Teir bláu
![]()
Útgávudagur: 25/11-1998
ISBN nr: 99918-934-4-X
Stødd: 245 bl.s.
Vit eru nøkur ár inni í 21. øld og mangt er broytt.
Í Føroyum kemur ein nýggjur politiskur flokkur, ið rópar seg Teir bláu fram. Flokkurin hevur nýggjar hugsjónir á øllum økjum. Við eitt val megnar flokkurin við lokabrøgdum, at vinna sær stóra undirtøku og ein nýggj politisk skipan verður innførd.
Tað eru tó ikki øll, ið eru so fegin um hesa skipan. Andstøðan harðnar alt meira sum frá líður. Tó er andstøðan ójøvn á málið á hvørjum støði stríðið skal verða.
Nøkur eru tó ikki í iva,
ein mótstøðubólkur verður stovnaðar -
og so er eldur í koluni.
Ein kapittul í bókini:
5
Nú eru tað bert tveir dagar til valið.
Rani og Annika vóru vorðin greið yvir, at teirra ávaring
einki hevði hjálpt. Landsstýrið hjá Álvi
Meitilberg var fastsett og Sakaris Húsatún, formaður
í Valferðarflokkinum sat sum løgmaður. Fólk
undraðust kortini á, at eingin hevði sæð hann
síðan hann tók við embætinum, og hann hevði
ikki víst seg á skíggjanum, hvørki í
sjónvarpinum ella í teldutíðindunum. Hvat var
tað sum hendi? Vanliga fólkið sýntist ikki at taka
tað so hart longur, tey flestu høvdu góðtikið
søgurnar um, at gamla landsstýrið var handtikið fyri
svik og mutur.
Einaferð, tá Rani
var niðri í býnum eini ørindi, hoyrdi hann onkran
siga:
“Tað var pínadoyð
gott, at teir vórðu avdúkaðir áðrenn valið.
Høvdu teir verði sitandi til eftir valið, so hevði eingin
kunna nomi teir.”
“Ja!” høvdu tey íkringstandandi
svara.
Rani kundi ikki halda sær,
hann mátti leggja upp í:
“Vita tit ikki, at allar ákærurnar
ímóti gamla landsstýrinum vóru framleiddar
av Teimum bláu? Tað eru Teir bláu, sum eru brotsmenninir.
Eg kenni ein, sum veit hetta frá sera nærstandandi keldum
hjá Teimum bláu. Trúgvi mær, hetta er sannleikin,
sum eg sigi tykkum!”
“Ert tú ikki Rani Húsbø,
listamálarin? Hvat veitst tú um politikk? Tit skulu altíð
vera so uppgjørdir og fáa skandalur burtur úr ongum.
Eg kenni tykkum listafólk.” Ein eldri sverur gráhærdur
maður starir illur og trossandi upp á Rana, og skarin rundan
um sýnist at halda við honum.
“Tit um tað, men tit koma
skjótt at sanna míni orð, tað ringasta er bara tað,
at tá verður tað ov seint hjá nøkrum av tykkum
at gera nakað,” sigur Rani og ferð.
Hini standa bara sint og stara
eftir honum, har var týðiliga størsti parturin tilhangarar
hjá Teimum bláu.
Rani sleppur sær til
hús aftur. Inni er Annika, hon er júst komin aftur frá
arbeiði.
“Hevur tú nakað
nýtt at greiða frá av frontinum?” spyr Rani.
“Har eru so ótrúliga
nógv fólk allatíðina nú, og tey ganga allastaðni
og mæla, løgtingsmenn, umboð fyri Teir bláu úr
nærum hvørjum króki. Tað er ómøguligt
hjá mær at avlurtað fundirnar hjá teimum sum nú
er. Eg hevði verið uppdaga beinan vegin.” Annika stendur og stákast
við køksborðið, ger eitthvørt til nátturða,
Rani situr við køksborði.
