kallaðist okkurt
við vind, og so var maðurin hálvur krypil, gekk hokin, so
at hann gekk skeivur. Føroyingarnir róptu hann tí
bara Vindski.
- Latið okkum sleppa
okkum til hús, segði Dánjal í Gomlustovu. - Vindski
kemur inn á Sørvágsfjørð, eingin ivi um
tað. Kanska vit kundu tiltuskað okkum okkurt frá honum.
- Allir á hinum
bátunum settu seg eisini til árarnar, tá teir sóu,
at Gomlustovubáturin fór til hús. Teir vildu eisini
vera við í hesum leiki.
At hetta, teir hugsaðu
um, var loynihandil og strangliga bannað, vistu allir fullvæl.
Vart tú uppdagaður, kundi tú fáa stóra
bót og stranga straff í aðrar mátar. Teir høvdu
kortini verið í leiki fyrr. Vanliga fóru teir um borð
á loynikeypskip, tá skýmt var, og býttu um
troyggjur, hosur, fisk og fjøður - alt ið fyri var, fyri
korn, salt, tubbak, klæði, amboð og eitt sindur av brennivíni.
Varan hjá loynihandilsskipunum
var sum oftast munin betri enn tann í handlinum, og tú fekst
so nógv, tú vildi hava. Nærum alt í handlinum
var skamtað, tí ov lítið var til.
Tá bátarnir
vóru komnir inn móti Vík, ið er skamt uttan fyri
Dragasund, komu flestu bátarnir so nær hvør øðrum,
at menninir fingu rópt sín ámillum.
Nú vísti
tað seg, at á nøkrum bátum høvdu teir kent
skipið, men á hinum bátunum høvdu teir ikki kent
tað, men rýmdu, tí hinir gjørdu tað, og tí
teir hildu tað vera ófriðarskip.
- Vit mugu tosa saman heimi
við neystini, rópti Jákup uppi í Lofti á
sínum báti á menninar á hinum bátunum,
ið vóru so nær, at teir hoyrdu.
Hinir menninir nikkaðu
til hansara.
Skilligt var, at um teir
skuldu hava nakað við hálendingin at gera, so mátti
hetta gerast í samráð og í felag. Annars kundi
ólukka spyrjast burturúr. Fór hvør maður
at handla í sínum lag, og onkur gjørdist firtin og
meldaði, so var eldur í koluni.
Fekk løgreglan frænir
av loynihandli, so var hvør hjallur og hvørt úthús
endavent, og syndararnir tiknir til forhoyr og drignir til dóms.
Tað hevði verið ein vanlukka fyri bygdina.
Nei, her mátti farast
fram við skili.
Tá teir vóru komnir inn um Dragasund,
fingu teir undanvind og settu segl. Ikki var leingi, so lógu allir
bátarnir inni við neystini.
Menninir blakaðu fiskin upp, ið teir høvdu fingið. Teir
gomlu í bygdini komu út at vita, hvat ið var áfatt,
nú bátarnir vóru so tíðliga aftur ein góðveðursdag.
Tá teir hoyrdu,
at ein loynikeypmaður var atvoldin, at teir komu so tíðliga
aftur, dámdi ikki øllum so væl.
- Tað kann koma álvarsliga
aftur um brekku at fáast við slíkt, helt onkur av teim
gomlu.
- Vit mugu gera sum hinar
ferðirnar, segði Dánjal í Gomlustovu.
- Ja, tók Jákup
uppi í Lofti undir við honum. - Vit mugu ráða av
beinan vegin, um vit vilja hava nakað við mannin at gera ella ikki.
- Ringt er at síggja
gott korn og salt liggja úti á vágni og einki fáa
av tí, helt Heini yviri í Húsi.
- Ja, og okkum tørvar
salt, segði Ólavur Norðri í Húsi.
- Okkum tørvar
salt og brennivín, segði Jógvan í Kálvalíð,
bóndin í Gróthúsinum.
