Dimmalætting - Viðskerin - 25. oktober 1999.

Í øldum og upphavi
 
 
 

Vágar sum baktjald í søgunnar leiki
 
 

 
Sonni Jacobsen, rithøvundur í Sørvági, lýsir Vágar í øldum og upphavi. Hann nýtir fólk og hendingar fyrst í 1700-árunum sum støði í nýútkomnari, søguligari skaldsøgu, »Úr támi tíðarinnar«.

Einaferð varð landið myndað, bygt upp av bránaðum basaltlava, sum flógv oman á flógv var storknað til fjøll, hamrar og brýr. Tað verður hildið, at upprunaliga var alt land á jørðini eitt meginland, og tá ein hyggur at kortum, tykist hetta vera so. Ein sær hvussu væl til dømis heimspartarnir Amerika og Afrika falla hvør inn í annan, og hinir heimspartarnir við.  Føroyar hava eisini verið partur av hesum meginlandi, sum slitnaði sundur, og hvør parturin rak frá øðrum. Føroyar eru ein smámoli, ið varð liggjandi eftir úti á víðum havi.
    Tá ið ein hyggur at kortum av havbotninum í Norðuratlantshavi, so er tað sum at Føroyar eru bert riknar nakrar hundrað fjórðingar í ein útsynning frá meginlandinum og eru so steðgaðar. Føroyski landgrunnurin tykist, í skapi, at falla inn í eina stóra, leysa grynnu út frá norðurnorska landgrunninum.
Føroyski landgrunnurin hevur, eins og allir hinir landgrunnarnir í Norðuratlantshavi, verið land einaferð, men hann er sokkin, so bert hægstu fjallatindar standa undan. Møguliga ístíðin mikla hevur gjørt sítt til tað, tá ið milliardir og aftur milliardir av tonsum av ísi hava ligið oman á allari norðurhálvuni og trýst lendið niður.
    Einaferð tiðnaði ísurin burtur aftur, og nýggj lond komu undan, og tað gamla landaøkið var burtur; tað nógva av tí var nú havbotnur. Í Grønlandi og á nøkrum jøklum í Íslandi tiðnaði ísurin kortini ongantíð. Ella hann tiðnaði, men nýggjur ísur legðist aftur so hvørt. Úti í Atlantshavinum stungu nakrir gamlir fjallatindar undan, sum ein nýggjur lítil oyggjaflokkur. Hetta var tað, vit nevna Føroyar. Soleiðis vórðu landið og tess grannalond eftir øllum at døma skapað.

TÁ IÐ LANDIÐ var skapað, lá tað í túsund og aftur túsund ár ónomið av mannahond løgið at hugsa sær. Tað lá bara stilt og læt seg brýna av vindi og veðri.
    Teir hvøssu, kubbutu klettarnir og hamrarnir vórðu brýndir niður, og somuleiðis teir hvøssu fjallatindarnir, so at teir nú vóru rundleittir og mjúkir á at líta.
    Í mong ár búleikaðust bara fuglur og kópur her.
    Soleiðis varð landið fyrireikað og myndað til menniskjuna at búgva á.
    Landið er ein oyggjaflokkur av átjan smáum oyggjum. Allar høvdu tær somu søgu og sama uppruna til menniskjan kom. Tá broyttist søga teirra og støða teirra, soleiðis sum menniskjan er ymisk, og soleiðis, sum menniskjan hugsar.
    Teir fyrstu, ið eftir, hvat vita vita, stigu á land á hesar órørdu oyggjar, vóru kristnir menn, írskir munkar; soleiðis sigur søgan. Trúligt er tað eisini; tað er sum hevur Várharra vilja vígt hetta land við kristnum monnum, tó at teir ikki bíbilskt fingu landið í æviga ogn, av tí, at teir livdu eitt fráhaldandi lív á nærum øllum økjum og áttu hvørki konu ella børn.
    Tað fólk, ið Várharra hevði ætlað landið, vóru norðbúgvar, og teir komu einar tvær øldir eftir, at munkarnir høvdu stigið á land av fyrstan tíð. Norðbúgvarnir búleikaðust so tvær tær næstu øldirnar her á landi sum heidnir menn eftir at hava rikið munkarnar av landinum aftur. Seyðin, ið munkarnir høvdu við sær, hildu teir so fram at røkta og nøra um og høvdu onnur djór við sær umframt hundar, ross og neyt.
    Tá ið munkarnir vóru riknir burtur, býttu norðbúgvarnir landið millum sín. Høvdingarnir gingu um alt landið og mettu tað og býttu tað sínámillum. Eingin illstøða var um tað. Landið var stórt og frítt og nóg mikið til allar.