Køkurin hjá
teimum er stórur og rúmligur og hvítur. Á aðrari
síðuni í køkini eru køksborðini, ovnar
av ymiskum slag, frystiskáp, køliskáp, vask og so
framvegis. Á hinu síðuni er køksborðið,
stólar og bonkur. Júst sum í gomlum døgum -
tað er komi upp á móta aftur nú. Annars vóru køkarnir
í nógv ár soleiðis, at alt var
innbygt í veggin, og var fjalt inni í vegginum. Tú
trýsti bert á eina plátu á vegginum so opnaði
seg eitt skáp, køliskáp ella skáp har vaskið
var innan fyri, ella ein pláta kundi umskipa seg og gerast sjónvarpsskíggi
og so framvegis. Alt var goymt burtur av vegnum.
Sjálvt borð og benkur vóru inni í vegginum, tá
ið tey ikki vóru í brúki, og kundu fáast
fram við at trýsta á eitt hvørt á vegginum
ella á eina fjarstýring. Tú kundi eisini seta eina
skipan inn í armtelduna, so hon virkaði sum køksfjarstýring
eisini, umframt túsund onnur ting. Men, sum sagt, nú var
gamli stílurin in aftur, og tey dámdu so væl henda
stílin.
“Nei, eg vil ikki hava teg
at taka nøkur óráð fyri,” sigur Rani, og svarar
upp á tað Annika hevði sagt: “Vit vita nú alt kortini,
og tað er ikki ein kjaftur vit kunnu gera við nakað kortini.”
Hann suffar uppgevandi.
“Hevði eg vita onkran
at tosa við. Tey einastu eg tori at líta á eru listamálara
vinirnir hjá mær her í Havn, tað eru tey einastu
eg kenni rættiliga. Eg haldi eg fari at tosa við tey. Okkurt
má eg gera, eg orki ikki bara at sita og hyggja at,” sigur Rani.
“Eg haldi ikki at tað
hevði skatt um tú tosaði við tey!” heldur Annika, “so
hevði mann so onkran at deila sína vitan við. Tað er
so ringt at ganga, bara vit bæði, og bera upp á slíka
vitan og einki kunna gera. Heldur tú ikki tað eisini, góði?”
Annika vendir sær frá borðinum móti Rana.
“Tað var júst tí
eg ætlaði mær at tosa við tey,” sigur Rani.
“Jamen so ger tað!” svarar
Anikka avgjørd á málinum.
“Eg fari oman til Andrias
ein túr,” segði Rani so reistist og fór.
“Verður tú leingi?”
rópti Anikka aftan á honum.
“Tað veit eg ikki,” svaraði
hann bara so var hann uttan fyri. So steðgaði hann knappliga á,
fór inn aftur til hennara, og rópti:
“Hvar ert tú, Anikka?”
Hon kom út úr
køkini og hugdi smílandi upp á hann:
“Komst tú ikki inn
aftur, hevði tað verið fyrstu ferð tú vart farin
út frá mær uttan koss.”
“Tað var júst tað
eg hugsaði. Eg ætli mær so ikki at bróta hendan
siðin á okkara gamals aldri.”
So flentu tey bæði
og hálsfevndust og kystust.
“Sum eg segði, so veit
eg ikki hvussu leingi tað tekur, men áðrenn midnátt
verið eg helst aftur.”
So fór hann út
aftur, setti seg í sín gamla Volvo og koyrdi oman har Andrias,
gamli samstarvsfelagin og vinurin, búði. Hann setti bilin í
túninum hjá Andriasi. Andrias búði einsamallur,
tað vóru nøkur ár síðan konan doyði.
Børnini, ið vóru tvey í talið, búðu
í Rómverjaríkinum, ein dóttir í Danmark
og ein sonur í Onglandi. Tey og abbabørnini hevði hann
so samband við gjøgnum myndatelefonina og e-post.
Tað var ljós í
stovuni hjá Andriasi so hann var helst inni. Rani ringdi uppá,
ljósið bleiv tendra í gongini og hurðin fór
upp og Andrias stóð har innan fyri. Tá hann sá,
at tað var Rani, kom eitt stórt smíl um varrar hansara.
“Nei, er tað Rani, vinurin?