- Og tubbak, kritpípur,
eysturlendskt klæði, amboð, búnyttur og mangt, mangt
annað, segði Ólavur Norðri í Húsi læandi.
- Vit hava keypt korn,
og vit hava heystað korn fyri kortum, so grovt korn tørvar okkum
ikki, men tað hevði ikki verið verri at fingið eitt sindur
av fínum hálendskum mjøli afturat. Tí eru vit
ikki væl stillað við, helt Jógvan í Stórustovu.
- Hvat siga tit so? spurdi
nú Jákup uppi í Lofti hvøllur á málinum.
- Tann, ið gongur við til, at vit keypa eitt sindur frá
Vindska, rætt hondina upp.
Summir rættu hondina
upp beinan vegin, aðrir bíðaðu, so rættu teir
hondina spakuliga upp eisini. Fimm mans rættu ikki hondina upp.
- Hvussu hart eru tit ímóti?
spurdi nú Jákup hesar fimm.
- Menninir tutlaðu
eitt sindur sín ámillum, so segði ein teirra: - Vit fara
so ikki at klaga tykkum, um tað er tað, tit ræðast.
- Tað er í øllum
førum tað, vit vildu hoyra tykkum siga, segði Jákup
uppi í Lofti. - Annars eru tit eisini vælkomnir at vera við
í handlinum. Hesir menninir høvdu helst ongan hug, tí
teir fóru kvikliga heim aftur í bygdina.
- Ræðuskítar,
mutlaði onkur. Hinir, ið stóðu eftir, smíltust.
Nú var so alt avrátt.
Menninir vaskaðu fiskin, settu bátarnar í neystini og
fóru heim til húsa aftur.
Í nátt blivu
helst fleiri bátar drignir aftur.
Seinnapartin sást skip koma inn eftir
vágni. Hetta var tað góða skipið, Jacobii van
der Meer. Tað legði seg við akkersplássið úti
við Selvík.
- Vit mugu siga sýslumanninum
frá, at ein hálendingur er komin, segði Dánjal
í Gomlustovu, tá hann og nakrir av bygdar-monnunum komu saman
í bygdini og stóðu og hugdu út á vágna
eftir skipinum.
- Ja, det vile han have,
segði Norski Dánjal.
- Tit krevja at ansa eftir
gásadalsmonnum og bíggjarmonnum, teir kunnu finna uppá
at melda, helt Ólavur Norðri í Húsi.
- Hvørki gásadalsmenn
ella bíggjarmenn skulu fáa nakað at vita um okkara vitjan
hjá Vindska, segði Jákup uppi í Lofti smílandi.
- Og munnu teir ikki fara at handla sjálvir? legði hann so afturat.
- Betri at vera fyrivarin
enn eftirsnarur, helt Ólavur.
Jú, so er, hildu
hinir og góvu honum rætt.
- Eg skal senda Jesar yvir
til sýslumannin at siga frá, segði Heini Yviri í
Húsi.
- Takk fyri, segði
Dánjal í Gomlustovu, - tað hevði verið óført.
Um klokkan fimm vóru hálendingarnir
helst lidnir at ankra og tryggja skipið, tí nú sást
skipsbáturin at verða loraður niður, og menn stigu niður
í hann.
- Teir koma inn, segði
Heini í Gomlustovu. - Í kvøld verður ball.
Hálendingarnir plagdu
at hava vín og brennivín inn við sær, tá
teir komu í land fyrsta kvøldið, og so plagdu teir at
skipa fyri dansi. Hetta var ikki dansur, ið føroyingar dugdu
at dansa, so teir hugdu bert at fyri tað mesta. Okkurt konufólk
fór upp í dansin hjá hálendingunum, men væl
var hildið eyga við, at einki ósømiligt fór
fram. Genturnar skuldu helst vera reinar, tá tær skuldu standa
brúður.
