Grein í 07 Vestur leikskráð, 21-05-2009

 


 

Postfluttningur í Vágum fyrr

Frásøgn eftir Jóhan á Ørg, Sørvági (1923 – 1995)

 

Hendan frásøgnin snýr seg mest um fyrru helvt av 20. øld, so sum frásøgumaðurin minnist henda flutning, tá hann var ungur.

 

Vestmannasund

Tað fyrsta eg minnist sigldu deksbátarnir “Helgi” og seinni “Ólavur” um Vestmanna­sund. Maðurin, sum røkti rutuna nevndist Sam. Bilferjan “Sam”, sum nógv ár seinni sigldi um sundið, varð nevnd eftir honum. Sam og beiggi hansara, sum var eitt sindur kúlutur, plagdu at sigla úr Vestmanna og á Fútaklett og hagan á Kvívík. Av Kvívík sigldu teir aftur á Fútaklett við postinum, sum kom úr Havn. Og so var onkur úr Vágum eftir postinum, og teir sigldu so aftur á Vestmanna.

 

Tað var minni enn so, at teir altíð fingu lagt at á Fútakletti við “Helga” ella “Ólavi”, og tí høvdu teir bát við, sum varð sleipaður afturút. Einaferð hendi ein vanlukka, tá hesin lítli báturin hálvdist, og ein av synunum hjá Sam druknaði.

 

Av Fútakletti

Stóri Martin, av Vatnsoyrum, flutti postin av Fútakletti og til Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs. Hann hevði eitt ross og innilokaðan hestavogn at føra postin við. Stóri Martin kom so sjabbandi við postinum, ofta var tað nógv og tungt. Posturin, hann flutti til Sørvágs, hoyrdi til Sørvág, Mykines, Bø, Gásadal og Slættanes. Seinni yvirtók Niklas Norði í Stovu í Sørvági postflutningin av Fútakletti, tá hann hevði fingið bil.

 

Stóri Martin við postvogninum

 

 

Slættanes

Postmaðurin av Slættanesi, Jacob Pauli Jacobsen, gekk dagarnar mikudag og leygardag til Sørvágs. Um vit fara norður eftir fjøllunum, so síggja vit allar varðarnar, hann hevur laða eftir fjøllunum frá Slættanesi; tað var serliga vegna mjørka so hann ikki skuldi villast av leið, tá hann gekk. Tá góvu menn sær tíð til at gera slíkt; teir høvdu ikki altíð so nógvan skund, kanska fóru teir tíðliga frá húsum, so laðagu teir ein varða ein dag ella tveir og soleiðis blivu teir við, inntil teir høvdu fingið lagað allar varðarnar á gøtuni.

 

Annars eru eisini varðar frá Húsadalshálsi í Sørvági, eftir fjøllunum, á Oyragjógv – teir  hava so sørvingar laða.

 

Postmaðurin á Slættanesi

 

 

Bøur og Gásadalur

Postin til Bíggjar og Gásadals hevði Dia í Gásadali. Eingin vegur var til Bíggjar so hann mátti ganga, og postin mátti hann bera. Ofta sá man Dia fara væl lessaðan við postsekkjum. Og ofta hevði hann fleiri postsekkir lagdar omaná ein, sum hann hevði bundi í ein fetil í neðra. Sjálvandi, um ein stórur partur fór av í Bø, so var tað lættari, men skuldi hann upp brekkuna, líka upp á fjallið til Gásadals við hesari stóru byrðu, so var tað strevin ferð. Tað var ofta nógvur postur, serliga um høgtíðir, tá plagdu fólk ofta at bestilla klæðir og annað úr Danmark. Tað vóru forrætningar í Danmark, sum sendu príslistar til Føroya, t.d. Bulldog, Daels Varehus og Importøren og aðrar, har tey bestiltu tey klæði, tey ikki gjørdu sjálvi. Serliga nógv bleiv bestilt til konufólk, men eisini nakað til mannfólk, so sum buksir og skógvar.

 

Mykines

At sigla til Mykinesar við posti var mangan ótespiligt. Tað hava nógvir mans siglt til Mykinesar gjøgnum tíðina, sum eg minnist. Men tað, sum eg vil siga, hevur sett størst dám á siglingina eldru tíðina, tað var tá Niklas í Húsinum og Heini í Húsi sigldu til Mykinesar frá 1920-unum og nógv ár fram. Teir sigldu í heilt nógv ár til Mykinesar við posti og við fólki. Tá var ikki sum tað er í dag, tá búðu nógv fólk í Mykinesi. Har skuldi flytast av oynni og til oynna. Og eitt tað tyngsta, sum teir fingust við vóru petroleumstunnurnar. Tær plagdi man at bestilla úr Havnini. Eg minnist at “DDPA” stóð á endanum á tunnunum, eg haldi tað merkti, Det Danske Petroleums Aktieselskab. Hesar tunnurnar skuldu so vestur við einum lítlum motorbáti. Ofta var tað ringt at fáa tunnurnar í land, um líkindini ikki vóru góð, so máttu tær skjórast inn, tað vil siga, at teir bundu á tunnuna og rullaðu hana á sjógvin og so bleiv hon hivað inn á Gjónna og so bleiv hon skrúva upp, sum vit siga.

 

Fólkið var nógv í Mykinesi tá í tíðini, eg havi hoyrt, at tá Pól Petersen var lærari har vesturi, vóru yvir 40 børn í Mykinesar í skúla og eini 180 fólk búðu í oynni. Hesi fólkini skuldu eisini hava mat. Tað var ikki so sjáldan, at lastin var full av mjølsekkum. Tá keypti man ikki mjøl í leysum, men í sekkjum. Og so nakað av margarini, nakað av sukuri og nakað av te. Útyvir tað var ógvuliga lítið keypt. Fyrr hildu tey, at hevði man margarin, te, sukur og mjøl, so var man væl fyri. Og tað skuldi so førast vestur saman við postinum og tað var ikki altíð so tespiligt við einum lítlum deksbáti uttan hús.

 

Nógvir, bæði størri og smærri bátar, hava siglt til Mykines upp gjøgnum tíðina, tann sum eg minnist mest frá eldru tíðini var “Oyama” hjá Niklas Norði í Stovu. Tað var hesum báti áðurnevndu Niklas í Húsinum og Heini í Húsi sigldu við. Við tíðini eru bátarnir, sum siglt hava til Mykinesar kortini vorðnir betri.

 

Fyrr vóru ikki serliga góðar umstøður til ferðafólkið. Men tað hevur helst gingið hampulga væl kortini, tí fólk yvirhøvur vóru ikki so kravmikil. Seinni sigldi stóri deksbáturin “Akranes” hjá Niklas í Norðistovu til Mykines, tá vóðru betur umstøður hjá ferðafólki umborð, men hann fekk ikki lagt at í Mykinesi og tí máttu teir antin hava bát við ella mátti bátur koma út úr Mykinesi. Oftast máttu teir hava bát út úr Mykinesi, tí tað var ikki altíð so lætt at sigla tvørtur um fjørðin við einum lítlum báti afturút, tí tað var ofta so ringt sjógva, at man kláraði tað ikki.

 

Skrivað av eftir bandupptøku frá ca. 1987, snikka til og sett saman: Sonni Jacobsen.