Grein í 07 Vestur leikskráð, 26-04-2009

 


 

Sagnir úr Mykinesi

Fyrri partur

 

Sonni Jacobsen

 

Tað er eingin søgubók skrivað um Mykines, men kortini eru nógvar sagnir og frásagnir frá oynni og bygdini Mykines. Her og í eini komandi grein skal eitt lítið úrval av hesum sagnum og frásagnum verða endurgivnar.

Nú koma mykinesmenn

Fyrr í tíðini høvdu Mykinesmenn ein stóran bát, sum teir nevndu teinæring; hann var so stórur, at 18 mans skuldu rógva hann. Hildið verður, at hetta helst er áðrenn 1600, tá ið bátarnir gingu burtur og bygdin varð nærum mannleys.

 

Mykinesmenn róðu í teinræringi til Havnar til handils og norður til Eiðis at halda jól. Hesin teinæringur hevur helst havt jarnringar í stokkunum, annaðhvørt til spenni ella homluband, tí søgnin sigur, at tá ið mykinesmenn komu rógvandi inn á Havnina, bjøllaðu hesir ringar so hart, at báturin var eyðkendur, og havnarmenn søgdu: “Nú koma mykinesmenn.”

 

Gomul mynd av lendingini í Mykinesi.

 

Allir arbeiðsførir menn burtur eftir einum degi.

Søgn er, at 50 bátsmanningar kring Føroyar gingu burtur 11. summardag, sum er 25. apríl. Søgnin sigur ikki hvat ár hetta var, men er tíðarfestingin sett til einaferð um ár 1600. Tað kom brádligur kavastormur av norðri. Allir arbeiðsførir menn í Mykinesi vóru á útróðri og ikki ein teirra spurdist aftur. Eftir livdu bert konufólk, børn og ein gamal maður, og ongan bát høvdu tey, so tey fingu ikki boð inn á land um, hvussu til stóð. Tá fór hesin gamli maðurin við nøkrum konufólkum at grava sorta av, so at hetta kundi síggjast inn á land, fyri soleiðis at fáa boð frá sær; hesin sortin er ongantíð afturvallaður, tí tað er so vindsamt, at grasið festir ikki røtur. Seinni plagdu tey gomlu at siga um jarðarstykki, sum ikki vildi valla aftur: “Hetta verður sum grevstur á Mykinesi.”

 

Tveir mykinesbátar gingu burtur í Steinsundi – hvør rak niður á annan. Ein maður, nevndur Andras Bjarnarson, rak á einum bátaspreki, kom upp á Flesina longu og hagani upp á Mykineshólm. Hann rópaði heim um Hólmagjógv til fólkini, ið Mykinesmegin stóðu – tað var alt konufólk; men einki gjørdist. Andras varð at svølta í hel á hólminum, og árið eftir fanst hann skarpur.

 

Millum burturgingnu bátarnar vóru eisini m.o. áttamannaførini “Kirkjabáturin” og “Ryggsbáturin” í Miðvági. Tá nýttu føroyingar nógv smáar norskar bátar, ið kallaðust tristar – tríbekkir, til útróður. Men eftir hesa ólukku, varð lóg gjørd, sum setti forboð fyri at fara til havs í so smáum bátum. Roknað verður við, at eini 200 til 300 útróðrarmenn sjólótust henda dagin kring landið.

 

Um henda gamla, sum var einasti maður eftir í bygdini, sigur søgnin, at hann nú skuldi til Havnar eftir nakað av førningi, men hann var ikki komin langt, so róði hann seg upp á Uldalíðflesina, sunnanfyri Mykines bygd, og gekk burtur har. Tá var eingin maður eftir í bygdini.

 

Tá komu menn aðrastaðni frá, helst úr Vágum, til at byggja Mykines aftur.

Olmussan

Ein teirra, ið bygdi Mykines aftur var Stóri Gutti úr Miðvági, hann giftist einkjuni eftir Andrasar Bjarnarson og gjørdist størsti ognarmaður í Mykinesi, og átti fjórðingin av jørðini í oynni, allan Borgardal, sum er 10 merkur. Stóri Gutti segðist vera bølmenni, sum nakrar sagnir eru um, men hann kundi vísa várkunn, um honum líktist á fólk.

 

Mykinesmenn vóru í Havn eitt árið í handilsferð og førdu korn heim aftur við sær í bátinum. Á veg vestur komu teir at vera illa staddir av óveðri. Ein fátækur maður á Túvali var við á ferðini og átti hálvan fjórðing av korni í bátinum. Hann lovaði nú at geva kornið í olmussu til fyrsta menniskja, ið hann møtti, komu teir livandi fram.

 

Komnir til lands royndi hann at sleppa sær til húsa sum skjótast, so konan skuldi vera tað fyrsta menniskja hann møtti. Tá hann kom á plássið nevnt úti á Liði á Bergi – kornposan hevði hann á bakinum – møtti hann Stóra Gutta. Tá skar hann í grát, neyðar maður og tveitti posan til Gutta.

 

Tá segði Gutti: “Eigi eg henda posan, tá hevur tú ikki verið væl staddur.” Hann grunaði, at hin hevði lova posan í olmussu. Hann bað tá túvalarmannin koma í hjallin  við sær og gav honum tvey tey bestu seyðakrovini, hann átti.