Grein í 07 Vestur leikskráð, 10-05-2009

 


 

Sagnir úr Mykinesi

Annar partur

 

Sonni Jacobsen

 

Guttormur í Múla og rekatræið í Mykinesfirði

Gutormur í Múla var tiltikin at duga gand, hann var yngsti sonur Rasmusar í Haraldssundi, ið var sonur Magnus Heinasonar. Fleiri sagnir eru um Guttorm í Múla, ein teirra hevur samband við Mykinesfjørð.

 

Guttormur hevði konu úr Mykinesi. Hon ætt Billa. Ikki hevði hann verið vestan fyri Lorvíkarfjørð, fyrr enn hann fór at fríggja. Vágamenn førdu hann um mykinesfjørð. Tá ið teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt rekatræ og vildu fegnir fáa tað til sín;  men heldur vildi hann sleppa ferðina fram til Mykines alt fyri eitt, og so varð. Hann bað teir miða væl, hvar træið lá, tað kundi vera, teir funnu aftur á tað, tá ið teir fóru úr Mykinesi aftur í Vágar. Ikki hildu teir líkindi verða til tess, tí Mykinesfjørður er óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim, vórðu teir meira enn bilsnir, tí tá lá træið í sama stað og andøvdi.

 

Gomul mynd úr Mykinesi

 

Einasti læknin í landinum veðurfastur

Einaferð, tá bert ein lækni var í landinum, var læknin farin útferð til Mykinesar til skemtunar, men legðist veðurfastur. Tá veðrið batnaði, varð glaða til Bíggjars, haðan bátur kom út, og læknin slapp so av oynni á norðaru síðuni.

 

Beinta og Petur Arabo í Mykinesi

Søgnin um Beintu og Petur Arabo sigur, at Arabo prestur, ella harra Per, sum føroyingar róptu hann, skuldi einaferð liggja veðurfastur í Mykinesi í fleiri vikur. Hetta brúkar Jørgen Frans Jacobsen eisini í sínari skaldsøgu yvir søgnina og letur tá Beintu ella Barbaru, sum hann nevnir hana, finna sær ein annan, meðan maðurin liggur veðurfastur í Mykinesi.

 

Sum kuriosum kunnu vit nevna, at søguliga kann staðfestast, at Beinta sjálv eisini var í Mykinesi og er har m.a. í smb. við eina arvasak tann 14. august í 1721. Vit lesa soleiðis í skiftibókini (tvey brot úr sama skifti):

 

Anno 1721 de 14de Augusty Blef Skifte og deeling holden efter afdøde Sigga Jacobsdaatter i Myggenes hvis eneste efterlatte søn og barn Joen Jessersen med hans til forordnede formynder Isach Joensen i Myggenes, hans stæd for sønnens mødrene arf hvis moderbroder Velagte Gutte Jacobsen i Bøe (mødte) ...

 

... Der imod angavis bortskyldig gield saa som til Peter Arhaboe, som hans Kiereste Madme Bente Kirstine fordrede paa Welbemte hendis mands veigne ...

 

Í stuttum kann sigast út frá skiftinum, at Beinta, vegna mann sín harra Peter Araboe, krevur eina trøð í stødd 3 gyllin innangarðs frá sáliga Jesari Jacobsen (manninum hjá Siggu Jacobsdatter, smb. skifti 8.10.1718). Beinta sigur, at trøðin eftir frásøgn frá Arabo, skal vera ein kongstrøð, sum Arabo hevði keypt. Hartil krevur Beinta grundina undir glasstovuni hjá Jesari.

 

Isach Joensen, Olle Nielsen, Zacharias Haldansen, Sivert Nielsen og Jacob Johannesen, allir úr Mykinesi, stíga fram fyri sorinskrivaran og mótmæla og siga, at áðurnevnda trøð er goldin av øllum mykinesmonnum í felag í Kongiliga handlinum í Havn, so ta trøðna eigur Arabo einki í. Arabo eigur heldur einki í grundini undir glasstovuni hjá Jesari, men hansara jørð liggur í Petursjørð rópt í Mykinesi. Hin innmarkin hjá Arabo er skift í teimum átta merkrunum í Innistovujørðini í Mykinesi, og stykkið hjá Arabo liggur fyri Handan á.

 

Hetta góðtekur Beinta helst, tí hon krevur síðan eitt skjal við sorinskrivarans undirskrift og segli sum váttan upp á, at soleiðis er.

 

Annars lesa vit fleiri ferðir í skiftibókunum, at embætismenninir gremja seg um, at ikki er komandi til Mykinesar á vetri, vegna veður og vind, og at fleiri dómar og arvasakir tessvegna mugu liggja og bíða í langa tíð. Mangan lesa vit eisini, at mykinesmenn ikki fáa møtt í almennum samanhangum, men mugu senda mann t.d. úr Vágum fyri seg. Helst skyldfólk og at hetta verður góðtikið av myndugleikunum vegna serligu umstøðurnar.