Tónleikarar høvdu
hálendingarnir eisini við, og øll bygdin plagdi at koma
saman at lurta eftir hesum løgnu, men tó undurvøkru
ljóðunum, ið komu úr teirra ljóðførum.
Kvøldið í kvøld varð
einki undantak. Vindski við sínum monnum trein úr bátinum
og kom vassandi upp á Dungasand, og báturin fór einar
tvær ferðir afturat út eftir fólki. Tá Vindski
við fylgi var komin niðan í bygdina, beyð hann monnunum
í bygdini vín og brennivín, og ikki gekk long tíð,
til teir flestu kendu til. Teir vóru ikki so vanir við sterkan
drykk, so ikki skuldi so nógv til.
So læt stýrimaðurin
hjá Vindska gera kunnugt, at teir fegnir vildu leiga dansistovuna.
Tað var sum kunnugt stovan hjá Heina uppi í Lofti.
Jú, tað hevði
Heini einki ímóti.
Tónleikin hjá
hálendingunum løgdu menninir ikki so nógv í,
teir høvdu hoyrt hann áður, tá skip høvdu
verið her. Teimum dámdi betur føroysku kvæðini
og sálmasang. Tað segði teimum meira.
Floytuspælið
og streingjaleikin frá hálendingunum hildu teir vera fják.
Ja, var tað ikki beinleiðis ókristiligt? Tað vildu í
øllum førum summir vera við. Men vínið og
brennivínið hjá hálendingunum var gott, so teir
lótu hálendingarnar bara spæla. Konufólkunum
og børnunum afturímóti dámdi væl tónleikin
og helst onkrum av mannfólkunum eisini, tó at teir ikki vildu
vera við tað.
Tá hálendingarnir
vóru troyttir og kanska eisini ov fullir at spæla og dansa
meira, slógu sørvingar ring og trivu í eitt kempukvæði.
Og nú kom rættiligt lív í menn.
Skortreyðir og hugtreystir
av brennivíni kvóðu teir av lívsins kreftum.
Teir trampaðu, hoppaðu
og veittraðu við ørmunum og tóku snjallir og harðmæltir
undir við niðurlagnum.
Hálendingarnir høvdu
nú sett seg og litu áhugaðir at dansinum. Teir vistu
eitt sindur um henda dans, ið teir kortini hildu vera eitt sindur avoldaðan,
men slíkur dansur varð enn dansaður úti á
bygd nógvastaðni í Evropa.
Tá ballið var
liðugt um klokkan tvey um náttina, beyð Vindski monnunum
um borð at handla.
Menninir hildu, at betur
var at bíða til aðru nátt, tí nú vóru
teir ov troyttir og ov druknir.
Jú, hetta skilti
Vindski, og hann kom eisini at liggja her aðru nátt.
Morgunin eftir fóru menn aftur til útróðrar
og róðu fram við Jacobii van der Meer á veg út
á fiskileið. Einki menniskja sást um borð á
hálendinginum. Teir lógu helst allir enn og svóvu
rúsin av sær.
Tá bátarnir
komu aftur um kvøldið og høvdu blakað fiskin upp,
reinsað hann og sett bátarnar inn í neystini, sóu
teir, at sýslumaðurin við sínum tveimum løgreglumonnum
var komin út til Sørvágs.
Sýslumaðurin
savnaði allar menninar í bygdini mitt í bygdini, tí
hann vildi tosa við teir.
Sýslumaðurin
vildi hava at vita, um nakar hevði verið um borð á hálendinginum,
ella hálendingarnir høvdu verið í landi.
- Jú, hálendingarnir
vóru í landi í gjárkvøldið og skemtaðu
sær eitt sindur, og teir vóru blíðir eisini. Bjóðaðu
vín og brennivín, greiddi Dánjal í Gomlustovu
sýslumanninum frá. - Men einki menniskja hevði verið
um borð á hálendinginum, og eingin hevði handlað
við teir, tað kundi hann vissa sýslumannin um.
