Grein í 07 Vestur leikskráð, 13-04-2009

 


 

Stríðið at fáa føroysk krígssavn

Sonni Jacobsen

 

 

Tað hava áður verið gjørdar tvær álvarsamar royndir, at stovna krígssavn í Føroyum. Núverandi arbeiði við, at fáa sett á stovn krígssavn, er sostatt triðja álvarsliga royndin.

 

Savnið 1940 - 1945

Í 1983 varð krígssavn sett á stovn og fekk tað navnið, Savnið 1940 – 1945. Farið var undir at savna lutir og í 1987 stóð Lions Club Tórshavn fyri fyrstu framsýningini hjá savninum. Tað gingu tó nøkur ár enn áðrenn savnið hevði fingið egin hølir. Hin 12. mai 1990 lat savnið upp og helt tað til í Dr. Jacobsensgøtu 23 í Tórshavn; teir høvdu tá savnað nógvar og sera áhugaverdar lutir. Vegna væntandi almenna góðkenning og væntandi almennan stuðul fór savnið av knóranum. Lutir tess hava frá uml. 1994 ligið niðurpakkaðir á goymslu á Forngripasavninum.

 

Onnur ætlanin

Onnur royndin at stovna krígssavn í Føroyum varð gjørd í Vágum seinast í nítiárunum og stóðu kommunurnar í Vágum saman um hesa roynd. Nevnd varð sett at fyrireika yvirtøku av S.O.R.-bygninginum omanfyri flogvøllin, har ætlanin var at hava krígssavn. Sp/f West-tec gjørdi í 1999 nágreiniligar kanningar og tekningar av, hvussu bygningurin upprunaliga hevur verið innrættaður og mettu teir, at tað kom at kosta um 2.340.000 kr. at seta bygningin og tornið í uppruna stand.

 

Umboð fyri nevndina tá hevur greitt frá, at arbeiði kom so langt, at yvirtøka av S.O.R.-bygninginum var klár og vildi Landsverkfrøðingurin tá lata bygningin fyri symbolsku upphæddina av 1 kr. Tíverri eydnaðist ikki at fáa prosjektið gjøgnumført, helst vegna tað, at ætlanin var, at kommunurnar sjálvar skuldu fíggja.

 

Eftir at hendan ætlanin fór fyri bakka er so tað hent, at Lions Club í Vágum hevur sett tornið við S.O.R.-bygningin í stand. Hetta arbeiðið sýnir eisini, hvussu tað ber til, at umvæla slíkar søguligar bygningar so teir standa sum prýðilig minni frá hesi tíð.

 

Mynd av SOR bygninginum omanfyri flogvøllin, sum hann sá út undir krígnum.

Hetta er bygningurin ætlanin er at seta í uppruna stand og nýta til krígssavn.

 

 

Triðja ætlanin

Eftir næstu misseydnaðu royndina, at fáa sett á stovn krígssavn í Føroyum, var tøgn um evnið í fleiri ár. Men hugskotið er helst ov gott og viðkomandi til bara at lata fara soleiðis.

 

Ikki minst í Vágum minnast og síggja fólk framvegis bæði stór og smá tekin frá hesi tíð. Undir Seinna heimsbardaga húsaðust um 8000 hermenn í Vágum og tað var ikki smávegis teir fingu av skafti, tað tíð teir vóru her. Av stórum tingum eru flogvøllurin, flúgvarabedingin, ein nú niðurlagdur vegur millum Sørvág og Vatnsoyrar; Niðarivegur og tríggjar stórar brúgvar í Sørvági, umframt gamla brúgvin um Skjatlá við Vatnsoyrar. Tekin frá hesi tíð eru allastaðni at síggja, toftirnar frá níggju hermannalegum, róptir “camps”, uppi á Mýrum og í Grønhólma í Sørvági og einari norðanfyri Vatnsoyrar; annars heilir bygningar, húsatoftir og toftir av kanónstøðum og annað mangt um alla oynna. So tað er kanska ikki so undarligt, at serliga fólk úr Vágum eru sera áhuga í, at fáa sett á stovn savn frá hesi serstøku tíð.

 

Toftir eru eisini at síggja í Havn, inni í Eysturoynni og í Suðuroynni og aðrastaðni í Føroyum, har bretar eisini vóru undir krígnum, tó ikki so talsterkir, sum í Vágum.

