Grein í 07 Vestur leikskráð, 24-06-2009

 


 

Handan jarntjaldið

Annar partur

 

Sonni Jacobsen

(Framhald frá seinasta blað – brot úr frásøgn frá túri við farmaskipi í 1970-unum)

 

Nú sóu vit ljósini frá losbátinum, ið kom út móti okkum. Skjótt lá hann undir liðuni á okkum, og umborð sprakk ein hernaðarliga klæddur losur.

 

Losurin var í grønum jakka, buksum og kasjetti, og hevði gulllitar knappar í jakkanum. Helst hevði hann okkurt hernaðarmerki á bringuni eisini, tað minnist eg ikki heilt.

 

Eg og Eyðálvur stóðu á dekkinum og tóku ímóti honum. Okkara skip var so lágt, at losurin hoppaði sum einki inn á lúnningina hjá okkum og niður lúningartrappuna. Tó tók hann í hondina vit rættu honum, fyri at stiðja hann í tí hann lendið umborð.

 

Hann heilsaði stutt og kalliga uppá okkum og helt upp trappurnar upp á bátadekkið og inn á brúnna, har hann møguliga meira hjartaliga heilsaði upp á Hanus, skiparan.

 

Havnin í Kolobrzeg

 

 

Vit stevndu nú inn móti Kolobrzeg, skjótgangandi losbáturin var longu komin inn til siglingarholið, meðan vit illa nokk høvdu fingið ferð uppá enn.

 

Eyðálvur og eg vóru standandi á dekkinum eina løtu og nutu fríðska lotið. Eyðálvur var tvey ár eldri enn eg, hann hevði jarpt hár og var kanska eini tveir sentimetrar longur enn eg til hæddar. Eg liggji um teir 180 cm. Eyðálvur var altíð raskur at práta og sera áhugaverdur eisini, hann las so nógv. Tað gjørdi eg eisini, men ikki so lærdar bøkur sum hann – ikki á so ungum aldri í øllum førum. Hann las tung verk um søgu, filosofi og politikk. Ja, hvør skuldi trúð, at hann var bert ein 19 ára gamal, vanligur matrósur á einum farmaskipi?

 

Eitt er vist, tað eru mangir hálvgamlir og gamlir stjórar, reiðarar og politikkarar, sum ikki vistu ella vita ein brøkpart av tí, sum Eyðálvur visti. Tað var nærum ikki tað ting, hann ikki hevði áhuga fyri og kundi greiða frá, og so var hann so skemtiligur eisini. Mær dámdi Eyðálv sera væl og eg hevði stóra virðing fyri honum.

 

Tað var bara eitt øki eg visti meira um enn Eyðálvur, og tað var um tónleik. Hann lurtaði eftir tónleiki og hevði eisini vissan áhuga í honum, men ikki so nógvan sum eg. Og mær vitandi átti hann hvørki plátur ella bond. Men tá eg spældi tónleik so lurtaði hann kortini áhugaður eftir. Men tað segði honum helst ikki so nógv sum mær.

 

Vit sigldu nú inn um báðar molaarmarnar og inn í havnina. Kári, stýrimaðurin kom nú niður á dekkið, og hann og Eyðálvur fóru fram á bakkan at gera klárt. Eg fór upp á bátadekkið aftur í reyv, har mítt pláss var, at gera klárt aftan.

 

Vit løgdu at í øllum góðum og settu fast. Menn vóru á keiini at taka ímóti endunum, so har var eingin trupulleiki.

 

Tað fyrsta vit løgdu til merkis, tá vit vóru lidnir at seta fast, og so smátt fóru at hyggja okkum um frá skipinum av, var at øll havnin sum hon var, var innistika. Men tað var nú ikki so serstakt, tí tað er hon mangastaðni, men vit sóu eisini yvir á eina “gate”, ið inn og útgongdin til eitt stongt havnaøki vanliga verður rópt, at har var bæði vaktskúrur og vakttorn og at vaktir vápnaðir við maskinpistól stóðu við portrið og í torninum.

 

Við lúnningina hjá okkum, á keiini, stillaði ein hermaður við maskinpistól seg og hann varð standandi har, til hann varð avloystur seinni. Alla tíðina stóð vápna vakt við lúnningina og ein skuldi vísa pass, hvørja ferð ein steig fótin á land og aftur við “gate-ina”.

 

Tað var ikki vanligt aðrastaðni, tá í tíðini.

 

“Ja, nú fært tú longu ein forsmak av hvussu tað er eystanfyri,” segði ein rødd aftanfyri meg.

 

Eg vendi mær, men eg hevði kortini longu kent eykendu ságligu røddina á Rólanti, maskinmeistaranum.

 

“Her sleppur ongin ósæddur oman á keiina og eingin ósæddur í land av skipi,” segði eg. “Tað síggji eg.”

 

“Nei, her sleppur ongin óynsktur nakran veg, og roynir hann tað, so verður hann skotin upp á staðið,” segði Rólant álvarsfullur. Hann hevði nú stilla seg undir liðini á mær og vit stóðu og hugdu at teimum mongu vaktunum.

 

“Man tað vera?” svaraði eg ivandi hansara pástandi, meðan eg eygleiddi tungtvápnaðu vaktirnar.

 

“Ja, tað kanst tú stóla uppá,” svaraði Rólant harðliga og avgjørdur mínari ungdómsligu óvitinheit.

 

Eftir eini løtu segði eg: “Her hevði eg ikki vilja búð.”

 

“Tað munnu vera tey fægstu, sum ynskja at búgva her, men tey hava einki val,” segði Rólant staðfestandi og eitt sindur blíðmæltari.

 

“Nei, við einum maskinpistóli í nakkanum er tað ikki nógv tú fært gjørt,” helt eg.

 

“Nemliga,” svaraði Rólant avgjørdur, – enntá smílandi og blímæltur. Sum var hann ein prædikumaður, ið hevði fingið ein syndara at venda um.