Gott kvøld og kom inn, vælsignaður. Nei, sum tað var
stuttligt at síggja teg.”
“Gott kvøld og takk,”
segði Rani og trein inn um hjá Andriasi. Lat seg úr skónum í gongini og hongdi jakkan av sær á eitt knagarað
í gongini, ið stóð har til tað sama.
Tað var so hugnaligt at
koma inn til Andrias. Hann búði í einum eldri húsum
niðri í Havnini, tey vóru bygd einaferð síðst
í 1980-árunum. Húsini vóru væl hildin.
Inni í húsinum vóru veggirnir klæddir við
myrkum viði. Hann hevði helst verið ljósari fyrr, men
var myrknaður við tíðini, men tað klæddi væl
kortini, og gav ein hugnaligan dám. Hurðarnar vóru eisini
ómálaðar, men ljósari, og á øllum
gólvum vóru blonk parketgólv. Sjálvt um Andreas
var einkjumaður so vóru øll gólvini rein og blonk
altíð, hann hevði eina húshjálp, sum kom har
annan hvønn dag. Møblarnir vóru allir av viði
eisini. Andrias hevði altíð dámt so væl við,
visti Rani. Í stovuni hingu nógvir málningar, teir
flestu hevði Andrias sjálvur mála, men ein, sum Rani
hevði mála, hekk har, tað var tann hann málaði
teimum í brúðargávu á sinni, Andriasi og
Lisu. Tað var ein naturel málningur av Fjallavatnið ein spegilsblankan
summardag, ein av teim fáu - ikki abstraktu - málningunum
hjá Rana. Ja, nú mundi hann hava hingið har í
eini 40 ár.
“Hvat kann eg bjóða
tær, vinurin? Kaffi? Eg veit at tú leggur einki í tað
sterka. Annars havi eg so óalmindiliga gott malt Whiskey,” sigur
Andreas vinarligur, meðan teir ganga inn í stovuna.
“Kaffi er fínt!” svarar
Rani bara.
Hann leggur merki til at ein
nýggj reyð lampa er komin at standa í einum av hornunum
í stovuni. Hann peikar á lampuna:
“Gáva?”
“Nei, eg keypti hana sjálvur
hjá Jensen og Christiansen ella J & C, sum teir eisini rópa
seg nú. Eg helt tað var blivið so myrkt har í krókinum
at lesa. Men helst eru tað eyguni hjá mær, sum eru
farin at bila. Set teg niður, vinurin, og kenn teg sum heima.”
Andrias fór út
í køkin, og lítla løtu seinni kom hann aftur
við tveimum dampandi krússum við kaffi, og setti á
borðið og hann sessaðist eisini. Rani sat í einum lenistóli
við stovuborðið og Andrias setti seg á sofuna, tætt
hjá honum.
“Hvussu gongur við tí
bláu samlingini hjá tær?” spyr hann vinarliga.
Rani flennir, og Andrias hyggur
spyrjandi upp á hann.
“Segði eg nakað skemtiligt?”
spyr hann so og hyggur enn meira spyrjandi upp á Rana.
“Tað gjørdi tú
í roynd og veru,” sigur Rani. “Eg skal siga tær sum tað
er, eg hevði mála fýra málningar og var komin
í helvt við mínum fimta, og eg haldi sjálvur at
teir vóru sera góðir, men nú er so eingin til
av teimum longur.” Rani hyggur niður.
“Er eingin til longur? Hvat
meinar tú? Eru teir seldir ella hvat?” Andrias hyggur nú
heilt ørkymlaður upp á Rana.
“Eg skal siga tær júst
soleiðis sum tað er. Eg skar teir allar sundur og brendi teir.
Tað var hvat eg gjørdi!” svarar Rani álvarsamur á
málinum.
“Kæri vinur, nú
byrjar okkara samtala at minna um eina Sherlock Holmes gátu. Hví
í allari víðu verð hevur tú brent tína
nýggju bláu samling?” spyr Andias við ekka í
røddini, sum stúrdi hann fyri, at vinurin hevði mist
viti.