 

Hin 1. apríl 2008 var fundur í Kunningarstovuni í Miðvági, sum Felagið Vágar, Felagskommunan í Vágum og Kunningarstovan høvdu tikið stig til, um at kanna møguleikan av nýggjum, at seta á stovn krígssavn. Umboð fyri bygdaráðini, Vága floghavn, Atlantic Airways, Føroya Fornminnissavn, ferðavinnuna í Vágum, Lions Club í Vágum, Sørvágs bygdarsavn og Miðvágs fornminnisfelag vóru komin saman, at viðgerða spurningin. Avgjørt varð, at arbeiða víðari og at stovna eitt felag, at taka sær av málinum.

 

Sama ár, hin 23. juli 2008, varð stovnandi aðalfundur til felag, sum skal reka krígssavn. Avgjørt varð á fundinum, at nevna felagið, Krígssavnið. Á fundinum vóru eini 100 fólk savna í hølunum hjá Kunningarstovuni í Vágum.

 

Nevnd varð vald at standa fyri felagnum. Nevndin hevur skipa seg við Karl Jóhan Nielsen formaður, Poul Arni Jacobsen næstformaður, Sonni Jacobsen kassameistari, Marna Jacobsen skrivari og Jóhannus Dam Hansen. Samtykt varð á aðalfundinum, at leiðarin á Kunningarstovuni situr í nevndini við eygleiðarastøðu vegna Felagið Vágar og Felagskommununa. Fyrstu tíðina var tað Ingerð av Rógvu Olsen. Tiltakslimirnir hava eisini verið virknir í arbeiðinum, Dánjal Poulsen og Trøndur Niclasen; seinni er Jarnhold Nattestad komin inn fyri Trønd.

 

Nevndin fór beinan vegin undir at fyrireika stovnsetan av einum savni, sum á virðiligan hátt kann lýsa ávirkanina seinni heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið.

 

Hendan ætlanin byggir á fyrru ætlanina hjá kommunum í Vágum, at savnið skal hava tilhald í S.O.R.-bygninginum omanfyri flogvøllin, men hevur tað broyting, at ætlanin nú er at fíggja ístandsetanina av S.O.R.-bygninginum við stuðli úr útlendskum grunnum.

 

Nakrir av mongu lutunum inni á savninum í Miðvági.

 

 

Nýggj ætlan, nýggjar og gamlar trupulleikar

Nýggja nevndin fekk bæði nýggjar og gamlar trupulleikar. Tíverri vísti tað seg, at hesaferð var ikki so lætt at fáa hendur á bygninginum, tí nú vildi Landsverk ikki lata bygningin bíliga, men vildi hava annan bygning í staðin. Og nýggja nevndin fekk eisini somu trupulleikar, sum fyrsta krígssavnið, Savnið 1940 – 1945, nevniliga trupulleikar av lógartekniskum slag við at fáa almenna góðkenning sum serstakt savn.

 

Álvarsligur vandi var tessvegna fyri, at henda triðja royndin eisini fór at misseydnast. Nevndin vildi kortini ikki gevast á hondum. Nógvir fundir hava verið og tingast hevur verið við kommunupolitikarar, løgtingsfólk, landstýri og embætisfólk fyri at fáa eina loysn á málinum. Politikkararnir eru sera heitir og positivir fyri málinum so framvegis eru góðar vónir.

 

Kommunurnar hava verið so beinasamar, at játta savninum fastan árligan rakstrarstuðul fram til 2011.

 

Meðan bíða verður eftir einari loysn, at fáa fatur á S.O.R.-bygninginum og almennari góðkenning, varð semja um, at seta á stovn eitt fyribils savn.

 

1. nov. 2008 varð leigusáttmáli undirskrivaður við J.K. Joensen & Sonur, um hølir, uml. 100 m2 , í sama bygningi, har Kunningarstovan er í Miðvági. Ætlanin er at lata fyribils savnið upp til várs 2009 og nevndin hevur ágrýtin arbeitt við at seta hølini í stand.

 

Savnið hevur longu fingið fitt av lutum og vónandi koma enn fleiri.

 

Eitt tað seinasta, sum er hent viðv. krígssavninum, er, at miðjan februar 2009 varð búmerkið til krígssavnið avdúka á lítlari samkomu í hølunum hjá Krígssavninum. Vinnandi uppskotið átti Suffíu við Stein úr Fuglafirði.