VÁGARNAR býttu norðbúgvarnir sundur í tríggjar garðar, tá ið teir tóku landið í ogn.
Bøur, Sørvágur og Sandavágur vórðu landnámsgarðarnir róptir. Garðarnir gjørdust sum fráleið til bygdir og bygdarsamfeløg, og okkurt legðist til. Søgumenn eru rættiliga samdir um, at bygdin Miðvágur kom seinni; kanska einar tvær øldir eftir landnámið. Og tá er tað landnámið hjá norðbúgvum, hugsað verður um. Gásadalur er helst bygdur eitt sindur seinni aftur, tó tíðliga í miðøld.
Víkar, Slættanes og Vatnsoyrar eru afturímóti hinum bygdunum í oynni nýggjar bygdir, serliga Vatnsoyrar. Á Víkum varð bygt fyrst í 1830-árunum, á Slættanesi um 1835 og í Vatnsoyrum í 1921. Á Víkum og Slættanesi var longu øskukalt aftur um miðja 20. øld.
    Hyggur tú at oynni á einum korti, líkist hon einum úlvs- ella hundshøvdi. Fjallavatn er eygað á høvdinum, Sørvágsfjørður er kjafturin, Gásadalur og Bøur liggja har ovaru framtenninar skuldu verið og Sørvágur liggur inni í sjálvum munnklovanum. Miðvágur og Sandavágur, ið liggja lið um lið á syðru síðu á oynni, liggja sum eitt hálsband niðan fyri høvdið. Sørvágsvatn er so svølgið á høvdinum.
Norðbúgvar høvdu ikki kort av oynni og sóu hana tískil ikki soleiðis, sum vit síggja hana, eins og áður umtalað. Annars hevði hon helst fingið annað navn enn tað, hon fekk. Teir sóu firðirnar og kanska serliga tann stóra Sørvágsfjørð og róptu oynna Vágar.
    Sandavágur fekk navn sítt av sandinum og Miðvágur fekk navn sítt av, at hann er mittastur. Um Sørvág verður hildið, at hann fekk navnið av manninum Sørli, ið her bygdi fyrstur. Bygdarnavnið Sørvåg er annars eisini í Noregi, á eini oyggj uppi í Lofoten, sum verður nevnd Vestvågøy, so tað kundi givið evni til umhugsan, um upprunin at bygdini er av tí staðnum. Tað skal tó ikki verða gitt um ella sagt her.
    Í øldir vóru hesar fýra bygdirnar nøkulunda javnstórar í íbúgvatali, um hundrað íbúgvar og nakað niðanfyri.
    Á Steig í Sandavági kom sum fráleið løgmanssætið at vera, og búði har umframt eisini sýslumaðurin í mangar øldir. So Sandavágur var avgjørt høvuðsbygdin í oynni. Av tí, at donsku embætismenninir búðu í Havn, var Sandavágur kortini ikki roknaður sum høvuðsstaður Føroya, men mundi verða roknaður næst Havnini í tign, tí at løgmaður sum sagt búði í Vágum.
    Í Miðvági búði prestur, og prestur hevði sum kunnugt nógv vald í gomlum døgum, so miðvágsbygd var av teirri grund næst í tign í oynni.
    Vágar eru eins og oyggjarnar í Føroyum oyggj við mongum høgum fjøllum, men við vallaðum dølum. Hesar dalar royndu teir gomlu at dyrka, tó mest rundan um bygdina, tað teir kundu. Arbeiðsmegin var lítil, og amboðini vóru ring, so tað var kortini ikki tað nógva, teir dyrkaðu; men øgiligt arbeiði varð lagt í tað, sum dyrkað varð.
Nærlagdir og góðir jarðadyrkarar vóru teir.