“Kæri Andrias, míni
ørindi til tín í kvøld eru at siga tær
nakað, sum eg aldrin í verðini hevði trúð
fór at henda í okkara kæra lítla landið,
sum hevur verið spart fyri so nógv til dagin í dag, sjálvt
um sjógvarnir hava broti.”
So byrjaði Rani at siga
frá tí hann visti um Teir bláu og teirra svikafulla
kvett. Hann sat og greiddi frá í nær um ein hálvan
tíma, og bleiv bert fáar ferðir avbrotin av vini sínum,
sum ikki kundi lata vera við at seta onkran vantrúnan spurning
av og á. Men tað var skilligt, at hann bleiv sannførdur.
Tá Rani var liðugur
at siga frá, segði Andrias: “Hatta ljóðar ótrúligt,
men eg trúgvi tær, sjálvsagt. Har passar alt saman við
veruleikan, tað hoyri eg. Og eg kenni teg betur enn nakar annar, við
undantikið av konu tíni og børnunum, so eg veit, at tú
fert ikki at uppfinna eina tílíka søgu. So verður
spurningurin: Hvat kunnu vit gera?”
“Eg hugsaði at vit málaravinir
kundu tosa um tað. Hvat sigur tú til at siga Adolfi, Sofusi,
Mariannu og Jóan Hendriki frá hesum? Eg hugsaði um at
boða teimum til fundar. Hvat heldur tú?” spyr Rani.
“Ja, helst er tað betur,
um vit eru fleiri at hugsa yvir støðuna. Fleiri heilar hugsa
betur enn ein, siga tey jú,” sigur Andrias.
“Tað var júst tað
eg hugsaði,” sigur Rani.
“Heldur tú at vit skuldu
tosa við tey í kvøld?” spyr Andrias so Rana.
“Hví ikki? Um vit kunnu
fáa fatur á teimum. Ring tú til Adolf, Jóan
Hendrik og Mariannu, so skal eg fara at vita, um eg ikki fái fatur
í Sofusi.
Andrias fór beina leið
í telefonina og ringdi til Jóan Hendrik Toftalíð,
Rani royndi at ringja til Sofus, men har svaraði ikki. So fór
hann út í bilin og koyrdi niðan til Sofus.
Har var stongt, hann bankaði
so á hurðina hjá vertinum og spurdi um hesin visti hvar
Sofus var. Út kom ein tjúkk kona, hon helt at Sofus var farin
yvir til Jens Kára ein túr. Har var eg heppin, hugsaði
hann, leyp út aftur í bilin og yvir til Jens Kára.
Jú, Sofus var har,
teir telvaðu. Rani segði, at tað var nakað álvarsamt
hann vildi tosa við hann um. Jú, Sofus kom. Hann skuldi bara
skriva støðuna niður, so hann og Jens Kári kundu
telva talvið víðari eina aðru ferð. So kom hann
við Rana, og teir bóðu báðir Jens Kára
góða nátt. Hesin bara nikkaði og teir fóru.
“Hvat í allari víðu
verð vilt tú mær?” spyr Sofus vinarligur, tá hann
er komin út í bilin.
“Latið okkum koyra niðan
til Andrias, so skalt tú hoyra alla søguna har,” segði
Rani bara og koyrdi avstað.
Sofus gekk helst við til
tað, hann segði í øllum førum einki meir,
og teir komu til húsini hjá Andriasi og fóru inn.
Hjá Andriasi var bert Adolf Joensen, listamálari
komin, tá Rani og Sofus komu.
“Ná, tú fekst
fatur í Sofusi?” sigur Andrias, “tað var frálíkt!”
“Hvat snýr tað
seg um?” spyr Sofus. “Er tað eitt surprise party av einum hvørjum
slag, ella hvat?” hann hyggur seg spyrjandi íkring.
Adolf hyggur líka spyrjandi
upp á hann og yppir øksl, og vil við tí siga,
at hann veit heldur einki.
