Grein í 07 Vestur leikskráð, 01-06-2009

 


 

Útideyðir á handilsferð

Sonni Jacobsen

 

Tann 13.2.1843 vóru sjey sørvingar  farnir til handils á Fitjunum í Vestmanna, har Kgl. einahandilin hevði deild. Eingin handil var í Vágum. Á veg vestur aftur, fingu teir av ringasta veðri við vátaslettingi. Tríggir av teimum doyðu úti. Teir, ið doyðu, vóru: Johannes Hansen, Hoygarðs-Jóannes róptur, ættaður úr Mykinesi; Niclas Johannesen, Niklas í Hálvdanshúsi róptur og Rasmus Djonesen, vanliga róptur Djónadrongurin. Allir giftir menn.

 

Teir báðir fyrst nevndu fingu maktarloysi og hinir royndu at bera teir við sær til hús.

 

Hálvdans-Niklas doyði, tá ið teir vóru komnir so langt heim í Húsadal, at kirkjutornið var undan.

 

Hoygarðs-Jóannes doyði nakað norðari.

 

Djónadrongurin, ið var bráður maður og raskur gongumaður, fór undan hinum monnunum, var farin av leið og viltist. Hann lá deyður við bólið á Sandinum har suðuri við Vatnið (sunnan fyri núv. Flúgvarabedingina). Hann varð funnin aftur tann 17.2. Hann lá við mjølposanum undir høvdinum.

 

Vanligt var at bera eina hálvtunnu av korni av Oyrargjógv og so aðra krambúðarvaru omaná, so tað hevur verið tung byrða, so langan veg í ringum veðri, sum tað var í hesum førinum.

 

Annars varð sagt, at brennivín skuldi hava verið uppií. Jóan Hans hjá Lona Jógvani skuldi siga frá teimum gomlu, at tað var ikki. Teir fingu kanska ein munn í Vestmanna á Fitjunum, men tað gjørdi ongum manni nakað.

 

Í kirkjubókini stendur soleiðis at lesa um hesa hending: “Døde 13. Feb. 1843. Johannes Hansen, 46 aar, Rasmus Dionesen, 48 aar og Niclas Johannesen, 49* aar. Alle omkomne af kulde og mathed i stærk frost og snefog paa veien til Sørvaag fra Øregjov, hvortil de med baad vare næsten gjennemblødte af søe vand komne over sundet fra Vestmannahavn. De første blev fundet døde igjen. Men det sidste lig blev først fundet 4 dager sennere i Sudtredjing hauge.”

 

* Viðmerkjast kann, at aldurin hjá Niclas Johannesen er skeivt skrivaður; smb. skrásetingini av føðing hansara í kirkjubókini, skal aldurin vera 42 ár.

 

Allir tríggjir eru grivnir hin 19.2.1843.

 

Her kundi verið skoytt uppí, at vanligt var fyrr at hava bát liggjandi á Oyragjógv, sum var brúktur til skjúts og handilsørindir til Vestmanna ella til at rógva til Kvívíkar og onnur pláss á Streymoynni. Bíggjarmenn, sørvingar, miðvingar og sandavágsmenn høvdu neyst og bátar við Oyrargjógv til tað sama.

 

Fyri ikki at noyðast at rógva so langt, sum t.d. av Sørvági ella Bø og til Vestmanna, sum í ringum líkindum kundi vera vandamikið, so varð heldur gingið um fjøllini til bát. Men sum hendan hendingin sigur, so var tað ikki vandaleyst heldur.