UTTAST á Sørvágsfirði sóu norðbúgvar eina oyggj við einum veldugum nesi innast á og róptu hana Mikines, ella tað mikla nesið. Nú skriva vit Mykines, við seinna y av bronglan og misskiljing frá dønum, ið høvdu alla skrift um hendur í seinni tíðum og helst hildu navnið stava frá mýggjabitum ella »myg« og tí skrivaðu oynna »Myggenæs«. Hetta er síðan komið inn í skriftmál okkara.
    Ein søgn er komin upp, sum sigur, at navnið Mykines kemur av orðunum »mykja« og »nes«, og sigur søgnin, at Mykines upprunaliga var flotoyggj. Ein sørvingur var á útróðri ein dagin og sá oynna koma rekandi; hann hevði nakað av mykju liggjandi í bátinum, sum var havd við at ræða stórhval, um nálgaðist upp á bátin. Hann róði til innasta nesið á flotoynni og blakaði mykjuna á land, tá strandaði oyggin.
    Onkur er annars nýliga komin fram við tí ástøði, at navnið Mykines møguliga stavar frá írsku munkunum og er úr gæliskum, at teir hava roypt oynna »Muck innes«, ið merkir »svínoyggj« og at norðbúgvar hava tikið hetta navn. Um hetta er so, er Mykines elsta staðarnavn í Føroyum.

INNI á Sørvágsfirði sóu norðbúgvar tveir hólmar og góvu teimum navn eftir tí, teir sóu.
Annar var steyrrættur og spískur og hevði harumframt nógvar smáar, hvassar tindar ovast og varð tí róptur Tindhólmur.
    Hinum helt mongd av villgásum til á, og hann fekk tí navnið Gáshólmur.
Innanvert Tindhólm stóðu tveir drangar, teir fingu einfalt navn eftir støddini hvør sær og vórðu róptir Stóridrangur og Lítlidrangur. Eitt sker er á vánni; eisini tað fekk einfalt navn Skerhólmur.

Beint uttan fyri Sørvág er ein lítil vík, har nógvur kópur helt til. Norðbúgvar nevndu hann eisini sel; víkin fekk tí navnið Selvík.

BYGDIN SØRVÁGUR, sum í nýggjari tíð er vaksin út eftir báðum ørmum á fjørðinmum, umframt langt niðan í gamla hagan, lá í miðøld og nærum upp til okkara dagar, øll har innast í fjørðinum, millum stóru áirnar Kirkjuá og Stórá.
    Landnámsgarðurin í Sørvági var Úti undir Skorum, á Kvíggjarheyggjatrøð við Hanusará; tað er uttan fyri Kirkjuá. Tað sigur okkum so mikið, at menn seinni í tíðini eru fluttir inn um Kirkjuá, millum Kirkjuá og Stórá at búgva. Grundin sýnist at vera, at har er fríari fyri og betri útsýni út í hav og líka veðurgott. Navnið Kirkjuá er eyðsæð íkomið eftir at kirkja varð bygd har úti av fyrstan tíð. Tað er so eftir kristnitøkuna um ár 1000; nær er ilt at siga.
    Tað var ikki fyrr enn í 19. øld, at Sørvágur fór at vaksa nakað til muns. Fyri ta tíð var Sørvágur ein sera lítil bygd við nøkulunda støðugum fólkatali, um 70-80 fólk og við 10-14 húsum.
Fyrst í 18. øld vóru soleiðis í Sørvági bert 13 flagtaktar stovur. Tað var alt.

Bygdirnar í Vágum fyrst í 18. øld, har vit í okkara søgu eru stødd, vóru Gásadalur, Bøur, Sørvágur, Miðvágur og Sandavágur.

Kirkjan í Sørvági fyrst í 18. øld var lítil og lág og var laðað upp av gróti. Og hon var flagtakt eins og øll onnur hús í bygdini. Tvey vindeygu vóru omaneftir og tvey niðaneftir; torn hevði hon einki. Rundan um kirkjuna var ein lítil kirkjugarður.
    Vit kunnu ímynda okkum, at nakrir fáir hálvrotnir trækrossar, ið heltu í ymsar ættir, stóðu spjaddir um í garðinum, einir tveir nýggir stóðu har eisini. Annars var bert grønur bøur inni í kirkjugarðinum.
Fólk sást sjáldan inni í sjálvum kirkjugarðinum, uttan tá fólk gingu til ella frá kirkju sunnu- og halgidagar. Fólk ræddust spøkilsi, tey vildu helst ikki hava kirkjugarðsmold undir húðarskógvarnar. Sagt varð, at hevði tú mold við tær úr kirkjugarðinum, so kundu tey deyðu koma og krevja teg eftir moldini. Og fleiri søgur eru um hetta sama eisini.
    Løgasteinar vóru um ánna at ganga eftir til og frá kirkju. Niðan fyri kirkjugarðin stóð breiðagras sítt líka oman á sandin. Higar út plagdu menn at koma at loysa sær buksurnar og eisini undir bakkanum niðan fyri Dungasand. Onkur velti røtur í oyruni niðan fyri kirkjugarðin. Epli visti eingin um.