“Bíði nú
eitt bil til øll eru samla, so sleppa vit frá at siga alt
fleiri ferðir. Men tað snýr seg altso um støðuna í
landinum. Teir Bláu hava í veruleikanum tikið valdið
við svikið, men tað hevur eingin lagt til merkis enn, ella
tey vilja ikki síggja tað. Rani fer at greiða okkum frá
øllum, tá Jóan Hendrik og Marianna eru komin,” sigur
Andrias.
Løtu seinni kom Jóan
Hendrik Toftalíð, listamálari, og hann hevði nøkunlunda
somu spurningar og fekk nøkulunda sama svar sum hini. Teir sótu
so allir og bíðaðu eftir Mariannu. Fimm minuttir seinni
kom hon.
Eisini hon hevði sínar
spurningar, men hon sýntist upplyft. Hon var helst glað yvir
at vera partur av onkrum spennandi.
“Nei, sum tað er spennandi!
Heldur tú ikki eisini?” spurdi hon Jóan Hendrik við einum
stórum smílið og legði dent á orðið
spennandi.
“Jú, tað má
eg viðganga. Eg eri í hvussu er blivin forvitin,” svaraði
Jóan Hendrik henni góðsligur aftur.
“Vit fara ikki at halda tykkum
í óvissu meir. Nú geva vit orðið til Rana.
Ger so væl Rani!” Andrias stóð uppi meðan hann segði
hetta og nú setti hann seg niður. Tað høvdu øll
hini eisini gjørt. Øll uttan Rani høvdu hvør
sítt glas av malt Whiskey framman fyri sær, sum Andrias hevði
bjóða teimum.
Rani reistist, og fór
so aftur at siga teimum øllum frá øllum tí,
ið honum og Anniku hevði verið fyri hesar seinastu dagarnar,
og um svikaliga kvettið hjá Teimum Bláu.
Aftur stóð hann
í ein hálvan tíma og greiddi frá. Øll
sótu pinnastill og lurtaðu, og tey blivu meir og meira bilsin,
sum frágreiðingin var borin teimum kalt og róliga.
“Tað vil siga, at eingin
kann steðga Teimum bláu? Og teir varðveita valdið, um
teir vinna valið ella ikki? Havi eg ikki skilt tað rætt?”
spyr Marianna Látún, listakvinna av Argjum.
“Hvat við útvarpinum og sjónvarpunum, hava teir vald á teimum øllum?” spyr
Sofus.
“Anikka segði mær,
at almanna útvarpið og almenna sjónvarpið hava teir
valdið á, meðan nærvørpini einki vita um nakað,”
sigur Rani.
“Jamen, so má tað
fyrsta vit gera vera, at kunna hesi!” heldur Marianna.
“Hevur tú ikki hoyrt
tað?” spyr Sofus. “Á midnátt í gjárkvøldið
var grovt herverk framt á allar nærvarpsstøðirnar
í býnum. Eingin av teimum sendir í løtuni.
Eisini tann hjá Teimum bláu hevur fingið skaða og
sendir heldur ikki!”
“Ha, tosa um samansvørjing.
Og so duga teir eisini. Gera herverk á sína egnu støð
eisini. Snúðigir radar! ha?” helt Marianna.
“Ja, nú skilji eg hvussu
alt hetta hongur saman,” sigur Jóan Hendrik, “eg helt tað vera
so løgi, tá eg hoyrdi tað í tíðindunum
í morgun. Mong tosa eisini um, at tað eru viðhaldsfólk
hjá gomlu samgonguni, sum standa aftan fyri. - Tað eru Teir
bláu!” hann hevur sett seg heilt fram í stólin og
er rættiliga ivrigur á málinum.
“Eg kenni ein fangavørð,
sum vit kunnu tosa við. Eg meini ein, sum er álítandi,”
sigur Jóan Hendrik knappliga.
“Ein fangavørð?”
sigur Rani, “tað er alt ov vandamikið. Teir eru allir í
lummanum á Teim bláu.”
“Ikki hesin. Eg kenni hann.
Skal eg ikki fara at royna at tosa við hann? Hvat halda tit um tað?