Hetta kundu hinir bygdarmenninir
eisini geva eið uppá.
- Eingin maður má
fara um borð á hálendingin, og eingin má hvørki
keypa ella selja nakað har um borð. Er tað skilt? segði
sýslumaðurin. - Tit kenna straffina fyri loynihandil. Eg vil
einki slíkt hava her í sýsluni. Hoyri eg tað minsta
um nakran loynihandil, so verða álvarsom stig tikin at taka
tann skyldiga og at fáa hann revsaðan. Og revsingin er hørð,
tað vita tit sjálvir. Sýslumaðurin var ógvuliga
strangur og álvarsamur á málinum.
Menninir mutlaðu samtykkjandi,
nikkaðu og hugdu niður, men søgdu annars einki.
Síðan vildi
sýslumaðurin hava bát og skjútsmanning at sleppa
um borð á Jacobii van der Meer at vita, hvat ið teirra ørindi
her vóru. Bát og mannskap kundu sørvingar ikki nokta
sýslumanninum, tí teir høvdu skjútsplikt.
Fýra menn úr
bygdini, sýslumaðurin og báðir løgreglumenninir
fóru nú út til neystini. Teir flotaðu so eitt
seksmannafar og róðu út til Jacobii van der Meer.
Sýslumaðurin
og báðir løgreglumenninir fóru um borð, og
teir fýra menninir lógu so úti frá skipinum
og bíðaðu.
- Hvat segði Vindski?
spurdi Ólavur Norðri í Húsi sýslumannin,
tá hann var komin inn aftur.
- Hann segði, at hann
bert var komin inn at fáa vatn og at hvíla manningina eftir
herviligt ódnarveður, og at hann nú ætlaði
sær av stað aftur. Men ikki veit eg, svaraði sýslumaðurin.
Eingin talaði so meira.
Tá sýslumaðurin
hevði tosað við Vindska, helt hann leiðina til Bíggjar
og til Gásadals, har sama remsa, ið sørvingar høvdu
fingið, skuldi endurtakast.
Hann vildi ongan loynihandil
ella sak um loynihandil hava í síni sýslu, tað
vildi hann gera øllum greitt. Og hann fór heldur ikki at
bera í bøtuflaka fyri nøkrum, ið fekst við
slíkt.
Hann var settur at handhevja
kongsins lóg her í sýsluni, og tað ætlaði
han sær eisini at gera. Alt hetta fingu menninir at vita, áðrenn
sýslumaðurin helt leiðina fram.
Um náttina klokkan tvey, fóru
menn trilvandi út gjøgnum fjøruna við posum á
baki við býtisvaru út til neystini. Einki ljós
mátti tendrast, og alt skuldi ganga fyri seg í størstu
stillheit.
Tá teir vóru
komnir út til neystini, høvdu teir vant seg so mikið
við myrkrið, at teimum ikki bilti stórvegis at síggja.
Kvikliga og stillisliga
drógu teir tveir bátar, løgdu varuna niður í
bátarnar og róðu út til hálendingin.
Hetta var vandaferð
við lít. At rógva vandasjógv í ódnarveðri
kundi lættliga samanberast við hesa ferð, tó at hetta
var á deyðavatni. Allir vóru spentir og heldur fjálturkendir.
Teir vistu alt ov væl, hvat ið teir vágaðu. Sýslumaðurin
hevði eisini livandi málað tað upp fyri teimum um dagin
heimi í bygdini. Men teir høvdu tikið sína avgerð,
og hana stóðu teir við. Teimum tókti, at teimum tørvaði
varuna, ið hálendingarnir kundu geva teimum, og soleiðis
var tað.
Vindski og tveir stýrimenn
hansara stóðu smílandi og blíðir við lúnningina
og tóku ímóti sørvingunum. Hálendsku
yvirmenninir vóru í sínum eyðkenda tríhyrnta
yvirmanshatti og í tvíkneptum bláum yvirmansfrakka
við høgum, gyltum kraga og við skráreim og svørði
við lið.
