Grein í 07 Vestur leikskráð, 17-06-2009

 


 

Handan jarntjaldið

Fyrri partur

 

Sonni Jacobsen

 

Árið 1977 vóru vit við farmaskipi á veg úr Føroyum til Pólska býin Kolobrzeg við sildatunnum. Veðrið hevði verið ófantaligt niður, men tað hevði verið væntandi. Hetta var eisini ring ársins tíð. Heyst. Og tá er Norðsjógvurin ikki serliga blíður, tað vistu vit av royndum.

 

Vit vóru nú komnir inn í Kattegat og inn í danskt sjóøki, og her er betur farvatn, tí her lývir Jútland fyri tí harða Norðsjónum.

 

Tað er nakað serstakt at sigla hesa farðleið. Tað er sum at koyra eftir einum høvuðsveg. Tú kanst ikki sigla hvar sum helst í donskum farvatni, tí so stendur skipið fast. Grunt er og tað er bert siglandi gjøgnum siglingarrennurnar.

 

Siglingarrennurnar eru avmerktar við tøttum blunkandi og stórum boyðum, ið skipini mugu sigla eftir.

 

Í 1970-unum vóru boyðurnar svartar og høvdu eitt langt t-forma rør stingandi upp úr. Líknaðu mest kustum, har kusturin vendir upp eftir. Vit plagdu at kalla tær kustar. Stórt tal stóð mála við hvítum á teimum. Um náttina sást sjálvsagt bara blunkið frá teimum.

 

Á kortinum stendur avmerkt, nummar og hvussu hvør einstak boyða blunkar, so tað er lætt at vita hvar ein er, bæði um dagin og um náttina, um ein fylgir væl við.

 

Skiparin og stýrimaðurin vóru góðir navigatørar, so hjá okkum var eingin trupulleiki. Vit komu í øllum góðum inn í Eystursjógvin.

 

Stuttligt var at síggja ljóshavið frá donsku býunum, sum vit sigldu framvið í myrkrinum.

 

Tá vit komu inn í Eystursjógvin merktist týðuliga á skipinum, at tað gjørdist tyngri í sjónum. Eg og Eyðálvur, hin dekkarin, vit vóru bert tveir og vit vóru báðir ungir, fóru niður á dekkið at hyggja at djúpstøðumerkunum. Jú, vit vóru blivnir nakrar fót tyngri.

 

Ótrúligt.

 

Sjálvsagt er tað lítla saltinnihaldið í Eystursjónum, ið ger at skipini gerast tyngri í sjónum. Skip, ið skulu inn í Eystursjógvin mugu altíð leggja uppfyri, at tey gerast tyngri, og mugu tí ansa eftir, at hava nóg mikið av frístøðu at standa ímóti hesum. Fer eitt fullfermt skip inn í Eystursjógvin, so søkkur tað, so einfalt er tað. Og hetta vistu vit og vóru eisini ávarðaðir um tað, so hjá okkum var eingin vandi.

 

Tað var rættiliga seint, tá vit komu til Kolobrzeg. Vit lógu eina løtu úti á redini og bíðaðu eftir losbátinum. Eg veit ikki um tað var skímingin, sum gjørdi tað, men hesin býurin virkaði mær sum um var hann brúnur allur sum hann var.

 

Kolobrzeg (Kolberg)

 

 

Vit sóu inn á eina brúna kei, og øll húsini sóu út til at vera lagað upp av brúnum tigulsteinum. Tað sær helst annarleiðis út, tá vit koma nærri, hugsaði eg.

 

Eg hevði hoyrt eitt sindur um, hvussu tað var “eystanfyri”, sum tey plagdu at siga. Nú fekk eg so ein møguleika, at síggja nakað av lívinum eystanfyri ella handan jarntjaldið, sjálvur. Og hetta var eg rættiliga spentur uppá.

 

Á túrinum niður hevði ikki minst Rólant, maskinmeistarin, í messuni sagt frá ræðusøgum eystafyri. Hann hevði verið í eysturevropeiskum havnum fleiri ferðir, og hevði nógv at fortelja. Í einum av teim minni ræðuligu søgunum, sum eg minnist enn, segði hann frá um, at nakrir russarar einaferð høvdu sníkt seg umborð í skipið hjá teimum sum blindir ferðandi, og høvdu krógva seg umborð frammi undir bakkanum, og manningin uppdagaði teir ikki fyrr enn skipið var farið frá kei.

 

Teir vóru fámentir umborð, og ikki vistu teir hvat fólkaslag hetta var, ilt ella gott, so teir hildu vera fragast bara at lata sum einki. Tó syrgdu teir fyri, at allar hurðar vóru væl læstar, enntá tann á brúnni.

 

Teir komu til Keypmannahavn og løgdu at kei har um kvøldið. Einki vildu teir siga tollarunum, um nú hesir vóru hampamenn, ið flýddir vóru – teir høvdu so enki gjørt teimum á stuttu ferðini, men bert hildið seg fyri seg sjálvar –, so vildu teir umborð ikki melda teir og kanska á tann hátt senda teir aftur til tann visa deyðan hjá kommunistunum. Tá fast varð sett og tollarin var farin í land; hann leitaði tíbetur ikki umborð, fóru allir niðurundir at fáa sær kaffi.

 

Um hálvan tíma seinni fóru teir upp og fram undir bakkan at kanna. Tá vóru teir fremmandu, sum vænta, rýmdir í land.

     Hvat bleiv av teimum, dugdi Rólant ikki at siga okkum, tí teir hoyrdu ongantíð nakað um teir blindu ferðandi aftur. Av tí at Rólant var ikki sørt illgrunasamur av lyndi, so helt hann, at helst hevði løgreglan í Keypmannahavn fanga teir, og bara stilltigandi sent teir aftur til Russlands.

 

“Tað høvdu teir ikki funnið uppá?” helt Berint, kokkurin. Berint var reyðhærdur, klæntrasligur og einastaðni mitt í tjúgunum.

 

“Lítið vita tit hvat løgreglan kann finna uppá. Tað hendir mangt millum ár og dag, sum eingin nakrantíð fær franir av,” segði Rólant og hugdi ikki lítið sigandi at okkum.

 

Stýrimaðurin og kokkurin smíltust, meðan vit ungu, eg og Eyðálvur, vóru heldur illa við. Tað høvdu vit nú ikki trúð um løgregluna í Danmark.

 

Tað var ikki fyrr enn nakað væl seinni, at eg skilti, at Rólant í summum førum, kundi hava nóg so gott hugflog. Um hann hevði rætt í hesum sínum metingum, dugi eg tó tann dag í dag ikki at meta um. Vit vistu tó frá øðrum keldum eisini, at nógv fólk eystanfyri, vildu gera nærum alt fyri at sleppa vestur um, so sjálv søgan annars var helst sonn.

 

“Kemur nakar sovorðin umborð hjá okkum, mugu vit bara lata sum luft,” segði Rólant, “tí annars verða vit innblandaðir. Her geldur orðatakið: Einki sæð, einki hoyrt, av álvara.”

 

Nú flentu vit allir.

 

Rólant var ein sera varðin maður, altíð var hann bangin um, at vera drigin inn í okkurt, sum ikki kom honum við. Eg kann í øllum førum siga, at hann allarhelst hevði verið eitt sera vánaligt politivitni, tí hansara loysunarorð í truplum støðum var: “Einki sæð, einki hoyrt.”

 

Tað var nú ikki serliga ærufult, helt eg, men eg kundi sjálvsagt skilja vísdómin í tí.

 

    (Framhald...)