Eg kann føla meg fram, vita hvat hann sigur? Eg sigi tykkum, hann
er púra álítandi.”
“Okay, okay!” sigur Andrias
so. “Vit hava brúk fyri hjálp. Eg meini, hvat kunnu vit seks
listamálarar gera móti Teimum Bláu?”
“Hm!” murrar Sofus. “Hvat
kann ein einsamallur fangavørðurur gera móti Teim bláu?
Og fyri tann saks skuld, hvat er tað vit sita her og tosa um? Ein loyniligan
mótstøðubólk ella hvat?” hann hyggur seg spyrjandi
runt.
“Eg veit ikki hvat tit tosa
um, men tað er tað eg hugsi um,” sigur Rani.
“Fyri mongum árum síðan
gjørdu mong mótstøðu móti týskinum,”
sigur Sofus so aftur.
“Ja!” sigur Marianna, “men
síggj í dag. Í dag er alt Evropa hersett av Rómverjaríkinum,
men eingin ger mótstøðu. Tey hava sjálvi valt
og teirra stjórnir hava skriva undir, og nú halda tey, at
tey kunnu ikki gera mótstøðu av teirri grund. Soleiðis
er tað.” Hon snerkir tá hon sigur tað síðsta
og fær sær ein stóran slurk av malt whiskeyinum.
Rani má smílast,
hóast alt. Marianna hevur tað við at siga alt beint fram.
“Eg haldi at tú skalt
seta teg í samband við handan fangavørðin, men verð
varin, sig honum einki um okkum. Ikki fyrr enn tú ert 100 % vísur
í, at hann ikki er í lummanum á Teim bláu;
tá kanst tú koma til okkum við honum. Kom til mín
við honum fyrst. Lat hann fyribils halda, at tað bert eru tú
og eg. Á tann hátt kann hann ikki avdúka okkum øll,
um hann skuldi víst seg at verið ein svíkjari. Men tú
mást vita, at vit koma at standa í stórum vanda til
álitið hjá fangavørði tínum er endaliga
staðfest.” Andrias hevur reist seg.
“Um vit skulu hava ein mótstøðubólk,
tørvar okkum ein leiðara, annars vera avgerðirnar alt ov tilvildarligar,”
sigur Rani og leggur so afturat:
“Eg skjóti upp á
Andrias sum okkara leiðara. Hvat siga tit?”
Øll nikka.
“Eg dugi so ikki til tað,”
sigur Sofus. “Jú, eg haldi Andrias er føddur til uppgávuna.
Hann hevur leiðaragávuna í holdið borna, um ein so
kann siga. Tað er eingin ivi um at hann er best egnaður.”
“Jamen, so eru vit so óføra
samd,” sigur Rani.
Hann fer yvir til Andrias,
tekur í hondina á honum og klemmar hann og sigur: “Til lukku,
tú er nú okkara leiðari.”
“Ja, nú veit eg ikki
hvussu lukkuligur eg eri, men eg takki í øllum førum
fyri álitið,” sigur Andrias.
Øll reisa seg og taka
í hondina á Andriasi og klemma hann. Tey eru samd um, at
nú eru tey byrja. Hvat tey kunnu gera, hava tey ikki minstu hilling
á, men tað kunnu tey tosa um. Tey vilja í øllum
førum stríðast ímóti Teim bláu á
ein ella annan hátt, so langt eru tey øll samd.
“Eg haldi vit siga, at fundurin
er lokin fyri í kvøld. Vit hittast aftur, tá Jóan
Hendrik hevur tosa við fangavørðin hann tosaði um. Hvussu
var tað nú hann nevndist?” spyr Andrias so Jóan Hendrik.
“Hann eitur Eyðfinnur
Mattiasson!” svarar Jóan Hendrik.
“Eitur kona hansara ikki Anna?”
spyr Marianna.
“Jú, tey eiga tvey
børn. Eg kenni tey sera væl. Eyðfinnur er eitt heiðursmenniskja
á ein hvønn hátt, og hann er kristin. Hann fer aldrin
at samarbeiða við einum New Age flokki. Aldrin. Trúgvi tit
mær,” sigur Jóan Hendrik og ljóðar sannførdur
á málinum.