Sørvingar skiltu
ikki eitt orð av tí, hálendingarnir søgdu, og
hálendingarnir skiltu ikki eitt orð av tí, sørvingarnir
søgdu, so alt gekk fyri seg við teknmáli og handakeipum.
Mest á tann hátt, at ein helt tað fram, ein vildi sleppa
at selja, og peikaði ella við handakeipum ímyndaði tað,
ein vildi sleppa at keypa. Og væl bar til.
Hálendingarnir vistu,
hvussu føroysku lógirnar vóru, og teir vistu eisini,
at teir sjálvir kundu verða tiknir fyri loynihandil og revsaðir,
um nakað kom upp. Og hetta hevði sýslumaðurin eisini
gjørt teimum greitt. So tað galt um at bera skjótt at.
Teir tóku ímóti
hosunum, troyggjunum, fjøður og turra ella saltaða fiskinum,
ið varð bjóðaður teimum, og so var teirra vara latin
ímóti, alt eftir, hvussu nógv tað var og hvat,
ið keyparin vildi hava.
Eitt sindur varð pruttað,
og hálendingarnir slekkaðu nakað, men ikki nógv.
Tá so handilin var av, var bara at fáa varuna skjótt
í bátarnar og rógva hana til lands.
Bøndurnir, Dánjal
í Gomlustovu, Heini Yviri í Húsi og Jógvan
í Stórustovu, ið vóru komnir um borð, vórðu
bodnir aftur í skiparakahúttina, ið var aftast í
skipinum.
Seinni greiddu teir frá,
hvussu stórbært, ið tað var í skipara-kamarinum.
Har vóru stórir blýlagdir gluggar aftureftir, eitt
stórt vakurt útskorið mahogniskriviborð við einum
útskornum stóli við plússáklæði.
Á skottunum hingu vakrir málningar og ein stórur gyltur
spegil. Og eisini annað.
Skiparin bjóðaði
teimum tubbak og besta reyðvín, teir nakrantíð høvdu
smakkað. Og hann tosaði alla tíðina, tó at eingin
av teimum skilti eitt orð. Teir bara nikkaðu og søgdu ja
ella nei av og á soleiðis, sum teir hildu, tað hóska
best. Vindski skilti teir ikki kortini, so tað gjørdi helst
ikki so nógv.
Tá liðugt var
at keypa, fóru menninir í bátarnar og róðu
líka stillisliga til lands aftur, sum teir vóru komnir um
borð.
Bátarnir vóru
so drignir í neystini, og menn fóru síðan væl
nøgdir berandi heim í bygdina við hesum dýra førningi.
Hevði ikki óveður brostið
á dagin eftir, hevði hálendingurin verið farin av
stað aftur, og einki meiri hevði verið burtur úr hesi
søk. Men av óveðrinum varð hálendingurin liggjandi
nakrar dagar afturat, og av tí stóst sorgarleikur.
Ein ungur sørvingur,
ið hevði verið burturi í bygd og tænt í
nøkur ár, var fyri kortum afturkomin til bygdina. Hann var
róptur Ólavur hjá Hannusi.
Allir menn vóru
samdir um, at nú skuldi ikki handlast meira við hálendingin,
tað fór at verða ov vandamikið fyri allar partar. Ikki
minst fyri bygdarfólkið. Tí varð tann avgerð
tikin, at eingin mátti fara um borð á hálendingin
aftur. Og eingin mátti selja teimum nakað afturat ella keypa
nakað frá teimum.
Hesum boðum fylgdu
øll uttan ein maður, Ólavur hjá Hannusi.
Triðju náttina fór Ólavur
um borð á hálendingin og keypti eina mjøltunnu
í býti fyri nøkur hosupør og nakrar troyggjur.
Hann setti tunnuna á
land á helluni uttan fyri Urðina, uttan fyri Klyvar og róði
so inn til lands at vita, um frítt var at fara.