“Ja, tað ljóðar
sum tú hevur sera størt álit á honum. So tað
skaðar kanska ikki at vit seta okkum í samband við hann,”
sigur Andrias so, “men varliga, sum eg segði í áðni.
Vit mugu vera sera varin.”
“Skulu vit ikki ávara
fólk áðrenn valið, ella hvat?” spyr Sofus.
“Tað er júst hatta
eg havi hugsa um,” sigur Rani, so sigur hann víðari: “Teir mugu
hava tamarhald á bløðunum á ein ella annan hátt,
og teldutíðindunum? Einki kemur út nakrastaðni frá.
Eg havi hugsa yvir hvussu tað ber til?”
“Kunnu teir á onkran
hátt hava hersett bløðini, ella hvat?” spyr Jóan
Hendrik.
“Tað mest trúliga
er helst, at teir hava blaðstjórarnar í sínum
lumma. Møguliga eru teir enntá limir av Teim bláu,”
sigur Andrias.
“Teir bláu hava ræði
á øllum bløðunum?” spyr Sofus vantrúgvin.
“Tað ljóðar óhugnaligt.”
“Ja, tað má eg
sanniliga siga!” heldur Marianna eisini. “Tað er altso ikki nógv
vit kunnu gera. Eg meini, fara vit út á gøturnar og
rópa upp um okkara vitan, so fáa Teir bláu skjótt
frænir av okkum, og so koma teir skjótt og handtaka okkum,
undir einum hvørjum páskotið, á sama hátt
sum teir handtóku landsstýrið.”
“Ja, og vit eru bert nakrir
ússaligir listamálarar. Hvør fer at sakna okkum?”
sigur Sofus so.
“Vónandi onkur,” sigur
Marianna so og flennur við. Menninir í rúminum smílast
eisini.
Vónandi er teirra list
so mikið í metum, at onkur hevði sakna tey, sýnist
hugsanin at vera - men um so var, hvat høvdu hesi so kunna gjørt?
“Hava øll nú
sagt alt tað tey vilja?” spyr Rani so. “Eg haldi nevniliga, at tað
fer at vera tíð hjá okkum at slíta fundin og sleppa
okkum til hús og hugsa yvir tingini. Hetta er ein sera álvarsom
avger vit hava tikið í kvøld. Eg eri glaður yvir
at tit hava øll verið so positiv og at tit vildu lurta eftir
mær, og ikki minst, at tit trúðu mær. Eg takki mínum
kæra vini, Andriasi, fyri, at hann vil verða okkara leiðari
og eg takki øllum tykkum, kæru og góðu vinum, fyri
satt vinalag og fyri at tit ikki ræðast eina avbjóðing.
Enntá eina sera álvarsama avbjóðing. Takk fyri
øll somul. Nú gevi eg orðið til okkara nýggja
leiðara, Andrias.” Rani hevur staði uppi meðan hann hevur tosa,
nú setist hann aftur, og veittrar Andrias upp.
“Ja, kæru vinir, tað
sum eg kundi havt sagt, tað hevur Rani longu sagt. So eg sigi bara,
góða nátt, og tit hoyra frá mær aftur. Verið vís í tí. Eg trúgvi ikki at tað er neyðugt,
men eg vil siga tað kortini. Lat ongan, eg sigi ongan vita um okkara
felagsskap, konan ella maðurin má helst vita tað. Men taki
trygdareið av teimum, um einki at siga. Sum tit skilja, so er okkara
trygd í stórum vanda. Annað haldi eg ikki eg havi at
siga, uttan góða nátt einaferð enn og Gud hjálpi
okkum øllum!”
Fundurin bleiv so slitin og tey fóru øll
til hús. Rani var glaður yvir at hann var farin yvir til Andrias.
Nú høvdu tey stovna sín bólk. Hann vónaði,
at tað fór at eydnast teimum at fáa eina rúgvu
av fólki savnaði til mótstøðu ímóti
Teimum bláu.