Tað skuldi tað
so vísa seg, at tað ikki var. Ein maður gekk hesa somu nátt
úti við neystini og sneytaði. Hann sá Ólav
koma í land av loynikeypskipinum og segði honum, at hann ætlaði
at klaga hann til sýslumannin fyri loynihandil.
Einki nyttaði, at Ólavur
noktaði. Og einki nyttaði tað honum at biðja um grið.
So gott var í Ólavi, at hann vildi kortini ikki gera manninum
mein fyri sjálvur at fáa frið.
Hesin illkynjaði maður
fór beina leið til Sandavágs.
Ólavur hjá
Hannusi hevði einaferð áður fingið dóm fyri
okkurt lítið brot, og tá hann hoyrdi, at hann fór
at verða klagaður, væntaði hann sær harða revsing,
tí at hetta var annað brotið, kanska fongsul á Bremerhólmi
ella deyðadóm, og bæði høvdu verið sama
úrslit.
Hann visti sær tí
einki annað enn at fara um borð á Jacobii van der Meer og
royna, um teir ikki vildu loyva sær at sleppa av stað við
teimum. Eingin ivi var um, at Vindski hevði játtað honum
flutning, tí við slapp hann. Eingin hoyrdi nakrantíð
frá Ólavi aftur, og hann kom, sum vera man, ongantíð
aftur.
Eingin gáaði
heldur um nakað, tá tey sóu Jacobii van der Meer seta
segl og sigla út av Sørvágsfjørði. Eingin
visti nakað um hetta við Ólavi tá.
Um dagin kom mamma Ólavs
og segði, at hon hevði ikki sæð sonin allan dagin, mamman
var einkja og búði inni hjá Heina uppi í Lofti,
og hon átti bara Ólav.
Leitað varð, men
seinnapartin, tá sýslumaðurin kom út at spyrja
eftir Ólavi, gjørdist fólki greitt, hvar Ólavur
var.
Hann var rýmdur
við hálendinginum.
Hetta var mammuni stórur
sorgarleikur. Nú var hon einsamøll í verðini.
Sýslumaðurin
vildi hava menn at leita eftir Ólavi. Teir søgdu, at tað
høvdu teir longu gjørt, men úrslitaleyst. Men hann
vildi hava teir av stað aftur og fór sjálvur við.
Leitað varð bæði
væl og leingi, men maðurin var og bleiv burturi.
Menn lovaðu at siga
sýslumanninum frá, um teir sóu nakað til Ólav.
Annars mátti sýslumaðurin gera somu niðurstøðu,
sum menn úr bygdini longu høvdu gjørt.
Ólavur hjá
Hannusi var rýmdur við hálendinginum, og hann kom ongantíð
aftur. Tað kundi hann einfalt ikki gera.
Bara tað at rýma
av landinum uttan loyvi frá myndugleikunum var stórt lógarbrot,
og so hevði hann loynihandilssakina umframt, sum eisini var stórt
lógarbrot, umframt gomlu lógarbrotini, so honum høvdu
ikki borist bøtur, kom hann aftur. Tað visti hann, og tað
vistu øll.
Dagin eftir, tá
menn fóru á flot, bar onkur eyga við, at ein tunna stóð
á landi á helluni uttan fyri Urðina uttan fyri Klyvar.
Báturin legði at landi, og skjótt sóu menn, at
hetta var ein mjøltunna.
Hetta var tunnan hjá
Ólavi. Hann var ongantíð komin so langt sum at fáa
hana til hús.
Teir tóku tunnuna
inn í bátin og róðu innaftur við tunnuni.
Goymdu hana í neystinum og fóru so av stað aftur til
útróðrar.
Um kvøldið,
eftir at fiskaarbeiðið var liðugt, varð mjøltunnan
førd heim í bygdina og borin inn til hesa fátæku
einkjuna.
Hon hevði mist sonin,
men eingin vildi, at hon skuldi hava mist hann púrt til einkis.
Tí skuldi hon í minsta lagi hava mjøltunnuna, ið
hevði kostað bæði henni og soninum so dýrt.
Eftir hetta fekk hellan,
ið Ólavur hevði sett tunnuna upp á land, navnið
Mjøltunnan.
Tað kom nú fram, at maðurin,
ið hevði klagað Ólav, var húskallurin Jesar.
Ikki kundi sigast, at Jesar
fekk gleði av síni illgerð. Tvørtur ímóti.
Hann var rikin úr
bygdini, og eingin vildi hava nakað við hann at gera, hvar ið
hann kom. Endin varð tann, at sýslumaðurin sjálvur
mátti taka hann til sín, so at maðurin ikki skuldi doyggja
í hungri.
Jesar helt sjálvur,
at hann hevði bara eitt menniskja í heiminum, ið brýggjaði
seg um seg, tað var sýslumaðurin. Ikki visti hann, at sjálvt
sýslumaðurin ikki kundi torga hann, men bert hevði hann
hjá sær av skyldukenslu.
Honum royndi Jesar so at
sleiska fyri við at melda hvørt smábrot á lógina,
ið hann sá. Hetta gjørdi hann eyðvitað hataðan
og illa lýddan allastaðni. Ikki minst í Sandavági,
har hann nú hevði sína dagligu gongd.
Jesar var eftir henda dag
róptur Njósnarin og var ein skýggjaður og einsamur
maður.
Eitt kvøldið, tey sótu og
tosaðu um hetta í Gomlustovu, hevði Dánjal í
Gomlustovu hesa viðmerking:
- Jesar hevur ikki bert
oytt lívið hjá Ólavi og mammu hansara, men hann
hevur eisini oytt lívið hjá sær sjálvum.
Hann hevur gloymt gyltu regluna, ið so rætt og einfalt lærir:
Ger ikki móti tínum næsta tað, tú ikki vilt,
at hann skal gera móti tær.
- Mær dámdi
hann ongantíð, segði Morgunbjørt. - Hann sá
so lúnskur út.
- Ja, illa royndist hann,
tað er vist, segði Heini í Gomlustovu.
- Gott, at vit fingu hann
úr bygdini, segði Anna.
- Higar torir hann ikki
aftur, segði Dánjal hjá Heina avgjørdur.
- Nei, tað ger hann
neyvan, helt Dánjal í Gomlustovu.
- Synd var í mammuni,
helt Sjúrðfríður.
- Vit her í bygdini
fara at hjálpa henni, so at hon onga neyð skal líða.
Tað hava vit longu gjørt av, segði Dánjal í
Gomlustovu. Hann hugsaði um mammu Ólav.
- Tað var gott at hoyra,
segði Sjúrðfríður.
- Hvør veit, hvar
ið Ólavur man fara at enda, og hvat ið endin verður
av honum? segði Jógvan hjá Heina.
- Helst fer hann at sigla
við Vindska, helt Dánjal, bróðirin. - Og so sleppur
hann at síggja verðina.
- Tað er vandamikið
úti í verðini, segði Dánjal í Gomlustovu.
- Kríggj og valdsnýtsla allaðstaðni. Nei, tað
er avgjørt ikki trygt úti í verðini.
- Fá eru tey, ið
gerast gomul ella koma livandi aftur, ið fara langt um lond, tað
hoyra vit allastaðni frá, segði Heini í Gomlustovu.
- Jesus veri við honum,
hvar hann so endar, bað Anna, matmóðirin, álvarsom
á málinum.
- Ja, amen, tóku
hini undir.
Tosið gekk so inn á
annað. Nú vóru veturin og vetrararbeiðið eisini
fyri, og so var tað vestmannaferðin, ið ikki var at gloyma.
Og so vóru tað allar søgurnar um trøll og huldufólk.
Jú, nógv
var at tosa um.